leygardagur 22. november 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 223 - 22. november 2003
Nr. 223 - 22. november 2003
9
- Bygdin er ikki á
uppboðssølu hesar
dagarnar, sigur
borgarstjórin í
Oyndarfirði. Hann
vildi ikki stilla upp til
kommununa, men
var kroystur. Hvørki
hann sjálvur ella
familja atkvøddi fyri
borgarstjóranum,
sum nú óheftur
stendur á odda fyri, at
Oyndarfjarðar
Kommuna fer í
søguna.
BORGARSTJÓRIN
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Niðri í fjøruni ganga einar
40 gvaggandi hvítar dunn-
ur, sum ikki latast um vón.
Tær fylgja bara við og vísa
seg fram. Um teirra næsti
borgarstjóri eitur Sigurð
Simonsen ella Rodmundi
Nielsen leggja tær líka í.
Hvítu dunnurnar leggja
heldur einki í, um tað á
innara vegginum í einum
gomlum neysti stendur
skrivað eitt sera ljótt orð -
enntá við stórum stavum.
Antin Fuglafjørður ella
Runavík fáa ein bygd
afturat upp í kommununa 1.
januar 2005. Oyndarfjørður
bjóðar ikki bara sínar 13
ferkilometrar fram, men
eina bygd við dunnum,
fólki og tveimum handlum.
Tað er illfýsi og kalt í
Oyndafirði hendan dagin.
Ikki tí. Ein av monnunum,
sum gekk ein túr á keiini
var bara í ein tunnum jakka
og helt fyri:
- Enn er hann omanfyri
null!
Politiskt er bygdin á
einum slagi av nullpunkti -
hon javnvigar og fólkið skal
skumpa bygdina annan
vegin. Teir 13 ferkilometr-
arnir og tær 40 gvaggandi
dunnurnar skulu knýtast
upp í Fuglafjørð ella upp í
Runavík.
Ikki til hægstbjóðandi
Ein av høvuðsmonnunum
aftan fyri samanleggingina
situr í einum smáum reyð-
um húsum mitt í bygdini. Í
húsunum hevur sølufelagið
hjá Vesturvón hildið til
síðani 1995. Árni Joensen
er borgarstjóri og sølumað-
ur hjá Vesturvón, men hann
vil ikki selja Oyndarfjarða
Kommunu til hægst bjóð-
andi.
- Oyndarfjørður er ikki
ein handilsvøra. Vit skulu
ikki bara fokusera upp á
pengar, tá vit tosa um
samanlegging av kommun-
um. At leggja saman við
eini aðrari kommunu er
meiri enn pengar. Men
hinvegin skulu vit sjálvandi
eisini ansa eftir, at talan
ikki verður um spotthandil,
sigur borgarstjórin og sølu-
maðurin.
- Hetta skal ikki vera
nøkur uppboðssøla, smílist
borgarstjórin, sum um hann
ætlaði at leggja afturat: Tað
er í arbeiðstíðini, eg fáist
við uppboðssølu.
Árni Joensen hevur verið
í kommununi síðani seinsta
kommunuval og er ikki sørt
stoltur av teimum avrikin-
um, sum verandi bygdaráð
hevur gjørt. Vegir eru as-
falteraðir, botnurin í havn-
ini er reinsaður, brunnarnir
á havnalagnum eru reins-
aðir, bulverkplankar eru
skiftirskift og partar av
træbrúnni eru endur-nýggj-
aðir og ruskplássið asfalter-
að.
Listin yvir rokkin mál er
so nógv longri.
Varð kroystur í
kommununa
Niðri á keiini gramdi ein av
monnunum seg um, at
gomlu gøturnar forfullu
púrasta, og tað hevði hetta
bygdaráðið einki gjørt við.
Men hinir tríggir tóktust
vera vælnøgdir við tey mál
Árni Joensen og hansara
felagnum i bygdaráðnum
hava rokkið.
Men Árni Joensen vildi
als ikki upp í politikk.
- Tað er eitt sindur løgið.
Eg var uppstillaður, og man
kann ikki siga nei, tí tað er
ein borgaraskylda. Men eg
vildi ikki, so hvørki eg ella
familjan hjá mær atkvøddi
fyri mær, men valdur varð
eg kortini, so tá var bara at
fara í gongd, greiður Árni
Joensen frá. Hann er skips-
førari og er nú uppilagstur.
Úr reyðu húsunum í
Oyndarfirði hevur hann
samband við fiskakeyparar
túsundstals
kilometrar
haðani. Hvørki vegur ella
tunnil er neyðugur fyri at
Vesturvón skal sleppa av
við veiðuna. Alt fer um
internet, telefon og fax. Og
um ikki so stutta tíð verður
Oyndarfjørður knýttur at
umheiminum um fylgi-
svein. Ein internetfyritøka
hevur boðið bygdini sam-
band um fylgisvein. 10 fólk
hava meldað seg til, og tað
var kravið fyri at fara í
gongd.
Skerdur svani
Beint uttan fyri skrivstov-
una húsast ein tamur stórur
hvítur svani. Hann hevur
havt maka, men er nú
einsamallur. Hann er skerd-
ur so hann fer ongan veg.
Oyndarfjørður hevur flog
og týsdagin hevur bygdin
funnið sær maka.
Niðri á keini keglast
menninir um nýggi makin
hjá Oyndafirði fer at verða
hjálpsamur,
tá
okkurt
gongur fyri í bygdini.
- Nei hvørki fuglfirð-
ingar ella runvíksingar fara
koma rennandi hendan-
Oyndarfjørður er ikki til sølu
Oyndarfjørður bjóðar seg fram og tveir biðlarar eru. Árni Joensen, borgarstjóri, vil ikki avdúka, hvønn hann fera at velja. Hann heldur tjað vera betri fyri fólkaræðið, at eg einki sigi.
- Oyndarfjørður
er ikki ein
handilsvøra. Vit
skulu ikki bara
fokusera upp á
pengar, tá vit tosa
um samanlegging
av kommunum.
-Hvørki eg ella
familjan hjá mær
atkvøddi fyri
mær, men valdur
varð eg kortini,
so tá var bara at
fara í gongd
vegin. Nei her fer at ganga
niður á bakka. Og húsini,
sum nú standa tóm, vera
ikki full aftur av hesum.
Tvørturímóti. Fleiri fara at
flyta.
Ein av hinum monnunum
heldur fyri í skemti, meðan
tann fyrri hoyrir.
- Hatta man vera ein tann
tvørasti maðurin í bygdini,
so hann skalt tú ikki lurta
ov nógv eftir.
Eingin av teimum torir at
meta um úrslitið týsdagin.
Árni Joensen vil heldur
ikki meta um úrslitið
týsdagin. Han vil heldur
ikki siga, hvat hann sjálvur
fer at atkvøða.
- Eg eri ótrúliga glaður
fyri at meirilutinfyri at
leggja saman var so greið-
ur. Eg hevði ikki havt tað
gott, um bert ein atkvøða
hevði verið á muni. Og tað
er mín vón, at vit týsdagin
eisini fáa ein greiðan
meiriluta
fyri
aðrari
kommununi.
Fartelefonin ringdi
bara eina ferð
Hann situr í sofuni á
skrivstovuni. Umber seg
eitt sindur fyri óruddið,
sum bara eru skjøl og
ymisk stikk til teldurnar.
Fartelefonin hjá honum
ringir bara einaferð hesa
løtuni og svarið, sum
ringjarin fær er:
- Eg siti á fundi í løtuni.
Løgið, sum orðini telefon
og fundur hava virðing
millum manna. Ringir tele-
fonin, so verður hon tikin
fram um alt. Hon vinnur á
skeldi og romantiskum
teski. Og svarar man fund-
ur, so vinnur tað orðið á
øllum øðrum orðum. Har
verður beinanvegin virðing
í hinum endanum. Ná,
fundi. Umskylda - eg ringi
aftur. Effektiv umbering.
Borgarstjórin
dugur
grundgevingar fyri báðum
kommununum.
Tað talar fyri Fuglafirði,
at kemur ein tunnil, so
verður eingin avstandur til
handils, til arbeiðspláss, til
mentan og til skúlan á
Kammbsdali.
Harafturat
hevur Fuglafjørður mark til
Oyndarfjørð.
- Fuglafjarða Komnuna
eigur jú hálvan fjørðin og
yvir til Laská.
Hann sipar til, at Hell-
urnar, sum liggja yvir av
Oyndarfirði í dag hoyra til
Fuglafjørð.
Hinvegin er avstandurin
ikki ein av bestu grundgev-
ingum fyri Runavík. Av-
standurin verður ongantíð
styttri.
- Men vit hava í dag gott
samband við Skálafjørðin.
Fimm gentur spæla við Nes
Sóknar Musikkfelag. Aðrar
gentur spæla hondbólt á
Skála. Og framhaldsdeildin
hjá oyndfirðingum er skúl-
in á Strondum. Tá vegurin
kom í 1968 gjørdist sam-
bandið við Runavík tættari.
Sjálvur gekk um fjallið
til Fuglafjarðar í realskúla
ella sigldi við Pride í
millum.
Ræðast Kollafjarðar-
syndromið
Árni Joensen er rættuliga
avgjørdur, tá hann sigur, at
bæði Fuglafjarða Kommm-
una og Runavíkar Komm-
una hava avtalað, at sam-
anlegging ikki skal vera ein
spurningur
um
størstu
lyftini.
- Vit ræðast Kollafjarða-
syndromið. Har vóru nógv
lyfti givin, men tað tykist
ikki, sum kollfirðingar
halda, at tey eru hildin.
Hann heldur, at fólka-
ræðið riggar betur, um hann
ikki sigur, hvat hann vil og
um kommunurnar ikki oysa
stór lyfti til oyndfirðingar.
- Hvørji arbeiði nú vera
gjørd í bygdini skal ikki
verða høvuðsgrundgeving-
in.
- Eg síggi soleiðis upp á
henda spurningin, at bæði
Fuglafjørður og Runavík
kunnu bjóða alt. So valið er
sera einfalt. Hvørjum vilja
borgararnir her helst vera
saman við, sigur borgar-
stjórin.
Tá hann sigur alt, so vísir
hann sjálvur á tvey øki,
sum hann setur ovarliga.
Dagrøkt skal skipast í
kommuni, og eitt eldraabýli
til eini 10-12 fólk skal
byggjast. Og júst hesi bæði
málini ber til fáa loyst, nú
Oyndarfjørður verður part-
ur av eini størri eind.
- Sjálvt um vit ikki skyld-
aðu eina krónu, so høvdu
vit ikki havt ráð at bygt eitt
eldrasambýli.
Hann vónar, at ein sam-
anløgd kommuna fær eina
oyndarfjarðanevnd,
sum
kann gera vart við seg á
røttum stað, um okkurt er,
sum eigur at vera gjørt.
Eisini sær hann fyri sær,
at ein samanløgd kommun
fær eitt slag av bygda-
pedelli, sum kann umvæla
og viðlíkahalda í gerandis-
degnum.
Nýggjasta í Oyndafirði
eru grønir benkur, sum eru
settir upp kring í bygdini.
Har ber til at seta seg við
rygginum til Fuglafjarða
Kommunu
og
njóta
flagtaktu
kirkjuna
í
Oyndafirði ella ber til at
seta seg við rygginum til
bygdina og hyggja út í
heim.
Elibert Joensen, fyrrv.
fiskimaður
Eg segði nei til samanlegging. Tað er
skomm at leggja saman. Fólkið her í
bygdini hvørvur púrasta.
Ikki vænti eg, at vit fara at fáa hjálp úr
Fuglafirði ella Runavík um nakað
gongur fyri.
Nei einki trúgvi eg nakar kemur úr
Fuglafirði ella Runavík um ein veit
typpist.
Nú tá tey hava atkvøtt fyri saman-
legging, so spekuleri eg satt at siga, um
eg skal fara at atkvøða týsdagin.
Hallur Jacobsen, lastbilaeigari
Eg fari at atkvøða fyri Fuglafirði, tí nú
eri eg fuglfirðingur. Jú, tað verður ein
stórur fyrimunur. Serliga, tá tunnilin
kemur.
Sum er skulu børnini uppum við
bussi. Tað kann vera vandamikið og
koyrt verður í øllum veðri.
Men tunnilin er ein fyritreyt.
Eg atkvøddi eisini fyri samanlegging.
Pauli Thomsen, fyrrv. fiskimaður
Eg velji Fuglafjørð. Vit hava havt eitt gamalt
samband við Fuglafjørð. Fyrr kendi man næstan
hvønn fuglfirðing. Eg fái neyvan brúk fyri eldrabýli
í Fuglafirði, men má teinkja uppá eftirkomararnar.
Einaferð kemur tunnil.
Nei tað ber ikki til at ganga í sjáldrátti, sum gjørt
var fyrr.
- Tað er mín vón,
at vit týsdagin fáa
ein greiðan
meiriluta fyri
aðrari kommun-
uni.
- Vit ræðast
Kollafjarðar-
syndromið. Har
vóru nógv lyfti
givin.
C
M
Y
K
9
8