fríggjadagur 17. apríl 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
37 vejle W Tir
Nr. 71 — 17. APRIL 1998
Fiskaútflytarar ónógdir: Kanna møguleikarnar at
Umhugsa nú at
stovna sítt egna skipafelag:
taka út-
flutningin í egnar hendur
— Kunnu skipa-
feløgini, sum eru,
ikki geva okkum
tær tænastur, vit
vilja hava, mugu
vit sjálvir taka
um endan...
Fiskaútflytarar í
Vorðoyggjum
kanna møguleik-
arnar at stovna
sítt egna skipa-
felag, sum kann
sigla teimum fisk-
in niður á markn-
aðin. Kanska
koma útflytarar
aðrastaðni eisini
uppí ætlanina
AK! BERTHOLDSEN
Tað er nógv sum bendir
á, at vit fáa eitt skipafelag
| lyta fisk i
N eru so illa
10 flutningsmøg-
kavørum ur
r nå eru farn-
ir at kanna møguleikaranar
at skipa sitt egna skipafelag,
sum kann flyta teimum fisk-
in nidur å marknadin
—Vit halda, at tað er alt
ov lítið við einari fráferð úr
Føroyum um vikuna. Og vit
halda eisini, at vit í Norð-
oyggjum fáa alt ov vána-
ligar sømdir afturímóti fisk-
aútflytarum í øårum pørtum
í landinum, sigur Jógvan
Høj, stjóri í Norfra í Norð-
depli
Men hann dylir heldur
ikki fyri, at ein grund til at
norðoyingar umhugsa
hendan møguleikan, er, at
teir halda, at flutningurin er
ikki nóg álítandi, sum er
— Tað er eingin loyna, at
skipini eru gomul og slitin
— Og í vetur hevur båturin
øgiliga ofta verið ov seinur
Og saman við tí, at bara
ein fráferð er, ger, at tæn-
astan ikki á tí stødi, sum hon
átti at verið
— Ikki tí. Sjálvir merkja
vit tað ikki so nógv, tí táið
okkara vera er komin um-
borð, eru vit leysir av henni
— Tó so kann tað verða
ein trupulleiki í longdini um
fiskakeyparar niðri í Evropa
missi álitið á okkum sum
leverandørar, tí so vilja teir
ikki betala so høgan pris
fyri tann føroyska fiskin,
sum teir annars høvdu- ella
teir fara at keypa fisk aðra-
Fiskaútflytarar í Norð-
oyggjum eru so misnøgdir
við flutningsmøguleik-
arnar, at teir umhugsa at
stovna sítt egna skipafelag
sum kann røkja áhuga-
málini hjá teimum betri.
Norðoyggjar er eitt fiski-
vinnumiðdepil í Føroyum.
Norðoyingar útflyta eini
30.000 tons um árið. Men
tað verður lurta alt ov illa
eftir teirra sjónarmiðjum,
halda teir
staðni frá
— So í síðsta enda kann
tað verða okkara trupuleiki
heldur Jógvan Høj
Hevdu fingið betri prís
Hann sigur, at tað, sum teir
eru mest misnøgdir við, er,
at tað er bara tann eina frá-
ferðin úr Føroyum.
— Vit vildu helst havt
tríggjar fráferðir. Tí ikki
fyrrenn tá fáa vit tað neyð-
ugu følingina við markn-
aðinum og tann besta prísin.
— Tann, sum fæst við
feskan fisk, má vera við alla
tíðina. Tað er sum at rógva
út. Tann, sum rør út dag um
dag, hevur føling vid,
hvussu fiskurin ferðast og
fær tí meiri enn tann, sum
bara rør át einstakar dagar.
— Somuleiðis er tað við
útflutningi av feskum fiski:
— Tann, sum er við hvønn
dag, og er álítandi, fær betri
prís enn tann, sum bara er
við eina ferð um vikuna, og
ikk' altíð er líka álítandi.
Jógvan Hgj sigur, at tað
er eitt stórt ynski frá keyp-
arunum niðri í Evropa, at
vit høvdu fleiri fráferðir um
vikuna.
— Einasti møguleiki, vit
hava, umframt skipafelagið,
er Eimskip, men teir taka
bara heilar bingjur. Og tað
er ein trupulleiki hjá smáum
útflytarum, sum ikki klára
at fylla eina heila bingju
Ov vánaligar semdir
Norðoyingar halda eisini, at
teir faa alt ov vánaligar
sømdir afturímóti ødrum
pørtum í landinum.
— Tað hevur verið so, at
skipið hevur verið í klaks-
vík hósdag eftir fiski, og er
farin úr Suðuroy fríggja-
kveld.
— Tað merkir so, at vit
hava skula verið klárir við
fiskinum hálvtannað sam-
døgur áðrenn suduroyingar.
— Og tað ger okkara kapp-
ingarføri nógv verri, tí hvør
tími telur, táið tú fæst við
feskan fisk og vit vera verri
fyri í kappingini um råvør-
una, táið vit skulu keypa
hálvtannað samdøgur áðr-
enn suðuroyingarnir.
— Men beint nú er tað
heldur frægari, tí nú fer
hann av landinum hósdag.
— Og tað rakar okkum eis-
ini í hinum endanum.
— Tí hetta vil so aftur siga,
at vit skulu leggja næstu
framleiðslu til rættis eina
heila viku áðrenn vit sleppa
av við fiskin, tí fiskurin, vit
keypa, framleiða og avskipa
hósdag, er ikki frammi á
marknaðinum fyrrenn mán-
adagin
— Og tað vil siga, at tá ið
tað gongur so long tíð, frá
tí at vit keypa og arbeiða
fiskin, til hann er á markn-
aðinum, fáa vit hava alt ov
lítla føling við prisgongdini
á marknaðinum.
— Og samstundis ger tað,
at livitíðin í kølidiskinum
langt niðri í Evropa verður
avmarkað.
— Tað, vit skera mikudag,
verður kanska selt leygar-
dagin vikuna eftir onku-
staðni langt niðir í Evropa.
— Tað høvdu føroyingar
ikki kalla feskan fisk.
— Høvdu vit hinvegin havt
fleiri fråferdir år Føroyum,
hevði fiskurin verið feskari
og hildi sær longri í kgli-
diskinum.Og vit høvdu havt
nógv betri føling við markn-
aðinum og vit høvdu havt
fingið betri prís.
— Teir, vit kappast ímóti,
t.d. norðmenn, hava sam-
band niður í Evropa fjórða-
hvgnn tíma.
— Tys, at táið ein bilur er
fyltur, fer hann avstad.
Hinvegin skulu vit fylla
eitt heilt skip, sum fer
einaferð um vikuna.
Okkara egna flutning
Jógvan Høj sigur, at alt hetta
hevur gjørt, at fiskaútflyt-
arar í Norðoyggjum hava
umhugsað at stovna sítt
egna skipafelag, sum kann
standa fyri flutninginum
— Tað verður nógvur fisk
ur avskipaður úr Klaksvík
um árið. Eini 30.000 tons
tilsamans, táið øll fiskavirk
ini, laksavirkini, roykivirk
ini og báðir langfaratrolar-
arnir og goymslan hjá Atl-
antic Cold Storage eru tald
uppí
— Tað er so mikið stórar
nøgdir, at tá ið ongin vil
lurta eftir okkara sjónar-
miðjum, ja so mugu vit
sjálvir til verka
— Og tí halda vit, at tað er
vert at kanna, um tað ikki
heyði borið til at staðið fyri
flutninginum sjálvir
Táið tey skipafeløgini,
sum eru, ikki kunnu veita
okkum ta tænastu, vit vilja
hava, eiga vit at umhugsa,
um vit ikki sjálvir kunnu
taka um endan, so vit fáa
ein nøktandi flutning.
Jógvan Høj sigur, at
kanningar eru igongd at vita
um tað ber til.
Tað, sum norðoyingar
hugsa um er at leiga eitt skip
við manning, sum kann
sigla í fastari rutu niður á
marknaðin við fiski.
Fyrispurningar eru sendir
út í ymsar ættir at vita, hvat
tað kostar at leiga eitt skip
við manning, olju og øllum.
Hann sigur, at kanska
verður flutningurin dýrari
enn við skipafelagnum.
— Men vit halda, at verða
fráferðirnar fleiri, er tað
ógvuliga sannlíkt, at vit fáa
so mikið meiri fyri fiskin,
at tað loysir seg kortini.
— Og beint nú hevur Skip-
afelagið hækka prísirnar
eini 30%, so møguleikarnir
at skipa okkara egna flutn-
ing eru í hvussu so er ikki
versnaðir, sigur stjórin á
Norfra.
— Men vit ætla ikki at
leypa á leistum. Og vit ætla
ikki at bróta nakað niður,
sum er. So kunnu tey skipa-
feløgini, sum eru, veita okk-
um eina nøktandi tænastu,
er tað sjálvandi líka gott.
Men tað kunnu tey ikki í
løtuni.
Hann leggur afturat, at
ætlaða skipafelagið i Norð-
oyggjum skal vera privat
burturav og at tað almenna
skal ikki uppí.
Eysturoyingar uppí
Jógvan Høj sigur, at tað er
møguleiki fyri, at tað er væl
hugsandi at fiskaútflytarar
aðrastaðni koma uppí ætl-
anina.
— Td. eru tað partar í
Eysturoynni, har tað er líka
skjótt, ella skjótari at koma
til Klaksvíkar, sum tað er at
fara til Havnar.
si