Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 17. APRÍL 1998 Heilaárið í Fóroyum sett: tíðindablaðið 5052 Betri upplýsingar, færri skaðar — Endamálið við Heilaárinum er greitt at upplýsa og kunna tey ungu um heilan, heilasjúkur og heilaskaðar. Eftir summarfrítíðina fer eitt skip at sigla millum oyggjarnar við upplýsandi tilfari um heilan TuRIÐ KJØLBRO Heilaárið, sum varð sett á samkomu í Norðurlanda- húsinum í gjár, hevur ein greiðan málbólk, nevniliga tey ungu, ið ganga í fólka- skúla og miðnámsskúla. Tað verða hesi, sum fara at mynda framtíðina, verða politikarar, læknar, talu- pedagogar og viðgerðarar av øllum slag í framtíðini. Tí er so týdningarmikið, at hesi verða kunnað og upp- lýst um viðurskifti, ið hava við heilan at gera, sjúkur, skaðar og umstødur annars. Upprunin til átakið stavar úr USA. Tað var George Bush, sum í forsetasessi- num í 1989 lýsti 1990 árini heilaár við tí fyri eyga at fáa fólk at miðsavna meira orku at granska heilan og at fáa hesa vitan út til fólk. Undangongumaður hansara Ronald Reagan, ið var for- seti USA í tveimum um- fórum og kanska tann mått- miklasti maðurin í heiminum tey árini, er í dag álvarsliga raktur av sjúkuni Alzheimer og veit ikki til sín. Síðani Bush tók hetta stigið, hava heilaár verið runt allan heim, og hava hesi fingið góða undirtøku. Góður kunnleiki um, hvussu heilin virkar, er ein fortreyt fyri sakligum og fjølbroyttum kjaki um menningina hjá børnum, undirvísing, gransking, fyri- byrging og at viðgera sjúk- ur. Heilaskip Á samkomu í Norðurlanda- húsinum í gjár varð før- oyska Heilaárið sett og bú- merkið hjá átakinum avdúk- að. Pál Weihe, stjóri á deild- ini fyri Arbeiðs- og Al- mannaheilsu, beyð væl- komin og greiddi frá, hvussu hetta stóra tiltakið kom í lag. Tað er Rús- drekka- og Narkotikaráðið saman við MBF, Føroya Sparikassa, Apoteksverki- num, Jólamerkjagrunni- num, Happadráttargrunni- num, Lions og ødrum, sum hava tikid stig til Heilaår f Føroyum og sum fíggja tað. Óli Jacobsen, landsstýris- maður í Almannamálum, setti alment Heilaárið í Før- oyum og í rødu síni segði hann, at átakið er dómi um, at vit í Føroyum liva í tøtt- um samstarvi við umheim- in. Vitan, upplýsing og kunning er grundarlagið undir øllum og kemur øllum til góðar. Poul Jákup Thomsen, ið er ráðgevi hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum um- framt stigtakari og fyrireik- ari til átakið, greiddi frá teimum ítgkiligu ætlanu- num við Heilaárinum og hvussu almenningurin fer at merkja til Heilaárið. Virksemið er í tveimum pørtum. Annar parturin í å- takinum eru fyrilestrar, sum verda hildnir restina av årinum. Fyrilestrarhaldarar vera bæði fólk uttani frå og år Føroyum, og tey fara at røda um heilasjúkur, heila- skaðar, Alzheimer, Parkin- son, høvudpinu og annað, og roynt verður eftir føri- muni at koma so víða í Før- oyum sum til ber. Byrjað varð ígjár við Gunillu Øberg, sålarfrødingi, ið helt fyrilestur fyri starvsfólki á Landssjúkrahúsinum og fyri almenninginum í Norð- urlandahúsinum við heiti- num >Vor fantastiske hjer- ne<. Hin parturin av átakinum verður Heilaskipið. Atakið hevur leigað eitt skip frá Strandferðsluni, sum skal sigla kring oyggjarnar við eini framsyning um vidur- skifti, ið hava tilknýti til heilan. Umframt verður bókaframsýning, eksperi- mentarium, telduspøl og ein biografsalur, har filmir um heilan og hvussu hann virk- ar, verða vistir. Byrjað verð- ur í Miðvági, síðani verður farið til Vestmanna, Sands, Tvøroyrar og Vág, á Skála- fjørdin, til Klaksvíkar og Heilaskipið stevnir loksins inn á Havnina, har tað skal liggja í eina viku. Framsýn- ingin umborð verður tá flutt inn í eini høli í Havn. Danir fyri n Fyrimyndin hjá føroyska átakinum er danska tiltakið av sama slag í fjør, sum Gunilla Øberg var ein av fyrireikarunum til. Eitt tok vid eini upplysandi fram- syning koyrdi alt landið runt og kom út í hvnn krók. Á samkomuni greiddi hon frá, at hon fegnaðist um, at før- oyingar vóru fyrst eftir dan- ir at skipa fyri einum slíkum átaki. Danska Heilaárið varð ógvuliga væl umtókt og komandi ár verða eftir danskari fyrimynd skipað fyri líknandi átaki í Eystur- ríki og Svøriki, og í Belgiu ár 2000. Gunilla Øberg vísti á, at eitt átak sum hetta hevur stórt árin og stóra ávirkan á nógvar ymiskar liðir í sam- Gunilla Øberg, sålarfrødingur, ættað úr Svøriki og búsitandi í Danmark, fegnaðist um, at føroyingar eru farnir undir Heilaárið: Tey ungu hava stóran áhuga fyri heilanum og viðurskiftum, ið eru knýtt at honum, og tí er so týdningarmikið at upplýsa og kunna tey. felagnum. Tað mest positiva við danska Heilaárinum í fjór var, at tað náddi út til so nógv ung. Fyrireikararnir funnu út av, at ung hava stóran áhuga fyri heilanum og tað gjørdi tað munandi lættari at bera upplýsing- arnar út. Bøkur eru gjørdar um heilan til frálæru í lív- fróði í bæði fólkaskúla og miðnámsskúla. Og tað hevur avgerandi týdning, tí tað er millum hesi ungu, vit finna viðgerðarar og fólk annars, ið fara at taka av- gerðir um hesi viðurskifti í framtíðini, segði hon. Atakið í Danmark prógv- aði eisini, at tað bar til at samstarva um hesi viður- skifti tvørturum faklig mørk og samstarvið, ið fekst í lag, heldur fram. Upplýsing Doris Hansen, ið er formað- ur í MBF og er talupeda- gogur, hevði serliga orsøk at fegnast um, at Heilaárið er sett. Hon segði, at átakið fer at fáa serliga stóran týdning fyri tey, ið bera heilabrek. Tað fer helst at verða lættari at gera vart við hesi brek yvir fyri myndug- leikum soleiðis at gerand- isdagurin hjá hesum verður eitt sindur lættari. Doris roknaði við, at fyrilestrarnir, ið fara at verða hildnir um landið, fara at hava stóra ávirkan á ung, ikki minst teir fyrilestrarnir, ið verða hildnir av fólki, ið bera hesi brek. Heri Mørkøre, landsapo- tekari, tosaði á samkomuni um heilan, heilivág og hvønn leiklut apoteksverkið hevur í hesum viðfangi. Miðvís upplýsing er ógvu- liga týdningarmikil, segði hann, og í sambandi við hetta átakið er tað av týdn- ingi, at upplýst verður um skaðar, vit kenna til. Jú hægri upplýsingarstigið er, jú fleiri skaðar sleppa vit undan. Óvanliga nógv fólk eru innløgd eftir páskir á Lands- sjúkrahúsið og tað hevur millum annað ført við sær, at nógvir sjúklingar hava bíðað upp í 5 tímar fyri at fáa eina stovu at liggja á Stórt trýst á Landssjúkra- húsinum — Dagarnar eftir påskir eru sjåldsama nógv fólk løgd inn á Landssjúkrahús- ið, serliga eldri fólk við influensu, og tað hevur fórt við sær, at nógv hava bíðað úti á gongunum upp til 5 tímar, áðrenn tey eru sloppin víðari TURIÐ KJØLBRO Nógv fólk liggja og hava ligið við ógvusligari in- fluensu um landið og tað hevur merkt arbeiðs- gongdina á Landssjúkra- húsinum seinastu dagar- nar. Týsdagin og miku- dagin vórðu åvikavist 12 og 7 fólk løgd inn á B6 og hjá helminginum týs- dagin var stødan akutt. Talan var serliga um eldri fólk við influensu, og hjá fleiri varð leingi at bíða til tey fingu eina stovu at liggja á. — Tað er sjáldsamt, at so nógv verða løgd inn eftir einum degi á eina deild. Á deildini hava vit bara 24 pláss. Fyri sjúk- lingarnar merkir tað, at teir ikki fáa ta móttók- una, sum vit annars veita, tí so nógv er at gera. Men vit royna at gera okkara besta kort- ini, sigur Bergljót Ihlen, fyristødukvinna á Landssjúkrahúsinum. Ein deild stongd Medisinska deild ella B7 hevur verið stongd um páskirnar og letur ikki upp aftur fyrr enn mána- dagin. Tað hevur ført við sær, at nógvir sjúklingar hava verið noyddir at lig- ið úti á gongini og bíðað á B6. Hjá mongum hev- ur bíðitíðin verið ógvu- liga long, upp til 5 tímar, og hjá ússaligum fólki hevur tað tí ikki verið so stuttligt. — Vit hava ógvuliga nógv at gera og lítið pláss. Men stødan hevur ongantíð verið óforsvar- lig. Sjálvandi virkar stødan kaotisk fyri fólk, sum koma inn, men vit hava alla tíðina yvirlit yvir støduna og priori- tera uppgávurnar. Tá ið ein deild er stongd, fyll- ist skjótt og tí verða vit noydd at hava fólk liggj- andi á gongunum, hóast vit royna at sleppa und- an. Fólk verða útskrivað og innløgd í nærum sama tíðarbili og tí kann tað koma fyri, at seks sengur við sjúklingum standa á gongini. Men út í móti kveldi er vanliga aftur friður. Henda stød- an kann eisini koma fyri, tá ið ongin deild er stongd. Er stødan akutt hjá sjúklingum, verður lækni sjálvandi beinan- vegin tilkallaður og við- kemandi lagdur á B8, sigur Bergljót Ihlen. Tá ið trýstið er so stórt, sum tað hevur verið seinastu dagarnar, verða fleiri starvsfólk innkall- að. — Hevuðstrupulleikin er, at játtanin er so skerd umframt, at vit hava so fáar læknar, sigur Berg- ljót Ihlen. At B7 er afturlatin á páskum er ikki óvanligt. B6 og B7 eru stongdar skiftivís annað hvert ár á páskum og jólum um- framt 10 vikur um summarið og tað hevur verið mannagongdin, síðani Landssjúkrahúsið fór undir stóru sparing- arnar fyrst í nítiárunum — Upp undir stóru høg- tíðirnar er tilgongdin av sjúklingum so lítil sum til ber, sigur Mary í Garði, sjúkrahússtjóri