leygardagur 22. november 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 223 - 22. november 2003
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Wellington, Ný Sæland: Vanligt
er, at føroyingar leggja sær
leiðina uttanlands at lesa. Flestu
fara til Danmarkar ella Noreg.
Onnur fara til Onglands, men tey
munnu ikki vera mong, sum
velja at fara so langa leið, sum
Andreas Andreasen. Hann kom
til Wellington fyrst í november
mánaði at nema sær útbúgving
við universitetið í Wellington.
Hann fer at lesa kunningartøkni.
Ein útbúgving, sum í fyrstu
atløgu kemur at taka trý ár. Um
hann velur at fara víðari, so
verða tað tvey ár afturat. Men
tað veit havnarmaðurin ikki enn,
um hann fer at gera.
– Fyrsta inntrykkið av býnum
og fólkinum er sera positivt.
Fólk eru opin og vinarlig, og
gestablídnið er stórt, sigur
Andreas, sum júst er komin til
kaffistovuna, har vit hava sett
honum stevnu henda vakra
várdagin.
Ikki Danmark
Andreas greiðir frá, at hann
hevur arbeitt innan kunningar-
tøkni seinastu tvey árini hjá
FaroDane. Hann hevur students-
prógv og hægri handilsskúla.
Fyri einum hálvum ári síðani
helt hann, at um hann skuldi fara
undir lesnað, so var tíðin komin
til tað. Hann vildi sleppa burtur
frá Føroyum. Og hann tímdi ikki
til Danmarkar, tí tað gjørdi tað
ov lætt at hanga uppi í tí før-
oyska og Føroyum. So hann
hugsaði fyrst um Ongland ella
Skotland, áðrenn tankarnir fóru
yvir um jørðina.
– At tað bleiv Ný Sæland var
mest sum av tilvild. Ein vinur
kom við uppskotinum, og eg
helt, at tað ljóðaði spennandi, so
eg fór út á netið at leita mær
upplýsingar fram, greiðir havnar-
maðurin frá.
Hann fann nøkur universitet,
sum høvdu útbúgvingina, sum
hann hevði ætlanir at taka. Hann
sendi so umsóknir, og so var
bólturin líka sum farin á rull.
– Síðani gekk tað skjótt.
Orsøkin til, at tað júst bleiv
Victoria University og Welling-
ton er, at hetta var tað einasta
universitetið, har útbúgvingin
byrjar um summarið. Hinar
byrjaðu allar í juli, og tað var ov
stutt skoðbrá, sigur Andreas.
Nógvur vindur
Uttanfyri skínur sólin, men tað
er eisini nógvur vindur. Og tað
sigur Andreas, at hann ikki hevði
væntað.
– Eg visti ikki, at tað var so
nógvur vindur her. Hetta er
næstan sum í Føroyum, bara
lýggjari, sigur hann og flennir.
Wellington verður ofta
kallaður Windy Wellington av ný
sælendarum. Og tað er ikki av
ongum. Býurin er sera eyðkend-
ur, tí at tað eru eitt ótal av bakk-
um, har hús standa millum trø og
runnar. Nógv hús standa sera
ovarlaga, og har er tað serstak-
liga vindhart. So tað er ikki so
langt við síðuna av at siga, at tá
vindurin leikar í, at tað minnir
eitt sindur um vetrarvindin í
Føroyum.
Nógvir tjóðskapir
Andreas býr á einum næminga-
heimi í forstatinum Karori, sum
liggur umleið ein tíma til gongu
frá universitetinum. Men flutn-
ingurin við bussi er ongin trupul-
leiki.
Á næmingaheiminum búgva
nógv onnur, sum eru allastaðnis
frá í heiminum. Andreas letur
væl at. Hann sigur, at hann eftir
bara einari viku er komin at
kenna fleiri og hevur fleiri at
halda saman við.
– Vit hava øll tað í felags, at
vit eru komin higar at lesa, og øll
vilja læra hvønn annan at kenna.
So tað er ongin trupulleiki, sigur
hann.
Men so at siga ongin veit, hvat
tað er fyri eitt land, sum Andreas
kemur frá.
– Tey flestu rista við høvdinum
og vita ikki, hvat tað er. Tað er
higartil bert ein, sum hevur hoyrt
um Føroyar. Og viðkomandi var
føddur í Hetlandi, so tað er
kanska ikki so sjáldsamt, sigur
Andreas smílandi.
Góða hjálp
Andreas letur væl at hjálpini frá
Altjóða skrivstovuni í Føroyum,
sum hevur hjálpt honum væl við
peningaligu viðurskiftunum við-
víkjandi útbúgvingini.
Tað kostar 15.000 ný
sælendskar dollarar um árið hjá
einum útiseta at lesa í Ný
Sælandi. Tað er umleið 60.000
krónur. Tað verður goldið av
ÚSUN, sum er stuðulstovnur til
lesandi føroyingar uttan fyri
Skandinavia. Umframt hetta so
fær Andreas SU úr Danmark.
– So sært tú, tað er so at siga
ikki so stórur munur á at lesa her
og so í Danmark. Fjarstøðan
sjálvandi og so tað mentanarliga.
Men mítt fyrsta inntrykk herfrá
er so mikið gott, at eg ivist ikki í,
at eg fari at trívast her, sigur
Andreas Andreasen, sum byrjaði
skúlan tann 17. november. Og
fyri framman liggur eitt spenn-
andi tíðarskeið, har hann uttan
iva fer at uppliva mangt og hvat í
einum fjarskotnum landi, meðan
hann nemur sær útbúgving.
Yvir um jørðina at lesa
27 ára gamli havnarmaðurin, Andreas Andreasen, sigur seg ikki vera nakran
ævintýrari, men fyri framman liggja trý ár í Wellington, Ný Sælandi har hann
fer undir lesnað á Victoria University. Andreas sigur, at við tí hjálp og stuðli –
serliga peningaliga -, sum er at fáa, er fjarstøðan tann størsti munurin í mun
til at fara undir lesnað í Danmark
Eftir hesari gøtuni fer Andreas at slíta nógv spor komandi trý árini. Tað serstaka við hesum universitetinum er, at ymsar lærugreinar verða tiknar í teimum
mongu sethúsunum eftir gøtuni. Tað er ikki alt savnað í nøkrum stórum bygningum
Sosialurin Nr. 223 - 22. november 2003
5
FERÐA-
FRÁSØGN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Sydney, Avstralia:
Flogferðin til Ný
Sæland byrjaði í
Føroyum týsdagin
tann 28. oktober.
Teir báðir tímarnir
í flogfarinum hjá
Atlantsflogi til
Danmarkar var ein
lítil smakkiroynd
upp á tað, sum lá
fyri framman. Men
kortini var tað
tíbetur onki, sum
kundi fyrireika
okkum upp á
ferðina, sum lá fyri
framman. Tíbetur,
tí annars er
spurningurin, um
vit høvdu farið.
Havast skal í huga, at ferða-
lagið hjá okkum telur fýra børn,
eitt ársgamalt, eitt trý ára gamalt
og tvey upp á fýra ár og so trý
vaksin. Men sigast skal beinan-
vegin, at um vit so vóru tíggju
vaksin, so hevði onki kunnað
stytt um tíðina hjá børnunum í
Thai Airways flogfarinum tvørtur
um knøttin.
Vit steðgaðu eina nátt í Keyp-
mannahavn, áðrenn farið varð
víðari. Tí tað gav ein náttarsvøvn
hjá øllum. Hetta hildu vit vera
sera skilagott. Og tó…úrslitið
var, at onki av børnunum svav
nakað serligt á flogtúrinum til
Bangkok, sum vardi knappar
tíggju tímar. Men túrurin var tó
ikki so galin, tað torførasta var
bara at finna upp á okkurt til
børnini, so tíðin kundi ganga. Tí
eitt flogfar er ikki tað rúms-
háttasta til børn. Hini ferða-
fólkini skulu tó eiga, at tey vóru
sera tolin og søgdu ikki nógv,
hóast tað til tíðir kundi verða eitt
sindur av grenji og gráti. Onkur
hugdi eitt sindur illur, men sum
heild vóru øll skiljandi. Hvat er
at gera? Tey flestu munnu vera
greið yvir, at foreldur, sum ferð-
ast við teirra smábørnum royna
sítt besta fyri ikki at órógva hini
ferðafólkini meira enn allarhægst
neyðugt.
Kvalandi hiti
Komin til Bangkok um sjeytíðina
hósmorgun. Nú hava vit flogið í
tíggju tímar og flutt klokkuna
sjey tímar fram. So jetlag er so
smátt farið at gera vart við seg.
Vit skulu steðga í Bangkok í 11
tímar, so nú skal sovast.
Hotellið liggur umleið 20
minuttir í bili frá flogvøllinum.
Men tað ringasta er tann kval-
andi hitin, sum tekur ímóti. 30
stig og ikki eitt lot. Ein fær nær-
um ikki luft. Men hotellkømrini
hava "air-conditioning", so tað er
ikki so galið at vera inni.
Hotellið hevur ein uttandura-
svimjihyl, so tað fyrsta børnini
gera er at leypa útí. Hetta man
vera ein av teimum fyrstu
ferðunum, at tey hava svomið úti
um áttatíðina um morgunin…
Teir fimm tímarnir av svøvni,
sum øll fingu í Bangkok, gjørdu
væl. Men tíbetur var tað ikki nóg
mikið, tí øll svóvu tey megin-
partin av túrinum til Sydney.
Meginpartin vil siga fýra av
teimum átta tímunum, sum ferð-
in tók. Men eftir túrin til Bang-
kok, skal ikki nógv til fyri, at
hesin verður betur enn hann.
Tann seinasti tímin er sera
langur. Tykist ikki at fáa nakran
enda.
»Nú eru vit har skjótt« ella
»Nú verður tað ikki so longi
afturat« munnu vera teir mest
slitnu og nýttu setningarnir á
hesi ferðini. Tíverri nyttar tað
ikki altíð so nógv at siga – í
øllum førum ikki við eitt eitt ára
gamalt, sum hevur fingið nóg
mikið av flogferðum.
Einastandandi tænasta
Sigast skal tó, at tænastan um-
borð á Thai Airways flogførum
er einastandandi góð. Ein ør-
grynna av flogternum renna runt
allatíðina og bjóða tær at eta,
drekka ella hvat ein nú hevur
tørv á. Stuttligt er eisini at
síggja, hvussu hugtiknir asiatar
eru av børnum. Hvørja ferð tey
koma fram við setrunum, har
børn sita, taka tey sær tíð til at
fjasa við børnini. Hóast tey hava
úr at gera.
Spildurnýggir filmar koyra
allatíðina á stórskíggjunum og í
millum teir kemur flogleiðin
fram saman við upplýsningum
um, hvar vit eru, hvussu langt
uppi, hvat klokkan er og hvussu
langt og longi tað er eftir at
flúgva.
Flogternurnar eru somuleiðis
sera hugtakandi at síggja.
Íklæddar fótsíðum niðurdeilum
og jakkum ella klædningum úr
Thai-silki í alskyns vøkrum og
sterkum litum, geva tey flogfar-
inum ein heilt serligan dám.
Eitt sindur torført er tað tó at
venja seg við, at tey bukka fyri
einum. Serliga beint tá ferða-
fólkini koma umborð og fara í
land. Tá standa tey við saman-
løgdum hondum framman fyri
andlitið og bukka, meðan tey
siga góðan dag, farvæl ella takk
á skiftivís enskum og thailendsk-
um. Tey eins væl og øll onnur
vita, at ferðin er long og drúgv
og krevur nógv. Serliga tá smá-
børn eru við, so tey leggja alla
orku í at gera ferðina so góða
sum yvirhøvur gjørligt. Og tað
eydnast teimum til fulnar, tí
teirra partur liggur so sanniliga
ikki eftir.
Sólarris
Myrkrið uttan fyri vindeygað er
eisini keðiligt. Ein kann ikki
eingongd biðja
børnini hyggja út
at skýggjunum
undir okkum.
Men brádliga
byrjar havsbrúgvin
at lýsna. Skjótt
gongur, og hon
fær ein myrka-
bláan kant. Lítla
løtu seinni er
kanturin vorðin
heilt ljósur og
okkurt reytt
hómast eisini.
Síðani kunnu
orð ikki lýsa tað,
sum kemur til
sjóndar. Sólin
kemur spakuliga
upp, meðan
himmalin verður
reyður, nærum
violettur. Sjálvt
børnini sita
hugtikin, friðarlig
og hyggja.
»Mamma, er hatta sólin?«
Soleiðis hevur hon ongantíð sæð
út í Føroyum. Og tó. Ein hevur
bara helst ongantíð sæð sólarris í
Føroyum úr eini hædd upp á
37.000 føtur í einum Boeing 747
hjá Thai Airways.
Burtur eru allir tankar um
hendan langa túrin og burtur eru
somuleiðis allir tankar um, at tað
framvegis eru knappir tríggir
tímar eftir í flogfarinum. Frá
Sydney til Auckland í Ný
Sælandi.
Tað einasta sum er til, er
sjónin uttanfyri flogfarið og
tankin um at fáa fast undir
føturnir í einar tveir tímar aftur,
áðrenn farið verður undir tann
stytsta teinin á túrinum. Sum tó
helst fer at tykjast sum tann
longsti, tí nú tíma vit ikki meira.
Ongin av okkum. Og allarminst
børnini.
Men sjálvt tey verða smittað
av hesi vøkru sjón. Og tá kann
ein ikki hugsa annað, enn at
henda langa ferðin var tað vert.
Tað er tað vert
Fyri summi – serliga fólk við flogræðslu – kann ein túrur yvir um jørðina
í flogfari tykjast øgiligur. Einar 25 tímar tilsamans í flogfari verður tað tá
til, men tá ein sjón sum sólarrisið yvir Sydney í Avstralia tekur ímóti, so
er tað alt stríðið vert
Havsbrúgvin við Sydney í Avstralia tíðliga um morgunin júst sum sólin rísur. Mynd tikin í eini hædd upp á 37.000 føtur. Eitt tílíkt sólarris upplivir
ein ikki á hvørjum degi
C
M
Y
K
31
30