Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið S08alufin Nr. 71 — 17. APRÍL 1998 Ein virknan íbúðarpolitik | At hava eitt stað at búgva er ein rættur, sum skal standa øllum í boði, eisini fólki, ið vegna brek seta óðrvísi krøv til sín bústað, skrivar Eyðólv Dimon m.a. Ein hin mest átroðkandi spurningur í Havnini er ibudartørvurin. Fyri nøkr- um árum síðan var íbúðar- grunnurin settur á stovn, men alt ov lítil nýtsla er gjørd av hesum grunni í samband við byggjan av íbúðum, og nú tykist sum veruligt forstoppilsi er kom- ið í bygging av íbúðum. Vit hoyra og lesa mest um ung, sum hava trupult at finna sær býli, men trupulleikin er ikki tengdur at ávísum aldri. Tí er alneyðugt, at tað verður virkað fyri, at íbúð- argrunnurin saman vid lo- kalum kreftum gerst drív- megin í alternativum íbúð- arpolitikki, ið millum annað bæði snýr seg um byggjan av íbúðum til ung sum eldri og til teirra, sum vegna brek seta onnur krøv til sín bú- stað Í egnum bústaði Eldrarøktin hevur verið skerd seinnu árini, og hetta rakar tey eldru og familjur teirra sera meint. Málsetn- ingur okkara í eini komandi samgongu verður at seta út í korti ein aktivan íbúðar- politik, sum skal snúgva seg um, hvussu vit tryggja teim- um eldru at vera sum longst í egnum bústaði við rætti til ráðgeving og fíggjarligan stuðul til neyðugar broyt- ingar í heiminum. Hesin málsetningur krevur, at tað verður arbeitt fram ímóti, at bjóða teimum eldru nøkt- andi neyduga heimarøkt alt samdegrið. Sambýlir Har henda loysn ikki er egn- að longur, eigur dentur at verða lagdur á at hava tilboð um sambýlir, sum er roynt við sera góðum úrslitum. Men, tað finnast tey, ið krevja annað tilboð, og tá kann samfelagið ikki seta sína vón til at tey avvarð- andi loysa trupulleikan. Her mugu stig takast til fleiri røktarheimsplåss. Teir longu bíðilistarnir vísa at røktarheim mugu byggjast og útbyggjast, hóast fari verður undir alternativar loysnir sum tær, ið eru nevndar omanfyri. Brekað eiga sama rætt Stødan hjá teimum brekaðu er somuleiðis út av lagi. Øll minnast vit jólasgguna tá pensjonati á jólum varð stongt, og búfólkini vórðu innløgd á sjúkrahús sum sjúklingar. Vit fegnast um, at tann søgan endaði gott, men hon vísir eisini á tørvin á einum aktivum íbúðar- politikki.Tað má vera ein rættur, at brekað fólk hava somu rættindi til samfe- lagslig tilboð, sum øll onn- ur, og vit hava skyldu til at skipa okkara samfelag so, at samfelagsligar forðingar ikki vera til hindurs fyri, at brekað kunnu krevja sín rætt. Havnin er útbúgvingarmiðdepil Havnin er sum útbúgving- armiðdepil noydd at hava býlið at bjóða tilflytarum. Stødan, sum nú valdar, er als ikki nøktandi, og ger at hvørki havnafólk ella til- flytarar finna eitt býlið. Í hesum sambandi kundi samstundis verið nevnt, at Frelsunarherurin hevur víst á, at í Havn eru nógv heim- leys, og tað er ikki ein stóða, sum politiski mynduleikin kann lata sær lynda. At hava eitt stað at búgva er ein rætt- ur, sum skal standa øllum borgarum í boði. Eyd6lv Dimon, valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Man løgmaður halda veljaran i Vagum vera analfabetar? Aftaná at sitandi løgmaður ferð eftir ferð alment hevur vist sin illvilja ímóti Vága valdømi, er nú vent í holini, aftaná at hann hevur skrivað út nyval A almennari samkomu á 10 ára degi Antlantic Air- ways frøddist hann í millum annað um gongdina sein- astu árini hjá Atlantic, eins og hann frøddist um tey 50 ársverkini hjá felagnum. Tá ein so hugsar um tann leiklut, ið Sambandsflokk- urin við Edmundi Joensen sum formanni hevði í 1992, tá atkvødast skuldi um fíggjarligan styrk til at bjarga felagnum, at tað ikki fór á húsagang og harvið gleppa føroyingum av hondum, undrar tad mangan. Tí i 1992 hevði Edmund Joensen og Sam- bandsflokkurin heilt aðra stóðu Støda Sambandsfloksins var tå heilt einføld: Felagid skuldi ikki bjargast So altrådur var sitandi løgmadur tå, at hann igjøgn- um fartelefon sina å veg frå flogvøllinum, gav parta- monnum sinum greid bod um ikki at atkveða fyri at bjarga føroyska flogfelag- num. Tá málið sama kveldið bleiv borið úr fíggjarneynd- ini niðan í tingsalin og at- kvødast skuldi, var ein sambandsmaður í tingsal:- num, nevniliga Finnbogi so Arge. Men tå atkvøtt vard, hevði Finnbogi Arge, fyrr- verandi nevndarformadur í Atlantic Airways, sníkt seg út úr tingsalinum. Eg havi sagt tað fyrr og loyvi mær at endurtaka tað enn einaferð, at kemur Sam- bandsflokkurin snikkaleys- ur burtur úr løgtingsvali- num, so gerst tað einki minni enn ein vanlukka fyri Vága valdømi Henda veruleika haldi eg, = 22 TR TA WA 20 25 20 VA WA 25 WA WA TR VA TA BA VE TA DÅ WA WA at veljarin i Våga valdømi longu nú hevur tikið til eftir- tektar, og tí haldi eg, at tað er ein sera álvarslig undir- meting av veljarunum í Vágum, um løgmaður held- ur, at hann nú ein mánað undan løgtingsvalinum við at kasta torvmold í eyguni á vágafólki kann bjarga Sambandsflokkinum í Vág- um. Frank Davidsen FE 5 55 5R 5 2 Landskassaskuldin — ein virðilig loysn til afturgjaldsskipan er neyðug Týdningarmikið er at vit fáa aftur tað, sum vit mistu í sambandi við partabræva- býtið og eina lagaliga aftur- gjaldsskipan á okkara ríkis- skuld. Hetta mál skuldi fyri langt síðan verið avgreitt, men tað má sitandi lands- stýri taka á seg, at teir hava sovið í tímanum. Vegna langdragan og passivitet gjørdist nú neyð- ugt at stevna Den Danske Bank, Fíggingargrunninum og sitandi donsku stjórnin! fyri ikki at missa endur- gjaldskravið á gólvið, um tað ikki longu liggur har og vit ikki fáa eina krónu aft- urgoldna Javnaðarflokkurin vil verða við í samráðngunum við donsku stjórnina um oman fyri nevndu viður- skifti, og vil flokkurin krevja av dønum, at føroy- ingar fåa afturgoldid tann pening, vit vegna órættvísi mistu í partabrævabýtinum. Ríkisskuldina skulu vit sjálvandi gjalda aftur. Tó er neyðugt at samráðast við danir um eina lagaliga aftur- gjaldsskipan viðvíkjandi skuldini, soleiðis at — vit føroyingar kunnu upp- byggja okkara samfelag aftur — vit fáa framt tey tiltøk, ið hava ligið á láni — vit aftur fáa eitt gott sam- felag at liva í. Eva Mortensen, valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy Br = Samgongureyp Samgongumenn reypa dúgliga um, at teir hava vent gongdini, og at alt koyrir strúkandi. Sannleikin er ein heilt annar. Vit hava havt eitt so gott fiskari sum ong- antíð fyrr í søguni. Ong- antíð. Hava Edmund og Annfinn æruna av tí? Vit hava havt so høgar fiskaprisir sum ongantíð fyrr í søguna. Ongantíð. Hava Edmund og Anfinn æruna av tí? Hetta eru fortreytirnar, henda samgongan hevur at virka undir. Og tó vísa útrokningar, at livium- stødurnar hjá løntakaran- um fara at lækka 2% i år. Hetta er borgarligur poli- tikkur. Og hetta hava Ed- mund og Anfinn æruna av. Hvussu høvdu livium- stødurnar verid, um fiski- skapurin og prísirnir minkað, og rentan fór upp, meðan hesir stýrdu? Ja, so var hungur og hall. Hóast umstødurnar ongantíð hava verið so góðar í søguni, hevur ikki eydnast at fáa arbeiðsloys- ið burtur Hetta hava Ed- mund og Anfinn æruna av. Javnaðarflokkurin fer at leggja doyðin á at skapa arbeiðspláss. Hetta kann gerast við at stuðla til eina meira professionella marknadarføring, sum í løtuni er beinleiðis snópis- lig og amatørkend. Dan Petersen, javnadarmadur Valmøguleikarnir eru færri - sigur Hedin? Nú løgtingsval er fyri framman, eru valmøgu- leikarnir hjá veljarunum enn færri, enn teir vóru til seinasta val. Soleiðis skrivar eitt av valevnum Sambandsfloksins í Kolla- fir... nei, eg meini í Suð- urstreymi um dagarnar. Ja, eingin veit meir enn valevni Sambandsfloksins Heðin Mortensen, at val- møguleikarnir eru færri til hetta løgtingsvalid. Sam- bandsflokkurin, sum jabb- aði upp í saman, at teir høvdu loysnirnar til allar trupulleikar, hava nú minkað sín flokk til hetta valið, at veljarin hevur veruliga færri møguleikar. Hvønn leiklut Heðin Mortensen hevur til hetta valid vita vit ikki (enn), men orrustan sum kom i tá løgmadur skuldi veljast fyri 4 árum síðani hevði nær ført til at Heðin gjørd- ist borgarstjóri í Torshavn- ar kommunu. Men lagnan vildi tað annarleiðis, at sambandskvinnan í hægsta embætinum vildi hava eina tjóðveldiskvinnu til borgarstjóra, kom so íkki og sig at færri eru at velja í. Til hetta valið eru fleiri TOP kandidatar á Sam- bandslistanum ikki við hesaferð. Vit kunnu nevna Kaj Lec Johannesen, Bjørn å Heygum, Finn- boga Arge, Mariu Hansen, Agnar Nielsen, Ivan Jo- hannesen o.fl. Tað sum Heðin helst meinar við er, at nú er so tunnligt á sambandslistanum í Suð- urstreymi, at fólk nú trygt kunnu velja hann, tí tey sum standa á listanum eru ikki kappingarneytar hjá honum longur. Javnaðarflokkurin heils- ar Heðini vælkomnum inn í valstríðið. Men góði Heðin, før teg heiðurliga fram, lat vera við at føra Sambandsflokkin fram sum tann, sum fekk skuldina upp á pláss í hesum valskeiðnum. Nei, við Javnaðarflokkinum (Jóannesi Eidesgaard sum fíggjarmálaráðharra) kom skuldin upp á beint, sjálv- andi við hjálp frá Sam- bandsflokkinum og gðrum góðum kreftum. Vit lækkaðu skatta- og avgjaldstrýstið, yvirskot er nú á fíggjarlógini og vit halda framvegis ikki, at vit eru náddir á mál við okk- ara figgjarpolitikki, nei, vit vilja sleppa at halda fram har vit sleptu, tí bjóða vit okkum fram hesaferð eisini. Vel Javnaðarflokkin! Jógvan Mørkøre |