Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 17. APRÍL 1998 17 »Føroyar« tjóð uttan Samstarv við tjóðarrættindi Føroyar eru í rættarmálin- um ikki til sum land. Tær eru lutur í donsku ríkis- heildini. Hetta var gjørt við donsku stjórnarskránni (grundlógini) frá 5. juni 1849 við seinni broytingum og við donsku lógini frá 23. mars 1948 um heimastýri í Føroyum, sum kom í gildi 1. apríl sama ár. Í hesi heimastýrislóg verður henda ríkisrættarliga stóða Føroya sum lutur í donsku ríkisheildini upp aftur tikin og væl og virðiliga skjal- fest, ikki bert eina ferð, men fleiri ferðir, smb. hesi lógar- orð: >indenfor rigen<>for- fatningsmæssig stilling í riget<>indenfor rigsen- heden<>rigsmyndigheder- nez<>rigets forhold til ud- landet<>rigets myndig- heder<>rigslov<>rigs- dagens samtykke<>rigets interesser<>dansk stats- borgerret<>danske stats- borgere<>dannebrog<> rigsombudsmanden rigets øverste repræsentant<. Henda einsiduga innlim- ing Føroya í danska ríkið var framd uttan samtykki Føroya fólks, vit kunnu leggja afturat: at hetta var gjørt beint ímóti fólkavil- anum, soleiðis sum hann kom fram á f6lkaatkvøduni 14. september 1946. Tað, sum fólkið forkastaði við félkaatkvøduna, varð sett í gildi. Við rættarbroti legði danska ríkisstjórnin seg út í lógliga starv ting føroysku tjóðarinnar. Tað var óeydna okkara, at vit áttu ikki menn, ið orkaðu at standa ímóti og verja rætt fólksins. Stevna Tjóðveldisfloksins Stevna Tjóðveldisfloksins, 006 cd ” 20 sum varð samtykt á stovn- ingarfundi floksins 20. og 21. mai 1948, sigur: í $ 1.) »Føroyska tjóðveldið verður stovnsett«. Henda stevna floksins er ikki broytt við einum stavi síð- ani tá. Stevna Javnaðarfloksins Stevna Javnaðarfloksins sigur: >Ríkisfelagsskapur- in skal varðveitast<. Tað var Javnaðarflokkurin, sum var ættarfaðirin til heima- stýrislógina 1948 saman við sambandsflokkinum og gamla sjálvstýrinum. Tað vóru sostatt hesir flokkar, sum saman við donsku statsmaktini gingu ímóti fólkaviljanum, soleið- is sum hann kom fram 14. september 1946. Stevna Fólkafloksins Stevna Fólkafloksins end- urgivin eftir árbókini hjá Ríkisumboðsmanninum: 1995: Folkeflokken ar- bejder for en gradvis ind- førelse af selvstyre for Færøerne. Tað vil siga hann var, og er enn í dag hvørki heitur ella kaldur í tjóðskaparspurninginum. Ein atkvøda til Fólkaflokkin kann tí skjótt gerast tað sama sum ein atkvgða til Sambandið. Stevna Sjálvstýrisfloksins Stevna Sjálvstýrisfloksins sigur: Virka verður fyri fullum sjálvstýri, víðari verður sagt: Ríkisrættarliga stóða Føroya verður løgd út til fólkaatkvgðu. Tað kann tykjast løgid, at Sjålvstyr- isflokkurin nú skal boða frá, at teir nú krevja fólkaat- kvødu. Vit hava jú havt fólkaatkvgðu sum teir ikki góðtóku. Hesin sami Sjálv- styrisflokkur virdi ikki eina fólkaatkvgðu fyri 52 árum síðani. Nú skulu teir vaska sínar skitnu hendur. Stig fyri stig politikkurin hevur spælt falitt Føroyar hava vandrað úti í heimastyrisoydimørkini í 50 ár, uttan at komið er eitt einasta stig nærri at gerast ein sjålvstødug tjóð. Her hjálpir eingin sjálvstýrislóg. Hetta kann bert føra til, at vit einaferð enn staðfesta við hesi lóg, at Føroyar eru lutur í donsku ríkisheildini og harvið koma at liva 50 ár aftur at úti í heimastýris- oydimørkini. (indenfor riget<>forfatningsmæssig stilling í riget<>indenfor rigsenheden<>0.5s.v.). Tjóðveldisflokkurin bjóðar til samstarv Tjóðveldisflokkurin er til reiðar at taka við leiðsluni í eini komandi samgongu eftir valið. Hetta er sjálv- andi treytað av at flokkurin gerst størsti flokkur á tingi. Tað er í hvussu er mín yvir- bevísningur, at einki itøki- ligt hendir í tjóðrættarligu stóðu Føroya, uttan so at Tjóðveldisflokkurin gerst størsti flokkur og hevur leiðsluna í eini komandi samgongu. Tjóðveldisflokkurin hev- ur nú virkað í føroyskum politikki í 50 ár uttan at hava havt leiðsluna í nakr- ari samgongu, tað hevði tí verið eina roynd vert fyri teir flokkar, sum siga seg | taka undir við at Føroyar gerast sjålvstødugt land, við fullum suvereniteti, at latið | Tjóðveldisflokkin leitt eina slíka samgongu sum størsti flokkur á tingi. Tað er tí umráðandi, at | allir teir politisku flokkar- nir, sum meina nakað við sín sjálvstýrispolitikk, eru til reiðar at samráðast um, hvussu vit kunnu koma á | mál í tjóðskaparspurning- inum, soleiðis at tað fæst ein meiriluti á Føroya løgtingi fyri at stovnseta »Føroyska | tjóðveldið< ella (»Føroyska statin<). Tað vil siga at: Føroyar gerast tjóð við tjóðarrættindum. Tá hesin meirilutin er funnin, kann verða farið undir at gera eina føroyska stjórnarskrá. Herundir eina grundlóg fyri Føroyar, sum verður send út til fólkaat- kvødu. Síðani eiga samráð- ingar at fara fram við danir um, hvussu vit (teir) kundu hugsað sær at avvikla blokkin. Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldis- floksins á tingi aðrar tjóðir At standa á odda í frælsis- strembanini er ein spurningur um tråvirdi og um at finna loysnir, ið eru haldgóðar og røkka longur enn valdagin. Hóast Tjóðveldisflokkurin hevur verið serstakliga greiður við sínum boðskapi til hetta løgtingsvalid, so royna mong at gera sítt ítarsta til, at undir- tøka ikki fæst fyri boskapinum um eittt føroyskt tjóðveldi Tess stórri trúvirði boð- skapurin hjá tjóðveldisflokk- inum hevur, tess stórri, tess harðari og tess ótespiligari er måtstødan vorðin. Endamálið við hesum ótespiligu álopum er at ræða tey, sum ætla sær at stuðla Tjóðveldisflokkin. Roynt verður at geva veljar- unum ta fatan, at Tjóðveldis- flokkurin umboðar tjóðskapar- ligt snævurskygni, politiska og búskaparliga innibyrging og ætlar at forkoma okkara lands- monnum møguleikan til út- búgving og heilsubót í Dan- mark. -Sjálvandi eru hesar ræðumyndir tiknar úr leysum lofti. Tjóðveldisflokkurin er ein flokkur, i meira enn nakar annar flokkur her á landi, gongur inn fyri altjóða sam- fortreytum. Tjóðveldisflokkurin hevur sett sær fyri at bera so í bandi, at Føroyar undir skipaðum viðurskiftum gerast frælsar - bæði politiskt og búskaparliga. Tjóðveldisflokkurin kann vísa á, at Føroyar sum fræls tjóð hevur ógvuliga stórar møgu- leikar í altjóða samstarvi. T.d kunnu vit vísa á stórar og ríkar samstarvsmøguleikar innan útbúgvingar. Aðrar smáar tjóðir fáa sær útbúgvingar í nógv flein lond- um enn føroyingar, uttan at kostnaður er stórri av teirri or- sek. Av tí at føroyingar Ríkisstuðulin eingin trygd fyri vælferðini Vit føroyingar mugu gera okk- um púra greitt, at skulu vit ikki enda í somu suggu aftur sum fyrst í nftiårunum, er avgerandi neyðugt at skipa Føroyar sum frælsa tjóð. Sleppur danski ríkisstuðulin framhaldandi at avlaga okkara búskap og elva til politiskt og vinnuligt á- byrgdarloysi, er tað bara ein spurningur um tíð, nær ruðu- leiki aftur valdar í Føroyum. Seinastu árini hava prógvað, at skal føroysku tjóðini tryggjast ein virðilig framtíð, noyðast vit at taka ábyrgd av okkara egnu viðurskiftum. Tað er nú, vit undir størstu ábyrgd mugu áseta dagin fyri stovnseting føroyska tjóðveldi- sins. Tå id tad er gjørt, verdur høvudsmålid hjå øllum Før- oyar fólki at virka fyri einum styrktum og fjøltåttadum vinnulfvi, sum er ført fyri at breydføda okkum og skapa okkum, sum her bligva, eina mannsømiliga tilveru f neyvari samvinnu vid onnur lond. Vit mugu skapa fortreytirnar fyri eini nýggjari fíggjarlóg, sum verður grundarlagið undir teirri frælsu føroysku tjóðini. Spurningurin til løgtings- valið 30. apríl er tí hesin: Vilt tú sum føroyingur, at ruðul- leikin millum Føroyar og Dan- mark og eyðmýkingin av okk- ara fólki skal halda fram? Ella vilt tú, at vit eins og onnur fólk í heiminum skulu liva, ráða og skapa okkum eina mannsømi- liga tilveru í egnum landi? Einasti flokkur, sum hevur eina greiða stevnu í hesum spurningi, er Tjóðveldisflokk- urin. Høvudsmål floksins er nevniliga at leiða føroysku tjóðina burtur úr tí ófrælsi, sum allir hinir flokkarnir vilja varð- veita. — Tjóðveldisflokkurin krevur, at endaliga valdið fyri øllum viðurskiftum landsins skal liggja í Føroyum og ikki á Christiansborg. Táið til stykkis kemur, hava danir alt valdið, allan avgerð- arrættin og allan ognarrættin yvir landi okkara. Vit eru bara uppsitarar við ongum rætti. Tað sindri av »valdi”, vit halda okk- um hava, kunnu danir taka frá okkum, tá ið tað passar teim- um og utan yvirhøvur at spyrja okkum eftir. Soleiðis er tað bara, hvussu sambandsflokk- arnir so enn venda og snara hesum. Tí er tað eisini okkara ábyrgd og skylda, at vit sjálvi og børn okkara koma at eiga og reka hetta landið, sum Skap- arin hevur givið okkum. Kanska ivast onkur, um Tjóðveldisflokkurin er førur fyri at ganga á odda og taka loysingina á einum forsvar- ligum grundarlagi. Men slíkur ivi er ógrundaður, tí vit í Tjóð- veldisflokkinum eru minst líka so góð við tey gomlu, tey sjúku, tey brekaðu, tey arb- eidsleysu og okkara børn, sum eitt nú Javnaðarflokkurin, ið heldur seg hava »patent« upp á hesi fólk. Var Javnaðarflokk- urin veruliga so góður við tey gomlu, sum hann letst, høvdu hesi, sum hava slitist eitt langt lív, ikki livad á hungursmark- inum í dag! Ríkisstuðulin hevur ikki megnað at tryggjað teimum gomlu ein líkinda aldurdóm, og tað fer hann heldur ikki at gera í framtíðini, nú hann skjótt allur fer niður aftur til Dan- markar sum rentur og avdrøg fyri tað ábyrgdarloysi, hann hevur verið við til at skapt í Føroyum. Hann er tískil eingin trygd fyri okkara vælferð yvir- hevur og kann tí heldur ikki nýtast sum ræðumynd longur. Tjóðveldisflokkurin hevur sínar røtur í fiskimanna- og arbeiðarastættini, men í flokk- inum er rúm fyri øllum, sum taka undir vid, at Føroyar ger- ast ein fræls tjóð í samvinnu við aðrar tjóðir. Við ábyrgd og ógvuliga sjáldan leita til onnur lond enn Danmark, so er ávirk- anin av donskum hugsunarhátti á nærum øllum økjum sera sjónsk. So at siga alt embætis- verkið er skúlað á donskum, og mangar av okkara sam- felagskipanum er skornar eftir donskum leisti, uttan mun til, um tær eru best hóskandi fyri okkara samfelag. Tað hevði tí verið sera gagnligt fyri okkara land, um ungdómurin fekk betri umstødur at leita sær út í heim at útbúgva seg og soleiðis fáa víðkað um sjónarringin og lyft okkum upp á eitt altjóða stødi, sum so aftur hevði tænt Føroyum í so at siga øllum samfelagsvidurskiftum. Sum umboð fyri Tjóð- veldisflokkin eru vit ikki í iva um, at skulu vit megna at fjøl- tátta okkara vinnulív og okkara handilssambond, so er alneyð- ugt, at føroyskur ungdómur verdur studladur og fær møgu- leikan at fara út í heim at nema sær útbúgving Vilt tú vera við til at byggja upp eitt samstary við aðrar tjóðir um útbúgvingar. so hevur tú møguleikan nú. Súni í Hjøllum Tjóðveldisflokkurin Eysturoy virðing fyri hverjum einstøk- um borgara her á landi, er að- almål floksins at leiða føroysku tjóðina til frælsi Vilmund Jacobsen, valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi