leygardagur 22. november 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 223 - 22. november 2003
Nr. 223 - 22. november 2003
3
Bárður bjóðar av
Størsta stakframsýn-
ingin í Lisaskálanum í
Havn letur upp
seinnapartin í dag,
leygardagin. Bárður
Jákupsson, sum sjálv-
ur var leiðari á Lista-
savninum í nógv ár,
sýnir fram. Hann
verður 60 ár tollaks-
messudag og í hesum
sambandi kemur
eisini stórfingin bók
út um listamannin
leygardagin
LISTABÓK
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Bárður Jákupsson er ein av
teimum størstu listarligu
persónligheitunum í Føroy-
um, sum er á lívi.
So einføld er forkláringin
hjá Erik Fey, stjóra á for-
lagnum Atlantia, sum út-
gevur bókina »Bárður Ják-
upsson – det vertikale land-
skab«.
– Ígjøgnum mong ár
hevur Bárður Jákupsson
verið drívmegin í føroyska
listaumhvørvinum.
Sum
stjóri í Listasavni Føroya í
mong ár gjørdi hann tað, ið
byrjaði sum eitt lítillátið
listasavn, til eitt ógvuliga
vakurt og vælvirkandi lista-
hús. Bárður gavst sum
stjóri á listasavninum síðsta
ár fyri burturav at mála
sjálvur. Nú hann verður 60
ár um ársskiftið, er tað ein
góð løta at gera status yvir
hansara listarliga arbeiðið
síðstu 40 árini, sigur Erik
Fey, forleggjari.
Listaframsýningin, sum
letur upp í dag, leygardagin
klokkan 16, er ein sera stór
framsýning av málningum
og vatnlitamyndum. Hon
sýnir mangt av tí, sum
Bárður hevur fingist við
hesi árini, hann hevur tekn-
að og málað. Framsýningin
skal eisini setast upp í
Randers
Kunstmuseum,
Vendsyssel Kunstmuseum
og Bornholms Kunstmuse-
um í 2004.
Bókin verður á fyrsta
sinni løgd fram í Lista-
skálanum, nú ið framsýn-
ingin letur upp.
Fýra høvundar
Nógv klók orð verða søgd
um listamannin í bókini,
har fýra høvundar skriva
søguna um listarliga lívið
hjá Bárði.
Gunnar Hoydal, arkitekt-
ur og skald, skrivar um upp-
runan og setir listaavrikini í
ein tilveruligan samanhang.
Finn Terman Frederiksen,
stjóri á Randers Kunst-
museum, skrivar um Bárð
og vertikala landslagið.
Peter Michael Hornung,
listahøvundi, skrivar um
innara og uttara landslagið
hjá Bárði. Og Erik Fey,
bókaforleggjari, skrivar um
føroyska landslagið.
Í bókini, sum er á donsk-
um, eru ein ørgrynna av
myndum. Av málningum,
ið sýna menningina hjá
listamanninum. Av tekning-
um, sum hava prýtt bøkur
og frímerki. Av Bárði og
vinum, ið hava havt týdning
fyri listamannin. Bókin er
eisini umfatandi á tann hátt,
at høvundarnir fara í djúpd-
ina, granska og greina
mannin, myndirnar og upp-
runan.
Í síni egnu miðju
Sum ein rættur listamaður
eigur at gera, hevur Bárður
flutt seg nógv, síðan hann
fór at mála. Litirnir hava
loyst seg úr jørðini, og hann
hevur loyst seg frá tí, sum
vit kenna aftur.
Gunnar Hoydal orðar tað
soleiðis.
– Litirnir eru sterkir og
lýsandi. Teir eru komnir
langt burtur frá teimum
spaku jarðlitunum í teim-
um fyrstu uppsetingunum
og
landslagsmyndunum.
Tónleikur er í litunum, tú
hoyrir eina heila symfoni,
har tað áður var blokkfloyt-
an, sum spældi.
Talan er ikki longur um
landsløg, men konstrukti-
ónir brotnar úr náttúruni og
skiftandi
veðurløgum.
Hann hevur reinsað tað
burtur, sum kundi kennast
aftur. Talan er heldur um
hansara egnu náttúru, sum
hann leitar eftir.
– Nú er hann komin til
tað punktið, har hann hevði
verið førur fyri at mála
hvar sum helst. Men her
fær hann tíð og her fær
hann frið til endiliga at
standa fult og heilt í sínari
egnu miðju, skrivar Gunnar
Hoydal.
Heilt sín egni
Finn Terman Frederiksen,
stjóri á Randers Kunst-
museum, leggur dent á, at
Bárður listarliga er í ætt við
sínar undangongumenn í
føroyskari list. Bæði Miki-
nes, Jack Kampmann og
Ingálvur av Reyni hava
givið íblástur til tað eyð-
kenda vertikala landslagið,
sum er tittulin á bókini.
Thomas Arge er eisini sjón-
ligur í ávísum myndum.
Í Føroyum gongur nógv
aftur millum málararnar, tí
gróðrarbotnurin
er
hin
sami. Men Bárður er kort-
ini heilt sín egni, leggur
stjórin dent á.
– Myndirnar hjá Bárði
Jákupssyni
líkjast
ikki
teimum hjá øðrum før-
oyskum málarum. Tað hev-
ur veruliga eydnast honum
at skrætt seg leysan og
funnið sína egna málbúna
langt burtur frá alfaravegn-
um hjá føroyskum lista-
monnum. Og tað hóast
hann hevur hildið fast við
dialogin við sítt vertikala
landslag sum sítt berandi
listarliga grundarlag, sigur
Finn Terman Frederiksen.
Nógv skrivað
Bárður Jákupsson hevur
sjálvur skrivað fleiri rit og
bøkur um føroyska list.
Mikines og Føroysk mynd-
list eru tvær perlur, og sjón-
varpsrøðin um føroyska list
vitnar eisini um stórt innlit
og áhuga. Hinvegin hevur
hann sjáldan tosa um sína
egnu list.
Nú hava onnur gjørt
honum tann heiður at
skriva eina umfatandi og
djúptøkna bók um hansara
egnu list. Hon er ikki lætti-
soppalesnaður, men hon
gevur innlit í ein listamann,
sum sjálvur hevur gjørt so
nógv fyri at geva øðrum
innlit í aðrar málarar.
Bókin er 144 síður, og
litmyndirnar eru heilar 195
í tali. Bókin fæst í bóka-
búðunum fyri 250 krónur,
tí hon er væl stuðlað. Leyg-
ardagin fæst hon fyri 200
krónur í Listaskálanum.
Bárður Jákupsson, fyrrverandi listastjóri, er farin á gólvið og prýðir flestu veggirnar í Listaskálanum í hesum døgum.
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
3
2
www.maersk-air.fo
Bílegging hjá Maersk Air í Tórshavn á tel. 35 74 74,
og á øllum ferðaskrivstovunum kring landið.
Til Keypmannahavn . . . . . . . . . . . . . . . . . . t/r Dkr. 1.695,-
Til Billund . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . t/r Dkr. 1.733,-
Minst til títt Maersk Air Bonuskort
Ymiskar treytir eru galdandi. Prísirnir eru uttan avgreiðslugjald á Dkr. 220,-
Jólatilboð 15. des. 2003 - 4. jan. 2004