hósdagur 16. apríl 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
Javnaðarflokkurin
Tað stundar móti vali, og
flokkarnir hava stillað
upp. og nú bíðar veljarin
eftir, hvat teir ymisku
borðreiða við. Tað er
komið fram, at hetta valið
meira enn nakað annað
verður eitt val um loysing
ella samband
Tað eru flokkarnir.
fólkaflokkurin og tjóð-
veldisflokkurin, sum
standa fyri lo ysingini,
medan sambandsflokkur-
in sigur seg standa einsa-
mallan á sambandsleiðini
Eg havi sagt tað fyrr,
g eg má endurtaka me
hverki persónliga ella
me ksliga eru vit fyri ein-
1 loysing, har enn einki
er sagt, hvat skal henda
aftan á at hetta er framt
Ein loysing er ikki bara
sum at siga tað. Hon vil
hava stórar og álvarsligar
avleiðingar, og tað er
hetta sum loysingar-
flokkarnir ikki vilja tala
um Hvat vil henda, um vit
ikki hava tað trygdarnet,
sum er á mongum økjum
í dag! Tað eru viðurskifti,
sum ikki eru góð, men
møguligt er at bóta um,
uttan at vit heilt detta nið-
ur ímillum. Tað vendist
ikki við aftur, tá loysing-
in er framd. Hvussu verð-
ur við lærumøguleiku-
num hjå okkara unga
fólki, termum, sum skulu
føra samfelagið víðari?
Hvønn møguleika hava
tey aftanå at loysingin er
framd, hvønn møguleika
hava tey fyri at
útbúgvi
>
fáa eima
ing, eima útbúgv
i sterkum
Javnaðarflokki
ing, sum nútíðin krevur?
Teir = útbúgvingamegu-
leikar, sum okkara ung-
dómi bjóðast í dag, eru
teir, sum gevas við tí sam-
vinnu, sum er við Dan-
mark, har okkara ung-
dómur hevur somu út-
búgvingarmeguleikar og
sama stuðulsrætt sum
danir. Hvat vil verða gjørt
við hetta álvarsmál. Tað
er einki boð komið um,
hvussu hesi viðurskifti
skulu loysast Tað er so
at í dag hevur okkara ung-
dómur, sum fer til Dan-
markar at framhalda sína
útbúgving, somu rættindi
fíggjarliga sum danir. Tað
ger tað at tað eru ikki tey
fíggjarligu viðurskiftini
hjá foreldrunum, sum
koma at forða fyri at ein
útbúgving verður framd
Okkara ungdómur er líka-
stillaður á hesum økinum,
ein tryggleiki, sum mín
flokkur setur høgt, tí eitt
aðalmál hjá Javnað-ar-
flokkinum hevur verið og
tíðindablaðið
er at tað skulu ikki vera
tey fíggjarligu viðurskifi-
ini, sum skulu forða fyri,
at ein fær eina útbúgving.
Vit eru komin langt, men
enn er ikki komið á mál.
Tí er loysingarboð-
skapurin eisini á hesum
økinum ein stórur vandi
fyri, at tað, sum okkara
flokkur hevur vunnið
fram á hesum gkinum,
har tað eru evnini og ikki
pengarnir, sum avgera,
hver og hverji fáa út-
búgving. Flokkur okkara
er ein flokkur, sum hugs-
ar um heildina. Loysing-
arboðskapurin er eisini á
hesum økinum ein vandi
fyri okkara ungdóm og
fyri framtíðina hjá okkara
samfelag
Einasta gongda leiðin
er tann boðskapur, sum
Javnaðarflokkurin hevur
skrásett í uppskoti sínum
um eina nýggja skipan
fyri samvinnuna millum
Danmark og Føroyar.
Ein skipan, sum fram-
haldandi gevur tann
tryggleika, sum er í ein-
um góðum felagsskapi,
ein skipan, sum vil føra
tryggleika og framburð
við sær.
Hverki
samband ella
loysing geva nakran
tryggleika.
Tryggleikin liggur í
einum sterkum Javnaðar-
flokki.
Sverre Midjord,
valevni Javnaðarfloksins
í Suðuroy
>Alt = samfelagsgagnligt
virksemi má skipast út frá
umsorgan fyri felagsáhuga-
málum og fyri at fremja
vælferð fólksins. Øll menn-
iskju skulu hava somu rætt-
indi at taka lut í arbeiðinum
fram ímóti stórri vælferð og
einum ríkum lívi.
Hetta kann bert fremjast
í einum samfelag, har allar
greinar av samfelagslívi-
num eru í væl skipaðari
samvinnu undir vilja og eft-
irliti fólksins. Øllum skal
tryggjast tað, ið er grund-
leggjandi fyri lívs eydnu
menniskjans — arbeiði,
hvíld, mat, bústað, uppaling
og andlig menning«.
Hetta sum frammanfyri er
skrivað er bert eitt lítið brot
úr grundsjónarmiðjum
Javnaðarfloksins.
Tað er politikkur floksins
at mennað og útbyggja hetta
samfelag okkum øllum at
gagni.
Javnadarflokkurin — vil
reka ein politikk sum
tryggjar øllum eina rættvisa
viðferð, sum tryggjar javn-
að í øllum samfelagsviður-
skiftum, sum gevur tí ein-
staka møguleikar støðugt at
mennast og trívast, sum
tryggjar áhaldandi útbygg-
ing av vinnulívinum á
sjógvi og landi, sum ber í
sær skilagóða røkt av Før-
oya náttúru og umhvørvi,
sum bøtir um nær- og ar-
beidsumhvørvid, sum bøtir
um útbúgvingarmeguleik-
arnar, sum stýrkir og mennir
fólksins mentan og skapar
fyritreytir fyri einum ríkum
ands- og mentunnarlívi og
sum tryggjar og stuðlar
teimum veiku og sjúku í
samfelagnum.
Javnaðarflokkurin vil
reka ein åbyrgdarfullan
fíggjar- og búskaparpoli-
Nr. 70 — 16. APRIL 1998
tikk, ið framhaldandi kann
menna hetta samfelagið. Vit
vilja økja um okkara út-
flutningsvirði og harvið
skapa nýggjar og øktar inn-
tøkukeldur, so vinnan fær
ment seg og verður meiri
fjøltåttad.
Høvudsvinna = okkara,
fiskivinnan, skal hava bestu
líkindi fyri at kunnað virka
frítt við atliti til at gagnnýta
nær- og fjarleiðir. Neyðugt
er við einum fjølbroyttum
flota og lagdur verður ein
politikkur, har farið verður
undir eina miðvísa endur>
nýggjan av fiskiflotanum.
Verðandi vinnur fáa góð
gróðrarlíkindi og í
neyðugum samstarvi verða
nýggjar vinnur mentar. Eitt
nú KT-vinnan sum kann
gerast týðandi vinna, har
føroyingar i Føroyum
kunnu rgkja altjóða uppgåv-
ur.
Javnaðarflokkurin vil
hava ein vælskipaðan ar-
beiðsmarknað. Ein arbeiðs-
marknað við høgtvirdari ar-
beiðsmegi. Einum vælskip-
aðum lógarverki, har grund-
leggjandi arbeiðsmarkaað-
arviðurskifti verða staðfest
fyri allan arbeiðsmarkn-
aðin. Greiðar reglur verða
at gera, hvørjar uppgåvur
arbeiðsmarknaðurin tekur
sær av og hverjar tað al-
menna tekur sær av. Her
verður m.a. hugsað um eft-
irlønarskipanir. I neyvum
samanspæli millum fólka-
pensjónina og samhalds-
fasta eftirlønargrunnin
tryggjar tað almenna øllum
samfelagsborgarum sínir
eina virðiliga eftirløn, með-
an partarnir á arbeiðs-
marknaðinum samráðast
um ein møguligan yvir-
bygnað til hesa pensjón.
Javnaðarflokkurin hevur
sum endamál at hava eina
vælvirkandi almenna umsit-
ing, sum skal tæna borgaru-
num á ein virðiligan hátt.
Flokkurin er ímóti privat-
ari spekulatión við fólksins
ognum. Flokkurin er í móti
at privatiserað Feroya
Banka, almennar stovnar,
landsjørdina og fiskiríki-
dømid.
Javnaðarflokkurin vil
tryggja øllum møguleikar at
nema sær útbúgving. Út-
búgvingarstuðulin og láni-
møguleikarnir skulu verða
soleiðis, at ongin setist aftur
av hesi orsøk. Tað hevur
stóran týdning at stuðla
teimum ungu til lesnað ella
til arbeiði.
Javnaðarflokkurin ynskir
at skapað virðing fyri føroy-
ingum og Føroyum, virðing
fyri Føroya løgtingi og
landsstyri.
Lat ongan iva verða.
Javnaðarflokkurin berjist
fyri vælferðarsamfelagnum.
Hesum ynskir Javnaðar-
flokkurin tygara stuðul til.
Jákup Danielsen
valevni Javnaðarfloksins
Miðflokkurin
Stødan april 98
- Og loysnin!
Seinastu tíðina, og oftari nú
valdagurin nærkast, hava vit
hoyrt reddir, ið siga frá, at
kreppan er loyst. Politikarar
trætast um nær vend kom í,
og hver teirra tí eigur æruna
— var tað í 92-94 (javnaðar-
pástandurin) í 1994 (løg-
manspåstandurin), ella í 96
(fólkaflokspástandurin)?
So trætast teir, og óivað
er tað so, at trupulleiki teirra
at semjast um eitt árstal,
kemst av, at fyri teir er
kreppan av, um hon yvir-
hevur nakrantíð hevur verið
í tilveru teirra.
Veruleikin er tó, at:
— 3.000-4.000 føroyingar
dagliga eru arbeidsleysir!
— 3.000-4.000 føroyingar
(kann vera fleiri) eru i
tvungnari útlegd
— óvirkaður fiskur í túsund-
talstonsum fer árliga av
landinum til aðrar at virka
— keypiorka føroyinga
væntast at minka 2 % i år
— sosiala trygd føroyinga
versnar frå åri til år
— heilsuverk okkara er um
at koma å gravarbakkan
. og vit kundu hildið á vid
líknandi dómum.
Nøkur eru, sum meta ein-
astu gongdu leidina fyri
framhaldandi tryggum livi-
korum verða, at vit skjótast
gjørligt fara inn í ES. .
Onnur klára neyvan at
tosa, uttan at nevna sokall-
aðu kapitaliseringina av
blokkinum, sum einasta út-
veg okkara.
Uppaftur onnur meta ein-
astu loysnina vera at finna í
broyting av núverandi rík-
isrættarligu stóðu okkara,
meðan onnur tvørturim6ti
síggja eina og hvørja broyt-
ing at vera vandamikla
Hjá Miðflokkinum er
stødan óbroytt hin sama,
sum vit førdu fram til sein-
asta løgtingsval (fyrstu ferð
vit bóðu um stuðul veljar-
ans), sum vit áhaldandi
hava ført fram á løgtingi
síðani, og sum vit framhald-
andi fara at føra fram: trygd
okkara er eina tengd at tí
áliti vit seta á Gud hin Al-
valda og um umsorgan og
megi Hansara!
Eingin politikari eigur at
taka sær æruna av tí fram-
gongd, ið verið hevur seinru
árini. Hendan skuldast eina
og aleina miskunn Guds,
Hansara, sum hevur sent
okkum fisk inn á grunnar
okkara, sum sjáldan áður!
Í stóra kærlsika og mis-
kunn síni hevur hann svarað
teim bønum, sum dagliga
stíga upp til hansara. Bert
álitið á umsorgan og hjálp
hansara fer at gera okkum
før fyri at loysa omanfyri-
nevndu stóru trupulleikar,
og føra okkum trygt gjøgn-
um komandi årini, inn i
komandi øld — um Hann
ikki kemur aftur áðrenn og
endurreisir sítt ríki.
Loysnin er ikki at finna í
ES, í tættari ella leysari til-
knýti til Danmørk, ella i
kapitaliseran v.m., men ein-
ans í teim hondum, sum
dagliga verða lyftar í bøn
til Hansara, sum heldur øll-
um uppi vid ordi sinum.
Jenis av Rana,
løgtingsmadur fyri
Miðflokkin