leygardagur 22. november 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 223 - 22. november 2003
Nr. 223 - 22. november 2003
19
Men Hussein, stakkalin,
trúði Nasseri og lat Jerusa-
lem bumba. Tað kom hon-
um so eisni aftur um aftur í
gráum kálvsskinni, sum
søgan hevur víst.
Ísraelar
tóku
allan
Jerusalem, Gaza og Vestara
Áarbakka.
Sinai
frá
egyptum og Golan heyggj-
arnar frá sýrum, sum eisini
høvdu blandað seg uppí.
Vilja hava frið
– Vit vilja hava frið við
grannarnar, sigur Eliezer
Shmueli. Og tað kundu vit
eisini fingið, um báðir
partar vildu tað.
Hann tekur undir við
hugsjónini um land fyri
frið.
– Vit mugu geva burtur
av landinum, vit í dag ráða
yvir, um vit í framtíðini
vilja sleppa at liva her,
sigur hann. Og hann er
sinnaður at lata meira.
Bæði land og vitan, sigur
hann.
Hann er ikki í iva um, at
tað skulu tveir partar til at
kríggjast, og Ísrael er ikki
heilt uttan skuld heldur.
Men teir stóru syndararnir
eru arabisku leiðararnir,
sum avgjørt onga hugsjón
hava, tvíheldur hann um.
– Teir trútta niður í sítt
fólk, at tey skulu aftur til
Palestina,
tí
tey
eru
palestinar. Eg fái ilt í búkin
av at hoyra ein seks ára
gamlan smádrong siga, at
hann er úr Palestina, tí at
abbi hansara varð fluttur úr
Palestina til Libanon í
1948.
Eliezer Shmueli heldur,
at arabararnir skuldu heldur
lært av ísrelsmonnum og
sent alt hatta fólkið, sum
savnað er í flóttafólkalegur-
nar, til arbeiðis.
– Teir hava veldugar
víddir liggjandi í steindeyð-
ari oyðimørk, har tey sakt-
ans kundu verðið flutt til at
velt og dyrka, sigur hann.
Vit kunnu so passandi
hjálpa teimum við teirri
vitan, vit hava arbeitt upp,
síðan fólk flutti higar at
búgva í oyðimørkunum,
sum her vóru, men nú eru
dyrkað land. Men hygg at
teimum. Teir troðka milli-
ónir saman í Gaza heldur
enn at flyta tey til Sinai, har
vit longu frammanundan
hava gjørt klárt til teirra at
koma, áðrenn vit lótu teim-
um landið aftur.
–Hygg so at Ísrael. Vit
tóku ímóti eini heilari
millión av sovjettiskum
jødum, tá Sovjetsamveldið
fall, og vit hava ongar
flóttafólkalegur her. Vit
bygdu teimum bústaðir og
sendu tey til arbeiðis bein-
anveg, sigur pionerurin,
sum var eftirlýstur av bret-
um fyri sítt partisanvirk-
semi. Hann var seinni í 12
ár aðalstjóri í ísraelska
Undirvísingarmálaráðnum
og er nú í pensionistaárum
nevndarformaður í felags-
skapi, sum hevur til enda-
máls at samansjóða ung-
fólk úr øllum heiminum til
friðaligt samskifti uttan
kríggj.
Vit bardust í gøtun-
um í Jerusalem, og vit
hildu út móti kring-
seting í tríggjar
mánar. Men vit áttu
at givið palestinum
land teirra aftur, eftir
at vit høvdu fingið
okkara. Bara gjøg-
num samráðing um
land fyri frið fáa vit
frið í Miðeystri, siga
hjúnini Guela og
Eliezer Shmueli í
Jerusalem, sum vóru
við til at stovna
ísraelska ríkið eftir
frælsiskríggið í 1948
MIÐEYSTUR
Orð og myndir
Edvard Joensen
Jerusalem: – Tað var eitt
undur, at vit yvirlivdu í hes-
um býnum. Vit vórðu
bumbað frá øllum síðum.
Einki vatn. Ongan mat.
Áhaldandi jarðarferðir. Tað
var sum í Stalingrad. Men
vit vunnu. Nú mugu vit
geva palestinum teirra land
aftur, um vit skulu sleppa at
liva í friði í okkara landi,
sigur Eliezer Shmueli, sum
var offiserur í ungdóms-
deildini hjá ísraelsku sjálv-
stýrisrørsluni, tá landið
varð stovnað í 1948. Men
allarfyrst mugu teir so gev-
ast við sínum terroratsókn-
um, leggur hann dent á.
Eitt lýtt kvøld í novemb-
er, við stjørnuklárum himli
og mánalýsi yvir Jerusa-
lem. Bilarnir strúka eftir
høvuðsvegnum gjøgnum
tronga dalin her undir
okkum í vestara útjaðara av
Jerusalem. Í grannalagnum
er gamla bygdin En Kerem,
har søgnin sigur, at Zacha-
rias og Elisabeth búðu, og
sonur
teirra
Jóhannes,
nevndur Doyparin, varð
føddur.
– Shalom! Tað skal dirvi
til at vitja okkum. Síggja tit
ikki sjónvarp, har tit búgva,
spyr ein eldri maður, sum
stígur úr einum bili, við
síðuna av honum, vit koma
úr. Konan er við honum.
Tey munnu vera í fyrru
helvt av sjeytiárunum ella
so til aldurs.
– Men nú síggja tit helst
bara tað ringa, heldur hann.
Bara bumbur og oyðilegg-
ing. Sjónvarpið vísir helst
ikki tað veruliga lívið her.
Hjartaliga
væl
komnir
skulu tit vera, sigur hesin
eldri maðurin.
Pionerar
Tey vóru við í krígnum, tá
staturin Ísrael varð stovn-
aður í 1948. Luttóku í
beinleiðs bardøgum í gøt-
unum í Jerusalem, og upp-
livdu eina tríggja mánaða
langa kringseting av bý-
num, har maturin var lítil,
og vatnið at kalla einki.
Guela og Eliezer vóru
bæði limir í ísraleska ung-
dómsbólkinum, sum strídd-
ist fyri at stovna ríkið
Ísrael. Tey høvdu bæði
arabar og bretar at berjast
ímóti, greiða tey frá.
Bretar høvdu politisku
yvirvøldina í Palestina, og
tá Ísrael varð stovnað 14.
mei 1948, hjálptu teir arab-
um við at strika okkum av
landkortinum, sigur Eliezer
Shmueli.
– Teir hjálptu teimum við
einki at gera, tá arabar
brendu Jerusalem, sigur
hann.
Tey vóru innkallað at
hjálpta til, nú støðan var so
álvarsom, at rættiligt kríggj
spurdist burturúr. Og kríggj
fingu tey, greiða tey frá.
Tey bardust í gøtunum
hús úr húsið. Tað var blóð-
ugt kríggj, og útgerðin var
ring.
Guela varð saman við
øðrum ungum gentum sett
at vera boðberi millum
ymsu ísraelsku støðirnar.
– Har var hvørki telefon
ella nakað av slíkum slagi,
greiðir hon frá. Vit máttu
renna millum húsini við
boðum, meðan kúlurnar
fístu um oyruni á okkum.
Og at verja okkum var
heldur ikki so lætt, tí har
var ikki so frægt sum ein
byrsa í part.
Eg minnist áhaldandi
jarðarferðirnar, tá vit máttu
jarða øll tey, sum doyðu í
áhaldandi skjótingini, sigur
Eliezer. Eg dugi ikki at
íggja nakra logiska frá-
greiðing upp á, at vit yvir-
livdu. Tað var eitt undur.
Men eg trúgvi ikki upp á
undur, tekur hann aftur í
aftur.
– Og so var alt hetta púra
óneyðugt, eru tey bæði
samd um. ST hevði boðið
ísraelum at býta Palestina í
tvey, soleiðis at Ísrael og
palestina fingu helvt um
helvt. Ísrael fekk ikki boðið
Jerusalem. Ben Gurion tók
av, men tað gjørdu arabar
ikki.
Noyddir í kríggj
Ísraelar hava verið í fleiri
kríggjum síðan tá. Men
hvørja ferð eru vit noydd í
kríggj, siga Shmueli hjún-
ini sum við ein munn.
Eitt var seks daga kríggið
í 1967. Tað kundi verið
nógv betri sloppið burtur úr
tí, um gjørt varð, sum vit
skutu upp.
Ísraelski forsætisráðharr-
in, Levi Eschol, bað Hus-
sein kong í Jordan, sum
ísraelsmenn hildu nógv av,
um ikki at loypa á, tí tað fór
bara at koma honum aftur
um brekku.
Egyptar taptu kríggið
upp á tveir tímar, tá ísra-
elska flogvápnið soraði alt
tað egyptiska flogvápnið.
Men kortini, eftir at hetta
var hent, tosaðið Nasser
forseti í Egyptalandi við
Hussein í telefon og vill-
leiddi hann nakað so øgi-
ligt. Hendan samrøðan varð
tikin á band av ísraelsku
fregnartænastuni. Nasser
segði soleiðis:
– Bróðir mín. Vit vinna
nú kríggið, og um tríggjar
tímar eru vit í Tel Aviv.
Størri lygn hevur ikki
verið framborin, heldur
Eliezer Shmueli.
Vit vóru við til at stovna Ísrael
Vit vilja hava frið við grannar okkara. Tað kunnu vit fáa við at lata
teimum aftur av tí landi, vit hava tikið valdið á. Men vit skulu hava
okkara part eftir kortini, halda Eliezer og Guela Shmueli í
Jerusalem, sum vóru við til at stovna ríkið Ísrael í 1948
Í dag spæla smádreingirnir fótbólt í friði og náum á gøtunum, sum kríggjast varð á í 1948
Vit klára okkum nokk, og vit kunnu eisini vísa arabarunum,
hvussu teir skulu gera, so vit øll kunnu liva her í friði. Men tað
krevur, at leiðarar teirra eisini hava eina hugsjón, sigur Eliezer
Shmueli
Høvdu vit ikki vunnið í
1948, var einki ísrael í dag,
og so var friður av okkum,
sigur Guela Shmueli. Men
vit gjørdu rætt, tá vit
stríddust, og vit fara eiisni
at verða verandi her, er hon
sannførd um
C
M
Y
K
19
18