Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 16. APRÍL 1998 tíðindablaðið Tjóðveldisflokkurin Hvar er stoltleiki okkara? Føtur undir Tað hevur leingi verið rætti- liga greitt, at ein alt vaks- andi partur av Føroya fólki aftur ynskir, at føroyskt tjóðveldi verður sett á stovn. Orsøkin ella -sakirnar til tjóðveldisrákið er helst fyrst og fremst, at hørdu kreppu- årini fingu flestu føroyingar at åsanna, at danir høvdu ikki rygg til tað álit, sum føroyski veljarin sýndi teimum 7. juli 1994, tá Sambandsflokkurin bleiv størsti flokkur á tingi. Tíðin hevur bæði víst og prógvað, at tá á stendur er Danmark ikki trygdin fyri okkara væl- ferð. Ei heldur at seta muna- dygg tiltøk í verk, sum kundu lívbjarga okkum. Og ei heldur ført fyri at skúgva egna gyrnd og egin áhuga- mál til viks, tá okkara fíggj- arheimur ók á kngunum. Tað danir megnaðu herðu kreppuárini var at kunngera, at vit sjálvi høvdu ábyrgd av vælferð okkara, at seta ómenniskjaslig og veru- Roykur, men ongin Vidhvørt gongur tað, men ikki altíð - hetta, at meyla okkurt nóg nógv uppísam- an, so at fólk at enda halda tað vera sannleikan og allan sannleikan. Tað kunna vera eini beinleiðis ósannindi, sum vinna frama á henda hátt. Tað kann eisini vera ein villleiðing ella ein rongjan, ein snaran. Tað er vist okkurt av hes- um seinna, sum Javnaðar- flokkurin við floksfor- manninum Jóannesi Eides- gaard á odda roynir í máli- num um viðurskiftini Dan- markar og Føroya ímillum. Ferð eftir ferð verður sagt og skrivað, at Javnaðar- flokkurin við sínum upp- skoti um stjørnmålanevnd og sjálvstýrislóg sum ein- asti flokkur hevur víst á gongdar leiðir. Aðrar flokk- ar, serliga Tjóðveldisflokk- in, flættast ikki við. Onki uppskot er um sjálvstýrislóg Lat tað vera sligið fast við leikaleys tiltøk í verk á vinnugkinum, og at hjálpa Den Danske Bank til at lumpa landsstýrið til at keypa ein banka á húsa- gangi. Roknistykkið Í 1994 vóru tey ikki nógv, sum alment tordu at við- ganga tjóðveldissamkenslu sína. Kappingin fyri at sleppa á E listarnar var heldur ikki nevniverd. Men nú í 1998 troðkast bæði menn og kvinnur um at sleppa at umboða loysingar- flokkin á tingi. Tey siga, at bæði val og valskeið helst verður = mest seguliga nakrantíð. Tí vilja tey sleppa at standa á brúnni og rópa omaná dekkið: Loysið nú dreingir, skipið siglir um ein tíma. Men hóast rák og alt ann- að er við flokkinum, so eru tað so nógv - eisini valevni - sum kæra sína neyð um, at tey fáa ikki fólk sannførd 10 tumma seymi: Javnaðar- flokkurin hevur als onki uppskot gjørt um nakra sjálvstýrislóg. Eitt slíkt upp- skot er ongantíð komið á tingborð. Tað hevur ikki so frægt sum sæð dagsins ljós í Sosialinum. Harafturímóti hevur Javnaðarflokkurin skotið upp at seta eina stjórnmála- nevnd. Men tað er rættiliga ógreitt, hvat nevndin skal gera. Okkurt. Og tilmæli um broytt viðurskifti við Danmark skula vera so lin, at allir flokkar, tvs. eisini Sambandsflokkurin, kunna góðtaka tey. So kann ein og hvør gita sær til, hvussu >sjálvstýris- lógin< hjá Javnaðar- og Sambandsflokkinum fer at síggja út. Í uppskoti Javnaðarfloks- ins er nógvur roykur, men ongin grind. Tann gongda leiðin Harafturímóti hevur Tjóð- veldisflokkurin við sínum um at traðka tjóðveldisleið- ina, uttan so tey fáa lidna roknistykki lagt á borði. Við øðrum orðum, at fólk krevja at fáa prógv fyri árligu skí- feriuni ella Mallorcatúrin- um, áðrenn krossurin verð- ur settur. Og neyðars val- evnini síggja ein krossin fyri og annan eftir fara aðrar leiðir. Tað er væl skiljandi, at fólk vilja hava eina ábend- ing um, at tey fara ikki at liva munandi verri tann dag- uppskoti um >Framtíðar- stóðu Føroya« í fleiri ting- setum víst nágreiniliga á, hvat eigur, má og skal ger- ast í viðurskiftunum land- anna millum. Í valskránni hevur flokk- urin sett hetta sama upp sum eitt beinleiðis tilboð til aðrar flokkar um samstarv eftir valið við tí fyri eyga at broyta tey ríkisrættarligu vidurskiftini. Tjóðveldisflokkurin skjýtur upp, - at Løgtingid setir eina grundlógarnevnd at gera in, føroyska tjóðveldi er veruleiki. Men at fólk ikki hava dirvi og vilja til at gera tað, øll onnur félkasløg í heiminum høvdu gjørt, bert tí tey eru bangin fyri at missa møguleikan fyri dus- andi marglætinum. Øll onn- ur høvdu tikid avleiðingar- nar av, at móðurlandi heyði bæði svíkt og snytt hjålandi, fyri at bjarga stórkapitalist- iskum áhugamálum í egn- um landi. Og heldur enn at hugsa um, hvussu nógvur peningur var at missa, so høvdu tey kanska rokna við møguligum mistum manna- livum. Nú fari eg iki at elva til vápnaðan uppreistur, men eg loyvi mær tó at spyrja: HVAR ER STOLTLEIKI OKKARA? Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður grind uppskot um eina føroyska grundlóg, - at hetta uppskot verður lagt fyri tingið, og tá tað er samtykt har, verður tað lagt fyri fólkið á fólkaatkveðu, - at farið verður undir at byggja upp føroyskar sam- felagsskipanir á øllum gkj- um, - at tingingar verða við Danmark um, hvussu alt hetta verður framt, hvussu gerast skal upp fíggjarliga, og hvussu framtíðar sam- starv skal vera um uttanrík- is-, heilsu- og útbúgvingar- mál. Ja, hetta er eitt itøkiligt uppskot. Her er nakað at halda um. Og nakað at ganga saman um. Her nógv grind - og ikki bara roykur. Finnbogi Ísakson Vit gjalda sjálv fyri tær tænastur vit fáa frá ríkissjúkrahúsinum Ræðumyndin um at vit íkki framhaldandi kunnu keypa tænastur frá ríkissjúkrahús- inum, tå Føroyar eru vorðnar sjålvstødug tjóð, er beinleiðis ósonn. Vit gjalda sum er, sjálvi kostnaðin fyri allar sjúklingar, ið verða sendir av landinum til sjúkraviðgerð, ið vit ikki sjålvi eru før fyri at geva. Tá ið vit taka avgerð um at loysa frá Danmark, fara vit undir samráðingar um fram- tíðarstarv við Danmark og onnur lond um sjúkrahús-, útbúgvingar- og uttanríkismál. At samstarva við onnur á hes- um gkjum er ikki nakað nýtt fyribrigdi, tað er sera vanligt. Eisini tey stóru londini hava brúk fyri tí og gera tað. Tað ber ikki til at politikarar blíva við at koma við ósak- ligum argumentum fyri hví føroyingar ikki megna at liva í sjålvstødugum landi. Vit mugu koma víðari, og eitt er vist at vit megna bert vit vilja. Í dag er stødan tann, at ríkis- stuðulin fíggjar ein minni og minni part av føroyska sam- felagnum, heilt skjótt verður allur blokkstuðulin brúktur til at gjalda rentu: og avdráttir av okkara uttanlandsskuld. Gera fíggjarliga og búskaparliga upp við Danmark Tá ið vit taka avgerð um at loysa frá Danmark, verður samstundis farið undir at gera fíggjarliga og búskaparliga upp við Danmark. Samráðingar verða um, hvussu uttanlands- skuld og blokkstuðul kunnu avgreiðast yvir eitt ávíst ára- mál Hildur Eyðunsdóttir, valevni Tjóðveldisfloksins egið Góðu veljarar, komandi løgting, tað sum verður valt 30. apríl 1998, kem- ur at leggja karmar fyri føroyska samfelagið inn í komandi øld, ta 21. øld- ina, og hvussu ynskja vit, at samfelagið skal verða. Um vit einki gera og bert lata standa til, klandrast og bítast, so verður tað ikki long tíð, til vit einki, ja, als einki skulu hava at sagt, hvorki so ella so í hesum okkara kæra landi, tað sum okkara for- fedrar hava stríðst fyri, at teirra eftirkomarar skulu kunna liva her á landi, verður av ongum. Teir stríddust fyri tí før- oyska málinum og tað var ikki lætt. Í dag elska allir føroyingar (rættir føroyingar) okkara mål, teir striddust fyri okkara merki (flaggi) og tad var heldur ikki lætt. Í dag elska allir føroyingar (rættir føroyingar) okkara merki. Hetta gjørdu teir, fyri at vit skuldu føla okkum sum føroyingar og at tad er her vit hoyra til og hava uppruna, óan- sæð hvar vit enn eru á jørð, so eru vit føroyingar serstøk tjóð fyri okkum, við egnum máli, merki og mentan annars, og tað er góður arvur. Tað fløvar, tá okkara ungdómur er í ødrum londum, tjóðsangurin verður sungin og merkið drigið á stong. Tá fær ein klump í hálsin óansæð, hvussu sterkan ein so heldur seg vera. Vit hoyra frá okkara flogfelag, Atlantsflog, at teir hava megnað at fáa fótur undir egið borð, og tað skulu teir hava hjarta- liga tillukku við, somu- leiðis okkara flaggskip »Norrøna«, bæði eru ein stoltleiki fyri okkara tjóð. Hetta vísir, at tá vit standa saman, so ber tað til. Eitt gott hugskot kann koma frá einum lítlum menniskja, men um stað- ið verður saman um tað hugskotið, so kann tað verða til veruleika, okk- um øllum til frama. Føroya mál á manna tungu merkir, her býr Føroya fólk, slektir fornu og tær ungu eyðkendu seg sum ein bólk, ið helt fast við fedramál, virdu tað av hug og sál, gloymdu ikki ættar bandið; byggja tí enn hetta landið. (J. Paturs son) borð Her á fedranna stað vil eg verða, her mín sál finnur hvílu og frið, eg sum barn lærdi tokka at bera, hesa bygd eins og fólki hennar við. Og tá vesturskinið skínur, purpurlitt á mín lívsdag síðstu ferð, vil eg hvíla har fedrarnir mínir fingu hvíld eftir stríð og strevið her. (NePtuN). Tað má ikki henda, at vit missa land okkara Tað skal verða so, at tað eru vit, sum siga, hvat og hvussu. Eitt, sum eg ser- liga undrist á í dag, tað er at tú uttan nakað kann fáa EU pass. Eg veit eis- ini, at tað er lættari at ferðast um lond við ein- um EU passi, men fáa hesi fólk nakrantíð før- oyskt pass aftur? Um so var, at vit vóru harrar í egnum landi, so var tað ikki so umráð- andi, men tað eru vit ikki Vit vita, at stýrandi menn siga, at vit eru danir, og skulu bara tiga, nei, tað skulu vit ikki. Vit búgva møguliga í einum av heimsins ríkastu londum, vit vita bara ikki av tí. Vit búgva og koma altíð at búgva í einum av heim- sins reinastu londum her i Føroyum, og tað verður um nøkur fá år ein fyri- munur, at vindur, regn og streymur reinsa okkara sjógv, luft og land. Eitt, sum er umráðandi, tað er at har sum vit før- oyingar vilja búgva í hes- um landi, har mugu og skulu vit fáa loyvi at búgva. Tað er sera um- ráðandi, og tað gevur eina sterkari tjóð. Standa vit saman og trúgva á okkara land, okkara fólk og á Gud, tá megna vit alt. Gott val og Gud signi okkara land og fólk Jógvan Krosslá, valevni Tjóðveldisfloksins í Suðuroy, Listi E