leygardagur 18. apríl 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
en:
Nr. 72 - 18. APRIL 1998
tidindablad
Turi KJøLBRO
I sendingini »Hvat kann eg
læra til«, sum kemur í Sjón-
varp Føroya seinnapartin í
dag og sum TV2 ger, fer 23
ára gamla Lisa Frederiks-
berg av Strondum at greiða
frá útbúgvingini, ið hon er í
holt við. Hon lærir til radio-
graf, sum er ein serútbúgv-
ing innan røntgen, og verð-
ur liðug í summar.
Stórur eftirspurningur er
eftir radiografum í Dan-
mark, Grønlandi og aðra
staðni, og leys størv verða
javnan lýst. Í Føroyum eru
ikki nógvir radiografar í ar-
beiði, umframt Lisu eru
tvey undir útbúgving niðri,
men hóast so er, eru útlitini
hjá Lisu at fáa starv eftir
kna útbúgving, ikki heilt
tødan verður, men í løtuni
kenni eg meg als ikki vissan
at fáa starv í Føroyum. Á
Landssjúkrahúsinum eru
vær sjúkrasystrar farnar
undir upplæring sum radio-
grafar bara eftir einum ári.
Av tí, at sjúkrahúsið tekur
radiografnæmingar inn til
starvsvenjing, átti tað at tik-
ið teir framum. Aðra staðni
verða sjúkrasystrar ikki
APRÍL 1998
lærdar upp í yrkinum. Vit
hava hóast alt eina útbúgv-
ing, ið snýr seg um júst
hetta yrkið, og fara upp til
nógvar royndir og próv-
tøkur, sigur Lisa Frederiks-
berg, ið kortini hevur eitt
starv á Herlev sjúkrahúsi í
boði, um einki verður í Før-
oyum.
Kenna hvert bein
Ein radiografur arbeiðir á
røntgendeildum. Uppgávan
hjá einum radiografi er at
taka røntgenmyndir til
nýtslu hjá læknum. Radio-
grafar fara eisini út á ymsu
deildirnar á sjúkrahúsum
við transportablum røntgen-
tólum.
Kravið, ið verður sett
teimum, ið ætla sær at læra
Í radiograf er, eitt students-
ella handilsskålapr6gv
ramt 5 mánaðar vinnu
ð te r tr r at
KU ty di di
7
nd
nair
læra til radiograf, tvey år er
starvsvenjing og ett ár
skúli. Utbúgvingin er rætti-
liga teknisk. Høvudslæru-
greinirnar eru støddfrødi og
alisfrødi, og anatomi og
fysiologi eru eisini stórur
partur av útbúgvingini.
Radiografar skulu kenna
hvert bein í kroppinum og
eisini vita, hvussu teknisku
Lisa Frederiksberg, komandi radiografur:
Lisa skrivar søgu
— Lisa Frederiksberg av Strondum er tann fyrsti radiografurin, sum hevur verið í
upplæring í Føroyum, og seinnapartin í dag fer hon at greiða frá útbúgvingini í SVF
tólini eru sett saman og hvar
hvør skrúva situr. Stór
menning fer fram innan tól
og teldur, ið verða nýttar í
radiografyrkinum og í dag
er nærum alt teldustýrt.
— Gongdin verður uttan
iva tann, at radiografar fara
at stýra røntgendeildum.
Menningin fer so skjótt
fram, at tú mást vera inni í
øllum tí nýggja, sigur Lisa
Frederiksberg.
Færri umsøkjarar
Tilgongdin av radiograf-
næmingum í Danmark er í
stórari minking hóast trot er
á fólki við hesi útbúgving
alla staðni. Utbúgvingar-
stovnurin hjá Lisu er
Sjúkrasystraskúlin í Herlev,
vanliga hevur verið nóg
mikið av næmingum til
tveir flokkar, men í løtuni
er bara ein. Tí hevur skúlin
heitt á Lisu um at tosa fyri
útbúgvingini í Føroyum, so-
leiðis at fleiri fáa hug at
royna hetta yrkið.
Mánadagin komandi
verður Lisa at hitta hjá lestr-
arvegleiðaranum, Hans An-
drias Joensen, á Studenta-
skúlanum á Kambsdali, og
fólk eru vælkomin inn á
gólvið seinnapartin at verða
kunnað um útbúgvingina
Gongdin seinnu árini í Dan-
mark hevur verið, at tær all-
ar flestu útbúgvinginar eru
skipaðar um til SU, radio-
grafútbúgvingin er undan-
tikin og lønin er rættiliga
góð.
Men hví royna at fáa fleiri
føroyingar at útbúgva seg
sum radiografar, um utlitini
eru vånalig at fåa stan
Føroyum
— Verða vit fleiri við hesi
útbúgving, standa vit sterk-
ari. Møguleiki er at taka
starvsvenjingina í Føroyum,
lønin i útbúgvingartíðini er
góð, og tað verður altid brúk
fyri fólki við góðari útbúgv-
ing, sigur Lisa Frederiks-
berg at enda