leygardagur 22. november 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 223 - 22. november 2003
Nr. 223 - 22. november 2003
21
Sambært
Føroyingasøgu
varð kristindómurin settur í
gildi í Føroyum um ár
1000. Við staðfestingini av
teimum báðum krossunum
úr træi, sum fundnir vórðu í
grevstrinum í víkingaaldar-
garðinum á Toftanesi í
Leirvík, er nú fingin ein
ítøkilig fráboðan um, at eitt
kristi samfelag hevur verið
har á staðnum fyri ár 1000
(Mynd 1-2). Fundirnir á
Toftanesi eru tískil ein
álvarslig avbjóðing til ta
vanligu uppfatanina av tí
fyrsta kristindóminum í
Føroyum. Latið okkum tí
royna at seta hesar báðar
krossar inn í ein størri
mentanarligan samanhang.
Fyrsti spurningurin kann
verða: Eru slíkur krossar
kendir aðrastaðni? Ja, úr
norðbúgvagravum í kirkju-
garðinum á Herjolvsnesi í
Suðurgrønlandi. Tá ið griv-
ið varð har fyri umleið 100
árum síðani, vórðu funnar
nógvar gravir, sum av
grevstrarleiðaranum, Poul
Nørlund (seinni stjóri á
Danmarks Nationalmuse-
um) vórðu tíðarfestar til
miðøld, umleið 1150 til
1450. Gravirnar eru fyrst av
øllum kendar fyri tey sera
væl varðveittu klæðini,
men har vórðu eisini funnir
umleið 60 krossar úr træi,
sum í mongum føri eru
lagdir omaná bringuna á
teimum deyðu ella omaná
kistulokið. Longdin av
hesum krossum er frá 11
cm til 69 cm (Mynd 3).
Krossarnir á Toftanesi
líkjast á nógvum økjum
teimum grønlendsku bæði í
skapi og stødd. Tað er valla
nakar ivi um, at annar av
krossunum er eftir írskari
fyrimynd — ein sonevndur
"keltiskur krossur". Hetta
slagi av krossum er nógv til
av á Herjolvsnesi, og Poul
Nørlund skrivaði í 1924
soleiðis: "vit eru so heppin
millum krossarnar á Her-
jolvsnesi, at hava minst ein
bólk við so sermerktum
skapi, at teirra uppruni
kann staðfestast við størsta
neyvleika. Tað er tað væl
kenda sniðið við sirkul-
rundum útholingum í horn-
unum, summir víðir opnir
hálvsirklar, aðrir smáir
næstan afturlatnir cirklar
(....) Tað er tann einfaldi
"Keltiski Krossurin", sum í
so langa tíð var í brúki á
steinminnisvarðum í teim-
um bretski oyggjunum, ser-
liga í Skotlandi og Írlandi
— bæði á standandi kross-
um og á gravsteinum (....)
hetta einfalda skapið varð
brúkt heilt niður í 12. øld".
Tá ið Poul Nørlund í
1924 almannakunngjørdi
krossarnar á Herjolvsnesi,
tulkaði hann teir sum lík-
krossar.
Henda
tulking
hongur helst samnan við, at
teir allir vóru funnir á
kirkjugarðinum, lógu sum
nevnt á bringuni á tí deyða
ella á kistulokinum. Hildið
varð, at krossarnir vóru
gjørdir í sambandi við
sjálva jarðarferðina. Hóast
aðrir krossar seinni vórðu
funnir í grevstrum í bónda-
gørðum frá norðbúgvatíðini
í Grønlandi, og ikki bert á
kirkjugørðum, var tulking-
in hjá Poul Nørlund av
krossunum yvirhøvur gald-
andi hjá øðrum fakfólki.
Við teimum grønlendsku
krossunum sum grundarlag
og øðrum krossum, t.d. frá
Bryggjuni í Bergen, eru tey
seinnu
árini
álvarslig
spurnartekin
sett
við
upprunaligu tulkingina hjá
Poul Nørlund av krossun-
um sum líkrossar. Nógv
vilja heldur tulka teir sum
sonevndar andaktskrossar.
Hesir krossar hava staðið
inni í húsunum at verja
húsfólkið og halda tí illa
burtur. Tað, at krossarnir
oftast eru spíðskaðir í
niðara enda, bendir á, tí teir
helst hava staði í einum
haldara ella staka. Í summ-
um førum, sum tað sæst á
kirkjugarðinum á Herjolvs-
nesi í Suðurgrønlandi, hava
krossarnir fylgt tí deyða í
grøvina og harvið endaðir
sum líkkrossar.
Men hví liggja so træ-
krossar á einum víkinga-
aldargarði í Leirvík, sum
eftir tíðarfestingini er frá
heidnari tíð?
Tað eru nógv dømir um
eina sterka írska ávirkan á
Føroyar í víkingaøld. Mál-
frøðingarnir Jakob Jakob-
sen og Christian Matras
vísa á eina røð av írskum
lániorðum í tí føroyska
málinum. Í hesum sam-
bandi er áhugavert at vísa á,
at heiti á teimum nógvu
summarbústøðunum
frá
víkingaøld, sum liggja burt-
ur frá bygdum kring um í
oyggjunum, ikki bera tað
fornnorrøna heiti sætr, men
harafturímóti tað fornírska
heiti fyri sæter - áirge -,
sum ein partur av staðar-
navninum, td. Ergisdalur og
Argisbrekka.
Í Íslandi eru funnar nógv-
ar gravir frá víkingaøld við
t.d.
ríðiútgerð,
bátum,
vápnum og stórum prýðum
til kvinnubúna, sum alt ser-
merkir
heidnar
gravir.
Slíkar gravir eru ikki funn-
ar í Føroyum. Tvey støð eru
kend sum gravstøð frá
víkingaøld, nevniliga við
Kirkjugarð heima á Sandi
og yviri í Trøð í Tjørnuvík.
Gravirnar á Sandi eru
tíðarfestar til 10. og/ella
byrjanina av 11. øld, meðan
gravirnar í Tjørnuvík eru
tíðarfestar til 10. øld.
Gravirnar á Sandi vendu
allar eystur-vestur og tann
jarðaði hevði fingið nakrar
persónligar lutir við. Hetta
eru bæði tekin um kristnar
gravir. Ein av gravlutunum
er ein vakurt lítið bronsu-
prýði av írskum uppruna. Í
Tjørnuvík, har gravirnar
høvdu fáar gravlutir, er tað
mest sermerkta ein bronsu-
nál av írsk-skandinaviskum
sniði - helst framleidd í
Dublin í víkingaøld. Tvær
nálir av sama slagi eru
eisini funnar á Toftanesi.
Um góðtakast kann, at
fólk á Toftanesi - og í
Føroyum sum heild - vóru
kristin fyri ár 1000, kann
tað vera ein frágreiðing um
at ongar vanliga heidnar
gravir eru funnar í Føroy-
um á sama hátt sum í
Skandinavia, Írlandi, Skot-
landi, Orknoyum, Hetlandi
og Íslandi. Men hvar eru
fólk í víkingaøld so jarðað?
Svarið kann liggja í teimum
sonevndu
bønhúsunum,
sum toftir eru av ymsa
staðni í landinum. Hesir
smáu kirkjubygningar hava
ligið mitt í kirkjugarðinum,
sum er sermerktur við at
hava ein sirkulskapaðan
garð allan vegin runt. Tann
best varðveitta toftin av
einum slíkum bønhúsi er í
Leirvík (Mynd 4), og onnur
góð dømi eru á Velbastað
og í Mikinesi. Staðarnøvn
eru prógv um, at nógv fleiri
av hesum slagnum av bygn-
ingum hava verið kring
oyggjarnar.
Enn
hevur
eingin
fornfrøðisligur
grevstur verið gjørdur í
nøkrum av bønhúsunum.
Eitt áhugavert fyribrigdi
við hesum bønhúsum er
tann klingrutskapaði garð-
urin kring bønhúsið. Hetta
skap er ikki kent frá
samtíðini í Skandinavia,
men kann metast at vera
eitt fyribrigdi, sum hevur
sínar røtur í tí elsta kristna
umhvørvinum í Írlandi. Tað
er kent allan vegin úr
Írlandi, um Suðuroyggjar
(Hebridurnar),
Hetland,
Føroyar, Ísland og til
norðbúgvabygdirnar
í
Grønlandi. Bønhúsini eru
søstatt enn ein ítøkilig
ábending
um,
at
tey
vestastu víkingaaldarligu
niðursetusamfeløgini
í
Norðuratlantshavi í stóran
mun hava havt sterkar
mentanarligar røtur í tí
írska kristna økinum.
Niðurstøðan av hesum
øllum er, at Føroyar av
fyrstan tíð vóru undir sterk-
ari írskari og harvið kristn-
ari ávirkan - ella fyri at siga
sum er: ein stórur partur av
teimum fólkunum, sum
búsettust her í víkingaøld,
vóru írsk-kristin. Tjóð-
frøðiliga sæð høvdu tey ein
blandaðan skandinavisk-
keltiskan uppruna. Tey
komu óivað frá norður-
lendingum,
sum
longu
tíðliga í 800-árunum høvdu
búsett seg í økinum kring
Írskahavið, serliga í Suð-
uroyggjum, har tey eftir
stuttari tíð gjørdust partur
av tí kristna, keltiska sam-
felagnum. Tí er tað ikki
løgi, tá ið íslendsku søg-
urnar sigur frá, at tey fyrstu
landnámsfólkini
høvdu
keltisk og kristin nøvn.
At Føroyar seinni - í
miðøld - kom undir norsku
kirkjuna og kong og harvið
inn í eitt reint skandinaviskt
mentanarumhvørvi er eing-
in loyna. Men tað er nógv,
sum bendir á, at í Føroyum
vóru kristin fólk heilt frá
byrjan, og at hesin kristin-
dómurin hevur sínar røtur í
Írlandi heldur enn í Skandi-
navia.
Krossarnir á Toftanesi og fyrsti kristindómurin í Føroyum
TÍÐINDASKRIV
Tá ið Føroya Fornminn-
issavn í 1982-1987 hevði
fornfrøðiligan grevstur í
víkingaaldartoftunum á
Toftanesi í Leirvík, komu
til sjóndar ein mongd av
gripum, harímillum heilt
nógvir lutir úr træi. Hvat
ið hesir lutir í síni tíð
vórðu brúktir til, var í
flestu førum greitt bein-
anvegin. Har vóru skálir,
skeiir, tunnustavir, spæli-
bretti o.s.fr. Hesir gripir
eru at síggja í framsýn-
ingini hjá Føroya Forn-
minnissavni í Brekkutúni
6 í Hoyvík. Tað var
somuleiðis møguligt at
tíðarfesta gripirnar, bæði
eftir útsjónd, skapi og
sniði, men eisini við C14
kanningum. Eftir hesum
varð landnámsgarðurin á
Toftanesi í Leirvík bygd-
ur seinast í 800- ella fyrst
av 900-árunum.
Ein granskingarjáttan
frá
SILA,
Danmarks
Nationalmuseums Center
for Grønlands-forskning,
hevur gjørt tað møgligt í
hesum árinum at gjøg-
numganga tað rúgvis-
mikla tilfarið og úrslitini
frá grevstrinum fyri at
gera tað klárt til endaliga
almenna framløgu. Okk-
urt nýtt er komið undan
kavi, men serliga er eitt,
sum kann hava stóran
týdning fyri kunnleikan
um elsta partin av okkara
søgu. Hetta eru tveir
krossar úr træi.
Annar er 38,5 cm lang-
ur og 19 cm breiður. Træ
og tvørtræ eru fest saman
við
einum
trænagla.
Hugsandi er at krossurin
hevur verið spískur í
niðara enda (Mynd 1).
Hin krossurin ella part-
ur av krossi er 35 cm
langur. Hann er brotin í
niðara enda, sum ætlandi
eisini hevur verið spísk-
aður.
Hetta
brotpetti
hevur ein ferhyrntan part
á miðjuni, og holað er
inn í báðar síður bæði
oman fyri og niðan fyri
miðjuna. Eisini her er eitt
hol mitt í, har trænagli
hevur staðið í (Mynd 2).
Brotpetti er tjúkri í ovara
enda oman fyri innskurð-
irnar. Her er tvørtræið tó
ikki funnið. Tað er neyv-
an nakar ivi um, at hetta
er tað, sum eftir er av
einum krossi eftir írskari
fyrimynd – ein sonevnd-
ur "keltiskur krossur".
Báðir
krossarnir
er
gjørdir
úr
lerkaviði,
møguliga rekaviði úr
Sibiria.
Teir báðir krossarnir
eru funnir í teimum nið-
astu
fláunum.
Hetta
merkir, at teir eru frá
elstu tíð, búseting hevur
verið á Toftanesi. Kross-
arnir kunnu sostatt førast
aftur til ta tíð, tá ið
garðurin av fyrstan tíð
varð bygdur onkuntíð
seint í 9. ella tíðliga í 10.
øld. Miðaltalið fyri tær
tríggjar C14 kanningar-
nar er 920 e.Kr.
Við
krossunum
á
Toftanesi er nú funnið
eitt ítøkiligt prógv um, at
í Føroyum var eitt kristi
samfelag framman und-
an, at Sigmundur Brest-
isson sambært Føroy-
ingasøgu boðaði kristin-
boðskapin á tingi um ár
1000. Og krossarnir á
Toftanesi eru ikki bara
áhugaverdir í føroyskum
samanhangi – teir eru
nevniliga so vítt kunnugt
elstu krossar úr træi ,
sum eru kendir í norðan-
londum frá víkingaøld.
Teir báðir krossarnir
verða eftir ætlan sýndir
fram í framsýningini í
Brekkutúni í vár.
Var eitt kristi samfelag
í Leirvík fyri ár 1000?
Steffen Stummann Hansen,
Landsantikvarur
Krossur úr træi á Toftanesi. Krossurin er varðveittur í 38,5 cm
longd.
Mynd: Føroya Fornminnissavn
Bønhústoftin í Leirvík.
Mynd: S. Stummann Hansen
Krossarnir úr Norðbúgvakirkjugarðinum á Herjolvsnesi í Suðurgrønlandi.
Mynd: P. Nørlund: Buried Norsemen at Herjolfsnes. Meddelelser om Grønland 67:3, 1924.
Brot av krossi úr træi á Toftanesi. Krossurin, sum er eftir
írskari fyrimynd, er varðveittur í 35,0 cm longd.
Mynd: Føroya Fornminnissavn
C
M
Y
K
21
20