Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 17. APRÍL 1998 — Lt in, og kanska hoyrdi hon ikki, tá ið eg segði takk fyri. Í gjár seinnapartin gjørði vit ein frálíkan túr, London City Tour, og vit vóru helst í báðum býunum ella býar- pørtunum, tí tað er soleiðis at London er býttur í tveir »CITY «, skilti eg ferðaleið- aran rætt. Í London eru eis- ini 31 kommunur til hesar báðar >cityarnar< við tveim- um borgarstjórum sum sita bert eitt ár. Og ferðaleiðarin hevði so nógv at greiða frá, at tað er ógjørligt at minnast alt nú dagin eftir, men eg hugsi at okkurt smávegis sitir eftir túrin. Í London búgva 7 mió. fólk og talið á ferðafólkum liggur um 12 mió. árliga. Í sjálvum miðbýnum búgva bert fá fólk, tí her liggur øll administratiónin, handlar, skrivstovur, bankar, trygg- ingarfeløg men har sum nú bygt verdur av nyggjum, t.d. fram vid Thames ånni verda íbúðarblokkar eisini gjørdir og tað er ikki hissini prísur. Ein 70 kvadratmetur stór íbúð kostar 3 mió. kr, og hetta er tað mesta talan um íbúðirnar í sjálvum Dock- land. Seinni gingu vit so fram við arbeiðs plássi á Dockland og tá lógu prísir- nir úr 150.000 pundum upp í 850.000 pund, var lýst við, so tað er dýrt at fáa sær eina íbúð fram við Thames ánni. Thames áin er 346 kilo- metrar long og um hana eru 19 brýr. Nakrir 150 kilo- metrar eru ávirkaðir av flóð og fjørdu sum hevur ein mun upp á 8 metur. Vit liggja millum Tower Bridge og London Bridge, London Poole, og at sleppa at liggja her er ikki hvørjum skipið beskorid, sum eg skilt á ferðaleiðaranum, sum var dani. Høvudsorsøkin til at Norrøna kann liggja her er tann at skipið er ikki so stórt, og so at sleppa at liggja uttan á sjálvum HMS Bel- tíðindablaðið SOSÅS) fast er eisini ein sonn æra og ikki hvørjum kruselein- ara beskorið, ja ferðaleið- arin nevndi tað heppið! Vit koyrdu serliga í kommununum Westminster og Kensington sum hava báðar borgarstjórarnar búgvandi og óivað eru tær mest kendu kommunurnar í London. Sóu nakrar av teim 25.000 London hýruvognu- num, og eisini nakrar av teim 12.000 serligu bussu- num, teimum sonevndu »double-dekkers«. At fáa koyrikort til hýruvogn í London er ikki sum at siga tað. Tað tekur heili 3 ár, áðr- enn tú ert rættur London taxi driver, og tú skal tá duga 463 rutur uttanat og stóran partin av tíðini sita tú á prutli, helt eg ferðaleiðaran siga. Til samanberingar kann nevnast at tað tekur bert 2 ár at gerast ferðaleið- ari í London. London er vorðin ein nógv reinari býur nú enn hann var fyri nøkrum árum síðani og tað kemst av at teir eru farnir at brúka gass ístaðin fyri kol. Húsini verða upphitað við gass. Tað er einki bíligt at keypa í Lon- don í hesum døgum, tí pundið er so høgt. Ferða- leiðarin greiddi frá, at hon helt tað verða dýrari at keypa tær vanligu vørurnar her enn i Danmark, og tað lítla sum eg og myndamað- ur mín sóu til prísir og vør- ur, máttu vit ásanna, at so var. Vit sóu á kenda hand- ilshúsið Harrods, sum faðir dreingin hjá Dianu prin- sessu eigur, og hetta hand- ilshús er gamalt og vóru tað tveir jódar sum byrjaðu tað fyri mongum árum síðani. Tað er vert at nevna, at hev- ur tú einki keypt og skalt kasta tær á vatninum, með- an tú gongur í hesum ovur- honds stóra bygningi, so mást tú gjalda eitt pund fyri tað. Her er so nógv kent at f } | | Í | | } I | Veðrið var ikki av tí besta, og her setur Norróna, so sjórokið stendur um alt skipið síggja at tað tekur fleiri vik- ur at koma runt, men vit sóu á túrinum í gjár nøkur av teim kendu stødunum, sum t.d. Royal Albert Hall, St. Paul Katedralin, Picadilly Circus, Trafalgar Square, Sherlock Holmes Pub, Na- tional Museum, sum vit fara at vitja f dag, Downing- street, har Toni Blair heldur til, henda gøta er rættiliga væl avmerkt, eitt ótal av standmyndum, Marks & Spencer, sum hevur yvir 100 handlar i Bretlandi og 50 i ødrum londum og sum selur undirklædir til 40% av konufólkunum í Bretlandi, og á vegnum heim aftur koyrdu vit so undir Water- loo Bridge, sum var bygd undir krignum av konufólk- um. Eisini koyrdu vit i størsta ringvegnum i Lon- don, har ein vanligan dag koyra uml. 100.000 bilar, men ferðslan var ikki so tøtt í gjár sum ein vanligan dag, tí nú er páskafrí eisini í Lon- don; men her koma nógv ferðafólk og tá vit fóru ein lítlan túr her í umráðnum seinni á kvøldinum hoyrdu vit øll tungumál, ja sjálvt danskt. Um útferðina London City Tour stendur í frágreið- ingini frá Smyril Line, at farið verður við bussi ígjógnum tann søguliga partin av London. Vit koyra igjøgnum Fleet Street, gøt- an har bladidnadurin helt til I dag er gøtan kend sum figgjarligur middepil. Her eru Bank og England og partabrævamarknaðurin Eisini síggja vit minnis- merkið »the great fire of London« frå 1666 (og hetta minnisrmerkið er beint her yviri og sóu vit tað eisini á stutta túrinum í gjårkvøldid, sera høgt og vakurt og tú kanst fara heilt upp í topp eftir trappum, fleiri hundrað í tali). Vit koyra fram við St. Paul Kathedral og síggja staðið, har prins Charles og Í Í Tvøroyrar hornorkestur og Fuglafjarðar mannskór seta punktum finale á um kveldið, tá loyst verður frá Belfast um ellivutíðina 15 Uppi í torninum á St. Paul og vit síggja út yvir London City Lady Diana vórðu vígd, og vit sóu eisini somu stød sum vórðu víst frá, tá ið Diana prinsessa fór til gravar. Síð an koyrdu vit fram við Tow er of London, sum er heilt stutt at ganga til frá skip? num. Eisini sóu vit bygning arnar hjá teim kongaligu har prins Charles og synir nir báðir búgva gamla drotningin gg S sjálvandi Buckingham Pa tann Nú fyrrapartin í mor ina niðan í St er Sí og kanska eisini Museum, sum er eitt av teir fáu støðunum í London har tú ikki skal gjalda atgongu merki. Annars kostar taí allastaðni at koma inn tú mást ikki gloyma gjalda drekkipengar. Buss førararnir, sum vit koyrdu við í gjár, fingu eitt pund frå hvørjum gesti eftir áheit an frá ferðaleiðaranum. Tað hevur verið ein góð timaløn tí í bussinum sum vit vóru við, vóru eisini 46 onnur, ja fyri hesar tríggjar tímarnar fekk hann 50 pund í drekki pengum Lat meg enda henda part við at siga at tað hevur verið regn hvgnn dag seinastu fjúrtan dagarnar í London men í dag sær út at fara og verða ein turrur dagur Og tað grør longu í Lon don á teim mongu grønu blettunum her, og London hevur eisini fleiri vakrar parkir, har páskaliljurnar longu standa í fullum blóma. - Parkirnar í London eru sera vakrar og litríkar Framhald -