Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 16. APRÍL 1998 tíðindablaðið S0S2/ Javnaðarflokkurin Tað skal ikki bara sigast so pent... Viðurskiftini hjá lesandi ungdóminum eru versnað nógv seinastu 10 árini. Nú skulu vit ikki bara tosa um tað — men ítókjuliga hækka lestrarstuðulin Vit kunnu uttan iva gll semjast um tað skilagóða í at tryggja gllum okkara ungdómi møguleikar at nema sær útbúgving. Tó eru vit ikki øll á einum máli um, hvussu hetta skal gerast. Mín greiða stóða er, at øll skulu hava sama rætt til út- búgving. So kann onkur spyrja: Hava øll ikki sama rættin í dag? Men svarið er púra greitt: Tað hava vit ikki. Hetta bæði orsakað av geografiskum og sosialum vidurskiftum. Fyrsta stigið at tryggja llum ungdóminum javn- bjóðis rætt til útbúgving er, at lestrarstuðulin verður hækkaður. Javnaðarflokkur- in hevur á landsstevnu í heyst samtykt, at lestrar- stuðulin skal hækkast, og í valupplegginum hjá flokki- num nú til løgtingsvalid ger flokkurin eisini greitt, at stuðulsskipanin skal taka við tá farið verður undir miðnámsútbúgving. "Við hesum staðfestir flokkurin, at hann ikki tekur undir við uppskotinum, sum nú liggur á landsstýrisborði — at lesandi ikki fáa stuðul fyrr enn tey fylla 18 ár. Sambært ætlan Javnaðar- floksins skal stuðulsupp- "'hæddin hjá teim lesandi framvegis ikki verða ávirk- að av inntøku foreldra. Av tí at stórur partur av okkara lesandi ungdómi verður noyddur at ferðast nógv fyri at koma til út- búgvingarstovnarnar hevur hetta stórar ferðaútreiðslur við sær. Tað líkist ongum at stuðulin í fleiri fórum verð- ur etin upp i ferðagjaidi. Fyrr bar tað til at hava skip- anir, har tey lesandi sluppu munandi bíligari við al- mennu flutningsleiðunum. Men sparingarnar hava eis- ini rakt her. Vit sum í 1988 vóru les- andi fegnaðust stórliga, tá LFU kundi vera við til at gera eina føroyska stuðuls- skipan, sum bøtti munandi um korini hjá teimum les- andi í Føroyum. Eyðsýnd- astu batarnir vóru, at stuð- ulin ikki longur var åvirk- aður av inntøku foreldra, at aldursmarkið at fáa fullan stuðul varð lækkað úr 21 til 18 ár, og at tú kundi for- vinna frítt oman á stuðulin, uttan at hetta ávirkaði veit- ingina. Í dag — 10 ár seinni — kunnu vit staðfesta, at polit- ikararnir hava skarvað av stuðlinum, so hann í dag er væl lægri, enn hann var í 1988. At gamla danska skipanin við Statens Uddan- nelsesstøtte hevði givið før- oyska lesandi ungdóminum munandi meira, átti at sagt okkara kosnu monnum og kvinnum, at her er okkurt rívandi galið — ábyrgdar- loysi og vantandi virðing fyri okkara lesandi ung- dómi! At teir so í dag í álvara tosa um at taka stuðulin frá teimum, sum eru undir 18 ár er bert prógv um, at hetta eru fólk, ið ikki eru sína uppgávu vaksin. Sjálvandi skulu øll, sum fara undir eina miðnámsútbúgving fáa stuðul, um tey eru 16, 17 ella 18 ár. Næsta stigið at bøta um viðurskifti teirra lesandi er at gera skipanir fyri fólk, sum hava stovnað familju, sett egið búgv, ella sum av øðrum orsøkum í dag ikki hava javnbjóðis møguleika til útbúgving — eins og av álvara eigur at verða farið undir kollegiibygging. Vit skulu ikki bara siga tað so pent, at øll skulu hava javnbjóðis rætt til útbúgv- ing — vit skulu eisini gera nakað við tað! Eirikur Lindenskov valevni Javnaðarfloksins Rikisvidurskifti okkara skulu broytast Heimastýrislógin hevur júst havt sín fimti ára fødingar- dag, og ikki varð gjørt nógv hóvasták í hesum sambandi. Henda lóg, sum hevur virk- að í so nógv ár í okkara samfelag, hevur í hesi tíð verið okkum føroyingum eitt gott amboð á so nógv- um økjum Eina best sæst hetta av, at einki landsstýri, sum hevur sid hesi árini, hevur tikið nakað stig til at fáa hana av tikna ella broytta, heldur ikki teir flokkar, sum vilja loysa frá Danmark. Javnaðarflokkurin ásann- ar, at tíðin er farin frá heimastýrislógini og at henda skal avtakast. Í staðin skulu viðurskifti okkara við danir skipast í eini sjálv stýrislóg, har øll føroysk mål suverent verða viðtikin og avgjørd å Føroya Løg- tingi. Einki annad er verd- ugt eini framkomnari tjóð. Ti vil Javnaðarflokkurin sum eitt av sinum høvuds- målum i eini komandi sam- gongu krevja hesi vidur- skifti broytt, og at realitets- samráðingar verða við donsku stjórnina um broyt ingar í ríkisfelagsskapinum Eitt er tó púra vist: heima- stýrislógin kemur ikki at halda fram óbroytt Eva Mortensen, valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy Hevur tú arbeiði, og heilsan er góð, so hevur tú helst minni brúk fyri okkum enn so mong onn- ur. Men hugsar tú um for- eldur ella børn tíni og tey, ið ikki hava somu kor sum tú, so skilur tú, hví tað er umráðandi, at vit hava ein sterkan Javnað- arflokk á løgtingi Øll skulu hava ráð Ein sníkjandi stættarmun- ur er við at vinna á aðal- máli Javnaðarfloksin, at øll skulu hava javnbjóðis rætt at fáa sær eina út- búgving. Stødan er um at gerast so, at bert tey væl- bjargaðu hava ráð at fara undir miðnáms- og fram- haldslestur, og hetta er ein tann størsta avbjóð- ingin, um vit vilja varð- veita samhaldsfasta sam- felagið. Javnaðarflokkur- in fer í eini komandi sam- gongu at hækka útbúgv- ingarstuðulin og bóta um lánsmáguleikarnar; so át Skúlin er ein iløga Qll skulu hava javnbjóðis rætt til eina útbúgving, og tí fer Javnaðarflokkurin í eini komandi samgongu at hækka útbúgvingarstuðulin og bóta um lånsmøgu- leikarnar, so at eingin setist aftur av fíggjarligum or- sókum, skrivar Eyðólv Dimon m.a. F 91 eingin setist aftur av fíggjarligum orsøkum Tað kostar eins nógv hjá øllum, sum ganga á somu miðnámsútbúgvin, og tí skal stuðulskipanin taka við við byrjan av mið- námsútbúgvingini, og tað skal ikki vera avgerðandi fyri um tú fært stuðul, at tú ert 18 ár sum sitandi samgonga vi. Utbúgving betrar kappingarferi Ein vælútbúgvin arbeiðs- megi er ein fløga í fram- tíðina, og er av størsta týdningi, um hugsað. verður um okkara kapp- ingarføri í komandi øld ini. I grannalondum okk- ara eru tey varug tydningin av at hava eina vælútbúna arbeidsmegi, og har er tað ikki minst arbeiðsgevara feløgini, ið geva hesum spurningi ans. Her heima eru ar- beiðsgevarar okkara tí verri ikki komnir longri enn at teir tosa um eina lønarlækking og eitt låg- skatta samfelag fyri at betra okkara kappingar- føri. Henda kós verður brúkt í menningarlondu- num, og tú kanst vísa tína andstygd móti henni, við at stuðla Javnaðarflokki- num á valdegnum við Eyd6lv Dimon valevnrí Sudurstr. Folkapensjonin skal hækkast Frá tí at Javnadarflokkurin og javnaðarhugsjónin så dagsins ljós, hevur flokkur- in kent tað sum sína skyldu at arbeitt fyri korunum hjá teimum lågløntu, teimum veiku og teimum gomlu í samfelagnum. Líta vit aftur um bak síggja vit, at nógv er broytt til tað betra, men langt er eftir á mál Javnaðarflokkur:n hevur sett sær sum mál í komandi valskeiði, at hækka fólka- pensjónina, ásannandi hetta, at fólkapensjónin er alt ov lág og sera trupult er at svara hvørjum sítt. Siga vit, at hver fólkapensjónistur fær 500 kr. um mánaðin aft urat, fer hetta at kosta um leið 30 mill. kr. Hesir peng ar mugu sum skjótast á fíggjarlógina Ein bati var tað tó, tá ið samhaldsfasti fór at gjalda út, um tað í dag bert er um 500-600 kr. um mánaðin Henda upphædd kundi verið munandi hægri, un hinir flokkarnir høvdu ukið undir við javnaðarflokki num, sum av øllum alvi hevur berst fyri hesi skipan og sá tað sum eitt gott al ternativ til fólkapensjónina, sum jú skal fíggjarlógina á hvørjum ári Hesin solidariski grunnur, har øll, sum hava arbeiði gjalda og øll, eisini tey, sum ikki hava lønt arbeiði, fáa jattast yYVIT líka nógv útgoldið, stýrkjast munandi Hetta kann gerast við, at goldið verður eitt líuð sind- ur meira inn soleiðis, sum eisini var ætlanin, men sum av politiskum ávum varð til tað, tað er í dag Smáar broytingar eisini at verða gjørdar, sum t.d. at fólk vid fyritidarpen sjón eisini fáa úr honum Málið hjá Javnaðarflokk num må tí verða, at eisim samhaldsfast má eiga valskeiði gjalda dupult so nógv ut, sum hn Eydnast hetta og tað skal tað , €r NOgV VUMI % avgert vargagin el Tin okkara åbyrgd Sylverius Jacobsen Valevni Javnaðarfloksins I Eysturoy