leygardagur 22. november 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 223 - 22. november 2003
Nr. 223 - 22. november 2003
7
- Tá ið jólasølan end-
aði seinasta ár, var
bert uppí eina lítla
pappeskju eftir av
lutum, sum brúkarar
høvdu gjørt, siga tey á
Verkhúsinum Stíggi
JÓLASØLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í fleiri ár hevur Verkhúsið
Stíggjur í Saltangará skipað
fyri jólasølu, har ymiskir
jólalutir, sum brúkararnir á
stovninum gera, verða seld-
ir.
Aftur í ár verður jólasøla,
og hesaferð hava tey valt
leygardagin komandi. Opið
verður millum klokkan 10
og 14, og meðan sølan fer
fram, verða brúkarar og
starvsfólk at hitta á stovni-
num. Eisini verður vøru-
tombola og kaffisøla.
Umframt ymiskt jólapynt
- nissur, jólakalendarar,
einglar, dúkar, pútur, reins-
djór og annað, sum teir
umleið 20 brúkararnir hava
gjørt - verða myndir eisini
seldar.
Á Stíggi hanga hesar
myndir uppi og kunnu tí
lættliga skoðast.
Stór undirtøka
Á Verkhúsinum siga tey, at
jólasølan undanfarin ár
hevur fingið sera góða mót-
tøku - og tað legst til á
hvørjum ári.
- Familja, vinir og kenn-
ingar til brúkararnar eru
ófør at vitja, tá ið jólasøla
er, men mong onnur nýta
eisini høvi at støkka inn á
gólvið og keypa sær eitt-
hvørt, sum hoyrir jólunum
til.
Spurd,
hvussu
gekst
seinasta ár, siga tey, at tá ið
dagurin var av, var bert uppí
eina lítla pappeskju eftir av
lutum.
- So, vit kunnu ikki siga
annað enn, at undirtøkan
hevur verið ógvuliga góð,
og at vónirnar um søluna
leygardagin
tískil
eru
bjartar.
Lutirnir, sum verða seldir
á jólasøluni, eru flestu
gjørdir eftir summarfrítíð-
ina. Hinvegin eru myndir-
nar teknaðar og málaðar
gjøgnum alt árið.
Jólahugni
Í desember hugna tey sær á
Stíggi.
Jólahugni verður fyri
brúkarum, foreldrum og
avvarðandi, og áðrenn farið
verður í jólafrí, verður jóla-
borðhald við góðum døg-
urða fyri brúkarum og ar-
beiðsfólkum á stovninum.
- Jú, her er hugnaligt í
desember mánaða, siga tey
á Verkhúsinum Stíggi í
Saltangará.
Við eini árligari
kvotu, sum er 50.000
kongakrabbar og
ætlanum um aling av
hesum krabbaslag-
num, eru teir farnir
undir eina áhuga-
verda verkætlan í
Vardø í Noregi.
Í fjør lógu prísirnir
beint niðanfyri 200
norskar krónur fyri
kilo av virkaðum
kongakrabba
KRABBAVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í summar fóru føroyingar,
sum hava royndir í krabba-
vinnu í Grønlandi, undir at
veiða og virka krabba uppi
á landi. Skipið, Bergunn,
sum er fyrrverandi Skansa-
tangi, varð keypt til enda-
málið, og fyrrverandi Sam-
Fisk í Álakeri varð leigað
til virking av krabbanum.
Umborð á Bergunn vóru
einir 8-9 mans, harav fleiri
hava verið í krabbavinnu
áður, og á virkinum var
talið av fólki nakað tað
sama. Leiðslan á virkinum
hevði eisini drúgvar royndir
umborð á krabbabátum í
Grønlandi.
Væl av krabba var at fáa,
men trupult var at fáa
lønsemi í vinnuna á landi.
Hóast skipið var úti einar 3,
4 ella 5 dagar hvønn túrin,
var krabbin framvegis liv-
andi, tá ið teir komu til
lands: Men trupulleikin var,
at krabbin misti so nógv
bein undir framleiðsluni.
Tá ið bein detta av, fellir
prísurin, og tá er skjótt, at
ov lítið fæst fyri vøruna til
tess, at vinnan kann vera
lønandi.
Í løtuni er eingin krabba-
veiða undir Føroyum og
tískil heldur eingin fram-
leiðsla uppi á landi. Teir,
sum eiga Bergunn, hava
ligið fram við at leigað ein
bát, har teir kunnu virka
krabban umborð heldur enn
í landi.
Verkætlan í Noregi
Í Vardø í Norðurnoregi er
normaðurin, Hans Nord-
gaard og felag hansara,
Contrace AS, farin undir at
byggja eina áhugaverda
verkætlan upp. Teir hava
leigað seg inn í gomul høli
til tess at byrja varliga og
ikki gera tær stóru íløgur-
nar. Her er ætlanin, at
kongakrabbin, sum veiddur
verður í russiskum sjógvi,
skal
virkast. Talið
av
arbeiðsfólki verður á leið
tað sama, sum teir, ið eiga
Bergunn, høvdu í Álakeri,
eini 8-9 tilsamans.
Tað er russiska felagið,
Visir Nord, sum Contrace
AS eigur, ið hevur fingið
tillutað
krabbakvotuna
uppá 50.000 stórar konga-
krabbar. Henda kvotan er
samstundis liður í eini
granskingarætlan.
- Tað er trupult at siga,
hvør umsetningurin verður,
áðrenn vit vita, hvat markn-
aðurin vil gjalda fyri vør-
una. Men vit ivast ikki í, at
tað er eitt stórt potentioali í
hesi vinnu. Í fjør lógu
prísirnir beint niðanfyri
200 norskar krónur fyri kilo
av virkaðum krabba. Hóast
stórar avbjóðingar liggja í
hesi verkætlan, vænti eg,
vit verða løntir fyri stríðið,
sigur Hans Nordgaard.
Hann vísir á, at krabbin,
sum veiddur verður í russ-
iskum sjógvi, verður førdur
til lands. Hóast kvotan er
russisk, er ætlanin, at meg-
inparturin av veiðini verður
landað og virkað í Vardø.
- Í fysta lagi verður ein
partur av veiðini kannaður,
sum liður í granskingini.
Síðan verður krabbin virk-
aður til marknaðirnar í Jap-
an, USA og Evropa, sigur
Hans.
Krabbakvotan, sum Visir
Nord hevur fingið, er latin
fyri komandi 10 árini.
Í Finnmørkini siga fiski-
menn, at kongakrabbin,
sum er ein stórur krabbi, er
til "pest og plágu" fyri aðrar
veiðihættir í økinum.
Eisini aling
Ætlaninar hjá Hans Nord-
gaard í Vardø snúgva seg
um meira enn veiði og
virking. Felagið, Contrace
AS, fer eisini at ala krabba,
samstundis sum tey fara at
virka veiddan krabba.
- Vit hava loyvi at ala
eina miljón yngul, men í
byrjanini miðja vit eftir at
ala 200.000 yngul, sigur
hann.
Í mars verða hon-krabbar
veiddir í Barentshavinum
og førdir livandi til Vardø,
har yngulið verður alt í
stórum tangum.
- Vit eru greiðir yvir, at
hetta er ein stór og avbjóð-
andi verkætlan, sum neyv-
an verður uttan trupul-
leikar. Hetta er eitt óroynt
øki, bæði hvat viðvíkur
tøkni og menning av fóðuri.
Hans Nordgaard sigur at
enda, at verkætlanin í
Vardø kemur at fevna um
fleiri ár.
Virka og ala kongakrabba í Vardø í Noregi
Jólasølan
á Stíggi
hevur stóra
undirtøku
Jólasøla verður á Verkhúsinum Stíggi í Saltangará leygardagin. Opið verður millum klokkan 10 og 14. Eisini verður vørutombola
og kaffisøla
Kongakrabbin er til "pest og plágu" fyri aðrar veiðihættir í Finnmørkini, men úti í heimi er
hetta eftirspurdur matur. Prísurin fyri virkaðu vøruna er næstan 200 krónur fyri kilo. Nú eru
norðmenn farnir undir at veiða og virka henda krabban í Vardø - og til várs verður eisini farið
undir at ala hann í stórum tangum
Ov stutt
skotbrá at
broyta
barsilskipan
Tað eru hvørki um-
støður ella tíð at
viðgera broytingar í
barsilsskipanini í
sambandi við eina
fíggjarlógarviðgerð,
halda partarnir á
arbeiðsmarknaðin-
um. Teir halda, at
landsstýrið eigur at
halda sína skyldu og
rinda sín part av
Barsilsskipanini
BARSILSKIPAN
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Feløgini á arbeiðsmarknað-
inum taka ikki undir við, at
barsilsskipanin
verður
broytt munandi í sambandi
við eina fíggjarlógarvið-
gerð. Hvørki at tað al-
menna ætlar at gevast við
partvíst at fíggja skipanina,
ella at ávísir lønmóttakara-
bólkar vera við skerdan lut.
Tað gera tey púra greitt í
einum skrivi til samgonguna
og teir politisku flokkarnar,
sum varð sent hósdagin.
Brævið er undirskrivað av
formonnunum í Føroya
arbreiðsgevarafelag, Føroya
arbeiðarafelag,
S&K,
Føroya
reiðarafelag
og
Føroya Fiskimannafelag.
Sostatt verður torført at
fáa undirtøku fyri teirra
bjargingarætlan, sum sam-
gongan arbeiðir við, nú
barsilsskipanin hevur fing-
ið andaneyð.
Skipanini vantar pening,
og Bjarni Djurholm hevði
skotið umfatandi broyting-
ar upp. Eitt nú skuldi há-
markið fyri útgjaldi lækk-
ast úr 35.000 krónum niður
í 20.000 krónur, útgjaldið
skuldi lækkast úr 100 niður
90 prosent av lønini, inn-
gjaldið til skipanina skuldi
hækkast, og rætturin hjá
pápum at fara í farloyvi
skuldi skerjast. Við broyt-
ingini varð munur gjørdur á
privat og alment løntum, tí
alment løntum er tryggjað
fult endurgjald í sáttmálan-
um.
Tjóðveldisflokkurin vildi
ikki ganga við til upp-
skotið, tí tað undirgrav
Barsilskipanina, varð sagt.
Í staðin skjeyt flokkurin
upp, at partarnir á arbeiðs-
marknaðinum rindaðu alla
skipanina, sum ikki skuldi
broytast stórvegis. Men tað
vilja partarnir á arbeiðs-
marknaðinum ikki hoyra
talan um.
Einki samstarv
Feløgini vísa á, at stovnset-
anin av Barsilsskipanini var
ein partur av samgongu-
skjalinum frá 1998 til 2002.
Har varð sagt, at virkast
skuldi fyri einum barns-
burðargrunni
fyri
allar
partar av arbeiðsmarknað-
inum. Barsilsskipanin av-
loysti tær almennu skipan-
irnar á økinum, sum vóru
eftir dagpeningalógini og
skipanina fyri fólk í al-
mennum starvi.
Almennu
skipanirnar
kostaðu umleið 25 milliónir
krónur árliga. Hesar játtanir
vóru fluttar í Barsilsskipan-
ina sum partvís fígging av
skipanini.
– Hesa fígging ætlar
landsstýrið nú at sleppa sær
undan. Partarnir á arbeiðs-
marknaðinum halda, at
landsstýrið eigur at halda
sína skyldu mótvegis Bars-
ilsskipanini og rinda sín
lutfalsliga part til skip-
anina, siga feløgini, sum
sostatt ikki taka undir við,
at skipanin verður broytt
fyri at fáa fíggjarlógina at
ganga upp.
Skulu broytingar fremjast
í skipanini er neyðugt, at
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum fáa stundir til at
viðgera skipanina í síni
heild og framtíð hennara.
– Tað eru hvørki umstøður
ella tíð at viðgera hetta í
sambandi við eina fíggjar-
lógarviðgerð, halda feløgini.
Kennir sjónarmið
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður við vinnumál-
um, kennir sjónarmiðini,
hóast hann ikki hevur sæð
brævið, tí hann hevur verið
á fundi við øll feløgini í
vikuni. Hann hevur sent
løgmanni,
landsstýris-
monnum, fíggjarnevnd og
floksformonnum eitt status,
har hann sigur tað vera
ógjørligt at fáa arbeiðs-
marknaðin við uppá at
gjalda gildið.
– Eg havi gjørt støðuna
upp og sigi frá, at vit fáa
ikki broytt skipanina í sam-
ráð við partarnar á arbeiðs-
marknaðnum. Eg haldi
sjálvur tað vera skeivt at
smoyggja eina skipan niður
yvir høvdið á partarnar á
arbeiðsmarknaðinum, sum
teir ikki vilja kennast við, tí
hetta er eitt ov stórt mál, ið
kostar 75 milliónir krónur.
Hinvegin havi eg fingið
eina tilsøgn um, at vit
kunnu tosa um tað seinni,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann hevur sent bóltin
víðari til løgmann og lands-
stýrið. Sjálvur sigur hann,
at hann hevur fingið álagt
at spara 22,5 milliónir
krónur til skipanina á fíggj-
arlógini, og tað var tað,
hann royndi. Nú bíðar
hann.
BARSIL. Skal rætturin hjá pápum at vera heima hjá barninum skerjast. Tað er ein av fleiri broytingum, sum kunnu vera í
væntu
Mynd: Jens K. Vang
Tað var helst eitt stórt
offur hjá Jacob Vest-
ergaard, landsstýris-
manni, at siga full-
trúan í Fiskimála-
ráðnum úr starvi. Tí
tað var júst fakligu
dygdirnar hjá hesum
manni hann dúvaði
uppá, tá hann gav
Arctic Viking eldfima
loyvi at flagga út
ÚTFLAGGING
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Fulltrúin, sum ikki kundi
brúkast, var góður nokk
kortini.
Tað vísa skjølini í málin-
um, har Fiskimálaráðið
hevur givið Arctic Viking
loyvi at flagga út til Litava í
tvey ár. Sosialurin hevur
fingið innlit í tilmælið, sum
landsstýrismaðurin byggir
sína avgerð á. Tilmælið er
undirskrivað av fulltrúan-
um, sum seinni varð koyrd-
ur úr starvi, tí umboðsmað-
urin fanst at Fiskimálaráðn-
um fyri drál í sambandi við
umbøn um alment innlit.
Sostatt er líkt til, at Jacob
Vestergaard hevur koyrt ein
mann úr starvi, hvør fakliga
førleika hann hevur fult álit
á.
Stóri politiski og løg-
frøðiligi knúturin í spurn-
inginum um at loyva Arctic
Viking at flagga út hevur
verið, um tað var í samsvari
við lógina um umlegging
av lánum hjá fjarfiskiflot-
anum. Arctic Viking fekk
játtað átta milliónir krónur
rentu- og avdráttarfrítt lán
sambært hesi lóg. Lánið
verður niðurskrivað eftir
tólv árum. Endamálið við
lógini er at varðveita fjar-
fiskiflotan,
serstakliga
rækjuflotan. Og tí hevur
verið róð framundir, at tað
var brot á treytirnar fyri
láninum, um skip flaggaðu
út.
Men fulltrúin helt kortini
ikki, at tað var brot á nakra
lóggávu, um loyvi varð
givið Arctic Viking at
flagga út fyribils.
»Í útgangsstøðinum hev-
ur tað tí verið ætlanin, at
rækjuskipini, sum fingu
umlagt lán, veiddu av før-
oyskum rættindum, t.v.s
undir føroyskum flaggi.
Hinvegin er tó einki forboð
ímóti, at skipið kann leigu-
skrásetast undir øðrum
flaggi. Tað verður tí ikki
mett, at tað er í stríð við
løgtingslóg um umlegging
av lánum hjá fjarfiskiflot-
anum, um so er, at m/tr
Arctic Viking verður leigu-
skrásett í Litava í eitt ávíst
tíðarskeið«, verður sagt í
uppritinum.
Reiðaríið søkti uppruna-
liga um trý ár, men fulltrúin
mælir til at geva loyvi í tvey
ár. Hann sigur eisini, at nið-
urskrivingin av umrødda
láninum eigur at steðga,
meðan skipið er undir
fremmandum flaggi, tí so-
leiðis kann landskassans
peningur tryggjast tey tólv
árini ella rindast aftur.
Loyvi hjá Arctiv Viking
at fiska undir litaviskum
flaggi er latið í tvey ár við
teirri treyt, at niðurskriv-
ingin av skuldini lækkar.
Sostatt hevði landsstýris-
maðurin við fiskivinnumál-
um fult álit á, at fakliga
ráðgevingin hjá fulltrúan-
um, sum misti starvið, tí
ein svarfreist ikki varð
hildin, var haldgóð.
Horvni fulltrúin gav tilmæli
C
M
Y
K
7
6