leygardagur 22. november 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 223 - 22. november 2003
Nr. 223 - 22. november 2003
25
Nú er føroyska
poppstjørnan í
Danmark farin at
skriva sínar egnu
sangir. Guðrun Sólja
Jacobsen ætlar, at
onkur av hesum
sangum skal við
næstu útgávuni hjá
henni, sum hon ætlar
at brúka neyðugu
tíðina til at gera
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Stjørnan yvir allar hinar í
eitt kvøld er í hesum á
døgum á konsertferð í Før-
oyum.
Hon hevur danan Jacob
Andersen við sær í fylgin-
um til Føroya, og tey syngja
í Trongisvági, Fuglafirði og
Klaksvík um vikuskiftið.
Og hóast hon nú hevur
fingið fótin inn um í
donsku tónleikavinnuni, so
er tað framvegis nakað ser-
ligt at koma til Føroya at
syngja.
- Eg føli tað, sum má eg
geva mítt allarbesta í Før-
oyum. Ja, tað skal í grund-
ini nakað eyka til, tí eg eri
ikki líkaglað við, hvat før-
oyingar halda um meg,
sigur Guðrun.
- Uttanlands er tað á ein
hátt lættari, tí har kann eg
bara lata sum einki, um
fólk ikki dámar tónleikin
hjá mær. Í Føroyum vil eg
bara vísa tað besta, sigur
hon.
Stór søla
Síðani Guðrun vann sang-
kappingina Stjørna í eitt
kvøld, hevur hon havt úr at
gera. Hon skuldi í upptøku-
tólini at gera fløgu, sum
kom út í summar, og um-
framt tað hevur verið nógv
úti og sungið fyri fólk til
alskyns tiltøk.
Fløgan hjá Guðrun hevur
selt væl, og hon hevur ligið
ovarliga á sølulistanum í
Danmark.
- Vit nærkast platin nú,
og eg havi ein lítlan dreym
um, at tað liggur ein platin-
pláta undir jólatrænum, sig-
ur hon.
Danska tónleikavinnan
letur gull og platinplátur til
tey, sum selja væl. At Guðr-
un nærkast platin merkir, at
hon hevur selt næstan
40.000 eintøk av fløguni
hjá sær.
- Eg eri sera væl nøgd við
søluna, og tað er plátufelag-
ið eisini, so eg fari helst at
geva eina fløgu afturat út
hjá Universal, men tað er
ikki avgjørt, nær tað verður,
sigur Guðrun.
Skrivar sjálv
Guðrun er nú farin at skriva
tónleik sjálv.
- Eg havi ikki skrivað
nakran tónleik áður, men
nú siti eg uppi um náttina
og skrivi sangir. Eg vóni, at
eg kann brúka onkran av
hesum á næstu fløguni hjá
mær, sigur hon.
Hon ætlar at brúka neyð-
ugu tíðina til at gera næstu
fløguna, tí hon helt, at upp-
tøkuarbeiðið til fyrstu fløg-
una gekk í so skjótt. Men
soleiðis vóru treytirnar,
fløgan skuldi út sum skjót-
ast.
Um vikuskiftið verður
Guðrun so at hoyra á før-
oyskum palli saman við
Jacob Andersen, sum var
nummar tvey í kappingini
við Guðrun.
Guðrun skrivar sangir sjálv
Guðrun er væl nøgd við søluna av fløguni hjá sær í Danmark. Um vikuskiftið fer hon at syngja í Føroyum saman við Jacob Andersen
Mynd: Jens Kr. Vang
Hibernian er áhugað í Jann Inga
Jann Ingi Petersen
hevur júst royndar-
vant við skotska
Premier League
felagnum, Hibernian.
Skotska felagið er
framvegis áhugað í
føroyska miðvallar-
anum, og hann skal
møguliga royndar-
venja við felagnum
aftur
ROYNDARVENJING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Heimasíðan hjá Fremad
Amager veit at siga, at
føroyski landsliðsleikarin,
Jann Ingi Petersen, hevur
júst verið og royndarvant
við skotska felagnum Hib-
ernian. Eftir kappingarárið
í Føroyum var av, byrjaði
Jann Ingi Petersen alt fyri
eitt í Fremad Amager.
Fyrrverandi B68-leikarin
hevur higartil leikt fýra
dystir við Fremad Amager.
Danska 1.deild er farin í
vetrarfríð, og tí lá væl fyri
hjá Jann Inga at royna seg í
Hibernian. Hann hevur
bæði vant við fyrsta liðs
hópinum og U-21 liðnum
hjá við skotska Premier
League felagnum, og sam-
bært heimasíðuni hjá Frem-
ad Amager hevur tað gingið
væl.
Hibernian er framvegis
áhugað í Jann Inga, og
góður møguleiki er fyri, at
hann aftur skal royndar-
venja við felagnum.
Jann Ingi Petersen hevur
sáttmála við Fremad Amag-
er til 31.12.06
Skotska felagið, Hibernian, er
áhugað í unga toftamannin-
um Jann Inga Petersen
C
M
Y
K
25
24
Oljumálaráðið fer á oljuráðstevnuni at greiða frá
aðru loyvisrundu. Hóast freistin at lata inn
nominatión av teimum økjum, sum oljufeløgini
ynskja við í eitt komandi loyvisumfar ikki er úti
fyrr enn 15. desember, hevur Oljumálaráðið
væntandi eina hóming av, hvussu áhugin fyri
aðru loyvisrundu er millum oljufeløg. Og
sum vanligt er, fara oljufeløgini og vinnan
at gera status.
Hugt verður meira alment at okkara øki, hvussu
virksemið broytist. Avbjóðingin bæði at síggja og
bora gjøgnum basalt verður eisini viðgjørd á
oljuráðstevnuni. Allar framløgurnar verða á
enskum.
Tú kanst melda til á www.industry.fo, við teldu-
posti til industry@industry.fo ella við at ringja til
Vinnuhúsið tlf. 31 18 64. Síðsta freist at tekna
seg er fríggjadagin 28. november.
Luttøkugjaldið er 1.000 krónur, men ert tú
limur í Oljuvinnufelagnum er gjaldið 750
krónur. Íroknað luttøkugjaldið er kaffi, morgun-
matur og leskidrykkir. Verður meldað til
oljuráðstevnuna seinni enn 28. november,
hækkar luttøkugjaldið við 500 krónum.
Oljuráðstevna
2. des. í Norðurlandahúsinum
Oljuvinnufelagið, c/o Vinnuhúsið,
Boks 1038, R.C. Effersøesgøta 30, FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 18 64 · Fax 31 72 78
industry@industry.fo · www.industry.fo
8.30–9.00 Registration and coffee
OPENING ADDRESS
9.00–9.15 Opening address
EYÐUN ELTTØR,
Minister of Petroleum
SECOND LICENSING ROUND
9.15–9.30 Second licensing round
HERÁLVUR JOENSEN,
Permanent Secretary of the Ministry of Petroleum
THE ATLANTIC MARGIN IN CONTEXT OF
NORTH WEST EUROPE DEVELOPMENT
9.30–9.55 The future of the north Sea and BP’s role in it
CRAIG MCKENZIE,
North Sea Projects PUL, BP
9.55–10.20 Atlantic Petroleum,
a new player in North West Europe
WILHELM PETERSEN,
General Manager, Atlantic Petroleum
10.20–11.00 Coffee
11.00–11.45 Atlantic Frontier … a 10-year perspective
JEREMY CRESSWELL,
Editor, The Press and Journal Energy Monthly
11.45–13.00 Lunch
During lunch the prize will be handed to the winner of
the Petroleum Exploration Business Game Xplore
THE CHALLENGE OF THE BASALT
13.00–13.15 Future exploration issues of the Faroe Islands
SIGURÐ Í JÁKUPSSTOVU,
Director, Faroese Geological Survey
13.15–13.40 The basalt challenge
– seeing through it, drilling through it
GARETH ALLINSON,
Exploration Manager Western Europe, Statoil
13.40–14.00 Coffee
STATUS
14.00–14.45 Still early days
MAGNI ARGE,
Faroe Oil Industries’ Association
Status of exploration of the Faroese Area
BEN ARABO,
Faroe Oil Industry Group
14.45–15.00 Magni Arge,
Chairman of FOIA, concludes the day
Refreshment
R E P R O Z
Oljuráðstevna
2. des. í Norðurlandahúsinum
Jólasølan hjá
Verkstaðnum Vón
Árliga jólasølan verður á Verkstaðnum mikudagin
26. november frá kl. 14.00-20.00 og hósdagin 27.
november frá kl. 14.00-19.00.
Møguleiki verður at keypa sær drekkamunn við
onkrum heimabakaðum afturvið.
Øll eru vælkomin.
Verkstaðið Vón
Hóvabrekka 1 · Argir