Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 • leygardagur • 22. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Brak í Havn og á Skála Kyndil skal prógva, at tapið fyri H71 var ein svipsari, og í Havn bresta Neistin og VÍF saman HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er ikki eita á dystir, sum besta mansdeildin í hondbólti borðreiðir við hetta vikuskiftið. Tveir dystir av slíkum slag, at áskoðarin mestur man iðra seg um, at talan enn bert er um grundspæl, og at dystirnir tí bert telja hálvt, tí einki er at ivast í, at fyri endastøðuna í grund- spælinum er talan um sera avgerandi dystir. Toppur móti toppi Kyndil og Neistin vóru fram til seinasta umfar oddaliðini í deildini, og hvør í sínum lagi høvdu tey fingið fult, tá sæð verður burtur frá gerðabýtinum í fyrsta umfarinum. Hetta varð tó broytt, tá fyrst Kyndil og síðani Neistin snávaðu á heima- vølli móti ávíkavist H71 og StÍF. Serliga mundi tapið hjá Kyndli taka fast, og nú skal liðið so prógva, at talan bert var um ein svipsara. Við einum sigri á Skála hevur Kyndil eisini møgu- leika fyri at lyfta seg upp aftur á oddasessin, sum strandingarnir nú hava yvirtikið, og einki er at ivast í, at tað er hesum, sum farið verður eftir. Í Havn kemur VÍF á vitjan, og fyri bæði liðini er talan um sera týdningar- miklan dyst, sum ivaleyst fær stóran týdning fyri endastøðuna í grundspæl- inum. Hjá vestmenningunum hevur vánaliga byrjanin viðført, at liðið mest sum er kroyst at vinna allar eftir- verandi dystirnar í grund- spælinum, um teir ikki skulu byrja endaspælið sum eftirbátar, so treytirnar eru greiðar. Tað eru tær eisini hjá Neistanum, sum við einum sigri í minsta lagi verður einsamalt á øðrum plássinum, og hartil hevur ein kappingarneyta minni í oddinum. Men teir bláu vita tó eisini fullvæl, at tal- an á ongan hátt verður um eina lætta uppgerð. Seinasti dysturin verður í Hoyvíkarhøllini, har tey bæði niðastu liðini í deild- ini fara at dystast. Hesaferð eru tað hoyvíkingarnir, sum eiga heimavøllin, men nak- ar fyrimunur sum so man hetta tó ikki vera. Higartil hevur leikluturin hjá hesum báðum liðunum verið í tunga endanum av talvuni, men hoyvíkingar sýndu seinasta leygardag, at teir kunnu arga tey stóru, og kanska hevur tann sigurin givið eitt sjálvsálit, sum kann gera uppgávuna hjá KÍF tyngri. Spenningurin er í Havn Í kvinnudeildini standa somuleiðis tríggir dystir á skránni, og her man størsti spenningurin vera í Havn, har Neistin tekur ímóti VÍF. Einki er at ivast í, at vest- menningar á pappírinum eru favorittar, men í fyrra dystinum millum liðini var tó um reppið, at Neistin stjól sær stig móti endan- um, so í øllum førum eru tær gulu ávaraðar. Og at VÍF hevur tørv á stigunum, man lítil ivi vera um. Stjørnan hevur frí hetta vikuskiftið, men tað má roknast fyri víst, at hini bæði liðini í oddinum fáa fult hesaferð. VB skal á heimavølli gloyma alt um pass og inn- ferðarpappír, tá tær taka ímóti Søljuni, og tær munnu neyvan hava nakað ímóti, at talan er um so- mikið bleyta uppgávu hesaferð. Somuleiðis má uppgávan hjá StÍF metast at vera av lættara slagnum, tá tær taka ímóti Kyndli, sum enn einki stig hevur fingið. Tað skal tó havast í huga, at í heimadystinum móti júst StÍF var tað nær við, at tað fyri fyrstu ferð bragdaði hjá Kyndli, so tað kundi kanska verið, at dysturin á Skála verður meira spennandi, enn stigatalvan leggur upp til. Tað plagar at borga fyri góðsku og undirhaldi, tá Kyndil og StÍF takast, og dysturin á Skála verður neyvan nakað undantak í so máta Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 7 5 - 1 - 1 178 133 45 11 2 VÍF 6 5 - 0 - 1 154 127 27 10 3 VB 6 4 - 0 - 2 144 112 32 8 4 StÍF 6 3 - 1 - 2 147 142 5 7 5 Neistin 6 3 - 0 - 3 164 140 24 6 6 Søljan 7 1 - 0 - 6 121 177 -56 2 7 Kyndil 6 0 - 0 - 6 84 161 -77 0 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 5 4 - 0 - 1 123 113 10 8 2 Neistin 5 3 - 1 - 1 151 128 23 7 3 Kyndil 5 3 - 1 - 1 142 142 0 7 4 VÍF 5 2 - 0 - 3 132 125 7 4 5 H71 5 1 - 0 - 4 126 141 -15 2 6 KÍF 5 1 - 0 - 4 125 150 -25 2 37 10 Sosialurin Nr. 223 - 22. november 2003 Alt tað, sum Harvard stóð fyri í gomlum døgum, endurtekur seg í hesum døgum. Teir átta eliteru mannfólkaklubbarnir, sum hava verið á Harvard síð- ani tað byrjaði, søkja nýggjar limir. Hetta eru klubbar, sum hava talt menn sum John F. Kennedy og Bill Gates, og sum krevja lívlangan limaskap. Summi kenna hesar klubbar undir heitinum "secret society" ella "final club." Teir eru "secret," tí fólk vita lítið um teir. Og klubbarnir eru "final," tí teir eru eliterir á tann hátt, at hvør av teimum hevur bert eini 30 mannfólk sum limir út av teimum gott 6.000 núverandi næmingunum á Harvard. Í hesi vikuni skal eg taka støðu til, um eg vil vera partur av hesum ella ikki. Eg skal í veruleikanum velja millum tað gamla Harvard og tað nýggja Harvard. Onkur heldur kanska, at valið átti sjálvandi at fallið á tað nýggja Harvard. Onnur vilja vera við, at sjálvsagt skal eg velja tað gamla Harvard og fara upp í klubban. Men hvørjar tankar geri eg mær persónliga um hetta valið? Sum øll skynsom fólk royni eg at viga fyrimunir móti vansum. Og tað eru nógvar síður av hesum málinum, sum skulu vigast, áðrenn eg kann taka mína greiðu støðu sunnu- dagin. Í fyrsta umfari er tað trupult at rættvísgera, at kvinnur ikki eru limir og heldur ikki kunnu verða limir. Klubbarnir vórðu stovnaðir sum mannfólka- klubbar júst sum Havnar Klubbi, og enn í dag eru teir bert fyri menn. Tað er ongin javnstøða, sum vit kenna tað við javnstøðulógini í Føroyum, og presidentarnir í klubbunum siga, at teir fara ikki at broyta upptøkutreytirnar. Teir siga, at tær kvinnurnar, sum vilja vera limir kunnu seta á stovn egnan klubba. Ákærur hava eisini verið reistar móti klubbunum, at teir javnstilla ikki ymsu húðarlitir- nar og fólkasløgini, tá teir velja nýggjar limir. Ongin ivi er um, at fyri einum 40 árum síðani vóru flestu limirnir hvítir menn. Men tað er broytt soleiðis, at svørt fólk eru vorð- in limir, síðani Harvard byrjaði at upptaka fleiri fólk við yms- um húðarlitum. Í dag hava allir klubbarnir ein ella fleiri svart- ar mans sum limir. Og at klubbarnir hava bjóðað einum føroyingi limaskap, kann tulkast soleiðis, at teir royna at fáa fleiri ymisk fólkasløg inn. Harumframt argar tað fólk, at limirnir í hesum klubbunum halda væl saman. Ofta fáa lim- ir vællønt og leiðandi størv í vinnulívinum, tí onkur annar limur situr høgt í viðkomandi fyritøku ella stovni. Tað er ikki trupult hjá einum føroyingi at kenna hesa støðuna aftur og viðurkenna, at slíkar manna- gongdir vera ofta nýttar. Tað er ongin ivi um, at nógv fólk halda, at klubbarnir eru politiskt ókorrektir, og at ein tískil skal halda seg burtur frá teimum. Men so eru tað hini, sum halda, at hesir "gentlemen clubs," sum tey eisini kalla teir, at teir eru við til at menna avísar neyðugar dygdir í mannfólki, sum gera teir til rættar dygdarmenn. Hvørjar hesar dygdir eru, veit eg ikki, men tað fæst kanska at vita skjótt, um mítt val verður "ja" til ein lívlangan limaskap. Líkamikið, hvat mítt val verður, so fara fólk at verða vónsvikin. Sunnudagurin fer at verða ein trupul dagur, og eg má vera til reiðar at verja mítt val, ja ella nei, sjálvt um valið er rætt ella skeivt í hugaheim- inum hjá mongum. Góða eydnu. Mannfólkaklubbar á Harvard TELDUBRÆVIÐ Frá: Hans Kárason Mikkelsen, USA, mikkels@fas.harvard.edu Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Heima hjá okkum átti beiggi mín vanligan guittara, 12 streingjaðan guittara, bass guittara, banjo, munnharpu, kastagnettir, tamburin. Spælir tú nakað ljóðføri? – Dugi nøkur fá grep á guittara, tað er alt Syngur tú undir brúsuni? – Tað kemur meiri enn so fyri. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Nei, ongantíð. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Tónleikur hevur sera stóran týdning. Vanliga nemur tónleik- urin við kenslurnar og man associerar jú eisini við tónleik- inum og tá frøist man ella "gysar" man. Tónleikur er sum eitt mál, ístaðin fyri við orðum kanst tú við tónleikum vísa allar tínar kenslur. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Tað dugi eg ikki at siga. Hvør er tín yndisfløga? – Tað dugi eg ikki at taka dagar ímillum. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Somuleiðis. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – "Nei, hvor tjukk du har blitt" og "Í barnagarði ynski eg". Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? - Ongin. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – "When you wish upon a star". Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? - Allur tann avbera góði føroyski tónleikurin við eiga, Frændur, Kári P. Teitur, Eivør Pálsdóttir o.s.fr. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Mær hevði dámað, um ÚF sendi kl. 9 sunnumorgun lættan, glaðan, góðan gospeltónleik. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Heavy metal. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Til er so nógvur góður tónleikur, sum er óførur at dansa til, so tað er ringt at siga. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – "Don't forget to remember me" og øll løgini hjá The Beatles, Teir fýra og Sangbrøður Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? - Eg rokni við, at tá eg skal berast út, eri eg so steindeyð - jarðiskt talað - , so tað hevur ikki nakran týdning fyri meg tá. Vænti tá at vera á Bláa lofti og hoyra heilt øðrvísi himmalskan tónleik. Rokni eisini við, at "míni" duga at finna nakrar glaðar, uppreisnarsálmar fram Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Pat Boone og familju í Ítróttarhøllini á Nabb og Kim Larsen í Norðurlandhúsinum Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Tað eru fleiri. Armgarð Arge, útvarpskvinna C M Y K 36