leygardagur 22. november 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 22. november 2003
39
38
Nr. 223 - 22. november 2003
Mugu fáa reglurnar
upp á pláss
Formaðurin í FSF
sigur enn ikki kunna
siga nakað ítøkiligt
um ella hvussu FSF
fer at stuðla einari
møguligari
fótbóltshøll
FÓTBÓLTSHØLL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
»Dreymurin er ein fót-
bóltshøll«
Hetta var yvirskriftin
her á síðunum, tá Dánjal
Andreasen fyri nú skjótt
tveimum árum síðani setti
seg í formansstólin hjá
Fótbóltssambandinum.
Sjálvur segði Dánjal ta
ferðina, at hann helt tað
vera alneyðugt við eini
fótbóltshøll, skuldi før-
oyskur fótbóltur mennast
munanndi í mun til støð-
una í dag, og nú vit skriva
heystið 2003, er hetta
sjónarmiðið ikki broytt
nevnivert.
Tá tosið verður bent inn
á ítøkiligu ætlanirnar um
eina høll á Lambareiði,
tykist føroyski fótbólts-
bossurin tó eitt sindur
meira varin.
– Enn er tað í øllum før-
um alt ov tíðliga hjá mær
at fara at siga nakað vegna
Fótbóltssambandið í so
máta. Eg havi hoyrt okkurt
graml um hesa høllina,
men nakað konkret havi
eg so ikki sæð enn. Men
talan skal eftir øllum at
døma vera um pengar úr
HatTrick-grunninum hjá
UEFA, og enn vita vit ikki
heilt neyvt, hvat hetta
inniber, sigur hann.
– Sum eg havi skilt tað,
so kunnu vit rokna við, at
UEFA yvir eitt fýra ára
skeið játtar okkum 12 mió
kr., men tað fylgja so
eisini treytir við, hvussu
hesar pengar verða nýttir.
– Fyrst og fremst, so
mugu vit sjálvir gera okk-
um greitt, hvussu vit ætla
at umsita pengarnar. Her
hava vit so ikki havt nakr-
an fund enn, men tað
verður væntandi soleiðis,
at nevndin innan alt ov
langa tíð setir sær ein dag
av, har vit burturav fara at
viðgera hetta málið. Har
skal so støða takast til,
undir hvørjum formi vit
fara inn í verkætlanir. Um
talan verður um at veita
lán ella stuðul, hvørjar
treytir vit seta til eigara-
skap og ymisk onnur við-
urskifti, sum vit vilja hava
heilt greið, áðrenn vit fara
í holt við nakra ætlan. Og
hartil, so er tað eisini so-
leiðis, at um vit gera av at
fara við í eini slíkari, so
skal einstaka verkætlanin
eisini
góðkennast
av
UEFA,
sigur
Dánjal.
Andreasen
Spurdur,
hvørt
tað
møguliga verður soleiðis,
at FSF fer at nýta alla pulj-
una til eina høll, soleiðis
at hendan kann vera so
fíggjarliga
trygg
sum
gjørligt, sigur formaðurin,
at tað so eisini er nakað,
sum støða skal takast til.
– Men tað er so eisini
greitt, at alt hetta eisini má
verða gjørt í tráð við tað,
sum feløgini ynskja. Nú
hava vit so ikki gjørt
nakrar reglur enn, men
hóast tað kanska er so, at
nevndin einsamøll kundi
gjørt hesar, so sigur tað
seg sjálvt, at feløgini skulu
hava avgerandi orðið. Tað
eru jú tey, sum eiga
Fótbóltssambandið, sigur
hann.
– Og so er tað jú eisini
tað, at tað væl kann vera,
at áhugi er frá fleiri síðum
at gera slíka høll. Tað
hevur jú fyri ikki so
langari tíð síðani verið
tosað um eina høll í
Sundalagnum, og í Havn
vilja tey nokk ikki vera
aftan fyri, og alt hetta eru
atlit, sum vit skulu taka
við, tá vit fara at viðgera
málið,
sigur
Dánjal
Andreasen at enda.
– Fyrst og fremst, so mugu vit sjálvir gera okkum greitt, hvussu vit ætla at umsita pengarnar,
sigur formaðurin í FSF, nú UEFA hevur ætlanir um at lata føroyingar fáa 12 mió kr. at ráða
yvir
Havnin
vil
sleppa
upp
í part
Tað er ikki alla staðni,
at tíðindini um eina
ætlaða fótbóltshøll í
Eysturoynni verða eins
væl móttikin.
Í øllum førum hevur
tað verið tutlað úr høv-
uðsstaðarfeløgunum,
at tey ikki vilja vera
við sviðið soð á tann
hátt, at tey koma at
hava verri umstøður
enn eitt nú eysturoyar-
feløgini.
Sum skilst, so vóru
tey í serliga HB og
B36 rættiliga kløkk, tá
tey frættu tíðindini um
ætlanina hjá teimum
báðum eysturoyingun-
um, og tað bendir eis-
ini á, at feløgini ætla at
gera nakað við hetta.
Í øllum førum hava
umboð fyri HB, B36
og AB í vikuni heitt á
Býráðið um at taka
upp samstarv við FSF
um møguliga ger av
fótbóltshøll.
Okkum kunnugt, so
hevur málið tó enn
ikki verið til nakra við-
gerð í Býráðnum, og
spurningurin er so
helst eisini, í hvønn
mun kommunan hevur
ráð at vera feløgunum
til hjálpar. Bæði tá
hugsað
verður
um
krónur og oyru, men
helst eisini tí fótbólt-
urin – einsamallur –
ikki hevur eins stóra
vælvild frá øllum pørt-
um av havnarborgar-
um.
-jm
Fótbóltshøll á Lambareiði
Landsliðsmálverjin,
Jens Martin Knudsen,
og U-landsliðsvenjar-
in, Mathias Davidsen,
hava í longri tíð ar-
beitt við møguleikan-
um um at gera eina
fótbóltshøll
FÓTBÓLTSHØLL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vátaslettingurin og fýsandi
norðanættin her í november
gera sítt til, at fólk fyri tað
mesta halda seg innandura,
men hjá leikarunum, sum í
dag eru til venjingar, ger
hetta ikki mun. Allir sum
ein díkja leikararnir á við
ymsu teknisku venjingun-
um. »bara ein berøring«
verður rópt til sveittandi
menninar, sum nú standa í
ringi og halda bóltinum
uppi. Enn er talan bert um
upphiting, men ídnir, sum
teir eru, so skerst ikki burt-
ur, at nógv verður lagt fyri
kortini. Tað hevur eisini
týdning, at vøddarnir verða
væl mýktir, áðrenn nær-
dystirnir á graslíkinum
gerast nakað harðari.
Kann gerast veruleiki
Í dag man omanfyristand-
andi vera ein fullkomuliga
utopisk støða hjá einum
venjara at hugsa sær til,
men tað verður tó kanska
ikki heilt so leingi, áðrenn
hetta verður veruleiki.
Seinasta hálva annað árið
hava Mathias Davidsen og
Jens Martin Knudsen nevn-
liga arbeitt miðvíst fram
ímóti møguleikanum at
gera ein fótbóltshøll her í
Føroyum, og nú eru ætlan-
irnar so smátt um at gerast
somikið ítøkiligar, at bæði
staður og tøl kunnu setast á.
Í stuttum kann sigast um
ætlaðu høllina, at talan
fyrst og fremst verður um
eina venjingarhøll. Sam-
bært uppskotinum, so skal
hon liggja á Lambareiði, og
sum skilst, so hevur Runa-
víkar Kommuna fingið um-
bøn um grundstykki. Ætl-
aða støddin á vøllinum er
40X60 metrar, og tá ber so
sjálvandi ikki til at hava
dystir í sama líki, sum teir
verða leiktir uttandura.
Undirlagið á høllini skal
vera graslíki av sama slag,
sum vit kenna tað frá
nýggju
vøllunum,
sum
seinastu tvey árini eru
lagdir kring landið,
Steðgurin skal styttast
Teir báðir, Mathias og Jens
Martin, eru á ongan hátt
ókendir í føroyskum fót-
bóltshøpi.
Gjøgnum mongu ár síni á
landsliðnum er Jens Martin
ivaleyst tann av teimum,
sum er best kendur millum
manna, og hann hevur ofta
haft á munni, at skulu før-
oyingar lyfta seg enn meira
á altjóða fótbóltspallinum,
so er neyðugt at leingja
kappingina.
Eitt nú segði hann her í
blaðnum
eftir
seinasta
landsdystin í júst lidnu
undankappingini, at Føroy-
ar nú eru komnar hartil,
sum vit kunnu røkka undir
verandi formum. At tað er
neyðugt, at leikararnir eru
aktivir ein størri part av ár-
inum, tí gera vit ikki tað, so
verða vit framhaldandi
eftirbátar á – serstakliga –
tekniska økinum.
Og partamaðurin, Mathi-
as, er als ikki ósamdur í
hesum. Gjøgnum mong ár
hevur Mathias Davidsen
verið partur av venjaraliðn-
um kring U-landsliðini hjá
Føroyum, og tó at úrslitini
mangan hava verið á heilt
góðari leið, so er hann ikki
í iva um, at broyting skal
til, um vit skulu longur
fram.
– Tað er einki at ivast í, at
veðurfrøðiligu umstøður-
nar hjá okkum eru ein stór
forðing. Sum er liggja
flestu leikararnir í dvala frá
oktober til januar mánað,
og tað er alt ov leingi.
– Vit síggja tað serliga
væl á yngru landsliðunum.
Har standa vit í nógvar
mátar mát við mótstøðulið-
ini, tá talan er um yngstu
landsliðini, men so skjótt
vit koma upp eftir á stigan-
um, verða vit eftirbátar. Tá
gerst venjingin hjá hinum
nógv meira intensiv og tí
menna teir seg nógv meira.
Ikki tí at vit ikki útvikla
okkara leikarar, men tað
gongur bara nógv seinni
enn hjá hinum, og tá vit so
koma upp til A-landsliðið,
er trupulleikin sera sjónsk-
ur. Har hava vit ofta bara
ein og tveir leikarar, sum
hava neyðuga skjótleikan í
spælinum til at gera seg
galdandi, og tað er ov lítið.
Við meira støðugari venj-
ing kundi talan her kanska
verið um fýra og fimm
leikarar, sum høvdu neyð-
uga støðið, og tað vildi
gjørt stóran mun, heldur
hann.
Fyri øll
Tá tosið aftur verður beint
inn á ætlaðu høllina, er
Mathias tó ikki heilt so
tíðindafróður.
– Jú hatta er ein ætlan,
sum vit hava arbeitt við í
eina tíð, men enn er nakað
eftir á mál. So vit hava ikki
vilja gingið alt ov hart við
hurðunum. Akkurát, nær
vit hava eitt heilt liðugt
projekt, er ikki endaliga
greitt, men tað sigur seg
sjálvt, at tað er neyðugt við
parti av føroysku HatTrick-
køkuni, um hon skal gerast
veruleiki, og tann grunnur-
in byrjar jú at gjalda út
komandi ár.
Onkur atfinning hevur
ljóðað úr høvuðsstaðnum,
um at Eysturoyggin við eini
høll her kann skapa sær
eina serstøðu, men hesum
er Mathias als ikki samdur
í.
– Kemur ein slík høll, so
má aðalmálið verða, at
allur føroyskur fótbóltur
fær gagn av henni. At hon
liggur í Eysturoynni er
einamest tí, at her eru nógv
feløg í heilt stuttari frá-
støðu, men sjálvandi skulu
øll hava møguleika at nýta
hana. Eitt nú er neyðugt, at
venjingartíðirnar
verða
samskipaðar, so t.d. HB og
B36 møguliga kunnu sam-
skipa ferðingina hjá sær inn
her, og hóast alt, so eru tað
ikki meira enn trý korter úr
Havn til Lambareiði.
Og hartil, so leggur
Mathias dent á, at teir á
ongan hátt ætla at leggja
seg á allan pottin frá UEFA.
– Spyrt tú meg, so ivist
eg ikki í, at vit um ikki so
nógv ár hava fleiri hallir av
hesum slagnum. Og hvør
veit. Eini 10 ár fram í tíðina
hava vit kanska eisini eina
høll í fullari stødd. Hana
hava vit ikki møguleika at
gera her og nú, tí kostnað-
urin verður alt ov stórur til
bæði íløgur og rakstur. Men
at hon kemur fyrr ella
seinni ivist eg ikki í, og tað
vil tá vera enn eitt stórt
framstig, sigur altso Mathi-
as Davidsen at enda.
Soleiðis kemur ætlaða høllin
at síggja út. Akkurát hvar á
Lambareiði hon skal liggja,
hava vit ikki fingið upplýst,
men her er so ein møguleiki.
Tað eru Mathias Davidsen og
Jens Martin Knudsen, sum
standa aftan fyri verk-
ætlanina
Mynd Jens Kristian Vang/
Álvur Haraldsen
Stødd á vølli
60X40 metrar
Stødd á høll
68X43 metrar
Hædd á høll
4,5 metrar á síðuni
11,5 metrar á mønuni
UndirlagGraslíki,Polytan Monotex
Kostnaðarmeting 15 mió kr.
HatTrick grunnurin hjá UEFA er ætlaður at fíggja
part av høllini.
Talan er um grunn, sum UEFA setur á stovn við
tí endamáli at styrkja um grasrøturnar í fótbólts-
spælinum kring Europa. Stovnsfæið í grunninum
er 270 mió eurur (2 mia kr.), og fer útgjaldið til
ymsu londini fram yvir eitt fýra ára skeið. Fyrstu
ferð 1. august 2004 og seinastu ferð 31. august
2008. Parturin til FSF verður væntandi um 12 mió
kr.
Fakta
C
M
Y
K
38