Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 223 - 22. november 2003 Nr. 223 - 22. november 2003 5 Faroe Farming hevur keypt alivirksemið hjá Atlantic Seafarm í Suðuroy og byrjar virksemi sítt á nýggj- árinum, um Vinnu- málaráðið góðtekur, at nýggja felagið fær aliloyvini hjá gamla felagnum ALING Edvard Joensen Eitt samtak av alifeløgum, fiskaseljarum, fóðurfram- leiðara og fíggingargrunn- um hevur keypt sjógv- og smoltalistøðirnar hjá parta- felagnum Atlantic Seafarm í Suðuroy. Treytað av góð- kenningfrá Vinnumálaráð- num um flyting av aliloyv- unum, fer nýggja felagið í gongd á nýggjárinum, sigur stjórin. Í løtuni rekur Føroya Sparikassi alibrúkini, sigur Erhard Joensen, sum er settur stjóri i nýggja felag- num. Arbeitt verður við tøku hetta, sum eftir er av árinum, sigur hann. Á nýggjárinum tekur so nýggja felagið ætlandi við, og tá verður farið undir aftur aling við fullari styrki. Talan er um alibrúkini í Froðba og á Vágs - og Lopransfirði, sum eru eitt aliøki, umframt smoltaling- ina í Hovi, sum er í Vatns- nesi og í Hovsdali, greiðir stjórin frá. Á smoltstøðun- um er ein millión smolt, og 560.000 fiskar ganga í ringunum á sjónum. Tá framleiðslan fer í gongd av álvara, verður miðað eftir at taka hálva- aðru millión fiskar ella eini 6.000 tons árliga, sigur Erhard Joensen. Í dag er bara fiskur í ring- unum á Vágsfirði og í Lopra. Ringanrir í Froðba eru tómir í løtuni, sigur hann. Fiskurin, sum tikin verð- ur, verður arbeiddur á virk- inum hjá Suðurlaks í Vági. Tað er gamla virkið hjá Polarfost. Aling í Suðuroy verður mangan sett í samband við navnið Heri Hjelm. Men hann er ikki við í hesum samtakinum, sum nú hevur keypt alingina, sigur Er- hard Joensen. Partafelagið Faroe Farm- ing er stovnað við 26 milli- ónum krónum í partapen- ingi. Alt er føroyskur pen- ingur,og tað er tilvitað, at so er, sigur Erhard Joensen. Hann undrast á, at tað mangan skal hava tókst, sum einki fekst í gongd í Føroyum uttan útlendskan kapital. Men tað er ikki so, staðfestir hann. Tað var eingin trupulleiki at fáa partapening til hetta tiltak- ið, sigur stjórin í parta- felagnum Faroe Farming. Um Vinnu- málaráðið vil Smoltstøðin í Hovsdali er partur av eigaraskiftinum í alingini í Suðuroy Mynd: Edvard Joensen TÍÐINDASKRIV frá Fólkaflokkinum Landsfundur Fólkafloksins verður leygardagin 22. november 2003 í SÍF- húsinum í Sandavági. Gestur á landsfundinum í ár verður íslendski fiski- frøðingurin Jón Kristjans- son. Hann hevur m.a. gjørt fiskifrøðiligar kanningar av føroyska økinum, bæði vegna Landsstýrið og Reið- arafelagið. Eisini hevur hann gjørt fiskifrøðiligar kanningar av Írska havinum og Norðsjónum fyri írsku og skotsku fiskivinnuna. Jón Kristjansson er komin til aðra niðurstøðu enn al- tjóða havrannsóknarstovn- urin ICES, og fer á fundinum at leggja fram aðra uppfatan av havinum við støði í sínum kanningum. Landsfundurin byrjar kl. 10 og heldur áfram til kl. 17. Ábit verður um middagsleiti. Høvi verður at teknað seg til døgurðan, sum verður eftir fundin. Øll eru vælkomin. Fiskifrøðingur á landsfundi fólkafloksins Aqua-René tekur sær av løttum í Føroyum Ung í Føroyum 2004: Fyrreikingarnar eru væl ávegis Fyrrverandi Aqua stjørnan, René Dif, vitjar Føroyar í hes- um døgum. Hann hevur rættiliga verið í andglettinum í donskum fjølmiðlum í seinastuni, og hann er tí komin til Føroya at slappa av. Hós- dagin var hann mill- um annað á floti. FØROYAVITJAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tað eru fleiri, sum hava varnast, at fyrrverandi Aqua limurin, René Dif, er í Føroyum í hesum døgum. Dimmalætting visti ikki í gjár at siga, í hvørjum ør- indum kendi danin er í Føroyum René Dif hevur seinastu mánaðirnar rættiliga verið í andglettinum í donskum fjølmiðlum, tí hann varð dømdur eina mánað fongs- ulsrevsing fyri at hava gjørt seg inn á fyrrverandi dam- una hjá sær. Sjálvur er René framvegis sannførdur um, at hann er ósekur. Fyrrverandi Aqua limur- in hevur verið undir nógv- um trýsti í Danmark, har serliga fjølmiðlarnir hava gjørt burtur úr sakarmálin- um. Fyri at koma burtur frá øllum rokinum í Danmark, valdi hann at koma til Føroya at slappa av. Á floti Seinnapartin hósdagin vóru René og tveir føroyskir vin- menn á floti uttanfyri Havnina. Ein skuldi trúð, at fiskimaðurin Dif ikki hevði gjørt annað alt sítt lív, tí væl lá fyri. Fiskurin, ið var fangaður borðreiddur á Hotel Hafnia og stjórin Martin Restorff, ið var við René á floti, sig- ur, at fyrrverandi Aqua- limurin var rættiliga stoltur av, at hann fyri fyrstu ferð fekk fisk, sum hann sjálvur hevði fingið til høldar. Sang fyri Guðrun Tá Guðrun Sólja Jacobsen fyrr í ár vann finaluna í Stjerne for en aften, var tað júst René Dif, sum gesta- tónleikarin hetta kvøldið. Hann hevði júst givið sína fyrstu solo fløgu út, men sølan av fløguni hevur gingið alt annað enn væl. René Dif umhugsar nú at sleppa tónleikinum heilt, og leggja alla orku í sjón- leik. René er eftir øllum at døma glaður fyri Føroyar, og hann umhugsar at koma aftur hendavegin. Fyrrverandi Aqua-stjørn- an fer av landinum aftur sunnudagin Í vikuskiftinum 13.- 15. februar 2004 skip- ar Norðurlandahúsið fyri triðju ferð fyri til- takinum, Ung í Føroy- um. Eivør Pálsdóttir hevur játtað at verða leiðari á tónleikaverk- smiðjuni. Tey ungu fáa fyri fyrstu ferð møguleika at velja verksmiðjuna design UNG Í FØROYUM Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fyrireikingar til tiltakið Ung í Føroyum 2004 eru komnar væl ávegis. Væl- umtókta tiltakið verður í vikuskiftinum 13.-15 febr- uar 2004. Sum undanfarin ár, verður tað Norðurlanda- húsið, ið skipar fyri stevn- uni. Samskiparar fyri verk- ætlanini eru Rakel Helms- dal og Hedvig Westerlund- Kapnas. Á Ung í Føroyum 2004 ber til at luttaka við foto- framsýning, tónleikabólki, sangi, mótasýning, sjón- leiki, video, tekningum. málningum, yrkingum, søgum, standmyndum, dansi, ella øðrum, sum eingin hevur umhugsað at sýna fram áður. Triðju ferð Hetta triðju ferð at skipa fyri Ung í Føroyum til- takinum, og stevnan hevur verið væl vælumtókt mill- um tey ungu. Stevnan er ætlað øllum ungum í Før- oyum í aldrinum 13 til 18 ár. Tiltakið er skipað eftir norðurlendskum leisti. Endamálið við stevnuni er at varpa ljós á listaáhug- aðan ungdóm í Føroyum. Á stevnuni fáa tey ungu høvið at sýna fram, hvør dugur er í teimum og hava eisini møguleika at fáa størri kunnleika um sítt listarliga fríðtíðarítriv Mannagongdin er, at tey ungu velja seg inn á eina verksmiðju, har tey kunnu fáa hjálp frá viðurkendum listafólkum í Føroyum. Millum verksmiðjuleiðarar á Ung í Føroym 2004 kunnu nevnast Eivør Páls- dóttir og Hans Torgarð, sum ávikavíst fara hava leiðsluna á tónleika- og sjónleikarverksmiðjunum. Uppgávan hja verk- smiðjuleiðarunum er fyrst og fremst at vegleiða og eggja teimum ungu. Stevn- an er skipað so, at fríggja- dagin er ein innanhýsis framsýning hjá luttakarun- um. Tey ungu skulu fyri- reika eina framførslu, áðr- enn tey koma á stevnuna, og hesar framførslur verða sýndar fyri hinum luttakar- unum fyrsta kvøldið. Leygardagurin og sunnu- dagurin eru tey ungu á teimum ymisku verksmiðj- unum, har roynd listafólk leggja teimum lag á. Stevnan endar sunnudagin við einum braki, tá ein stór framsýning verður fyri al- menninginum av úrslitun- um frá verksmiðjunum. Til øll Á Ung í Føroyum 2004 verða í alt sjey verksmiðjur. Møguleiki er fyri at velja tónleik, sjónleik, skriving, design, myndlist á teldu, dans og myndlist fyri ung við serligum tørvi. Fyrireik- ingarnir hava lagt seg eftir, at somu verksmiðjur ikki ganga aftur ár um ár. Í ár er Nýggja verksmiðjan hes- aferð er design, sum Svan- hild Strøm, sniðgevi, verður leiðari á. Hetta er fyrstu ferð, at design er við á stevnuni. Fyrireikararnir leggja stóran dent á, at stevnan er fyri øll ung í Føroyum. Ung við serligum tørvi hava tí eisini fingið innivist á stevnuni. Frá luttakara til leiðara Ung í Føroyum verður skipað á øðrum hvørjum ári. Fyrstu ferð var í 2001, og fyrr í vár var seinna stevnan. Tónleikatiltakið, Prix Føroyar, hevur báðar ferðir verið um somu tíð, tá Ung í Føroyum hevur verið fyriskipað. Fyri at sleppa undan, attiltøkini ikki renna saman aftur, hava fyrireik- ararnir gjørt av, Ung í Før- oyum verður tey árini, sum Prix Føroyar ikki er á skránni. Ein Prix Føroyar vinnari, Eivør Pálsdóttir, hevur eis- ini luttikið á Ung í Føroy- um. Hon var á sjónleikar- verksmiðjuni í 2001. Á Ung í Føroyum 2004 verð- ur hennara leiklutur heldur øðrvísi. Eivør hevur játtað at verða leiðari á tónleik- araverksmiðjuni á komandi stevnuni, so tey ungu hava avgjørt nakað at síggja fram á. 60 lutakarar Tað er pláss fyri í alt 60 lut- takarum á Ung í Føroyum 2004. Umleið 10 ung verða á hvørjari verksmiðju. Møguleiki er hjá teimum ymisku verksmiðjunum ar- beiða hvør sær ella sam- starva um eitt felags úrslit. Fyrireikararnir siga, at freistin til tilmelding er fram til 13.desember, og at til- meldingarskjøl fáast í Norð- urlandahúsinum á tlf. 317900 ella t-post. uif@nlh.fo. Norðurlandahúsið skipar fyri triðju ferð fyri Ung í Føroyu- m í februar. Á myndini eru bæði fyrireikarar og fyrrver- andi luttakarar. F.v Birita í Dali, Durita Alberg, Theodor Kapnas, Hedvig Westerlund- Kapnas, Rakel Helmsdal og Marjun Jespersen. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 1 vika í Danland-íbúð í Blokhus, Hirtshals ella Ebeltoft ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur úr 5.995,- 1 vika í summarhúsi í Easterhoull í Hetlandi Frítíðardepilin Pers Hotel í Gol í 1 viku ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur 5.000,- Ferðist 2 og gjaldið fyri 1 fram og aftur í innv. 2-koyggju- kam ari við wc/bað íroknað bil: Til Danmarkar: Til Noregs: Til Hetlands: 2.990,- 2.380,- 1.790,- ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur 4.500,- Hósdag - Mánadag: Mánadag - hósdag: 1.500,- 1.000,- úr 600,- Til Danmarkar ella Noregs Tilboðið er gald andi frá 18.9. - 2003 til 27.3. - 2004