leygardagur 18. apríl 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 72 — 18. APRIL 1998
tíðindablaðið
Hava fingið fyrsta ordran uttanlands:
Fuglfirðingar
slodbrotarar
i Hetlendsku
fiskivinnuni
Virkid i Kambs-
dali verður meiri
og meiri kent utt-
anlands. Og nú
hevur tað júst av
greitt sín fyrsta
uttanlands-ordra
men fleiri eru á
veg
ÁKI BERTHOLDSEN
Føroyingar hava mangan
brotið slóð í fiskivinnuni,
báði herheima og í øðrum
londum við
Nú hava føroyingar aftur
gjørt vart við seg. Hesuferð
í Hetlandi
Fyritøkan KJ-Hydraulikk
f Kambsdali hevur ikki gjørt
nógv burturúr sær sjálvum.
Men hóast teir hava ar-
beitt í tí stilla, eru teir blivn-
ir ein av teimum-tíverru-
fáu s6lksinssøgunum í før-
oyskum vinnulívi.
KJ Hydraulikk hevur
seinastu árini gjørt seg til
serfrøding í at umbyggja
skip til garnafiskiskap á
djúpum vatni.
Síðani teir í 1992 løgdu
Anitu av Tvøroyri um til at
fiska við gørnum á djúpum
vatni, hava teir lagt fleiri
føroysk skip um afturat.
Millum teirra kunnu
nevnast Móanes, Túgvu-
steinur, Thor, Agot, Váða-
steinur, Oknin, Gudrun, O-
lavur Hvíti og Vesturland.
Bróta slóð í Hetlandi
Og nú er KJ Hydraulikk so
farið út um landoddarnar.
Og virksemið teirra førdi
herfyri til eina grein í tí stór-
a, enska fiskivinhubladnum,
Fishing News International
Og tað er ikki eiti á re-
klamu hjá einum føroysk-
um virki at fáa.
Fishing News skrivar
m.a. at uttanlands er KJ.
Hydraulikk blivið meiri og
meiri kent í fiskivinnuum-
hvørvinum í Hetlandi, Skot-
landi, Danmark, Grønlandi
og Islandi.
Beinleidis orsøkin til um-
røduna í tí vidurkenda fisk-
ivinnubladnum, er, at KJ
Hydraulikk nú hevur fingið
sín fyrsta ordra uttanlands
Tað er ein hetlendskur
bátur, sum hevur verið í
Fuglafjørdi og er blivin um-
bygdur til at fiska við gørn-
um á djúpum vatni.
Tað var fyrrverandi trol-
arin Achieve, sum nú er
bygdur um at fiska eftir
gørnum. Hann var liðugur
hósdagin og skuldi fara av
Fuglafjørdi í gjár.
Men tað, sum er uppaftur
hugaligari, er, at honum á
baki koma fleiri hetlendsk
skip til Føroyar í somu
grindum
Eitt skip afturat kom
híosdagin, tað er Constant
Friend, sum eisini er fyrr-
verandi trolari. Og avtala er
eisini gjørd um tann triðja
trolaran, sum kemur seinni.
A KJ Hydraulikk dylir
Sofus Gregersen ikki fyri,
at teir eru sera spentir uppá
framtíðina og at so positiv
umrøda í einum stórum, al-
tjóða fiskivinnublað er gull
verd og kann føra nógv ann-
að virksemið við sær, sum
frálíður.
Leggja skip um
Men hvat er tað so, sum KJ
Hydraulikk fæst við?
— Vit umbyggja skip til
at fiska eftir gørnum.
— Vit eru ikki framleidsl-
uvirkid sum so. Men vit
umboda framleidsarar yms-
astaðni. m.a. Rapp Hydema
í Noregi, sum ger spøl.
— Og tað, sum vit so
kunnu bjóða, er ein fyrsta-
floks framleiðsla umframt
okkara servitan í at um-
byggja bátar, sigur Sofus
Gregersen
— Tvs, at vit montera alla
útgerðina, spøl, pumpur,
ventilar og aðra hydrauliska
útgerð o.s.fr. og laga hana
til hvønn einstakan bát, um
tað er neyðugt, og gera tað
neyðugu útgerðina, sum
skal til
Tað, sum KJ Hydraulikk
kann bjóða bátunum er ein
heildarloysn, har teir levera
og montera alt, sum báturin
skal hava, eisini gørnini og
annars alt, sum bátinum
krevst
Síggja ein meguleika
Sofus Gregersen sigur, at
hetlendingar hava ongar
bátar, sum kunnu fiska við
gørnum á djúpum vatni, tvs
á 200-300 favnum
Tys, at tann, sum varð
riggaður til í Fuglafjørdi nú,
var tann fyrsti
Talan er um smáar trol
arar, sum ikki síggja sær
nakrar serligar møguleikar
at halda fram við trolinum,
tí teir flestu, nýggju størru
trolararnir leggja um at
fiska við tveimum trolum.
— Teir eldru hava ikki nóg
stóran motor til at fiska við
tveimum trolum og klára tí
ikki kappingina við teir
nýggjaru.
— Samstundis síggja teir
at norðmenn og spaniólar
fiska havtasku og svartkalv-
a við gørnum undir Het-
landi-og fáa rættiliga væl
— Tí síggja hetlendingar
sær eisini ein møguleika við
at byggja teir smærru trol-
ararnar um til at fiska við
gørnum. Tað er ein nýggjur
vinnuvegur í Hetlandi, sum
teir eru sera spentir uppá.
Men, hvussu hava teir so
fingið eyga á KJ Hydrau-
likk úr Fuglafjør0di?
— Tad er ti, at vit hava
fingid royndirnar at rigga
båtar til fiska vid gørnum å
djúpum vatni.
— Táið føroyingar fóru
undir hetta, var hetta eisini
slóðbrótandi í Norðuratl-
antshavi. Tí hetta hevur
ongin roynt fyrr í nýggjari
tíð í øllum fórum.
— Síðani tá hava aðrir tik-
ið eftir.
— Men eins og Anita var
slóðbrótarin her norðuri,
verður Achieve slóðbrótarin
hjá Hetlendingum.
Sofus Gregersen sigur, at
að eru nógvir fyrimunir við
at fiska við gørnum
— Skipini brúka minin olj
u, motorarnir krevja minni
viðlíkahald, tí tað stendur
ikki so nógv á teimum. Og
er talan um línubát, sum er
umlagdur, verður eisini
agnið spart. Gørnini eru eis
ini bíligari enn trolið
Úrslit av stevnunum
Sofus Gregersen sigur, at
KJ Hydraulikk hevur verið
á fiskarimessum síðani
1995. Og hann heldur eisini,
at hetta er eitt úrslit av tí
Tað, at vit hava verið
við hvørja ferð, hevur víst
áhugaðum keyparum, at vit
meina tað í álvara
Tað er ofta tey somu,
sum vitja okkara bás á
hvgrjari stevnu, og uppá
tann mátan hava vit bygt
upp eitt álit ímillum okkum
og kundan
Sofus Gregersen sigur, at
samstarvið við hetlendingar
KJ Hydraulikk í Kambsdali hevur avgreitt sín fyrsta uttanlandsordra, sum er hetlendski
garnabáturin „Achieve“ ið her liggur við bryggju í Fuglafjórði, klárur at fara avstað
aftur. Men fleiri eru á veg. Fuglfirðingar bróta upp úr nýggjum í fóroyskum vinnulívi og
hjálpa hetlendingum at bróta upp úr nýggjum í fiskivinnuni
hevur verið ómetaliga gott
og hevur stóran týdning fyri
framtíðina, tí nú hava vit
nakað at vísa á, og tað kann
lata aðrar dyr upp eisini. Tað
er eisini spennandi at sleppa
uppí part í einum slíkun
slóðbrótandi arbeiði. Tað er
ein álitisváttan, halda vit
> ø o
Nu å video
Sø „= VE Jæst
UT um
5
keyps- |
+
Vinarliga send mær — … eintøk av
Navn:
UR GULL SILVUR
Tel . FOTO & VIDEO
” FLØGUR
SMS - Tel. 319820 - 310606 - Fax 314955
3-arin, Postboks 1057, 110 Tórshavn - ;
t.yar »post.olmvont. f