Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 22. november 2003 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mánadagin 24. november hava foreldur okkara verið gift í 25 ár. Maria, sum er fødd 5. august 1953, er dóttir Kristian og Enu Zacharia- sen úr Streymnesi. Seinastu tvey árini hevur hon starv- ast sum hjálparfólk á Apotekinum í Havn. Trygvi, sum er føddur 31. mai 1952, er sonur Onnu og Petur Mohr Samu- elsen úr Kollafirði. Hann bleiv útbúgvin sum lærari í 1977 og hevur starvast í 25 ár sum lærari við Kolla- fjarðar skúla. Hesi nógvu ár tey hava verið saman, hava tey fing- ið fýra børn, Bárður, Petur, Ena og Jákup. Eisini hava tey tvey deilig ommu- og abbabørn, Linda Maria og Trygvi Jóhann. Nakað, ið sermerkir for- eldur okkara er serliga før- oyski dansurin, sum tey hava verið við í í nógv ár. Tey hava staðið fyri barna- dansi í Kollafirði í nøkur ár og eisini skipað fyri nøk- rum uttanlandaferðum við dansinum. Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í Hósvík leygarkvøldið 29. novem- ber 2003. Børnini Týsdagin 25. nov- ember hava hjúnini Bente og John Kjær í Havn verið gift í 25 ár. Dagin fyri, 24. november, fer John um tey fimti Bente er dóttir Sonju og Alf Kristoffersen í Havn, og foreldrini hjá John vóru Esther Johansen og Poul Juul Kjær á Tvøroyri. Bente var nógv ár økon- oma á Føroya Barnaheimi. Í dag starvast hon í køk- inum á Landssjúkrahúsin- um. John er skjalavørður á Føroya Landsskjalasavni. Bæði eru væl lýdd mill- um arbeiðsfelagarnar og eru sera dugnalig í arbeiði sínum. Bente og John eru millum manna kanska meira kend fyri annað virk- semi enn teirra dagliga arbeiðið. Bæði hava altíð nýtt nógva orku í ymsum sjálvbodnum og óløntum virksemi. Eitt nú eru bæði virkin innan fakfelagsrørsl- una. Bente hevur í nógv ár verið forkvinna í Økon- omafelag Føroya, meðan John er nevndarlimur í Starvsmannafelagnum og formaður í Eftirlønargrunni Starvsmannafelagsins. Bente er limur í kirkju- ráðnum fyri Havnar kirkju og er eisini í nevndini, ið arbeiðir við at fáa nýggja kirkju bygda í Hoyvík. Hon situr eisini í stýrinum fyri Lágargarð. John hevur frá ungum árum av nýtt nógva orku í ymsum frítíðararbeiði. Fyrst í skótaliði og ung- mannafelag, men tað er tó ítróttararbeiðið, ið hann hevur lagt størstu orkuna í. Hann var ein teirra, ið stovnaði Fótbóltssamband Føroya og hevur verið stjórnarlimur í ÍSF í nógv ár. John er málkønur og áhugaður í fremmandum viðurskiftum. Hann ar- beiddi innan FSF tá Fót- bóltssambandið fekk lima- skap í UEFA og FIFA og tað hevur verið nattúrligt hjá honum at arbeiða við oyggjaleikum. Hann hevur verið við síðan byrjanina, var við at stovnseta altjóða meginfelagsskapin og var í nógv ár nevndarlimur í al- tjóða oyggjaleikanevndini. Eitt skifti sat hann sum formaður. Fyri arbeiði sítt er John kosin heiðurslimur í altjóða IGA-felagsskapinum. Eisini Bente hevur verið aktiv innan oyggjaleikir, bæði sum fyriskipari og ferðaleiðari. Fyri leiklut teirra í føroysku ítrótta- rørsluni eru Bente og John heiðraði av Ítróttasambandi Føroya. Hon við silvurnál og hann við silvur- og gull- nál. John var í nøkur ár ítróttarskrivari á Sosialin- um. Bente og John eru frynt- lig og prátingarsom fólk, ið dáma væl at hava fólk rund- an um seg. Luttøka teirra í oyggjaleikunum hevur giv- ið teimum nógvar vinir kring nærum allan heim, og í húsum teirra í Hoyvík kemur mangan fyri, at nógv fremmand tungumál eru at hoyra. Antin tí at útlendskir gestir eru komnir, ella tí at onkur er í telefonini. Bæði eru ung av lyndi og trívast væl saman við ung- fólki. Teimum dámar tí væl tá vinfólkini hjá børnunum støkka inn á gólvið. Meðan John ongantíð al- ment hevur givið til kennar, um hann hoyrir til ella styðjar ávísan politiskan flokk, so er annaðleiðis við Bente. Hon hevur í nógv ár verið aktiv í politikki. Hon er nevndarlimur í Suður- streymoyar Javnaðarfelag og var eitt tíðarskeið for- kvinna í felagnum. Hon er støðuføst og varðveitir grundhugsanina um frælsi, javnað og brøðralag, sum grundarlag fyri einum tryggum samfelag. Tá tey bæði týsdagin hátíðarhalda silvurbrúdleyp og føðingardag, verður hvørki av børnunum við. Bæði eru stødd uttanlanda. Rúni í Danmark í útbúgv- ingarørindum og Svanna í Grikkalandi, har hon hevur arbeitt í eitt knapt ár. Tey, ið vilja heilsa uppá silvurbrúðarparið hendan dagin, eru vælkomin inn á gólvið í hølum Starvs- mannafelagsins í J.H. Schrøtersgøtu 9 í Havn, týsdagin 25. november, har opið hús verður millum kl. 14 og 19, og øll eru væl- komin. Bente og John Kjær: Silvurbrúdleyp og fimti ára føðingardagur Silvurbrúðarparið Maria og Trygvi Samuelsen 15 14 Nr. 223 - 22. november 2003 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Føðingar 27. oktober fingu Ingvar Eiriksson og Anette Tande- rup búsitandi í Odense eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3200 gr. 30. oktober fingu Ruth og Rabah Fjallsá Benbakoura, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3250 gr. 3. november fingu Katrin Henriksen og Richard Hansen, Herlev, eina dóttir. Hon var 50 cm. long og vigaði 3440 gr. 7. november fingu Rannvá S. Joensen og Kai Gunnar Stølen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 52 cm. og vigaði 3640 gr. 7. november fingu Andriása Símunardóttir og Kári Rasmussen, Saltangará tvíburðar, tvær gentur. Onnur var 42 cm. long og vigaði 1900 gr. og hin var 44 cm. long og vigaði 2100 gr. 11. november fingu Harriet og Johannes Joensen, Vágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4500 gr. 13. november fingu Sigrid og Rógvi Kjærbech, Århus, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3900 gr. 13. november fingu Jóhanna Sofía og Bernhard H. Petsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3500 gr. 14. november fingu Tóra Hentze og Mass Anthonius- sen, Morskranes, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3600 gr. 14. november fingu Pia og Snorri Jensen, Toftir, eina dóttur. Hon var 54 cm.og vigaði 3900 gr. 15. november fingu May-Britt og Johan Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4005 gr. 16. november fingu Josephine Fernandez og Ragnar Heinesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr. 16. november fingu Hjørdis Fríða Gregersen og Hans Jørgen Djurhuus, Syðrugøta, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3180 gr. 16. november fingu Randi Frederiksberg og Gilli Wardum, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3600 gr. 17. november fingu Marna Joensen og Bogi Slætta- nes, Argir, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3100 gr. 17. november fingu Valborg Dam Jacobsen og Óla Christian við Sandá, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3500 gr. 17. november fingu Pia og Høgni Hentze, Odense, tvíburðar – 2 dreingir – annar var 52 cm. og vigaði 3600 gr. og hin var 47 cm. langur og vigaði 1900 gr. Andlát 15. november Julianna Nolsøe, fyrrverandi bókavørður, Tórshavn, 90 ár 17. november Jóhanna Sofía Poulsen, Klaksvík, vanliga nevnd Lilly, 77 ár 20. november Fríða Olsen, Skálavík, 71 ár Mánadagin 24. november fyllir Edvard Hjalt Nico- demussen á Sandi 60 ár. Edvard er sonur Onnu, f. Hjalt, og Klæmint Nicode- mussen, Klæmint hjá Nielsi, á Sandi. Edvard hevur siglt alt sítt lív. Fyrsta árið hann var burtur, róði hann eitt summar út í Grønlandi. Hetta hevur verið síðst í 50- unum. Eftir tað sigldi hann við Vón og við Dagsstjørn- ini. Hann var eisini eitt skeið á Háskúlanum í Havn. Edvard tók skiparaprógv í 1964 og sigldi sum stýri- maður við Nornagesti hjá Thorvald Andreasen. Í 1968 fór hann á stýrimans- skúla og tók prógv í 1970, og skipsføraraprógv í 1971. Hann sigldi sum stýri- maður hjá Kosangas frá 1971 til 1983, tá hann sjálvur saman við brøðrum sínum keyptu línubátin Columbus og seinni eisini Nornagest í 1995. Í 1976, meðan hann sigldi úti, keypti hann sær ein útróðrarbát, so róði hann út, tá hann var heima. Væl lá fyri hjá honum, hann fiskaði nógv. Edvard er giftur við Sannu, f. Poulsen, úr Sand- vík, og tey eiga børnini Anniku og Henning. Mikudagin 19. november lat ein nýggjur handil upp í Niels Finsensgøtu 51 í Havn Talan er um »Smúkku- hjørnið«, sum Hedvig Reinert Davidsen í Havn rekur saman við familjuni. Tað er Sp/f Búgv, sum nýliga hevur keypt hesi húsini. Hedvig fekk hug- skotið til handilin, tá hon sá, hvussu væl húsini lógu fyri í býnum. Hon hevur fingið umboð fyri Creol smúkkurnar, sum eru gjørdar eystanfyri av silvursmiðum, sum eru lærdir at gera smúkkur eftir donskum kvalitetsnormum. Hetta eru t.d. hálsbond, armbond, ringar, oyraringar og brosjur, sum ikki fyrr hava verið seld í Føroyum. »Smúkkuhjørnið« sam- starvar við Creol umboðið í Keypmannahavn. Handilin er opin yrka- dagar frá 14.00-17.30 og leygardag frá 10.00-14.00. Edvard Hjalt Nicodemussen 60 ár Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Sanna Vang Glyvrar lá sjúk, andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum, sum sendu blómur, kransar og peningagávu til Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum og til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Martin, Lena og Sunnvard Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum mintust meg á 85 ára degnum við blómum, fjarritum og heilsanum, ið gjørdu mær dagin ógloymandi. Heilsan Annebeth »Smúkkuhjørnið« við sera vøkrum smúkkum Hedvig Reinert Hansen rekur handilin »Smúkkuhjørnið« saman við familjuni. Her er hon saman við dóttrini, Hannu Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in