Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 2003síða 21

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 223 - 22. november 2003 Toppdystir fyri framman Fuglfirðingarnir kunnu gerast teir fyrstu, sum taka stig frá monnunum hjá Mjølni, og í kvinnu- deildini skulu TB og KÍF dystast um, hvør skal fylgja við Klaks- víkini FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan verður um tveir sann- ar toppdystir, tá flogbólt- urin verður blástur ígongd leygardagin. Serstakliga í kvinnudeild- ini hevur talan higartil verið um eina framúr spennandi kapping, og undan viku- skiftinum eru trý lið, sum eru ájøvn í oddinum við átta stigum í part. Leygarkvøldið verða hesi tó bert tvey, tí í Trongisvági verður bara ein vinnari, tá TB tekur ímóti KÍF. KÍF tók annars alt á bóli fyrstu umførini, tá tær millum annað vunnu tryggan heimasigur á TB, men síðani er stígur tó komin í hjá teimum. Spurningurin er so, hvørt tær eru førar fyri at reisa seg í Trongis- vági, har TB aloftast hevur eina sterka áskoðarafjøld aftan fyri seg. Og so skal heldur ikki gloymast, at TB hevur eitt av sterkastu lið- unum í deildini. Sama dag skulu tær hjá Mjølni taka ímóti ÍF, og í nógvar mátar tykist tað, sum um heimaliðið her fer at halda fast um oddasess- in. ÍF hevur ikki somu styrki, sum liðið hevði í fjør, tá talan gjørdist um gullmerki, og Mjølnir tyk- ist hinvegin vera komið rættiliga ígongd, eftir at tær annars høvdu nøkur trupul fyrstu umfør. Tann trupulleikan hava menninir í Klaksvík ikki havt. Hóast talan í fleiri før- um hevur verið um tættar dystir, so eiga teir í Mjølni enn fyrsta tapta settið til góðar, og í so máta eru teir greiðir favorittar undan heimadystinum móti ÍF. Skala nakar taka Mjølnir, so eru fuglfirðingarnir tó helst eitt av bestu boðun- um, og so er spurningurin, hvørt teir við einum sigri kunnu leggja seg á odda í deildini, ella um Mjølnir hinvegin skal skapa sær enn størri fjarstøðu. Tað vóna tey helst ikki í Sørvági, har SÍ eisini hevur ætlanir um at vera við í oddinum. Teir spæla hesa- ferð móti Fleyr, og tað líkist á pappírinum einum trygg- um heimasigri. Enn hevur Fleyr ikki megnað at vunn- ið sær nakað stig, og at síggja til man Sørvágur vera eitt tað truplasta staðið at venda hesi gongdini. Kvinnurnar hjá KÍF tóku øll á bóli fyrstu umførini, ta´tær millum annað vunnu heima- dystin á TB. Men síðani er stígur komin í, og leygardag- in hava tær trupla uppgávu í Trongisvági Føroyar nummar 127 Seinastu ellivu mánaðirnar eru Føroyar skramblaðar 14 pláss niður eftir FIFA-styrkislistanum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á altjóða styrkislistanum hjá FIFA, eru Føroyar á seinastu útgávuni heilt aftur á 127. plássinum, og tað er langt síðani, at vit hava verið stødd somikið niðarliga. Síðani seinasta ársskiftið eru Føroyar dotnar 14 pláss niður eftir listanum, og skal metast eftir lopunum, sum aðrar fótbóltstjóðir hava hug at gera í løtuni, so eru stór sannlíkindini fyri, at Føroyar fara enn longur niður á listanum. Ein slíkur listi vil tó altíð vera upplagt kjakevni, tí hóast FIFA nýtir stødd- frøðiligar snildir av ymsum slag, til tess at geva ymsu fótboltstjóðunum rating- stig, so man tað bert vera í dystum landanna millum, at ein ítøklig meting av styrkini kann gerast. Til stuttleikar kann nevn- ast, at síðani januar mánað hava eitt nú Panama, Benin, Mauritius, Turkmenistan, Lesotho, Sswaziland, Botswana og Libanon yvirhálað Føroyar á listanum. Hinvegin halda vit okkum framvegis frammanfyri lond sum Indiu, Mozambique, Tahiti, Yemen, Etiopia, Palestina og Sierra Leona, so kanska kundi tað verið eitt hugskot at leikt venjingardyst móti onkrari av hesum tjóðum. Fremstu londini á listan- um og støðan hjá norðan- londum framgongur av listanum niðanfyri. Tølini í klombrum eru styrkismet- anin hjá liðnum við árs- byrjan. 1 Brasil (1) 2 Frakland (2) 3 Spania (3) 4 Argentina (5) 5 Mexico (8) 6 Holland (6) 7 Turkaland (9) 8 Ongland (7) 9 Týskland (4) 10 Kekkia (15) 13 Danmark (12) 17 Svøríki (24) 39 Noreg (26) 42 Finnland (43) 60 Ísland (58) 127 Føroyar (113) Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 6 4 - 2 15 6 9 8 2 Mjølnir 6 4 - 2 13 8 5 8 3 KÍF 6 4 - 2 13 11 2 8 4 Dráttur 6 3 - 3 13 12 1 6 5 ÍF 5 2 - 3 7 9 -2 4 6 Fleyr 7 1 - 6 5 20 -15 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 4 4 - 0 12 0 12 8 2 ÍF 5 4 - 1 12 5 7 8 3 SÍ 5 3 - 2 11 8 3 6 4 Fram 5 1 - 4 5 13 -8 2 5 Fleyr 5 0 - 5 1 15 -14 0 Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 22.11 14.30 VB-Søljan 23.11 14.30 Neistin-VÍF 23.11 14.30 StÍF-Kyndil 1. deild menn 23.11 16.00 Neistin-VÍF 23.11 16.00 H71-KÍF 23.11 16.00 StÍF-Kyndil Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 22.11 15.00 TB-KÍF 22.11 14.00 Mjølnir-ÍF Meistaradeild menn 22.11 16.00 SÍ-Fleyr 22.11 16.00 Mjølnir-ÍF C M Y K 40 Nr. 223 - 22. november 2003 41 Starvsfólk Søkt verður eftir tilkomnum fólki til handilin at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftivaktum. Meira fæst at vita við at ringja á tlf. 444388 ella 214571 og tosa við Maritu. Frisørsalong í miðbýnum í Havn til sølu um hóskandi boð fæst Salongin er væl útgjørd og liggur væl fyri við góðum parkeringsmøguleikum. Eisini kann heil- søluumboð fylgja við í søluni. Skriva til: Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Bill. mrk. 20.11. FØROYSK ORÐABÓK Móðurmálsorðabókin Nú ber til at ogna sær innbundin eintøk av Før- oyskari orðabók í einum bindi. Prísurin er tann sami, sum hefta útgávan hevur kostað: 450 kr. Samstundis er prísurin á heftu útgávuni lækkaður til 375 kr. Enn fæst Føroysk orðabók eisini á fløgu. Prísur: 340 kr. eintakið. Spyrjið eftir Føroyskari orðabók í bókabúðunum. - Eitt hent amboð at eiga. Føroya Fróðskaparfelag Leiðari til sambýli fyri sinnisveik Starv sum leiðari til sambýlið í Sandavági verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.Talan er um nýtt starv,sum tann setti skal vera við til at mynda. Sambýlið í Sandavági, sum er undir uppbyggjan, er eitt heim fyri sinnisveik, har 5 fólk kunnu búgva. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: • hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt • skapa innihald og tryggleika í dagligdegnum • hava skipaðan gerandisdag so brúkarin mennist. Herumframt hevur leiðarin fakligu, fyrisitingar- ligu og fíggjarligu ábyrgdina av sambýlinum. Førleikakrøv: • viðkomandi útbúgving • fyrimunur er at hava leiðslu- og fyrisitingar- ligar royndir • hollar starvsroyndir innan tað psykiatriska økið • evni og áræði at ganga nýggjar leiðir • góð samskiftisevni • dugir væl við fólki Løn- og setanarviðurskifti: Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Heimarøktina og Serforsorgina á telefon 304020 og tosa við Mary J. í Garði, stjóra. Umsóknarfreist: mánadagin 1. desember 2003. Umsóknir: Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum, viðmæl- um v.m. skulu sendast til: Heimarøktina og Serforsorgina att.: Mary J. í Garði, stjóri Eirargarður 2, 2. hædd FO-100 Tórshavn Suðringar! Vit sýna fram tilfar og mynstur til tann føroyska búnan á Hotel Tvøroyri leygardagin 22. november frá kl. 10.00–17.00. Í hesum sambandi er handilin í Tórshavn stongdur. Hondarbeiðsbúðin Dr. Jakobsensgøta 5 100 Tórshavn Tlf. 310925 Klinikkassistentur Í sambandi við burðarfarloyvi søkja vit eftir avloysara fyri klinikkassistent at byrja mánadagin 5. januar 2004. Talan er um fulltíðarstarv. Umsøkjarar við útbúgving hava fyrimun. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. november 2003. Tannlæknastovan hjá Unnur Jensen Varðagøta 26 Box 3142 110 Tórshavn m/s Vesturfarið til sølu Um hóskandi boð fæst, verður m/s Vesturfarið selt. Talan er um skip,sum nú hevur loyvi til,innan fyri eitt dagatal uppá 132 fiskidagar,at reka línuveiðu á innaru fiskidagaleiðum á føroysku landleiðun- um og innan fyri eitt dagatal uppá 51 fiskidagar at reka línuveiðu á Føroya Banka. Eyka skrúvubløð fylgja við. Skipið er í bólki 4A. Áhugað kunnu venda sær til Advokatfelagið við Strond 4 Yviri við Strond 4 Postboks 359 FO-110 Tórshavn Eg havi keypt køk frá Balslev. Takk fyri góða tænastu og góðsku. Pætur Debes, Gjógv Jan Otto - Peugot 2/100.pdf 41 Peugeot 306, HDI • Árgangur: oktobur 1999. • Koyrt: 68.000 km • Motorur: TurboDiesel, 2 litur HDI • Litur: myrkagrønt metallakk • Eykaútgerð: Alufelgur (umframt vanligu felgurnar) og bakspoilara. • Nýtir diesel og er sera bíligur í rakstri. Til sølu um hóskandi boð fæst. Meira kann fást at vita á telefon 551503