leygardagur 22. november 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 223 - 22. november 2003
Nr. 223 - 22. november 2003
17
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Við stórari sorg frættu vit boðini um at
Peter er farin. Í Barcelona í arbeiðs-
ørindum endaði hann sítt virki her á
fold, bert 52 ára gamalur. Hetta vóru
ófrættaboð at fáa. Men at Peter var í toti
við arbeiði og útbúgving, tá boð vóru
eftir honum, var ikki óvæntað.
Tí hesin stóri finnin. Hetta stóra
menniskjað. Henda norðurlendska eld-
sálin var ein ígongdsetari og altíð á ferð
móti onkrum nýggjum, hvar enn hann
virkaði.
Ikki minst tey 5 árini hann var stjóri í
Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hann
hevði altíð stórar ætlanir og visjónir.
Summar eydnaðust ikki. Men fleiri bóru
frukt.
Peter Turtschaninoff megnaði at halda
setningin hjá Norðurlandahúsinum. At
draga norðurlendska og altjóða mentan
til Føroya. At fáa føroyska mentan út í
Norðurlond og umheimin. Og ikki
minst at gera Norðurlandahúsið til
meira enn ein stovn og eitt hús í Havn
og geva íblástur til skapandi virksemi
kring allar oyggjarnar.
Peter setti veruliga ungdómin og
rocktónleikin høgt á føroyska mentanar-
pallin. Hann tók stig til sangleikin
Skeyk. Og hann byrjaði Prix Føroyar -
kappingina. Tiltøk, ið standa sum varðar
eftir hann, men sum eisini fara at liva
víðari og kasta av sær í ókomnum árum.
Í hinum borðinum á mentanarliga
pallinum bílegði Peter fyrstu føroysku
symfoniina og gav harvið møguleika til
nakað heilt nýtt í føroyskari mentan og
laðaði samstundis grundina undir, at
Sunleif Rasmussen fekk tónleikavirðis-
løn Norðurlandaráðsins. Lagnan vildi
tað eisini soleiðis, at Sunleif fekk
virðislønina handaða í Finnlandi, tá
Norðurlandaráðið hevði fimti ára
hátíðarhald í Helsinki. Tað gleddi Peter.
Hann fekk skapt sambond millum
finsku og føroysku mentanina við fleiri
tiløkum og Peter gav eisini samum og
samisku mentanini eitt forkunnugt inni-
vist, tá hann skipaði fyri samiskari viku
í Føroyum.
Okkurt, sum hann tók stig til, var
rættiliga óvanligt og løgið - fyri ikki at
siga heilt snedugt. Eg hugsi, at tað var í
1996, at hann skipaði fyri einum
sonevndum »ljóðfestivali« í
Norðurlandahúsinum. Har
komu listafólk ymsastaðni í
heiminum, sum arbeiða við
ljóði sum listagrein. Ljóð av
alskyns slagi fyltu Norð-
urlandahúsið hesar dagarnar.
Eisini var ein djúpur tóni
sendur yvir Havnina - av
Skansanum
og
niðan
í
Norðurlandahúsið. Eg segði
tá við hann, at hetta var
nakað av tí mest undarliga,
eg hevði upplivað.
Men soleiðis var Peter.
Hann spenti vítt og stakk
djúpt og høgt í tí mentanar-
liga rúminum.
Ongin ivi er um, at Peter
var sorgblíður, tá hansara
sáttmáli gekk út sum stjóri í
Norðurlandahúsinum. Hann
hevði hug at verða verandi í
Føroyum, tí ikki bert hansara
arbeiðsmegi og hugflog lá
her. Hjartað legði seg eisini í
Føroyum.
Peter Turtschaninoff tók lut í føroyska
samfelagnum á øllum økjum. Hann
hevði nógvar vinir, lærdi seg føroyskt,
var í grind og til útróðrar. Peter kendi
seg sum føroying og við lív og sál tók
hann lut í samfelagskjaki um politikk og
framtíðina hjá hesum landi. Peter man
helst eisini vera fyrsti maður, ið hevur
biðið um orðið á flaggdagshaldinum í
Havn eftir at Havnar Hornorkestur
hevði spælt og flaggrøða varð hildin.
Hann fór á røðarapallin og tosaði um
støðu Føroya og møguleikarnar í tí
altjóðagjørda heiminum.
Afturkomin til Finnlands helt hann á
at virka sum eitt slag av ambassadøri
fyri Føroyar og hann helt sambandið til
Føroya. Hann gjørdi sendingar um Før-
oyar í finskum útvarpi og kunnaði um
Føroyar hvar hann kom.
Og tað gekk eisini hinvegin. Seinastu
ferð føroyingar hoyrdu hann í almenn-
inginum, var tá hann sendi úr Finnlandi
frá finska ríkisdagsvalinum beinleiðis
heim til Útvarp Føroya fyri knøppum
ári síðan.
Vit hava nógv at takka Peturi fyri.
Hansara drívmegi og stóra hjarta hevur
givið føroyingum og Føroyum almikið.
Nú orkaði hjartað ikki meira á útbúgv-
ingarferð í Spania. Men tað, sum Peter
hevur skapt, livir víðari í okkara hjørt-
um, huga og verki. Tá vit vitja Norður-
landahúsið. Hoyra og síggja føroysk
listarlig avrik. Og ikki minst tá vit
síggja tónleikaliga ríkidømið millum
ung í Føroyum, fara vit at senda Peturi
okkara góðu tankar.
Beint áðrenn Peter fór úr Føroyum,
gav hann mær eina bók, sum ein nevnd
hjá ST hevur skrivað um týdningin av
mentan og mentanarpolitikki. Um týdn-
ingin av at virða ymisleikan í heiminum
og virðini hjá ymsum fólkum.
Bókin eitur »Okkara skapandi marg-
feldni«.
Peter Turtschaninoff var ein av teim-
um serligu vøkstrunum, ið gera heimin
til ein meira fruktabaran og fjølbroyttan
urtagarð.
Vit lýsa frið yvir minnið um Peter
Turtschaninoff.
Høgni Hoydal
Í dag, 22. november,
eru liðin 40 ár síðan
amerikanski forsetin
J.F. Kennedy varð
skotin í býnum Dallas
í amerikanska
statinum Texas.
Hóast hetta hendi um
kvøldið, okkara tíð,
høvdu t.d. bæði
Dimmalætting og
Sosialurin tíðindini
dagin eftir
Á Sosialinum hendi tað, at
blaðið var farið til prent-
ingar, tá teir frættu tíðind-
ini. Ein av prentarunum
ringdi til Jákup Linden-
skov, sum plagdi at vera við
til at skriva blaðið. Jákup
skrivaði í skundi eina grein
og forsíðan bleiv prentað
um aftur. Teir áttu eina
kliche av Kennedy, so har
var eisini mynd av honum á
forsíðuni. Blaðið kom tó
rættstundis út dagin eftir.
Yvirskriftin á blaðnum
var »John F. Kennedy for-
seti myrdur í gjárkvøldið«.
Síðan stóð m.a. at forsetin í
USA, John F. Kennedy,
doyði í gjárkvøldið, myrdur
ev einum ókendum, og
varaforsetin Lyndon B.
Johnson er nú forseti í
USA.
Saman við Kennedy for-
seta var kona hansara og
guvernørurin í Texas, ið
eisini var raktur av riflu-
skoti ókunnumanna. Kenn-
edy var føddur í 1917 og
var sostatt 46 ára gamal.
40 ár síðan J.F. Kennedy varð myrdur
Til minnis um
Peter Turtschaninoff
Dagurin
22. november. Cecilia, deyð umleið ár 225. Rómversk genta, sum frá barnsbeini
hevði verið kristin. Foreldur hennara góvu hana í hjúnalag við heidnan ungan mann,
Valerianus, men sjálva brúðarnáttina umvendi hon hann. Hon varð tikin av døgum í
Róm sum pínsluváttur.
Kona ella frilla Brestis æt Cecilia og var móðir Sigmunds Brestissonar. Føroysku
nøvnini hava verið Sissal, Silja og Silla.
Cecilia gjørdist verndarhalgimenni fyri tónleik, og tað sigst, at tað er sjálvur Rafael,
sum gjørdi málning av henni sitandi við urgu við nótablaði í hendi.
Rómverskt ættarnavn, merkir tann blinda.
Nicolai Mohr var føddur hendan dagin í 1742.
23. november. Klæmintsmessa. Vit vita, at hesin Clemens (deyður umleið ár 107)
livdi í Róm, tá ápostulin Pætur var á døgum, og gjørdist triði maður í stóli hansara.
Eftir øllum at døma hevur hann skrivað tað brævið, ið verður rópt fyrra
Klæmintsbræv, sum er frá ár 96. Um Klæmint sjálvan eru nógvar halgisøgur, og sagt
verður frá, at hann endaði dagar sínar við at verða blakaður í havið við einum akkeri
um hálsin. Hann hevur síðani tá verið virdur sum ein av verndarmonnunum hjá teim
sjófarandi.
Dagurin verður eisini róptur veðurslambsmessa, men tað hevur so ongan kirkjuligan
uppruna, men hevur samband við seyðahaldið í Føroyum. Teir halda, at tað er av tí
at um hetta mundið verða veðragjólingarnir sleptir út. Aðrir halda, at á hesum degi
er kjøtið av veðurlombum, sum var hongt upp um mikkjalsmessu, so mikið búgvið,
at tað kann verða etið sum ræst kjøt.
Eisini verður dagurin róptur fyrsti vetrardagur, tá ið vetrarfjórðingurin byrjar.
Skt. Klement monne os vinteren bringe.
Latínska navnið Clemens merkir hin mildi.
24. november. Chrysogenos, deyður umleið ár 300. Halgisøgur siga, at hann var
kristin einabúgvi, sum varð tikin av døgum meðan Diocletianus var keisari.
UTTAN ÚR HEIMI
Vænta nógva olju
Oljufeløgini vænta at finna ovurstórar oljuleiðir á hav-
leiðunum uttan fyri Lofoten í Noregi, skrivar
oljublaðið Upstream.
Sambært blaðnum hava jarðfrøðingarnir funnið fleiri
oljuleiðir, og teir halda tað ikki vera óhugsandi, at talan
kann vera um olju fyri heilar 700 milliardir krónur. Í
Statoil vænta tey, at feløgini fara at finna millum fýra
og seks stórar oljuleiðir, men fyribils noyðast feløgini
at bíða, tí ikki fyrr enn um ein mánað fáa tey at vita, um
tey sleppa at leita í økinum uttan fyri Lofoten.
Eftir at kanningar í Norðsjónum hava avdúkað, at
oljuvirksemið kann órógva fiskin, eru norsku fiski-
menninir farnir at ivast í, um tað er rætt at lata
oljufeløgini sleppa at bora eftir olju við Lofoten, sum
er ein av teimum týdningarmestu fiskileiðunum í Nor-
egi. Heimsnáttútugrunnurin er ímóti oljuvinnu við Lof-
oten, sum økið er gýtingarleið hjá arktiska toskinum,
og tí nógvur hvalur eisini heldur til har.
Ólógligir fiskimenn
Norska ákæruvaldið vil vera við, at fýra russar hava
siglt við einum norskum fiskiskapi, uttan at teir høvdu
arbeiðsloyvi í Noregi.
Tá menn hjá norsku sjóverjuni vóru umborð á skipin-
um "Øyliner" og kannaðu veiði og reiðskap seinasta
mánadag, varnaðust teir, at fýra av manningini vóru
russar. Tá sjóverjumenninir bóðu um at sleppa at síggja
arbeiðsloyvini hjá russisku sjómonnunum, vísti tað
seg, at eingin teirra hevði nakað loyvi.
Sjóverjan gav so skipinum boð um sigla til lands, og
har kom fram, at russararnir eftir øllum at døma hava
siglt við norska skipinum í fýra ár. Teir fýra russararnir
fingu ímillum 6.000 og 8.000 norskar krónur í bót og
vórðu alt fyri eitt sendir við flogfari til Russlands.
Ákæruvaldið heldur, at skiparin á "Øyliner" skal í
fongsul, og hann kann fáa upp í tvey ára fongsul,
skrivar Nordlys. Reiðaríið hjá skipinum skal sambært
ákæruritinum hava 80.000 krónur í bót.
Keypa nógv á alnótini
Tað er vorðið alt meiri og meiri vanligt, at fólk nýta al-
nótina, tá tey skulu bíleggja ella keypa eitt ella annað.
Í Noregi vísir ein kanning, at norðmenn hava keypt
fyri heilar 45 milliardir krónur um alnótina higartil í ár.
At talið er so stórt kemst av, at tað umfatar bæði banka-
tænastur, handil við telduútgerð og ikki minst flog-
ferðaseðlum. Stovnurin MMI, sum hevur gjørt kann-
ingina, sigur, at talið higartil í ár er tvær ferðir størri
enn um somu tíð í fjør, og hetta kemst serliga av, at út-
boðið á alnótini er vaksið munandi.
Tølini vísa eisini, at altsamt fleiri og fleiri kvinnur
nýta alnótina, tá tær keypa eitt ella annað. 47 prosent av
teimum, sum í dag keypa ígjøgnum alnótina, eru
kvinnur. Fyrr vóru tað menninir og serliga menn
ímillum 25 og 49 ára aldur, sum vóru best umboðaðir,
sigur norska útvarpið. Tann nýggja kanningin vísir
annars eisini, at alt fleiri og fleiri norskir pensjonistar
keypa á alnótini.
Tað gongur ikki
Leiðarin hjá drusunum í Libanon, Walid Jumblatt,
hevur fingið at sanna, at ein eigur at vanda sær um orð-
ini, tá ein tosar um leiðandi amerikanskar politikarar.
Í síðsta mánað segði Walid Jumblatt, at amerikanski
varaverjumálaráðharrin, Paul Wolfowitz, er eitt virus,
sum ikki hevur annað uppiborið enn at verða oyðilagt.
Hann segði seg samstundis hava somu hugsan sum øll
hini, sum finnast at hjálandapolitikkinum hjá amerik-
onsku stjórnini.
Men kanska skuldi hann tagt. Í hvussu er hevur amer-
ikanska sendistovan í Beirut nú boðað Walid Jumblatt
frá, at hann sleppur ikki aftur til USA. Sendistovan
hevur ógildað innferðarloyvi hansara. Hetta er ikki
fyrstu ferð, at Walid Jumblatt hevur verið í so opinskár-
aður. Fyri trimum árum síðani fekk hann øði í sýrisku
stjórnina, og hagar sleppur hann heldur ikki longur.
Bumbuspreingingarn
ar í Istanbul hava víst
George W. Bush og
Tony Blair, at yvir-
gangsfelagsskapirnir
eru líka virknir enn.
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Dagsskráin fyri vitjanina
hjá amerikanska forsetan-
um í London varð næstan
ruddað eftir tær ógvusligu
bumbuspreingingarnar
í
Istanbul hósmorgunin. Við
atsóknunum vísti altjóða
yvirgangurin, at Bush og
Blair hava ikki vunnið tann
bardagan, sum teir hava
lagt so nógva orku í tey
bæði seinastu árini. Men
teir báðir eru minst líka
avgjørdir nú sum fyrr.
– Enn einaferð eru vit
mint á, hvussu hesir óndu
yvirgangsmenn gera seg
inn á ósek fólk. Eg lovi, at
vit fara ikki at gera nakrar
neyðsemjur, nú vit fara at
halda fram við bardagan-
um, sum hevur til endamáls
at oyðileggja yvirgangs-
menninar fullkomiliga. Vit
fara ikki at slaka ein
tumma, segði ein álvars-
samur Tony Blair, tá hann
og Bush hittu tíðindafólk.
Blair og Bush nýttu
bumbuspreingingarnar
í
Istanbul til at rættvísgera
álopið á Irak. Blair segði, at
atsóknirnar í Istanbul vísa,
hvussu umráðandi tað er at
halda fram í Irak, til endi
eisini er fingin á yvirgang-
inum har.
– Vit verða verandi í Irak,
til uppgávan er fullførd.
Hetta seinasta álopið vísir
okkum, at kríggið er ikki
liðugt enn, og at Irak er
tann týdningarmesti víg-
vøllurin. Eg kann vissa
tykkum um, at vit fara ikki
at slaka tað minsta. Vit fara
at fullføra verkið í Irak og í
hinum partinum av heimin-
um, segði George W. Bush.
Bretland fer framvegis at
stuðla USA í bardaganum
ímóti
yvirgangi,
segði
Blair. Hann minti á, at tað
var ikki Bretland ella USA,
sum leyp á al-Qaeda tann
11. september í 2001. Tað
var al-Qaeda, sum leyp á
USA og harvið á allan tann
frælsa heimin. Skulu vit
sleppa av við yvirgangin,
noyðast vit at standa sam-
an, segði bretski forsætis-
ráðharrin.
– Tapa vit hendan bar-
dagan, eru tað ikki einans
okkara lond, sum fara at
líða, men fólk um allan
heimin, legði hann afturat.
Eisini Bush legði dent á
samstarvið
tvørtur
um
Atlantshavið.
– Mannagongdin hjá yvir-
gangsmonnunum er at ræða
fólkið í teimum frælsu lond-
unum og at elva til ótrygg
viðurskifti. Bretland og
USA
standa
saman
í
bardaganum ímóti tí ónda
um allan heimin. Vit eru
farnir undir eina altjóða
mannajagstran fyri at draga
teir seku til svars fyri gerðir
sínar, segði amerikanski
forsetin.
Á
tíðindafundinum
spurdi ein amerikanskur
tíðindamaður Bush, hví tað
eru so mong, sum halda so
lítið av honum, ja, sum
beinleiðis hata amerik-
anska forsetan.
– Eg veit ikki, hví tey
hata meg. Frælsið er gott.
Eg skilji væl, at fólk eru
ímóti kríggi, men eg vóni,
at tey vilja hava frið og
frælsi. Uppgávan hjá mær
og bretska forsætisráðharr-
anum er at verja okkara
fólk, og tað er júst tað, sum
eg ætli mær at gera, svaraði
Bush.
Slaka ikki ein tumma
Soleiðis sá bygningurin hjá bretska bankanum í Istanbul út aftan á bumbuatsóknina hósmorgunin
Blair og Bush samdir: -Vit slaka ikki ein tumma fyri yvirganginum
C
M
Y
K
17
16