Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 223 - 22. november 2003 Nr. 223 - 22. november 2003 13 Vaksin mugu og skulu tora at seta mørk! Børn og ung hava brúk fyri fyrimynd- um, góðum fyri- myndum! Og tað er mennandi fyri sam- skifti millum børn og vaksin at vera saman um okkurt, ið er meiningsfult fyri báðar partar. M.a. hetta kom fram á áhugaverdum fundi, sum sunnudagin varð í høllini á Sandoyar Meginskúla, har evnið var umstøður hjá børnum og ung- um í dagsins samfelag BØRN OG UNG Tekstur: Eli Hentze Myndir: Oskar Oskarson Síðstu vikuna serliga hevur nógv tos verið um umstøð- ur hjá børnum og ungum í okkara samfelag. Leiðarin á Barnaheiminum, Finnur Helmsdal, hevur í fyrilestri sagt, at ov nógv børn og ung í okkara samfelag hava tað ikki gott. Fyrrverandi løgtingskvinnan, Rúna Sivertsen, hevur skotið upp, at útigongubann verð- ur sett børnum og ungum á náttartíð. Hetta bert fyri at nevna tvey evni, ið hava verið uppi og vent hesar síðstu dagarnar. Sunnudagin skipaði ein áhugabólkur úr Sandoynni fyri fyrilestrum og pall- borði um júst børn og ung og teirra umstøður í dagsins samfelag. Eyðun Joensen, sálarførðingur, Marna Ja- kobsen, lærari, Sølvi Rein- ert Hansen, ÍSF ráðgevi og Jóngerð Poulsen, heilsu- frøðingur hildu fyrilestur og mannaðu pallborðið. Nakað av fólki var sam- ankomið at lurta eftir, meðan stórir spurningar skuldu svarast. Millum annað varð spurt, um børn og ung eru slept upp á fjall, ella um tey vaksnu ikki duga at møta børnum og ungum, ið liva ein dag og í ein heim, sum bjóðar rúgvuvís av tilboðum av alskyns slag døgnið runt, og hvør tað er, sum skal uppala nýggj ættarlið? Eyðun Joensen helt, at talan kundi ikki vera um storm í einum glasi, tá ið hesi viðurskifti í dagsins samfelag fingu so nógva umtalu. Og hóast nágreini- lig tøl ikki finnast, ið for- telja okkum, at børn og ung hava tað verri, kundi hann staðfesta, at hann í sínum arbeiði sum sálarfrøðingur hevði sæð eitt vaksandi tal av yngri fólki við sálar- sjúkum. Eg hugsi ikki um tey, ið bert hava fingið um skrúvuna, men tey, ið velja lívið frá. Tey eru vaksandi í tali. Hesi hava ómetaliga ilt í lívinum, og tey eri eg mest bangin fyri. Flest øll børn og ung í Føroyum hava tað gott, men gjógvin millum vælvirkandi og hini minni vælvirkandi gerst djúpri og djúpri, segði Eyðun Joen- sen m.a. Jóngerð Poulsen tosaði um týdningin av at seta mørk. Hon helt, at vaksin í ov lítlan mun tora at seta mørk. Hon tosaði eisini um, hvussu týdningarmikið tað er at geva børnunum sjálvs- virði, hendan innara kensl- an at hava virði, eisini hóast okkurt verður gjørt skeivt eftir vegnum, segði Jón- gerð. Hon helt, at trupul børn finnast ikki, men at børn eru, ið hava tað trupult. Marna Jakobsen legði áherðslu á týdningin at verja og virða børnini. Fyri- lesturin tók støðið í eini kanning, ið amerikumaður- in Neil Postman sáli gjørdi um ávirkanina sjónvarpið hevði á børn og ung. Í hesi kanning sigur Neil Postman millum annað, at barndóm- urin hvarv, tá ið sjónvarpið var uppfunnið. Gjógvin millum ættarliðini smalkast alsamt, vísti Marna á. Til- komin fólk vilja í klædna- drakt og útsjónd annars líkjast ungdómum, meðan smábørnini klæðast í sexut og hálvsexut klædnapløgg, segði Marna. Ongir loyni- dómar eru til! Øll ættlar- liðini hava somu møguleik- ar at ogna sær somu vitan um øll lívsins viðurskifti. Trupulleikin er tann, at børnini ikki eru búgvin at taka støðu til øll lívsins við- urskifti, tí eiga vit vaksin at verja tey, segði Marna. Sølvi Reinert Hansen greiddi frá bygnaðinum í ÍSF og legði áherðslu á týdningin ítróttarrørslan hevur fyri børn og ung í føroyska samfelagnum. Tað ókeypis arbeiðið, ið fer fram úti í feløgunum er av allarstørsta týdningi, segði Sølvi. Eisini vísti hann á, hvussu ein møgulig framtíð í ítróttarverðini hjá børnum og ungum fór at síggja út. Sølvi eftirlýsti einum greiðari og sjónligari ítrótt- arpolitikki frá kommu- nalari síðu. Í løtuni situr ein nevnd og orðar eitt ítróttar- álit, segði Sølvi at enda. Aftaná fyrilestrarnar varð lítil steðgur. Í steðginum fingu áhoyrararnir høvi at síggja frálíku framsýning- ina, ið børn og ung úr allari Sandoynni høvdu gjørt. Nógvir flottir málningar málaðir av dugnaligum, fittum, smáum barnahond- um bóru boð um kreativar penslar. Síðani var pallborð, har áhoyrararnir fingu høvi at seta spurningar. Niðurstøða varð ongin, men eftir fundin sat man við tí kenslu, at fy-orðið autoritetur varð nevnt upp til fleir ferðir sum verandi sera avgerandi og neyðugt í samveruni millum vaksin, børn og ung. Vaksin mugu og skulu tora at seta mørk! Børn og ung hava brúk fyri fyrimyndum, góðum fyri- myndum! Og tað er menn- andi fyri samskifti millum børn og vaksin at vera sam- an um okkurt, ið er mein- ingsfult fyri báðar partar. Fyrireikararnir boðaðu frá, at tíðliga næsta ár verður skipað fyri einum barnafagnaðardegi. Umstøðurnar hjá børnum og ungum: Autoritetarnir fram aftur úr skýmaskotum Fleiri kend andlit millum pallborðsluttakararnar Høvi var eisini at síggja listaverkini hjá børnum og ungum Tað eru ótrúligir møguleikar við einum væl vandum hundi. Á skeiðnum, sum verður á Hotel Norð komandi leygardag, fer at verða undirvíst í viðferð, venjing og nýtslu av seyðahundinum HUNDAVENJING Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Komandi leygardag fer Absalon Hansen at hava skeið á Viðareiði í venjing av seyðahundum. Saman við Absalon lut- taka eisini nevndarlimir úr seyðahundafelagnum. Ein av stigtakarunum til skeiðið er, Jákup Jacobsen í Haraldsundi. - Orsøkin til, at vit hava tikið stig til eitt slíkt skeið er fyri at vísa á, hvussu einastandandi ein vælvand- ur seyðhundur kann vera, og hvat hann kann avrika, sigur hann. Áhugin at venja seyða- hundar er vaksandi, og fyriskipararnir vóna at fáa nógv burturúr skeiðnum. Absalon Hansen hevur í nógv ár havt stóran áhuga í hundavenjing, og hevur eitt nú, verið í Skotlandi og hugt at, hvussu teir venja seyðahundar har. Skeiðið byrjar klokkan 9, og inntil døgurða verður undirvíst í tí ástøðiliga. Á døgurða verður borð- reitt við lunda, og so verður farið út at síggja, hvussu seyðahundar reka. Seinasta freist at tekna seg til skeiðið, sum kostar 400 krónur, er mikudagin, 26.novembur. Tey, ið ynskja at tekna seg til skeiðið, kunnu ringja á tlf. 456787 ella 756787. Skeið í hunda- venjing Umframt undirvísing í tí ástøðiliga, verður á skeiðnum eisini farið út at síggja, hvussu seyðahundar bera seg at, tá teir reka Landsverkfrøðingur- in hevði gloymt at søkt um loyvi at søkkja botntilfarið longri úti á Trongis- vágsfjørðinum. Arbeiðið er nú seinkað í minsta lagi fýra vikur AFTURSØKKING Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Grabbarnir sum skulu dýpa nýggju havnina til Smyril í Trongisvági, noyddust at steðga í gjár. Og teir koma í fyrsta lagi i gongd aftur um fýra vikur. Landsverkfrøðingurin hevur gloymt, at tilfar, sum verður tikið upp av hav- botninum, ikki uttan víðari kann søkkjast aftur onkra aðrastaðni. Ein kunngerð um havumhvørvi sigur, at loyvi krevst fyri at taka tilfar upp av havbotninum og aftursøkkja tað. Í gjár var Heilsufrøðiliga Starvsstovan varug við, at einki loyvi fyrilá til aftur- søkking og steðgaði arbeið- inum beinanvegin. Í dag hevur Landsverk- frøðingurin sent umsókn til Starvsstovuna, men ein slík kunngerð kann ikki av- greiðast í eini handa- vending. - Hetta er fyrsta umsókn, sum er komin eftir kunn- gerðini, so vit mugu hugsa okkum um, men í næstu viku skuldi okkara arbeiði verið avgreitt, sigur Súni Petersen frá umhvørvis- deildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Seinkað í minst fýra vikur Aftaná at Starvsstovan hevur givið loyvi skulu ganga fýra vikur, har ein- hvør kann kæra um avgerðina. Og verður kært, so kann arbeiði ikki byrja fyrr enn landsstýrismaðurin í Vinnumálum hevur tikið avgerð í kæruni. - Hetta kemur sera illa við hjá okkum, tí vit hava so stutta tíð í forvegin, sigur Jón Danielsen, stjóri í Articon, sum ger arbeiðið á Trongisvágsfirði. Havnin skal vera klár til nýggja Smyril í november. Landsverkfrøðinhgurin er byggiharri og eigur at hava øll loyvi í lagi, men í hesum førinum hevur hann gloymt kunngerðina frá Oljumálaráðnum. Byggileiðsluna hevur HMP Consult um hendi, men teir hava onga við- merking yvirhøvur til, at arbeiðið er steðgað. Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, sigur seg ivast í, um tað er skyld- an hjá teimum at søkja um loyvið. Hann heldur, at tað eigur at vera byggifelagið. Men kortini er tað byggi- eftirlitið - HMP Consult - sum søkir um loyvi vegna Landsverkifrøðingin. Byggifelagið Articon hevur ikki søkt um nakað loyvi. Dýping av havnini í Trongisvági steðgað Arbeiðið at dýpa samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði er steðgað og byrjar í fyrsta lagi aftur um fýra viku. Foto: Leivur Nyggard C M Y K 13 12