Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Malja er so góð við teg eftir Lucy Cousins er sniðskorin myndabók til tey minstu Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum. Malja er so góð við Kornus og Skrukkuna...og Fibba! Hon er ein lítil mús, men hon er góð við bæði vinir sínar og teg. Malja er so góð við teg er 10 síður, prentað á haldgott papp. Hon kostar kr. 49 í bókabúð- unum. Meir um Petur Kanin Enn ein bók um fitta Petur Kanin er komin, Petur Kanin og litir. Beatrix Potter hevur skrivað og Anna Maria Reinert Jensen týddi úr enskum. Hetta er ein fitt og litføgur bók við nógvum klaffum at lata upp. Kaga undir klaffarnar saman við Peturi Kanin og vinunum og lær um litir. Petur Kanin og litir er 10 síður, prentað á haldgott papp. Hon kostar kr. 69 í bókabúðunum. Bókin er væl egnað til tey 2-4 ára gomlu. Meir um Lóu Lóa pyntar jólatræ er jólabók um lítlu Lóu, sum hjálpir mammuni at pynta jólatræ. Lene Fauerby og Mette-Kirstine Bak hava skrivað og teknað, og Niels Jákup Thomsen týddi úr donsk- um. Í einari eskju liggur alt tað fína, sum Lóa og mamman skulu heingja upp á træið. Har er eisini ein so fínur eingil, sum Lóa noyðist at taka og mussa og kroysta. Men tá hoyrir hon eitt løgið ljóð frá einglinum... Bókin er væl egnað til tey 2-5 ára gomlu, hon er 16 síður og kostar kr. 30 í bókabúðunum. Grønlendsk søgn Anngannguujuk er grønlendsk søgn um Anngannguujuk, sum var ein drongur, ið búði í Grøn- landi í gomlum døgum. Hann varð rændur úr heimi sínum, men pápin og andamanarin funnu hann aftur inni í landinum hjá teimum stóru dorsetfólkun- um. Teir flýddu og komu heim aftur við dreinginum í øllum góðum. Ingrið Sondum týddi. Kistat Lund myndprýddi. Anngannguujuk er 28 síður í litum, innbundin og kostar kr. 85 í bókabúðunum. Bókin er væl egnað til tey 5-8 ára gomlu. Spenningsbók Eldur í er spennandi bók til tey 9-13 ára gomlu. Laura Trenter skrivaði og Jón Joensen týddi úr svenskum. Janus Guttesen teknaði kápumyndina. Eldur er í Oyðigarðinum! Fríða og Isabella hyggja ræðslu- slignar at, meðan garðurin stendur í ljósum loga - og tær hava skyldina ella…? Tær svørja, at tær ongantíð á ævini skulu siga nøkrum frá, hvat tær vita. Tá ið politiið finnur partar av beinagrindum í øskuni, er marran fullkomin: onkur er brendur inni… Eldur í er 130 síður, heft og kostar kr. 120 6 Sosialurin Nr. 223 - 22. november 2003 mátar er lættari hjá føroyingum at koma yvir her enn at fara aðrastaðni. Um man hevur spælt eitt sindur av tónleiki í Føroyum, men manglar vitan um tónleika- teori, er tað ein fínur møguleiki at kunna koma á her yvir at læra tað, tí her er tað ikki krav at tú dugir so nógva tónleikateori, áðrenn tú byrjar. At fara frá tí føroyska tónleikaumhvørvinum til eitt danskt konservatorium kann vera eitt øgiliga stórt lop. Fyri tað fyrsta skal eitt stórt fyrireikingararbeiði gerast áðrenn upptøkuroyndina, um- framt at man verður noyddur at møta til upptøkuroynd í Dan- mark. Nógvir føroyingar sleppa ikki inn, tí teir hava ikki ta neyðugu rutinuna, og tað ger ofta at teir droppa tað og fara at læra okkurt annað. Í Íslandi eru krøvini tað linari, og tað ber til at senda eitt kassettuband heldur enn at møta upp til upptøku- roynd, og her kanst tú so, treytað av at tú sleppur inn, byrja á tí støðinum, sum tú ert á og so annars arbeiða teg uppeftir. So kanst tú sjálvur velja um tú vilt gera teg lidnan her, ella um tú vilt brúka tað sum lopfjøl til nakað annað við at vera her í eitt ár ella tvey og síðan søkja inn á eitt størri konservatorium aðrastaðni. Men eg haldi at man kann læra minst líka nógv her sum aðrastaðni. Lærararnir á skúlanum eru framúr góðir, og hevur man góðar lærarar og ger nógv við tað, so kemur man langt óansæð, hvørjum landi man er í. Umframt tað at tónleikaliga lopið er meira yvirkomuligt kann eisini tað geografiska og mentunarliga lopið úr Føroyum til Íslands tykjast minni enn lopið til onnur lond. - Tá eg eri í Íslandi kenni eg tað sum eg havi annað beinið í Føroyum. Her koma nógvir føroyingar yvir, eisini tónleikarar, so eg eri komin í samband við nógvar góðar føroyskar tónleikarar, meðan eg havi verið her. Tað er eisini øgiliga skjótt at sleppa heim, so eg kenni meg framvegis sum eg búgvi eitt sindur í Føroyum, hóast eg havi verið her í yvir trý ár. Ikki tíðarásett Rúni Eysturlíð gongur á Tón- listarskólanum á fjórða ári. Hvussu langa tíð hann hevur eftir, er ilt at siga, tí útbúgvingin er ikki tíðarásett, men eini tvey ár afturat verður hann helst afturat. - Tað er ávís fak tú skalt taka og nakrar royndir tú skalt klára fyri at gerast liðugur, og tað plagar at taka eini fimm ár hjá teimum flestu. Sum lesandi á skúlanum fær Rúni útbúgvingarstuðul frá danska SU á jøvnum føti við føroysk lesandi á SU góðkendum útbúgvingum í Danmark og aðrastaðni. Harumframt vinnur hann sær onkuntíð eina eyka inntøku við at spæla. Hann hevur spælt til føroysk tiltøk nógva- staðni í Íslandi og hevur eisini havt smærri framførslur saman við íslendskum tónleikarum á onkrum spælistøðum í Reykja- vík. - Reykjavík er ein hampiliga stórur býur, og býurin hevur skúlar sum framleiða tónleikarar, so tað er altíð lætt at koma í samband við aðrar tónleikarar. Allíkavæl er býurin ikki so stórur, at tú sum tónleikari verður burturi í rúgvuni, sigur Rúni Eysturlíð, sum miðar ímóti at arbeiða sum tónleikalærari og freelance tónleikari í Føroyum, tá hann vendir heim aftur. Til tey, sum hava fingið hug til at royna lívið á Tónlistarskóla FÍH hevur Rúni eina seinastu ávaring. - Skúlin leggur serliga dent á jazz. Man skal ikki fara á hendan skúlan, um man ikki hevur hug at spæla jazz. Næmingar á Tónlistarskóla FÍH gjalda einar tíggjutúsund krónur um árið í skúlagjaldið. Meira fæst at vita um skúlan á heimasíðuni hjá Felag Íslenskra Hljómlistarmanna www.fih.is Fakta Framhald av forsíðuni Fimm bøkur til stór og smá Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út fimm bøkur, smábarnabókina Malja er so góð við teg, barnabókina Petur kanin og litir, barnabókina Lóa pyntar jólatræ, myndabókina Annganngujuk, og Eldur í, ið er bók til størri børn Sosialurin Nr. 223 - 22. november 2003 7 UMMÆLI Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Í dag ljómar Regin Dahl í Kong- ens Keypmannahavn; her vóru hesir sangir tiknir upp av Mentunargrunni Studenta- felagsins fyri meiri enn tríati árum síðani. Vísurnar hjá Regini verða í dag sendar út í Garðin hendan vakra kalda heystardag. Eg spæli tær hart og sum tær ljóða væl. Eg eri í øðrum heimi dagin langan. Síðani pakkin kom frá Tutl, hevur einki annað ljóð- að, eg havi verið í eini transu. Og ikki smæðist hesin sangur av Føroyalands sonnu hetjum framvið takryggir millum hvør- kveggjur, nú bløðini eru dottin av linditrøum, meðan heystar- lotið sendir bløðini við eini øgiligari ferð runt í Garðinum í dag. Eg kom at minnast, at Jørgen- Frantz skrivar um tíðina á Regensen saman við Christiani, har yrkjarin og sakførarin Janus Djurhuus plagdi at vitja um kvøldarnar og um náttina, altíð við onkrari fløsku undir arminum. Janus, ið eg altíð havi elskað sum yrkjara, syngur Regin, hetta musikalska flogvit, við einari reinari, sterkari og kenslubornari darrandi rødd. Hvør hevur skilti betur hendan Janus enn Regin. Tað er nærum ógjørligt hjá mær at ummæla hetta, tí eg eri bæði ein stórur Janus elskari og ikki minni havi eg altíð havt ómetaliga stóra virðing fyri Regini, bæði sum yrkjara og ikki minst sum musikara. Hann er kanska hin mest musikalski føroyingurin sum hevur livað. Hann og abbin Bakar Hansen, ið William altíð skrivaði um. Hesin dagurin á heysti í Keypmannahavn, tá eg hoyri Regin Dahl so melankolskt syngja vøkru yrkingarnar hjá Janusi, minnir meg um træið á Garði, sum Janus nógv ár seinni, ofta saman við øðrum, sum eldri maður, plagdi at seta seg undir og leingjast eftir farnum døgum og nostalgiskt hugsa aftur á ungdómin. Enn gongur dansur um lyngin, syngur Regin, kærur er dansurin mær, men fari eg upp í ringin er sorgin eisini har. Janus sat undir trænum burturhugaður, eitt ferðafólk á ferð í minnunum. Ofta hava tankar á hesum stað kanska reikað til unga vinmann- in, andaliga sonin og havnar- mannin Jørgen-Frantz, ið Janus hevði ein serligan tokka til. Tá Jørgen-Frantz doyði, yrkti Janus millum annað yrkingina: "Sangur um lívið — yrking vígd Jørgen- Frantz Jacobsen". Hesa yrking hevur Regin Dahl sett lag til eisini. "Blíð byrjar lívsins siglingsferð", byrjar hon við. Hesa vísu syngur Regin við stórari kenslu. Og jú mein eru mannakor. Menniskjans longsul Janus, hesi erkvisni homo- æstetikus og melankolikus, sat mangan á kamarinum hjá Jørgen-Frantz á Regensen í Keypmannahavn og resiteraði yrkingar, meðan hann gjørdist meiri og meiri gløðandi andfullur, og fullur, so at hann av og á sovnaði. Tá Janus endiliga fór á dyr, slørandi við kraganum upp um oyruni, tosaði hann um tey megnarbrøgd, sum hann ikki hevði fingið útint. Lív hansara hevði ikki verið annað enn vón- brot tók hann til. Hetta gongur aftur í onkrari yrking, um vit lesa hetta eitt sindur biografiskt. "Fátt á foldum her av mær varð vunnið," og minnast, at yrkjarar ongan trúskap hava fyri "veru- leikanum", bert fyri tí vakra og tí, ið ljóðar væl. Kanska Janus var hesin særdi Føroyalands falkur, ólukkuliga sundur- skræddur í æviga melankolska longslinum eftir Itaka, mista heimlandinum og móðurini, ið doyði í unglingaárum, men Janus er eisini ein modernaður poetur fyrst og fremst, og eitt menn- iskja. Og yrkjarar lúgva, tí í poesi geva 2 og 2 bæði 5 og 6. Útisetin syngur Janus og Regin eru báðir modernaðir útisetar. Hjá Janusi er hetta mangan ein tragisk tilvitan: "nær man eg aftur fjøllini sjá/ Tá móður veittrar handan á". Hetta er ikki bert heimloysi, men eitt tyngri og áhugavert eksistentielt heimloysi, ið eyðkendi Janus sum yrkjara og Regin sjálvan seinni. Kent er, at útlegdin skapar longsul av ovidskum og odysseanskum hæddum og fyri onkur eisini eitt skapanarlyndi. Burtur frá frændum er útisetin ein vilst sál, harmur um fortíðina, hvørki ein partur av einum øðrum landi ella av tí nýggja. Lívið eyðkent av nostalgi og melankoli, hetta síggja vít í yrkingum sum "Útlegd". Meg droymdi ein so sáran dreym, yrkti Janus í yrkingini "Dreymur". Stormar kvóðu um langa leið, falkurin fall deyður við áarstreym. Tað er sum Regin er mitt í verðini, hann er bæði hesi heimvendi Falkur og Bøgan ið fór á flog; í barmi hjarta sló sárt av sorg og harmi. Sangin um deyða Falkin er ein hin besti á plátuni og tað var hesin Hanus Kamban brúkti sum intro í áhugaverdu sendingunum um Janus. Janus var ein eym og erlig sál. Ein erligur intellektuellur, ið ikki, sum hann tók til, brendi altarljós til gudar, ið visti, at sálin eina er tá lívið er av. Hjá Janusi kom vakurleikin fyrst, hann brúkti lívið av og á sum motiv, men langt frá altíð. Regin skilir henda serliga vakurleika til fulnar, serliga, tá hann syngur: "Oh, gev mær megi, hetjumátt" frá yrkingini "Bøn", ein tóni vit hoyra aftur í yrkingini "Ásræði". Eitt ótrúligt avrik Sum sangari er Regin tikin úr leikum, hann kemur uppá mytiskar hæddir og er í míni verð ein modernað livandi føroysk legenda. Ein yrkingar- kempa, ið ikki hevur skýggjað nakað fyri at fáa hesar sangir til at vera uttan lýti. Regin syngur hesa vísur, ella á skift nærum grætur seg gjøgnum henda sára sólsvanga grát og hevjar sína rødd sum skuldi hjartað brostið og heimurin gingið undir. Tá Regin t.d. syngur "Ver sterk mín sál", er hetta eitt fantastisk modernistisk pathos, darrandi tragiskt livir hann seg inní sangin og er eins vónleysur og desperatur sum personain í yrkingini, ið upplivdi trúnna hvørva. Henda fløgan er ein megnar- varði fyri føroyskan tónleik. Hetta er ein fløga, ið er ein fødd- ur modernistiskur kanóniskur klassikari, ið kann rudda borðið. Ein fløga, ið longu hevur inspirerað allan føroyskan tónleik frá Kára P. til Enekk. Við so stórari list er ikki neyðugt at kanonisera neyðarsliga list við at vísa á føroyska tjóðarbygging, ella hvat fólk nú finna uppá at kalla góða list. Regin og Janus bygdu tankans og vakurleikans pyramidur, ið enigmatiskar standa øld eftir øld. Lat so restina fara niður og norð, kann tað ikki standa, so lat tað falla. Hetta er kanska ein av teimum trimum til fimm bestu plátunum, ið finnast á føroyskum. Hetta er ein pláta, ið øll, sum dáma føroyskan tónleik ikki kunnu lata vera við at keypa. Persónliga haldi eg, at Regin kanska kemur fyrst, eftir hann kemur Kári P., síðani koma Enekk. Men Regin er fyrstur og seinastur. Regin Dahl syngur J.H.O. Djurhuus yrkingar. Tutl 2003. Regin Dahl syngur J.H.O. Djurhuus Kanska tann besta føroyska plátan nakrantíð C M Y K 33 32