Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 223 - 22. november 2003 Nr. 223 - 22. november 2003 23 Føroyska oljuvinnan var inngongdin hjá P/F Atlantic Petroleum til bretsku oljuvinnuna, sigur Wilhelm Petersen stjóri í P/F Atlantic Petroleum, sum í dag formliga yvirtók loyvispartarnar, føroyska oljufelagið keypti á bretskum havøki í juli mánaði. P/F Atlantic Petroleum hevur nú eitt bein hvørjumegin markið TÍÐINDASKRIV frá P/F Atlantic Petroleum og Atlantic Petroleum UK Ltd. Føroyska oljuvinnan var lopfjølin hjá P/F Atlantic Petroleum inn í bretsku oljuvinnuna, har felagið nú kann mennast fíggjarliga og førleikamennast sum liður í víðari fyrireikingun- um til komandi virksemi á føroyskum oljuøki. Føroyska oljufelagið hevur miðvíst brúkt før- oyska leitiloyvið at finna hóskandi vinnumøguleikar uttan fyri Føroyar. Leiti- loyvið í Føroyum hevur givið felagnum neyðuga trúvirði til at gerast partur av oljuvinnuni úti í heimi, og í dag hevur P/F Atlantic Petroleum formliga yvir- tikið loyvispartar á trimum feltum hjá bretska oljufe- lagnum, Premier Oil. Talan er um eitt felt, Chestnut, har royndarfram- leiðsla hevur verið, og um tvey feltir, Perth og Ettrick, sum verða útbygd í næstum og knýtt upp í fram- leiðslupallar. Dótturfelagið hjá P/F Atlantic Petroleum, sum nevnist Atlantic Petroleum UK Ltd., og Premier Oil undirskrivaðu keyps- og søluavtalu í juli í ár treytað av góðkenning frá bretska vinnumálaráð- num, DTI, og feløgunum, sum eru við í ymisku sam- tøkunum. Allar góðkenn- ingar eru nú fingnar til vega, og sostatt hevur før- oysk oljuvinna fingið fótin fastan á bretskum havøki. - Vit hava nú eitt bein hvørjumegin markið og kunnu útvega okkum royndir í Bretlandi, sum kunnu brúkast í Føroyum, tá meira ferð aftur kemur á føroysku oljuvinnuna. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at búnast í altjóða umhvørvi, so vit eru betur førir fyri at taka við av- bjóðingunum, sum koma á oljuøkinum bæði í Føroy- um og uttanlands, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í P/F Atlantic Petroleum. Kjartan Hoydal, ið er nevndarformaður í Atlantic Petroleum sigur, at við hesum tryggjar Atlantic Petroleum sær menningar- møguleikar og vinnuligt virksemi sum føroyskt oljufelag fram til at oljan fer at renna úr fundinum í Føroyum. Fimm milliónir føt Avtalan millum føroyska oljufelagið og Premier Oil ber í sær, at P/F Atlantic Petroleum eigur gott fimm milliónir føt av olju í bretskum umráði. Tað er gott tvær ferðir árligu olju- nýtsluna hjá øllum Føroy- um. Tá framleiðslan frá hesum feltum verður upp á sítt hægsta, fer hon at geva P/F Atlantic Petroleum góð 3.000 føt um dagin. P/F Atlantic Petroleum skal gjalda Premier Oil 4,2 milliónir pund nú - tað eru umleið 45 milliónir krónur - og tá ið Perth, Chestnut og Ettrick fara undir fram- leiðslu skulu upp í 3 milli- ónir pund rindast afturat - tað eru umleið 32 milliónir krónur. P/F Atlantic Petroleum eigur í samvinnu við Pre- mier Oil frammanundan part í einumtveimum leiti- loyvumi - P.1027 og P.1029, ið liggjaur á bretskum øki upp at føroyska markinum. Harumframt eigur P/F Atlantic Petroleum part í einum leitiloyvi á føroysk- um øki, har fundið, "Marj- un", varð kunngjørt í novembur 2001. Enska dótturfelagið, At- lantic Petroleum UK Ltd., ið varð stovnað á vári 2002, og sum hevur skrivstovu í London, skal reka øll loyvir á bretskum øki. Keypið av oljufeltunum, sum formliga er liðugt og yvirtikið í dag, er tað fyrsta í eini røð av ætlaðum keyp- um. Ætlanin við nýggju ognunum, sum keyptar eru frá Premier Oil, og kom- andi yvirtøkum er at skapa eitt sterkt føroyskt oljufe- lag, sum javnvigar ímillum leitiøki, øki undir útbygg- ing og framleiðandi øki. P/F Atlantic Petroleum er í løtuni í endaligum sam- ráðingum við feløg um keyp av framleiðandi olju- feltum. Fakta um feltini P/F Atlantic Petroleum eigur 3,75% av Perth, sum liggur í teigi 15/21, nær- hendis framleiðandi feltun- um, Scott og Telford. Perth- feltið varð funnið í 1992. Feltið verður ætlandi útbygt næstu árini og knýtt upp í ein framleiðandi pall har á leiðini. P/F Atlantic Petroleum eigur 15% av Chestnut í teigi 22/02. Chestnut liggur tætt við feltini Alba, Brita- nia og Andrew. Chestnut- feltið varð funnið í 1986. Í 2001 varð ein sokallað "Ex- tended Well Test" framd, har royndarframleitt varð frá feltinum í 4 mánaðir við sera góðum úrsliti. P/F Atlantic Petroleum eigur 8,27% av Ettrick- feltinum, og 11,03% av teigi 20/2 uttan fyri Ettrick- feltið. Ettrick varð funnið í 1981og hevur verið mett ov lítið til eina sjálvstøðuga útbygging. Men av tí at stóra fundið, Buzzard, verður útbygt nærhendis, verða flutningsmøguleikar av Ettrick-feltinum í 2006. Yvirtøkurnar í dag bera í sær, at P/F Atlantic Petrole- um nú er í seks samtøkum, sum telja tilsamans 11 ymisk altjóða oljufeløg. Fleiri upplýsingar um keypið fáast við at venda sær til: Wilhelm Petersen, stjóri P/F Atlantic Petroleum Gongin 10 FO-110 Tórshavn Føroyar Telefon +298 350100, Fax +298 350101 Heimasíða: www.petroleum.fo Teldu postur: petroleum@petroleum.fo Loyvisyvirlit hjá P/F Atlantic Petroleum Teigur Navn Ognarpartur % Feløg Fyristøðufelag 6005/20,25 & 6004/16 Marjun 0,100 (optión til 5,000) Amerada Hess, BG, Dong, Atlantic Petroleum Amerada Hess 204/21 P.1027 1,000 (optión til 2,500) Amerada Hess, BG, Dong, Atlantic Petroleum Amerada Hess 204/16 & 176/20 P.1029 1,000 (optión til 2,500 Amerada Hess, BG, Dong, Atlantic Petroleum, Premier Oil Amerada Hess 15/21 Perth 3,750 Encana, Petro-Canada, Kerr McGee Corporation, Atlantic Petroleum. Encana 22/02 Chestnut 15,000 Venture Production, Atlantic Petroleum, Bow Walley Venture Production 20/02 & 20/3 Ettrick 8,270/11,03% Encana, Bow Walley Energy Ltd, Roc Oil Company Ltd, Svenska Petroleum Expl AB, Atlantic Petroleum EnCana Føroysk oljuvinna tikið seg upp á bretskum havøki Avtalan verður undirskrivað Mynd: Álvur Haraldsen 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller PremierOil, eitt av teimum smærri bretsku oljufeløg- unum, verður møguliga eitt av oljufeløgunum vit fara at síggja í eini komandi før- oyskari útbjóðing. Felagið hevur gjørt gjørt avtalu við Atlantic Petrolum, sum yvirtekur loyvispartar í bretskum øki. Dr Mick Jackson er ein av stjórunum í PremierOil, sum er við í Føroyum. Hann sigur við Sosialin, at tað er ikki óvist um teir fara at vísa føroyska landgrunninum áhuga og um væl vil til vera partur av einum ella øðrum samtaki, sum fer at bjóða í 2. út- bjóðing. Hann leggur tó dent á, at felagið er so mikið lítið, at tað fer ikki at vera við í sjálvari nomina- tiónini, men heldur, um tað metir tað rætt, fara uppí eitt samtak, tá tíðin kemur til, at slík verða sett saman. Hann heldur, at tað eru tey stóru feløgini, sum eiga at vera við í sjálvandi nominatiónini. Stjórin í PremierOil: Vera møguliga við í leiting við Føroyar Vilhelm Petersen, stjóri, vísir Eyðuni Elttør, oljumálaráðharra, loyvisøkini, teir hava yvirtikið. Aftan fyri Kjartan Hoydal, nevndarformaður, og Poul Mohr, nevndarlimur Mynd: Álvur Haraldsen Frá stóru løtuni fríggjadagin, tá føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum setti spónin í bretska landgrunnin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 23 22