Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sá í Degi og Viku, at tey sam- kyntu høvdu stovnað felag. Ælabogin var navnið á hesum felag og fyribils vóru tólv limir. Eg og konan frøddust um hesa gongd, at tey samkyntu savnað- ust í felag fyri at vinna sær rættindi og virðing. Hetta er eitt týdningarmikið stig, og fyri føroyingar er hetta eitt neyðugt stig. Føroyar eru eitt land, sum ikki virðir tey samkyntu sum borgarar; teirra rættindi verða skerd á fleiri økjum. Eitt nú er serlóg fyri hinkynt, har tilskilað verður, at maður og kona kunnu ganga saman hjúnarlag. Hesin rættur, at liva skrásett saman við sínum maka, er ikki ein møguleiki fyri samkynt. Fyri stuttum savnaðu fólk inn undirskriftir ímóti, at samkynt sluppu at ganga saman í skrá- sett parlag. Ímyndi tykkum, at samkynt savnaðu undirskriftir ímóti hjúnabandi millum konu og mann. Er tað nakar av tykk- um sum heldur, at handlar høvdu latið tann listan ligið frammi? Vit hava seinastu árini hoyrt politikarar og sjálvt læknar, sum hava samanlíknað samkynt við pedofil. Hvat er hetta fyri nakað? Samkynt eru vaksin fólk, sum elska fólk av sama kyni sum tey sjálvi, pedofil eru sjúk fólk, sum misbrúka óskyldug børn. Her er talan um ólógligan atburð, og ein og hvør, sum samanber hesar bólkar átti at verið koyrdur í geglið. Tað grefligasta dømið var, tá ein samgonga slitnaði, tí at ein flokkur ikki vildi góðtaka, at tað var ólógligt at forfylgja og happa samkynt. Ælabogin er eitt framstig; arbeiðararnir høvdu eingi rættindi, áðrenn teir savnaðu seg í verkamannafeløg. Saman stendur ein sterkari, og klárar Ælabogin at savna tey sam- kyntu, so verða tey nóg sterk til at vinna sær verulig manna- rættindi. Eftir Dag og Viku sat eg við einari undarligari kenslu, tólv limir er ikki nógvir. Í Føroyum eru næstan 50.000 íbúgvar, taka vit útisetar við, man talan verða um minst 60.000 føroyingar. Rokna vit við, at Føroyar eru eitt vanligt land, so er minst tíggjundi hvør íbúgvi sam- kyntur, altso minst 5.000 sam- kyntir føroyingar, og fyribils vóru tólv limir í Ælaboganum. Eg vænti ikki, at øll fara at gerast limir, men tólv er eitt lágt tal. Eg fór at hugsa, hvussu nógv samkynt kenni eg? Jú, eg kenni tvey, og veit um eini trý-fýra onnur. Hetta er eitt lágt tal, tá hugsað verður um, at eg kenni fleiri hundrað fólk og veit um nøkur túsund - altso kenni eg ivaleyst minst 20 fólk, sum liva í lygn um sín kynsliga sam- leika. Hetta er ræðandi, og vísir, hvussu týdningarmikil Æla- bogin er. Hetta er møguleikin hjá eini 5.000 føroyingum at fáa eitt virðiligt og nøktandi lív. Eg vóni, at møguligt verður hjá okkum hinkyntu at gerast stuðulslimir, soleiðis at vit eisini kunnu stuðla stríðnum hjá teimum samkyntu. Sosialurin Nr. 223 - 22. november 2003 3 2 Sosialurin Nr. 223 - 22. november 2003 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Ælabogin Niels Uni Dam skrivar: SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Føroyingar kenna Duritu Holm í sambandi við siglingarferðina kring knøttin, sum hon eisini skrivað eina bók um. Nú er onnur bókin á veg, og er tað hesuferð eitt heilt annað evnið, hon skrivar um. - Eftir, at vit vóru komin heim frá ferðini kring knøttin, fluttu vit til Oslo, har eg las fólkalívs- frøði í tvey ár. Men vit høvdu allatíðina hendan dreymin um at flyta til eitt suðurevropeiskt land, helst Spania, greiðir Durita frá. Lunnarnir undir bókini eru lagdir í eini lítlari fjallabygd í Granada í Spania. - Tað var serliga Granada, sum lokkaði, tí vit hildu, at tað mátti vera tað fullkomna staðið. Langt summar og stuttur vetur. Tey yvir 3000 metrar høgu Sierra Nevada fjøllini beint uttanfyri hurðina. Ikki so langt til havið, og ikki so langt til at standa á skí, sigur Durita vera orsøkina til, at valið fall á Granada. Summarið 2001 vóru hon, Erik og knapt seks ára gamla dóttirin Freyja, í Andalusia í tríggjar vikur fyri at leita eftir einum húsum. - Tá gjørdist eg varug við, hvussu fantastiskt hetta økið er uppá heilt nógvar mátar. Men tey trý fluttu ikki niður til Spania fyrr enn í august 2002. Og seinasta árið hevur Durita so skrivað bókina, uttan at lesa eisini. Nú er lesturin tikin upp- aftur. Hesuferð eisini við Oslo Universitet, men sjálvandi sum fjarlestur, og sigur Durita tað rigga væl. Afturat fólkalívs- frøðini tekur hon nú eina eittára síðugrein, Miðeystur- og Norður- afrikanskur kunnleiki. Bókin Sambandið millum Duritu og Borgens Forlag, sum eisini gav siglingarbókina út, hevur alla tíðina verið gott. Eisini hevur verið purrað eitt sindur uppundir eina nýggja bók. - Men eg segði alla tíðina, at eg kundi ikki skriva eina bók, tá eg onki hevði at skriva um. Men tá vit so høvdu verið í Andalusia, skrivaði eg eitt uppskot til eina bók við støði í Andalusia til teirra. Teimum dámdi uppskotið, men vildu hava meg at skriva 50 síður áðrenn eg fekk ein sátt- mála, greiðir Durita frá. Tíðina, sum hon nýtti til at skriva tær 50 síðurnar, lýsir hon sum eina spennandi tíð. Nógv fyrireikingararbeiði skuldi gerast, og nógv skuldi gravast í søgubókunum. - Søgan hjá Spania líkist ikki søguni hjá nøkrum øðrum evropeiskum landi. Hetta kemst av, at í 711 gjørdu arabiskir og berbiskir muslimar innrás í Spania, og løgdu næstan alla hálvoynna undir tað islamska heimsveldið við høvuðssæti í Damaskus. Tað var ikki fyrr enn í 1492, at tað seinasta maurara- kongaríkið, Granada, fall. Karmurin um sjálva bókina er lívið hjá Duritu, Erik og Freyju í Monachil, sum er ein lítil fjallabygd. Fólkini, ið har búgva, mentanarmunir, smásøgur og samanberingar við føroyskt bygdarlív, umframt, at inn í alt hetta eru flættaðar ein rúgva av hugleiðingum um mangt og hvat. Alt frá lívsfilosofi, søgu og samfelagshugleiðingum. Bókin er upprunaliga skrivað á donskum, tí danska forlagið Borgen søgdu seg tíðliga verða áhugaðir í eini slíkari bók. Danska útgávan kom út í oktober í ár, og beint sum Durita varð liðug við donsku útgávuna, fór hon undir at týða bókina til føroyskt. - Málið hjá mær hevur verið at skriva eina bók, sum bæði er stuttlig og lærurík. Høvuðsevnið í bókini er møtið millum ymiskar mentanir og hvørjar positivar og negativar avleiðingar tað kann hava, og hví tað er so, greiðir Durita frá. - Hetta er eitt evni, sum eg meti hava alt størri týdning í sambandi við, at heimurin gerst alt meira globaliseraður og torskildur. Vit kunnu ikki longur lata sum um umheimurin ikki er til. Lívið í Spania Nú hava Durita, Erik og Freyja búð í Spania í eitt gott ár. Og tað verður latið væl at liviumstøðun- um har niðri. - Eg kann ikki siga annað enn, at tað er næstan ov gott til at vera satt. Í bygdini Monachil búgva umleið 1000 fólk. Vit hildu, at tað fór kanska at vera ringt at fáa vinfólk her, men so var ikki, sigur Durita. Nógv ung fólk búgva í Monachil, og familjan hevur fingið gott samband við fleiri, sum ofta savnast. Tá verður antin bara savnast heima hjá onkrum at eta ella møguliga til ein lang- an túr í fjøllunum við børnunum. - Matur hevur ALT at siga her. Tað er eitt stórt samrøðuevni, og sjálvt tað at eta góðan mat saman, er nakað, sum verður virðismett høgt her. Veðrinum verður eisini latið væl at. Klárur bláur himmal, sum borgar fyri útilívi. - Vit súkkla og ganga nógv í fjøllunum. Onkutíð fara vit í fleiri dagar á teir yvir 3000 metra høgu topparnar at ganga - tað brýnur lunguni! Forelskað í Granada Monachil liggur bara 45 minuttir frá Miðjarahavinum. Um summarið verður farið oman á strondina at svimja. Eisini eru bara 40 minuttir til eitt stórt skíðanlegg, og um veturin verður farið har at standa á skíð. - Bygdin er hugnalig og frálík til børn og vaksin. Men tá eg havi fingið nóg mikið av grannunum og bara vil vera anonym, so tekur tað bara 20 minuttir at súkkla til Granada. Granada er ein stórur universitetsbýur við eini eina- standandi mentanarsøgu. - Sagt verður, at blindir biddarar í Granada altíð hava havt tað sera gott, tí fólk halda, at tað ringasta, ið kann henda einum menniskja, er at verða blindur í Granada. Og rætt hava tey. Tað er ein ævintýrligur býur við eini blanding av arabiskum og kristnum arkitekturi og við teimum tignarligu Sierra Nevada fjøllunum í bakgrundini. Eg eri forelskað í Granada. Matur og matgerð Durita sigur, at tað at læra spansk hevur gingist væl. Nú verður mállæran fínpussað. - Men tann, sum dugir best spanskt av okkum trimum er sjálvandi Freyja. Hon prátar fullkomiliga flótandi spanskt, og skiftir millum spanskt, føroyskt og norskt uttan nakrar trupul- leikar. - Freyja gongur í tí lokala skúlanum. Tær eru bara fimm gentur í flokkinum, og aftaná skúlatíð eru nógv børn at spæla við. So hon er fallin betur til, enn vit kundu droymt um. Fólkini hava tikið væl ímóti føroysk/norsku familjuni. Men tað siðbundna spanska lívið er tað torført at koma heilt inn á. - Tað er eitt sindur torført at fáa eitt ordiliga gott samband við kvinnurnar millum 25 og 50 ár, sum eru føddar og uppvaksnar í bygdini. Tær eru fólkaligar, men vit koma ikki ordiliga inn á tær. Tær liva eitt heilt annað lív. Ógvuliga siðbundið. Tær gera mat, passa børn og eru sera upptiknar av at hava eini ógvuliga rein hús, greiðir rithøvundurin frá, sum tó peikar á, at tað búgva nógv onnur ung fólk í Monachil, sum eru frá øðrum partum av Spania, og at tað eru tey, sum familjan hevur mest samband við. - Hinvegin eru tey í eldra ættarliðnum ótrúliga vinarlig. Her eru til dømis tvær gamlar konur, sum av sær sjálvum hava átikið sær ta uppgávu at læra meg at gera siðbundnan anda- lusiskan mat. Og tað er bara heilt stuttligt. Hvussu leingi steðgað verður í Spania, veit Durita tó ikki enn. - Kanska altíð, kanska bara nøkur ár. Eingin veit, hvat fram- tíðin hevur at bjóða. Men sum er nú, so hava vit tað gott her. Og um nøkur nýggj bók verður skrivað um okkurt heilt annað evnið er eisini ein ósvaraður spurningur. - Beint nú er ongin bók á skránni, men onkur hugskot liggja og sveima, sigur Durita Holm at enda. Málið er ein stuttlig og lærurík bók Durita Holm gevur nú sína næstu bók út. Hendan eitur Á smølum andalusiskum gøtum. Karmurin um bókina er lívið í eini lítlari fjallabygd, umleið 10 kilometrar uttan fyri Granada. - Vit hava altíð havt hendan dreymin um at flyta til eitt suðurevropeiskt land, helst Spania, sigur Durita, sum er í Føroyum í sambandi við, at bókin verður givin út Durita Holm gevur nú út bókina Á smølum andalusiskum gøtum. Lunnarnir undir bókini eru lagdir í eini lítlari fjallabygd, Monachil, 10 kilometrar uttanfyri stórbýin Granada í Andalusia í Spania Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 29 28