Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 223 - 22. november 2003 9 8 Sosialurin Nr. 223 - 22. november 2003 SAMLEIKI Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Vinstravenda mentanarrákið vann stórsigur í sekstiárunum, sjeytiárunum og fram til mið- skeiðis í áttatiárunum í Dan- mark, Svøríki og Føroyum. Hesi fingu loyvi at fara tann langa »túrin gjøgnum stovnarnar". Tey settu seg á t. d. fjølmiðlarnar, serliga Danmarks Radio. Hetta hevði við sær, at borgmeistarin í Gladsaxe, Erhard Jacobsen, stovnaði felag fyri lurtarar, ið skuldu vera vernd móti vinstra- vendari propaganda í til dømis barnaútvarpinum. Danska klassaskipanin endaði við, at málsetningurin hjá Javnaðarflokkinum var rokkin, men sum onkur helt fyri: »Vit hava sigrað av helviti til.« Á javnaðarlandsfundi í Esbjerg eftir stríðið um formanssessin við Svend Auken, spurdi Poul Nyrup Rasmussen nakað soleiðis: »Vit hava fingið arbeiðaran inn í parsellhúsið, men hvat skulu vit nú? Hetta er júst aðaltrupulleikin hjá javnaðarmonnum í dag, tað eru eingir arbeiðarar eftir. L. O. er í dýrastu neyð og hevur eina gølu fyri og aðra eftir at dragast við. SID hevur fáar ella ongar limir. Andeilstankin er endaður sum rein nepotisma og spekula- tión. Ein millión alment lønt Í sjeytiárunum vaks danski almenni sektorurin frá eini tvey hundrað túsund til, at ein millión fólk arbeiddu hjá tí almenna. Hetta broytti fyrst arbeiðsmegina og samfelagið frá einum ídnaðar- samfelagi til eitt tænastusam- felag, og aftur í dag til eitt kunningar- og vitanarborið samfelag. Arbeiðarin er tí at kalla horvin, ella sagt øðrvísi: arbeiðarastættin er transformerað til miðalstætt, samstundis sum yvirstættin og borgarastættin í Danmark eru næstan horvin. Tó liva bæði ein undirstætt og ein nýgg yvirstætt í Danmark í dag. Frá 68arum til 89arar Edith Thingsted kallaði herfyri í Berlingske Tidende (9/11) ættarliðið av nýggjum borgara- ligum uppreistrarmonnum fyri 89’arar, ið kendu seg fræls eftir at Múrurin fall. Hon heldur tó, at árini við Schlüter í áttatiárunum og »yuppiementanin« vunnu henda bardagan fyri langari tíð síðani. Hon sigur seg tó eisini nærum vera pínda av kvalandi reyðum studentaskúlalærarum, ið hildu seg hava rætt, tá tey vístu seg at hava mest skeivt. T.d. fóru hesi til Moskva at tosa við fólk í USSR og til USA at mótmæla. Her haldi eg, at Thingsted mót- sigur sær sjálvari, tí hon tykist ikki vera komin yvir hesa tíð og er sjálv vorðin ein borgaraligur »89’ari«, ið enn øsir seg inná 68’ara studentaskúlalærarar. Weekendavisen hevur seinastu árini ført ein bardaga móti fyrrverandi stalinistum, leninist- um og maoistum í Danmark — eru tey nevnd eru tey kend. Søgufrøðingurin og professarin Bent Jensen hevur saman við Bent Blüdnikow, Ulrik Høj, Mikkel Plum og Ole Grünbaum skrivað ótrúliga kritiskar greinar um vinstravenda knæfallið fyri sosialistiskum diktatorum í útheimi. Møguliga er tað hetta stríð, ið borgaraliga stjórnin hevur nýtt, til at leggja sjógv millum seg og aðrar flokkar, ið kritikarar sum hin gløggi Ole Grünbaum, sum sjálvur er ein gamal vinstravendur »1967’ari«, sum hann kallar seg, helt vera skotnan við síðurnar av (2/9 Berlingske). Stættamunurin livir enn betur goymdur Í dag eru tað serliga vitan, út- búgving, mentanarfyritreytir, listabrúk og almenn dannilisi, ið eru endað sum klassaeyðkenni nummar eitt. Og nógv intellektu- ell, granskarar og vælmeinandi listafólk eru í døpurhuga yvir tápuligt sjónvarpsundirhald, so sum Big Brother og at Robinson Ekspeditionen eru endað sum einasti andaligi førningurin hjá stórum pørtum av dønum. Tað er ein stór gjógv ímillum tey, ið á valdinum sita og donsku fólks- ligheitini. Ein gjógv, sum tey vinstravendu og mentanar- radikalu royndu at minka frá 20’unum til í dag við at geva út bíligar bøkur, gera upplýsandi sendingar í útvarpi og sjónvarpi, við at seta umfatandi kvøldskúlar á stovn, við at skapa stovnar so sum AOF — Arbejdernes op- lysnings Fond, FOF, KKA, Folke- og Åbent Universitetet. Endamálið var at spjaða vitan, dannilsi og gransking, og á tann hátt menna tey meira óvitandi til at taka sær av at menna seg sjálvi, og á tann hátt vera virkin í demokratiska og politiska lívin- um. Seinni hevur tað verið leiðin hjá politikarunum, at minst 90 prosent av teim ungu skulu hava eina miðnámsútbúgving. Eg haldi, at hetta hevur givið ávíst úrslit og at kjakstøðið millum danir yvirhøvur er á høgum støði. Post-Danmark og eftir sosialstatin Í blaðnum Informatión halda Rune Lykkeberg og Martin Østergaard-Nielsen, at Fogh- stjórnin er farin undir ein mentanarbardaga, tí stættastríðið og bardagin um stóru hugmynda- frøðirnar tykist vera av, og at hetta kann tí geva stjórnini vald at broyta virði og tilvitan dana. Hetta er á ein hátt rætt, tí í nýggju bókini »I godtvejr og storm« um forsætisráðharran sigur Anders Fogh Rasmussen: »...folk kenna seg meiri skyld við virði, enn við eitt ávíst tilknýti til bólkar, stættir ella snævur fíggjarlig áhugamál, tað er tí avgerandi innan politiska leiðslu, at vera greiður og ber- søgin, tá grundvirði, ið politikk- urin byggir á, skulu setast fram. Í dag skal endurskipanin fremjast við at seta eina dagsskrá og við at skapa eitt tilvit um ávís virði, heldur enn at samtykkja ella broyta tilvildarligar lógir í Fólkatinginum«. Fogh vil t.d. broyta fólkaskúlan, ið hann meinar, at tey mentanarradikalu og vinstravendu hava valdið á sum nú er. Hann vil ikki góð- taka, at fólk brúka vitan og vís- indi sum ein sess fyri politi- sering. Fyri honum er vitan og vísindi ein bardagi, ið altíð er hugmyndafrøðisligur. Í hesum er hann sum ein høgravendur hug- myndafrøðiskritikari (ideologi- kritikari). Nú roynir hann at seta gongd á ein mentanarbardaga, har vinstravend og mentanar- radikal hava sett dagsskránna í áravís. Hvat tey borgaraligu vilja er mangan púra hult í toku. Nógv hava funnist at, at Fogh stjórnin er so stýrd av sokallaðu "spin" doktorum, ella av ráðgevum. Hetta ger politik alt og líkan vinnulívsviðurskiftum við reklamufeløgum og PR. Sosialsamfelagið ella minimalsamfelagið? Danmark er samfelag við stórum javnaði, og lætt er at ferðast sosialt í hesum samfelagi. Torført er at enda heilt niðri á botninum, tí samfelagið hevur fínar meskar at fanga tey, ið detta niðurfyri. Við nýggju stóru miðalstætt fingu danir nýggjar flokkar so sum CD, Fremskridts- partiet og Dansk Folkeparti, ið fyrst tosaðu um bilar, hús og lægri ognarskattir, men seinni eru teir seinnu flokkarnir kendir fyri at vilja steðga tilflytarum og forða fyri, at Danmark gerst eitt fleirmentað samfelag. Somu- leiðis løgdu javnaðarfólk og tey á høgravonginum eftir at tekkjast hesi fjøld. Tey eru flest, og tað eru tey, ið gera av, hvørt for- sætisráðharrin eitur Mogens Lykketoft, Fogh Rasmussen ella okkurt annað. Tað er henda krevjandi fjøld, ið danskur poli- tikkur snýr seg um. Meirilutin ræður, meðan minilutarnir ikki kunnu siga so nógv. Ótryggleikin mótvegis teim nýggju dønunum er síðani endaður sum valagn hjá teim stóru flokkunum og hetta er synd. Nevnast kann, at arabar ikki so frægt sum hava egnan kirkjugarð enn í Danmark, eftir at teir hava verið í Danmark í eini 35 ár. Kirkjumálaráðharrar hava — sum við Tamilsakini — forðað fyri, at nakað er hent í hesum máli. Danir hava sera torført við at viðurkenna, at hesi fólk hava eina aðra trúgv enn hina kristnu, protestantisku, og tí er ikki tespiligt at koma við hugskoti um t. d. at byggja stórar moskur mitt í Keypmannahavn, Århus ella Odense — har flestu nýdanir eru (tað vil ofta siga danskir statsborgarar við arabisk- ari ella muslimskari bakgrund). Teir vinstravendu flokkarnir Socialistisk Folkeparti og Enhedslisten eru flokkar, ið royna at tekkjast aðrari fjøld enn meirlutanum, og hesir flokkar eru væl umtóktir millum útlend- ingar og nýdanir í Danmark. Serliga Radikala Vinstra er flokkur, ið hevur fleiri nýdanir uppstillaðar. Hesin flokkurin er miðflokkur og tykist altíð vera tungan á vágskálini í donskum politikki. Sekularisering og globalisering Álítandi granskarar halda, at tað t.d. er lættari hjá einum, ið kennir sína egnu trúgv, siðir, røtur og mentan at skilja onnur, ið hava eina aðra trúgv. Helst er tað satt. Hetta er møguliga ein orsøk til, at danir ikki taka væl ímóti eitt nú muslimum. Tey mentanaradikalu hava saman við sekulariseringini, globaliser- ingini og modernistiska rákinum skapt eitt samfelag, har fólk ikki aktivt eru serliga trúgvandi longur. Hetta er ikki sum nógvir føroyingar, tí teirra útsýnið er so lítið, mangan halda vera eitt serdanskt fyribrigdi, at fólk ikki veruliga trúgva longur. Hetta er heldur nakað, ið ger seg galdandi í næstan øllum sekulariseraðum londum í heiminum og fær helst onga vend. Tað, vit eisini skulu hugsa um, er at mentanarsaman- stoyturin ímillum danir og arabar kann av og á síggjast í einum størri høpi, sum samanstoyturin millum sera siðbundin trúgvandi fólk (av og á fundamentalistiskt trúgvandi) og eitt partvíst sein- modernað og meiri globaliserað fólk. Hetta siga intellektuellir danir av útlendskum uppruna sjálvir, so sum mentanar- sosiologurin Mehmet Nesef á Odense Universiteti. Tað er tó sera ymiskt, hvussu bólkar í danska samfelagnum taka kjakið um tað fleirmentaða Danmark, og ymiskt er, hvussu teir vilja tosa um hetta. Eg havi nevnt Dansk Folkeparti, Den Danske Forening, ið øll tosa til tey bangnu, til rasismuna og til tey heldur órúmligu. Meðan tað eisini finst ein ovurtolsamur bólkur kallaður »halalhippier- arar«, t. v. s. fólk, ið keypa halal- slaktað kjøt og sum hippiarar flestir halda alt vera líka gott. At arabar fremja blóðhevnd í Dan- mark av og á, at bólkar halda á at fremja siðir so sum at umskera konufólk, verða ikki tiknir upp í fjølmiðlunum, tí um tað er teirra mentan og siðir, so skulu vit koma við okkara eurosentrisku fordómum, tí vit eru ikki petti betri har. Vit gloyma okkara gomlu, tey ungu eru rótleys, ógudilig og hugsa bert um pening. Hetta er ofta eitt vinstra- vent sjónarmið í Danmark í dag. Hesi vilja bráðfremja eitt fleir- mentað samfelag í Danmark, soleiðis at vit øll kunnu semjast og skilja hvønn annan. Danska tíðarritið Faklen umboðar hesi sjónarmið á ein meiri ekstreman hátt. Men eingin kann vera ovur- tolsamur,. Tað, vit hava við at gera, er vandamiklil subjektiv- isma og veruliga misskilt tol- semi. Tolsemi er ikki at tola alt, tí so vil hugtakið missa alla meining. At vera tolsamur mót- vegis øðrum, er at vita, hvørji virði, ein heldur hátt. Á tann hátt er tað at vera tolsamur altíð viðurskifti millum okkurt, vit halda er rætt og okkurt, ið er minni rætt. Vit kunnu ikki vera tolsom mótvegis kvinnukúgan, fólkatýning, neyðtøku og morði, tí hesi fyribrigdi eru ikki tað sama (ella eins góð) sum demo- krati, kjak, vitan, upplýsing og friður. Hetta tápuliga og vanda- mikla sjónarmið finst víða í Danmark, har tað er vorðið móti at vera politiskt korrektur og keypa frá turkiskum grønmetis- seljarum. Veruleikin er mangan tann, at hesi fólk sjálvi sita og bólgna á ovastu rókunum í danska samfelagnum og hava ongantíð veruliga livað saman við fólki úr øðrum londum. Veruleikin er, at flóttafólk og tilflytarar ikki koma í hóslag við danir og danir ikki við tey; tí liva hesi í ghettokendum økjum og kenna mangan bert fólk við somu rótum sum tey sjálvi. Millum ES og nationalstatin Danmark stendur, sum onnur lond, á vegamótinum millum nationalstatin, ES og altjóðagerð- ingina. Hesin vøkstur og hesar stóru broytingar ræða partar av fólkinum. Mangan eru tað tey vanligu fólkini, arbeiðarar og miðalstætt — ið eru tey mest fíggindasinnaðu mótvegis broyt- ingum og altjóðagerðing, og flýggja inn í ein tjóðskapar- romantik. Samanumtikið kann sigast um Danmark, at tað kennist sum eru mentanar- radikalu kreftirnar farnar at eldast og hava ikki megnað at fylgt við, tí ein vaksandi nationalisma er íkomin. Megin- parturin av donsku flokkunum eru farnir í hernað ímóti, at Danmark skal gerast eitt fleir- mentað samfelag. Serliga eftir 11. september er henda leið nærum hin einasta, ið vit hoyra um. Hetta hevur havt við sær hvassar atfinningar ímóti dønum frá umheiminum. Seinast var tað ein svenskur professari í manna- rættindum, ið hevði at kjak- støðinum í Danmark, tá tilflyt- arar og flóttafólk verða havd á lofti. Keldur: Politiken. Weekendavisen. Information. Berlinske Tidende. David Boswell og Jessica Ewans (red.): »Representing the Nation — Histories, Heritage and Museums. A Reader«. Routledge, 1999. Danski sosialstaturin undir broyting Donsk ósemja um virði, samleika og um nationalismu í dag. Fjórði partur Í dag eru tað serliga vitan, útbúgving, mentanarfyritreytir, listabrúk og almenn dannilisi, ið eru endað sum klassaeyðkenni nummar eitt. Og nógv intellektuell eru í døpurhuga yvir tápuligt sjónvarpsundirhald, so sum Big Brother og at Robinson Ekspeditionen eru endað sum einasti andaligi førningurin hjá stórum pørtum av dønum Danmark er samfelag við stórum javnaði, og lætt er at ferðast sosialt í hesum samfelagi. Torført er at enda heilt niðri á botninum, tí samfelagið hevur fínar meskar at fanga tey, ið detta niðurfyri C M Y K 35 34