Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 223 - 22. november 2003 Nr. 223 - 22. november 2003 11 Javnaðarflokkurin hevur landsfund í vikuskiftinum. Flokk- urin hevur skjótt sitið átta ár í andstøðu, og í veljarakanning fær hann 20%. Ein veljarakanning er sjálvandi ikki annað enn ein kanning, ikki eitt valúrslit, men hon gevureina ábending um flokkin - politikkarar floksins og politikkin hjá flokkinum. At fáa undirtøku frá fimta hvørjum veljara er ikki serliga hugaligt hjá floksleiðslu og teimum, sum standa á odda, serliga tá flokkurin hevur havt allar møguleikar fyri at gera vart við seg í andstøðu. Tað er bara andstøðutíðin frá 1950 til 1958, sum hevur verið drúgvari - andstøðutíðin, sum J.Fr. Øregaard skýrdi fyri eina politiska oyðumarkargongd. Landsfundurin má tí stinga í egnan barm og viðgera støðu floksins uttan fordómar. Tá sagt verður støðu floksins, verður bæði hugsað um virkisskránna, og hvussu politikkarar floksins duga at arbeiða við atliti til hana og grundleggjandi sjónarmið floksins. Eru teir nóg ágrýtnir, og duga teir nóg væl at seta floksins grundleggjandi støðu í samband við mál, sum eru frammi. Somuleiðs kann verða spurt, um flokkurin í nóg stóran mun tekur upp mál, ið skuldu havt áhuga hjá veljarum floksins. Tað skerst ikki burt, at samfelagið er nógv broytt, og nógv mál taka seg stundum upp, ið flokkurin ikki altíð hevur nóg greiða støðu til, eitt nú spurningar sum at einskilja Fiska- virking, Fiskasøluna, Føroya Banka, Atlantsflog, Postverkið o.s.fr. Tað gamla sosialistiska sjónarmiðið var, at annaðhvørt skuldi tað almenna eiga ella hava týðandi ávirkan á framleiðslutól og fíggingarkervi. Samfelagið er í tí støðu, at stórur partur av høvuðsvinnuni á landi og bankin eru almenn ogn. Hóast landsstýrisflokkar tala um at einskilja, er líkt til, at teir trívast væl við at fyriskipa eitt meira ella minni alment fram- leiðslutól. Men hvørja støðu hevur Javnaðarflokkurin til at einskilja hesar ognir, og um so er, at hesar fyritøkurnar skulu einskiljast, er spurningurin, hvussu skulu so hesi virði ein- skiljast? Hetta er sjálvandi ein meira yvirorðnaður spurningur, og hevur kanska ikki so nógv við dagliga dagin hjá fólki at gera. Henda spurning tykjast landsstýrisflokkarnir ofta at gloyma í politiska arbeiðnum. Vinnuliga hevur gingið væl, men nú sansar at, samstundis sum nærum helvtin av okkara fiska-til- feingi fer av landinum óvirkað. Landsstýrið tekur ikki henda spurning í álvara, so her er eitt mál hjá Javnaðarflokkinum, sum altíð hevur lagt stóran dent á vinnupolitikk, tí flokkurin ásannar, at vit byggja ikki eitt gott vælferðarsamfelag uttan ein sterkan búskap. Men í dag vaksa landsinntøkurnar ikki, og tí leggur fíggjar- lógaruppskotið upp til sparingar, eitt nú í samband við barsilsskipanina. Hvønn politikk Javnaðarflokkurin hevur og vil reka í hesum máli er eisini eitt týðandi mál fyri ein landsfund. Fyrr í ár var dagpeningaskipanin broytt, soleiðis at arbeiðs- gevara rinda fyrstu sjúkudagarnar. Er hetta heppið fyri eitt vinnulív í hálvari kreppu, og er tað hepppið fyri teir løn- takarar, sum kanska ofta eru sjúkir? Eru teir ikki í størri vanda fyri at vera skeiðaðir út? Javnaðarflokkurin hevur havt stóran týdning í føroyskum politikki. Tað verið seg tjóðskaparliga og í arbeiðnum at byggja upp føroyska vælferðarsamfelagið. Málið hjá flokk- inum má nú verða at seta øll segl fyri, so flokkurin tekur seg fram á næsta vali og aftur kann vera við til at manna landsins stýri. Floksins grundfesti, demokratiska sosialisman er ein góður pallur at standa á og byggja land á. DAGSINS MEINING Sosialurin Týðandi landsfundur VIÐMERKINGAR Mark Joensen Sjálvsagt skulu børn sleppa at folda seg út, men tað nýtist ikki at vera um náttina. Í veruleikan- um snýr tað seg um eina hugburðsbroyting, sum tey ungu skjótt høvdu vant seg við Tað var við speisemunar smíli, at ein kom yvir til mín ein dagin og segði við meg: "Ná, Mark gamli, nú mást tú heldur fara at finna tær eitt annað starv, ha?". "Hví spurgdi eg púra ovfarin?". "Jú, nú ætlað tey at seta útigongubann fyri børnum og ungum, og tú ert jú fyri- skipari av almennum til- tøkum júst til hendan bólk, ikki so?". Satt at siga bleiv eg heldur bilsin, tá ið hesin í tí sama vendi sær og fór avstað, tí eg hevði als ikki hugsað soleiðis, tá ið eg las um uppskotið hjá Rúnu Sivertsen, sum hevði staðið í Sosialinum nakrar dagar frammanundan. Tvørtur ímóti frøddist eg veruliga um, at tað var onkur sum kundi vísa á trupulleikan við at "børn" ganga úti eftir songartíð, bæði gerandisdagar og í vikuskiftunum. Sjálvandi skulu ung sleppa at útfolda seg, tað kann bert eftir mínum tykki verða mennandi fyri tey. Men eg vil so sanniliga vera við til at undirstrika, at tað nýtist ikki at verða gjørt klokkan 4:00 um morgun- in, tað eri eg púra samdur um. Eisini eri eg samdur í tí, at foreldur tíverri taka ov lítla ábyrgd, tá ið tað snýr seg um fyrrnevndu trupul- leikar. Tað skal ikki skiljast sum eitt álop, men bert ein staðfesting, sum eg hóast alt síggi í sambandi við yrki mítt. Sostatt hevði mítt boð verðið, at ein lóg varð sett í gildi, sum varð galdandi bæði fyri almenn dansistøð og har, ið onki aldursmark er fyri atgongd, at tey støðini lukkaðu klokkan 02:00. Og sjálvandi skuldi tað verðið galdandi kring alt landið. Samanumtikið er bert talan um eina hugburðs- broyting sum sjálvt tey ungu skjótt høvdu vant seg við. Tí, sum tannáringurin hjá mær segði: "Eg veit ikki – eg fari heim, tá ið hini fara –". Finnleif Guttesen sambandsveljari Sum sambandsveljari kanst tú bert gleðast um seinastu veljarakanning, sum gevur framgongd til Sambands- flokkin og afturgongd hjá Tjóðveldisflokkinum. Veljarin er troyttur av at hoyra herróp sum: • Føroyska trælalyndið • Føroysk undirbrotligheit • Danskarar hava alla skylduna • Danskan yvirgang og hjálandapolitikk • Danmark sum im- perialistisk kúgingarveldi • Danmark sum kolini- og valdsharrar • osv Óektað Fólk duga væl at síggja, at nú strammar tað fíggjarliga í hjá samgonguni, tí nú skal tann nógv útskeldaði blokkurin, sum er settur á "bók", brúkast til at gjalda skuld við, sjálvt um tjóð- veldispolitikarar hava sagt, at tað var nógv betri, at vit ikki høvdu fingin blokkin í gullárunum frá 1998 til dagin í dag. Hendan merkiliga, óekt- aða, hugburðin hjá tjóð- veldispolitikarum skilji eg ikki, teir vilja ikki hava blokkin, men tá í hann skal brúkast er einki í vegin. Sjálvberandi búskap Eg ivist onga løtu í, at velj- arin vil hava ein sjálvber- andi búskap, men veljarin dugir eisini væl at síggja, at skulu vit ikki langt niður í livikorum so má okkurt annað koma ístaðin fyri blokkin. Uppleggi hjá samgong- uni til tann sjálvberandi búskapin, sum tíverri ikki er komin, er at "neyð lærir nakna kvinnu at spinna", men hetta hevur ikki borið frukt, tvørtur ímóti eru skattainntøkurnar minkaðar. Tað margháttliga í øllum hesum er, at samgongan hevur tryggja sær við blokkinum,at hon ikki skal verða nakin, meðan hon situr við valdi. Livst so spyrst Ein glotti fyri framman Vit kunnu gleðast um, at ein samla samgonga eftir 5- 6 árum umsíðir hevur fata, at arbeiðast kann eftir heimastýrislógini, tí nú er hetta ikki ørskapur meira, og er hetta tann politikkur, sum Sambandsflokkurin alla tíðina hevur víst á. At broyta heimastýris- lógina er eingin trupulleiki, men bert ein avbjóðing, sum politikararnir mugu tora at tosa um og taka avleiðingina av, tí vit liva í ár 2003 og ikki sum fyri 50,150, ella 600 árum síðani. Bert avbjóðingar, eingir trupulleikar Viðmerking til útigongubann Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Lisbeth L. Petersen Sambandsflokkurin »Ongin niðurskurður, men stórar betringar«, segði Høgni Hoydal um støðuna í føroyska sam- felagnum, tá samgongan fór undir seinra sam- gonguskeiðið, har teir noyddust at fara eftir fjórða flokkinum fyri at fáa meirilutan aftur. Spyr hann føroyingar í dag, um teir eru samdir, so eru ivaleyst tjóð- veldisfólk samd við honum, men størsti parturin av føroyingum vildi ikki verið samdur, høvdu teir verið spurdir, men tað verða teir ikki, tí Høgni ætlar sær at yvirtaka fyrst, og síðan, tá ongir aðrir møgu- leikar eru, verða teir kanska spurdir. Tá góðtaka tey støð- una allíkavæl, meinar Høgni, tí tað hevur søg- an prógvað samb. hans- ara meining, og so nevn- ir hann dømið um sein- astu veljarakanningina og blokkstuðulin, ið flest øll ikki vildu biðja um at fáa hækkaðan aftur. Men har fer hann skeivur, og tað hava fleiri sagt honum sein- astu dagarnar. Rættindi vit hava Føroyingar eru stolt fólkaslag. Vit skulu ikki skammast yvir at brúka tey rættindi vit hava, men máti skal vera við øllum, og hava umboð landsins biðið danir um at fáa hesa »skaðiligu og niðurbrótandi veiting« skerda, so eru tað fá, ið vilja fara afturumaftur og siga, at vit meintu tað ikki allíkavæl. Tað hevði verið sum at farið við biddaraposa. Vit skulu heldur ikki skammast yvir at ávara um fylgjurnar, men nú skal rópast varskó, áðrenn størri skaði hendir. Skerjingarnar Tað passar ikki, at ongin niðurskurður er hendur, men bert betringar, sum Høgni Hoydal sigur. Hetta sæst aftur, nú ar- beitt verður við fíggjar- lógaruppskotinum fyri 2004. Boð eru farin til stovnar um at skerja tølini, og fleiri stovnar fáa ikki endarnar at røkka frammanundan. Samstundis ferðast embætisfólk í stórum tali aftur og fram til Danmarkar í sambandi við fyrireikingar av yvir- tøkum fyri nógvar milli- ónir, ið ikki bert verða eingangsíløgur, men ár- ligar rakstrarútreiðslur.. Almenna umsitingin kann ikki annað enn bólgna enn meira, tí yvirtøkurnar skulu jú umsitast, og mark er fyri, hvussu nógv kakur, vaflur, sodavatn og plastikkposar kunnu fíggja hækkingina. Landsstýrismaður á fíggjarliga økinum hev- ur arbeitt við sveittabrot við lønarsamráðingum, har lønirnar ikki júst eru lækkaðar. Tá tikið verður sam- anum, kann ein við røtt- um spyrja, hvussu hetta alt nú kann hanga sam- an. Enn verða vit í Sam- bandsflokkinum bert skírd grenj, tá vit spyrja. Svar hava vit onki fingið enn, men vit ætla okkum ikki at gevast so. Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Heimastýrislógin er ein somikið góð skipan, at eingin hevur enn kunnað heilt konkret sagt, hvat tað er við heimastýrislógini, sum forðar okkum at mennað landið, og Sam- gongan tosar nú eisini um at tøma heimastýrislógina. Tað sum verður sagt er at hon er ótíðarhóskandi, og at vit merktu tað undir kreppuni, hettar er ikki í tráð við sannleikan, men einans eitt framhald av undanførslum um, at danir høvdu ábyrgdina av, at okkara landið kom í kreppu. Skipanin í ríkisfelags- skapinum var, og er so góð, at hon tók við opnum ørm- um móti 7000 av okkara landsmonnum, sum flýddu undan okkum politikarum, sum hvørki vildu hoyra ella síggja ávaringarnir, frá eitt nú ráðgevandi nevndini hjá Fólkatinginum viðvíkjandi føroyska búskapinum. Vit stýra eftir mínari meining beint nú við fullari ferð út av vegnum, tað gongur sjón fyri søgn, at meðan vinnulívið liggur í skeljasori, so tosa vit framvegis um yvirtøkir í 100 mill klassanum, lat okkum heldur tosað meira konstruktivt og lata full- veldi liggja, soleiðis sum veljarin eisini vísir á. Ríkisfelagsskapurin er ein so góð sak og ein so góð skipan at sjálvt aftaná at Samgongan frá 98 til 2002 hevur brúkt meira enn 50 mill uppá marknaðar- føring av fullveldinum, so er undirtøkan ongantíð so lítil sum nú. Hettar sigur mær so mik- ið at cyklus hjá " Fullveld- isátakinum" hevur rent seg fastan í ein múr, nemliga tann múrin sum vit vanliga kennað undir heitinum ríkisfelagsskapurin. Dávur Winther Klaksvík Fuglafirði sjálvandi! Oyndarfjørður kann nýta allar hentleikar í Runavík í dag, og kann framhaldandi gera tað. Men farleiðin er long, og um veturin ikki heilt vandaleys. 25 km er at koyra til Runavíkar og 30 km til Fuglafjarðar í dag. Við einum tunnli (2 km langur), sum jú má vera treytin fyri samanleggin, eru o.u. 5 km til Fugla- fjarðar. Talan hevur verið um, at Fuglafjørður skal bera henda kostnaðin - Hví kann landið ikki bera í minsta lagi helmingin, sum partur av vegakervinum?? Hvat fært tú so við at leggja saman við Fugla- firði? 1 - ein sera góðan fólka- skúla; góð hølir og góð- ar lærarar - Bókasavn og svimjihyl 2 - møguleika fyri stutta leið til HF/Student og Handilsskúla á Kambs- dali 3 - Fuglafjørður hevur eitt sera sterkt og fjølbroytt vinnulív 4 - góð náttúruhavn við góðum havnarlagi,- vár- róðurin kann styttast enn meir hjá fugl- firðingum 5 - samband við ein bý, sum hevur hollar og drúgvar, ja siðbundnar mentanarroyndir og sið- ir - Og eitt mentanar- hús, sum flestu bygdir og býir í Føroyum droyma um og ynskja sær 6 - Fuglafjørður er tann býurin í Føroyum, sum vegna sítt skilagóða vinnulív hevur eitt tað sterkasta skattagrund- arlagið í Føroyum. 7 - eina kommunala um- siting, sum er væl sam- ansett og hevur drúgvar royndir og virkar væl. 8 - munandi styttri leið til kommunulækna 9 - góðar ansingarmøgu- leikar bæði av børnum og eldri 10 - vøkur fjøll - eins og í Oyndarfirði 11 - Munandi styttri koyring til Klaksvíkar (17 km), enn til Runa- víkar (Norðoyatunnilin verður klárur um góð 2 ár) Í Klaksvík kannst tú gera gagn av Tekniska-, Sjómans-, Kokka-, Húsarhalds- og hópin av øðrum skúlum í framtíðini, sum kunnu bjóða alskins lærur og skeið. Fyri ikki at tala um sjúkrahús, svimji- høll, ítrótt, handilslív, teldufyritøkur, bóka- savn, mentanar- og vinnulív. Og koma til hús aftur hvønn dag. Grannbygdin Hellurnar, sum Oyndarfjørður hyggur at hvønn dag, hoyrir til Fuglafjarðar kommunu. Fuglafjørður kemur at tørva byggilendi til búset- ingar, virkir og stovnar. Tá kann Oyndar-fjørður eisini nýta gott av størri virksemi í bygdarlagnum. Sjálvandi kann Runavík bjóða stóran part av framm- an fyri nevnda, men fjar- leikin til hesar tænastur er munandi styttri við at leggja saman við Fugla- firði, umframt at hetta eisini letur upp fyri eini "nýggjari verð" sum víðkar um sjónarring og samleika - Farleiðin og frástøðan til Runavíkar eru kend, eins og hesi verða verandi tey somu í framtíðini. Minuttir: 5 min. til Fuglafjarðar - 8 min. til Kambsdal - 15 min. til Klaksvíkar - 25 min. til Runavíkar. Mátti verið betri, at verða einkarbarnið hjá Fugla- firði, enn at verið lítlibeiggi hjá Runavík!? VIÐMERKINGAR Fyrst yvirtaka, so spyrja Hvørjum skal Oyndarfjørður leggja saman við??? Ríkisfelagsskapurin heimsins besta skipan (triði partur) Komandi leygarkvøld kl. 20.00, verður gospel-country sang- løta í auluni í skúlan- um í Vestmanna, har øll eru hjartaliga væl- komin TÍÐINDASKRIV Við í sangløtuni eru tón- leikarar og sangfólk úr Vestmanna, og úr øðrum bygdum. Eitt nú verða tónar frá Magna Christian- sen, Paula Magnussen, Búgva Joensen og Peturi Hermansen at hoyra, fyri bara at nevna nakrar burtur úr evnaríku rúgvuni. Sjálv gospel-country sangløtan leygarkvøldið verður skipað við felags- sangi, og sangi frá tónleik- arum og sangfólkum. Eins og Mogens T. Petersen, prestur, verður við á tiltak- inum. Annars verður hesin dag- urin skipaður sum hugni og venjing fyri tónleikararnar og sangfólkini, og byrjar venjingin klokkan 10.00. Seinnapartin er aftur venjing á skránni, og kl. 18.00 verður boðið til nátturða. Sjálv sangløtan verður sum nevnt klokkan 20.00 og eftir hesa verður boðið til ein drekkamun í Missiónshúsinum. Gospel-country sangløta í Vestmanna C M Y K 11 10