fríggjadagur 17. apríl 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
Nr. 71 — 17. APRIL 1998
tíðindablaðið SOSÅS)
Vaktarskiftid var i Føroyum 16. april, so nú er tað Beskytteren, sum tekur sær av eftir-
litinum i føroyska sjógkinum
Alt fer rætt fram
Tad er skiftandi hvussu nógv útlendsk fiskiskip eru i føroysk-
um sjógki. Onkran dag 1 og onkran annan dag 28, sigur Fær-
øernes Kommando i tíðindaskrivi, nú Beskytteren yvirtekur
eftirlitid frå Vædderen
SVEINUR POULSEN
Tað var vaktarskiftið i før-
oyska sjóeftirlitinum á fød-
ingardegi Margrethu drotn-
ingar.
Vædderen, sum hevur
rgkt eftirlitið síðan 25. febr-
uar, var 16. apríl avloystur
av Beskytteren. Skiparin
harumborð eitur Lars Skotte
og hann er kommandørkap-
teynur.
Fiskiveiðieftirlitið
Í tíðarbilinum frá 21. januar
til 8. apríl, er sjóverjan ikki
komin fram á óregluligan
fiskiskap.
Teir hava kannað før-
oyska sjógki fyri ólógliga
veiði og fyri ólógligar olju-
kanningar, men har hevur
ikki verið nakað at finnast
at. Alt er fari rætt fram.
Tað er ymiskt hvussu
nógv útlendsk skip eru í før-
oyskum sjógvi.
Henda fyrsta ársfjóðring-
in hevur talið verði ímillum
Í og 28 um dagin.
—SMYRIL-L
Tann 8. apríl vóru 25 út-
lendsk skip í føroyska øki-
num. Fýra teirra vóru norsk,
meðan hini 21 vóru russar.
Leitaðu eftir
Ss ni
Sum øllum kunnugt, so
hvarv Sjóborgin av Strond-
um hósdagin 2. apríl.
Tað er Færgernes Komm-
ando sum hevur ábyrgdina
fyri eini tílíkari leiting, og
leitingin varð sett í verk
klokkan 18.25, verður sagt
í tíðindaskrivinum.
Men hóast luttøku av
nógvum føroyskum skip-
um, Vædderen, Nim,
Tjaldrinum, tveimum tyrl-
um og Gulfstream flogfari-
num hjá sjóverjuni, var leit-
ingin úrslitaleys.
Almenna leitingin eftir
Sjóborgini steðgaði uml.
klokkan 20 fríggjadagin 3.
apríl.
Sjúkraflutningur
Tyrlan hjá sjóverjuni hevur
í tíðarskeiðnum verið tríggj-
Norrøna, flaggskipið í fóroyska flotanum við bryggju á
Drelnesi triðja páskadag
Få
ar sjúkratúrar, ein í februar
og tveir í marts.
15. februar skuldi ein
kvinna flytast av Tvøroyrar
Sjúkrahúsið til Lands-
sjúkrahúsið tí hon átti ov
tíðliga.
Túrarnir í marts vóru báð-
ir til Fugloyar. 13. marts
varð ein maður flogin úr
Hattarvík til Landssjúkra-
húsið í Havn og 31. marts
varð ein maður flogin av
Kirkju til Klaksvíkar
Sjúkrahús.
Kommanderkapteynurin
vorðin riddari
Annars hevur Margretha
drotning avgjørt, at Carsten
Schmidt, kommandørkap-
teynur å Thetis, skal verda
riddari av Dannebrog.
Henda heidur hevur hann
fingid loyvid at bera frå 29.
januar i år, sigur Færøernes
Kommando at enda i tíð-
indaskrivinum.
urn
Toy- og togv-
handilin brendi
Náttina til leygardagin brendi bygning-
urin hjá Toy- og tógvhandlinum í Fugla-
firði. Og tað var ikki tespilig sjón, sum
bíðaði teimum sum eiga handilin
SVEINUR POULSEN
Um fýratíðina leygarmorg-
unin varð boða frá elds-
bruna í Fuglafirði.
Eldur var í Toy og Tógv-
handlinum hjá Marjun
Joensen, sum heldur til í
nýggjum bygningi í Stød.
Men hóast skjótt var gjørt
av, so stóð einki til at bjargaí
handlinum og hann brendi í
grund.
Vørurnar í handlinum eru
eisini av tílíkum slag, sum
lættliga brennir og tað hevur
bara gjørt sløkkiumstødur-
nar verri.
Orsøkin til eldsbrunan er
enn ógreið, tí løgreglan
hevur ikki havt møguleika
at gera neyðugu kanningar-
nar. Takið á bygninginum
smokkaði saman og tí var
ov vandamikið at fara inn í
bygningin.
Eldsbrunin var dyggur
smeitur, hóast ognin var
tryggjað.
— Bygningurin var væl
tryggjaður, men ivasamt er
um goymslan var nóg væl
tryggjað, siga eigararnir.
Hvussu stórt virðið er
sum er farið upp í royk er
ikki heilt greitt, men bygn-
ingurin kostaði umleið tvær
milliónir krónur at byggja.
— So einastaðni í millum
tvær og tríggjar milliónir
eru farnar fyri skeytið.
Tað eru ikki meiri enn
tvey ár síðan flutt var inn í
nýggja bygningin, sum var
bygdur til handilsvirksemi
burturav.
Ætlar at byrjad aftur
H6ast henda dygga smeitin,
so ætlar eigarin, Marjun
Joensen ikki at geva skarvin
yvir.
— Ta náttina tað brendi,
hevði hon bestan hugin at
gevast, men nú hevur hon
fingið dirvið til at halda á-
fram, sigur maður hennara
Jóhan Heri Joensen í eini
stuttari viðmerking við So-
sialin.
Nær tað verður er ikki
vist, tí fyrst skal bygning-
urin byggjast uppaftur og
tað arbeiði kemur at taka
eina tíð.
— Fólk frá tryggingini
hava verið og hugt eftir
bygninginum og teir roknað
við, at útbjóðingartilfarið
verður klárt um ein mánað.
Marjun Joensen ætlar sær
ikki at leiga seg inn í annan
bygning, meðan teirra
bygningur verður gjørdur
aftur og tí verður Toy og
tógvhandilin stongdur ta
tidina.
Norrøna byggir bryr
um Suduroyarfjørd
Norrøna er nú byrjað at sigla á Suður-
oyarleiðini og hóast daprar spádómar
so gekst stak væl fyrsta dagin
SVEINUR POULSEN
Norrøna er nú farið undir
strandfarasigling í Føroy-
um.
Sum gllum kunnugt, er
ferðamannskipið leigað
sum avloysaraskip fyri
Smyril, sum teir næstu 20
dagarnar er til umvælingar.
Men hóast daprar spá-
Få
démar um vind og dypid,
so eydnadist fyrsti dagurin
avbera væl.
Um tað er tí at so nógv
“fólk skuldu av oynni, ella
bara tí at tað er forkunnugt
at sigla um Suðuroyarfjørð
við Norrønu er ikki greitt,
men fyrsta dagin gekk stak
Út ímóti 600 fólkum og
einir 200 bilar fóru um Suð-
uroyarfjørð henda fyrsta
dagin, og tað er heldur meir
enn vanligar dagar.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandfaraskipum Landsins,
sigur, at hann er væl nøgdur
við teir fyrstu dagarnar.
— Veðrið hevur eisini ver-
ið so vælsignað gott, at har
hava eingir trupulleikar ver-
ið av nøkrum og eg vónið
at tað fer at halda sær.
So sigast má, at Norrøna
byggir brýr um Suðuroyar-
fjørð nú hon er farin í inn-
anoyggjasigling.
APRIL-
TILBOÐ
Grønt, sand,
svart
Cardigan
fyrr 488,-
Troyggja
&
Niður-
deilur
fyrr 399,-
Nú fyri hvort
299,-
P/f 29
í Tréndargøtu
TIf. 318200