leygardagur 22. november 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 223 - 22. november 2003
Lortungar – hvørgan
meir ella minni.
Soleiðis hava fól, sum
starvast á stovnum og
skúlum, mangan hug
at rópa børn, sum
órógva, arga, berjast,
trætast og muta
ímóti. Men hví leika
tey soleiðis í?
RÁÐSTEVNA
Rigmor Dam
Vit settu formanninum fyri
Børns Vilkår, dananum
John Aasted Halse, stevnu á
Hotel Hafnia, at práta um
umstøðurnar hjá børnum í
dag, og hví so nógv teirra
vera skýrd ófriðarlig.
Hann hevur eitt nú staðið
fyri umfatandi kanning av
ófriðarligum børnum á
dagstovnum, og var ein av
fleiri røðarum á stóru ráð-
stevnuni á Læraraskúlanum
seinasta vikuskifti, har
heitið var "Ófriðarlig børn
og órógvandi foreldur".
Foreldrini taka ikki
ábyrgd
Í kanningini av ófriðarlig-
um børnum á dagstovnum
verður millum annað sagt,
at 13 prosent av børnum á
dagstovnum eru ófriðarlig,
og at hetta eisini kann
sigast um 30 prosent av
øllum skúlabørnum. Ikki
sørt skelkandi tøl, tá vit
hava í huga at hvørt barn í
miðal er á stovni og í skúla
í 25.000 tímar. Og hóast
hesi tøl eru galdandi fyri
Danmark, man lítil ivi vera
um, at støðan í Føroyum er,
um ikki so ógvuslig, so
nærum. Men hví eru børn-
ini so ófriðarlig, spyrja vit
John Aasted Halse.
Og hann leggur fyri við
at vísa til tvær høvuðsor-
søkir. Í fyrsta lagi eiga
foreldrini í nógv størri mun
at taka ábyrgd fyri, at tey
hava fingið sær børn, og
skulu tí raðfesta børnini
framum arbeiði; og í øðrum
lagi, at foreldrini, tá tey
velja at lata børnini upp í
hendurnar á fakfólki, skulu
taka størri lut í stovnslívin-
um hjá børnunum.
- Í dag vaksa børn upp
bæði heima og á stovni,
men foreldur og starvsfólk
hava ymiskar leiklutir í
mun til børnini. Hvørgin
parturin kann vera hin fyri
uttan, og tí hevur tað stóran
týdning, at foreldrini loyva
fakfólkunum inn á lívið hjá
familjuni, so tey í bestan
mun kunnu lofta barninum
í ymiskum støðum, sigur
hann, og langar samtundis
út eftir teimum foreldrum,
sum ikki hava gjørt sær
greitt, hvat tað innber at fáa
sær børn,
- Summi foreldur høvdu
verið betur egnað sum
ommur og abbar. Tey tíma
bara børnini, tá tey eru fitt,
góð og stuttlig, og hava
bestan hugin at lata tey upp
í hendurnar á øðrum, ella
keypa teimum okkurt, tá
ósemjur og tvístøður taka
seg upp. Tey tráa eftir
harmoni, men gera í veru-
leikanum børnunum eina
bjarnatænastu, tí børnini
taka ræðið av foreldrunum,
og vera sum vargar, tá tey
eru millum onnur fólk. Tey
læra ikki at umgangast
onnur fólk, tí tey eru von at
fáa sín vilja, sigur John
Aasted Halse, sum tvørtur-
ímóti heldur, at vit skulu
læra børnini at taka á seg
ábyrgd og avbjóðingar, og
at vit skulu seta krøv til
teirra, eitt nú við ikki at
gera slíkt fyri tey, sum tey
sjálvi megna.
- Tí hvørja ferð tú gjørt
okkurt fyri barnið, sum tað
sjálvt megnar, tekur tú
menning frá tí, sigur hann,
og vísir á dømið við lítlu
gentuni, sum ikki sleppur at
oysa sær mjólk uppí glasið,
fyrr enn hon hevur lært
tað...
Menniskjaliga
vælferðin fremst
John Aasted Halse sigur, at
hann sjálvandi bert kann
úttala seg um foreldur sum
heild í Danmark, men hann
hevur samstundis varhugan
av, at vit í Føroyum eru væl
á veg inn í globaliseraða
heimssamfelagið, tí livium-
støðurnar í eitt nú Keyp-
mannahavn og Havn eru
ikki so ymiskar longur.
Fólk arbeiða nógv, og stór
krøv verða sett til materi-
ella støðið.
- Sum heild liva fólk í
framkomna heiminum eins.
Mørkini millum londini
gerast alt minni sjónlig, og
hugburður og krøv til til-
veruna eru upp til hin
einstaka.
Fjølmiðla-
streymurin og tøkniliga
menningin
skapa
eina
harmonisering av siðum og
dialektum, og skjótleiki og
realisering av hinum ein-
staka eru í hásæti. Fólk
ynskja sjálvi at mynda til-
veruna, at vera sjálvstøðug
og hava ein virknan leiklut í
lívinum. Bæði persónliga
og politiskt er hetta rákið,
og ger hetta eisini foreldra-
leiklutin truplari, tá fólk
skulu skapa foreldraleik-
lutin, samstundis sum tey
skulu realisera seg sjálvi,
og børnini kennast sum haft
um beinini, sigur John
Aasted Halse.
Tí ávarar hann okkum
eisini ímóti at gera somu
mistøk sum danir, har
menniskjaliga
vælferðin
víkir fyri vælstandinum, og
har børnini gerast taparar.
Og hann vísir til uppgávuna
hjá politikarum og for-
eldrum, at laga samfelagið
soleiðis, at tørvurin hjá
børnum verður raðfestur
sera høgt.
Krevjið tað besta til
børnini
Í einum barnagóðum sam-
felag er pláss fyri børnun-
um, og foreldur og politik-
arar hava gjørt sær greitt,
hvat ein góður barndómur
er, sigur John Aasted Halse,
sum eisini er fullgreiður
yvir, at vit neyvan aftur fara
at liva sum fyrr, tá mamm-
an var heima og pápin var á
floti. Tí eiga foreldrini at
krevja tað allarbesta til
børnini. Í hesum sambandi
nevnir hann børn, sum eru
einsamøll aftaná skúlatíð, tí
eingir frítíðarstovnar eru.
- Børnini verða í ov stór-
an mun sett framman fyri
eina teldu ella eitt sjónvarp,
har tey stórt sæð einki læra,
og meðan limirnir í kropp-
inum vikna, steðgar menn-
ingin av sosialu førleik-
unum. Fjølmiðlarnir eru
spennandi hjá børnum, og
tey duga ikki sjálvi at siga
frá. Men hetta var ongantíð
ætlanin við barndóminum,
og tað vita foreldrini væl.
Børnini hava tørv á at
spæla og mennast saman
við øðrum børnum, sigur
John Aasted Halse, sum
heldur, at foreldur og
politikarar fremja umsorg-
anarsvik ímóti børnunum,
tá tey ikki bjóða teimum
betri
umstøður
aftaná
skúlatíð.
- Tað er upp til foreldrini
at krevja mennandi og
avbjóðandi frítíðarstovnar,
sum ikki eru partar av
skúlunum, og har dugnalig
starvsfólk eru um børnini.
Børnini skulu sleppa at
boltra sær í einum um-
hvørvi, sum í størstan mun
líkist fría spælinum millum
húsini, so tey sleppa av við
krútið, sum í løtuni verður
skotið av í skúlunum, sigu
John Aasted Halse, sum
eisini vísir á, at hetta sostatt
eisini er ein politisk av-
bjóðing, at myndugleikar-
nar taka avleiðingarnar av tí
samfelagsskipan, vit hava í
dag, og geva pláss fyri
børnunum.
John Aasted Halse, formaður fyri Børns Vilkår:
Børnini fram um arbeiðið
Ófriðarlig børn í barnagarðinum
Í kanningini "Er der urolige børn i børnehaverne?
…hvad mener de pædagogiske medarbejdere?" sum
Børns Vilkår og John Åsted Halse hava staðið fyri,
verður sagt, at
• Uml 75 prosent av barnagarðsbørnunum eru væl
fyri
• Uml 13 prosent av børnunum eru ofta ella altíð
ófriðarlig
• Dreingir er tríggjar ferðir oftari ófriðarligir enn
gentur
• Smáir barnagarðar hava færri ófriðarlig børn enn
miðalstóru barnagarðarnir
• Stórir barnagarðar hava færri ófriðarlig børn enn
miðalstóru barnagarðarnir
• Støddin á trupulleikunum er lítið tengd at hvar í
landinum, barnagarðurin liggur
• Uml 7 prosent av børnunum hava so stórar
trupulleikar at tørvur er á serkønari hjálp, so sum
sosialpedagogiskum stuðli, ella supervisión til
starvsfólkini
John Aasted Halse, formaður fyri Børns Vilkår
Mynd: Jens Kristian Vang
Frá ráðstevnuni í Læraraskúlahøllini
Mynd: Jens Kristian Vang
Nr. 223 • leygardagur • 22. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Yvir um jørðina at lesa
27 ára gamli havnarmaðurin, Andreas Andreasen, sigur seg ikki vera
nakran ævintýrari, men fyri framman liggja trý ár í Wellington,
Ný Sælandi har hann fer undir lesnað á Victoria University.
Lesið síðu 4
ÚTBÚGVING
Rúnar Reistrup, Reykjavík
Gittarin og Rúni Eysturlíð hoyra
óloysiliga saman. Seinastu nógvu
árini hava teir fylgst, fyrst í før-
oyska tónleikaumhvørvinum,
síðan á Den Rytmiske Højskole
og tveimum øðrum tónleikahá-
skúlum í Danmark, og nú á Tón-
listarskóla FÍH í Íslandi.
Einaferð ætlaði Rúni at hanga
gittaran á veggin til frítíðarpynt
og fara í læru, men í seinastu
løtu fekk hann kaldar føtur og
fór at læra til tónleikara ístaðin.
- Tá eg skuldi undirskriva
lærusáttmálan gekk tað upp fyri
mær, at tað ikki fór at bera til
soleiðis meira ella minni at
droppa tónleikin tey næstu fýra
árini fyri at konsentrera meg um
nakað annað.
Hví fórt tú so til Íslands?
- Ja, hví gjørdi eg nú tað? Eg
royndi fyrst at sleppa inn á
konservatoriið í Esbjerg. Tað er
eftirhondini við at vera langt
síðani, og eg havi nokk ikki
verið á nóg høgum støði. Eg var
nær við at sleppa inn, men tað
gekk so ikki. Tá eg ikki slapp inn
í Esbjerg, søkti eg til Íslands og
tá gekk betur. Ísland er hóast alt
tað minni, og tí er tað er lættari
at sleppa inn á konservatoriið her
í mun til í Danmark.
Lítið kendur skúli
Í løtuni er Rúni Eysturlíð tann
einasti føroyingurin á skúlanum.
Men tað hava verið nógvir før-
oyskir tónleikarar í Íslandi í
útbúgvingarørindum undan
honum, bæði á klassiska og
rytmiska konservatoriinum.
James Olsen, Rógvi á Rógvu og
Magnus Johannesen fyri nú at
nevna tríggjar navnframar frá tí
rútmiska, har Rúni slítur sínar
gittarstreingir.
- Eg trúgvi, at ein av orsøk-
unum til at tað eru so fáir
føroyingar her, er at føroyingar
ikki vita av skúlanum. Eg
minnist ikki, hvussu eg fann
útav, at skúlin var til, men so vítt
eg minnist fekk eg einki at vita
um hann, tá eg í míni tíð spurdi
lestrarvegleiðaran í studentaskúl-
anum um møguleikan fyri at
útbúgva meg innan tónleik. Før-
oyskir tónleikarar hugsa altíð
fyrst um Danmark, tá teir ætla
sær víðari við tónleikinum, helst
tí teir ofta ikki kenna til aðrar
møguleikar. Annaðhvørt fara teir
á Den Rytmiske Højskole, ella
søkja teir inn á eitt av konserva-
toriunum í Danmark. Millum teir
føroysku tónleikararnar, sum
hava spurt meg um skúlan í
Íslandi, er nógvir sum als ikki
hava hoyrt um hann áður.
Eitt minni lop
Hvat hevur íslendski Tónlistar-
skólin, sum onnur konservatoriir
ikki hava?
- Eg haldi, at tað upp á nógvar
Tónleikaleiðin gekk vestureftir
Rúni Eysturlíð valdi at fara vestur til Íslands at útbúgva seg innan tónleik. Á
Tónlistarskóla Íslands, sum hevur verið við til at fostra mangan, frægan
føroyskan tónleikara, er gáttin lægri og formurin fríari enn á
konservatorinunum í Danmark, ið eru vanligastu málini hjá vónríkum
føroyskum tónleikarum. Men úrslitið kann gerast minst líka gott í Íslandi
- Man kann læra minst líka nógv her sum aðrastaðni. Lærararnir á skúlanum eru framúr góðir, og hevur man góðar lærarar og ger nógv við tað, so kemur man langt
óansæð, hvørjum landi man er í, sigur Rúni Eysturlíð, sum hevur valt sær Tónlistarskóla Íslands sum útbúgvingarmið.
Mynd: Rúnar
Framhald á síðu 6
C
M
Y
K
27
26