leygardagur 18. apríl 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 18. APRÍL 1998
Hugleiðingar eftir ferð í Afrika
At verða boðin at vitja eitt so eksotiskt land sum Malawi mitt inni í Afrika, er uppliving, sum ein ikki fær á hvgrjum
degi. Men upplivingin var sterk og setti spor, sum koma at merkjast, eftir seg
EDVARD JOENSEN
Var fyri jól 1997 ringdur
upp av føroyskum presti,
sum spurdi, um eg var á-
hugaður í einum túri til Ma-
lawi í Afrika
Aðrenn spurningurin var
liðugur, var svarið ja. Tað
var eingin ivi í míni sál um,
at ein slíkan túr letur tú ikki
fara frá tær. Slíkt stendur
tær kanska bara einaferð í
lívinum í boði
Søgan aftan fyri tårin er
tann, at Neyðhjálp Fólka-
kirkjunnar, sum rekur hjálp-
ararbeiði í Malawi, hevði
boðið nøkrum journalistum
at siggja, hvadar peningurin
fer, sum fælk lata felags-
skapinum. Og av ti, at før-
oyingar lata rættiliga nógv-
an pening til neyðhjálp, var
hildið rímuligt, at eisini ein
føroyskur journalistur var
vid å tårinum. Hesin kundi
so passandi sagt føroying-
um frå, hvussu peningur
teirra verður nýttur.
Av hevuðsskrivstovuni
hjá Neyðhjálp Fólkakirkj-
unnar í København verður
sagt, at føroyingar í mun til
fólkatalið lata >markant<
meira pening, enn danir
gera
Ferðing
Tað vóru seks fólk í ferða-
lagnum, sum fór úr Kastrup
við kós móti hevuðsstaðn-
um í Malawi, Lilongwe
Tey fimm umboðandi in-
formatiónsdeildina hjá
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar
»g donsku pressuna. Og so
ein einstakur føroyskur tíð-
ndamaður
Leiðin gekk um London,
bíðað varð 1 heilan
i niður
eftir rutufl
hjarta Afriku
Við so góðari tíð lá væl
fyri at fara úr Gatwick inn í
sjálvan London bý at stytta
sær stundir. Og bretar tykj-
ast ongar trupuleikar hava
av, at flogvøllurin ikki ligg-
ur mitt i hevuðsstaðnum
Teir ferðast fegnir langt til
tess at náa flogfarinum
London er ein spennandi
býur, har tú kanst fáa, hvat
tað skal vera. Tó tóktist,
sum ikki bar til at fáa ordi-
ligt kaffi
Og var tað ringt í London,
var hvaðna verri umborð á
risastóra flogfarinum hjá
British Airways, sum í 14
tímar flutti okkum úr Lond-
on um Harare í Zimbabwe
og Lusaka í Zambia til
Lilongwe í Malawi
Kaffi har umborð var rætt
og slætt ikki munnberandi
Men so var tænastan annars
so mikið betri. Og ein sann-
aði enn einaferð, at bretar
duga at gera te
Hóast langa flogtúrin var
hann ikki troyttandi, og av
tí, at ferðast varð mest
1 ður t arm murin
mer
uj
er bara tveir timar år Lond-
on, vóru vit rímuliga væl
fyri, tá vit lendu í Afrika
Fryntligt fólk
Eg kendi meg hjartaliga
vælkomnan longu frá fyrsta
handataki í floghavnini í Li-
longve
Ein smilandi afrikanari
kom at taka í móti okkum
Leiðarin á ferðini, informa-
tiénsmedarbeidarin hjå
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar
í København, hevði verið
einar fimm-seks ferðir áður
í Malawi, so teir báðir kend-
ust
Hesin fryntligi afrikanar-
in, sum vit seinni mest
nevndu >grinebideren<, er
leiðari fyri felagsskapinum
ELDP, sum samstavar við
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.
Hann er ættaður úr Tanza-
nia, og er nevndur Dr.
Meena
Saman við honum vóru
tveir bilførarar og ein
kvinnuligur tulkur, sum
fylgdu okkum á ferðini
Tey tosaðu øll væl enskt
Dr Meena, hm., saman
við tulkinum Patriciu
M n 1 Ed: ird loensen
Men tulkurin skuldi vera
við, tá vit skuldu út á bygd-
irnar at vitja
Eg havi búð á betri
hotelli, má eg siga. Men í
mun til, hvat mær var sagt,
áðrenn vit komu niður, var
hotellið, vit búðu á, rættiliga
gott. Reint og nossligt. Egið
baðirúm, har eitt fýrbein
rann á vegginum. Og tað
var, sum tað átti at vera.
Joseph Bvumbwe biskupur
uttan fyri kirkjuna
( Mynd Edvard Joensen)
Hetta helt ødrum smákykt-
um burtur.
Avarda var í móti sjúk-
um, sum standast av millum
ødrum flugubitum. So út-
gerðin, sum við var, var
merkt av hesum. Flugunet
at breiða yvir songina, og
balsam at smyrja upp á seg.
Tað luktaði av citrón langt
burtur, hvørja ferð, farið
varð út eftir skýming.
Ørdvisi gudstænasta
Vit komu til Lilongwe leyg-
ardag seinnapart.Og av ti,
at vit vitjadu kirkjuligar fel-
agsskapir, var sjålvsagt, at
sunnudagurin byrjadi vid
guðstænastu i luthersku
kirkjuni í Lilongwe.
Sjálv liturgiin líktist teirri,
ein var vanur við í Vestur-
kirkjuni. Væl bar til at
fylgja við trúarjáttan, Faðir-
vár og slíkum, hóast ikki eitt
einasta orð var skiljandi.
Tulkurin, Patricia, váttaði
fyri mær aftan á guðstæn-
astuna, at tað var, sum eg
hevði hildið meg skilja.
Tað var týðuligt, at gingið
varð nógv upp í sangin. Og
hóast einki orgul var, so
varð sungið so í hesum lítla
bliktakta betongrúminum,
at meinigheitin í Vestur-
kirkjuni átti at blikna av øv-
und. Tvey kór, sum hvert
sang betri enn annað. Og
fólk livdu við. Har svingaði.
Fyri mær minti tað ikki
sørt um føroyskan dans, har
ein skipaði, og restin so tók
undir. Ein kvinna í fremsta
stóli sang líkasum eina
reglu, og so tóku hini undir
og sungu tað sama.
Tað, eg serliga legði
merki til við hesum fólk-
unum, var, at har vóru mest
bara ung fólk og børn.
Gamalt fólk var einki at
síggja. Um tað var tí, at livi-
aldurin er so lágur í landi-
num, er ikki til at siga. Men
hugsandi er, at av tí, at kirkj-
an rekur skúla, kann tað
vera, at hetta eru fólk, sum
hava ella hava havt tilknýti
til skúlan, sum koma aftur.
Tað var biskupurin sjálv-
ur, Joseph Bvumbwe, sum
prædikað hendan dagin. Og
sum skiltist var tað tí, at
fremmandir gestir vóru
komnir á vitjan.
Bispur prædikaði á ensk-
um, so vit skuldu skilja,
meðan ein prestur so um-
setti til lokala málið, Chi-
chewa.
Hetta var sætta sunnudag
eftir trettanda, og teksturin
var frá Matteusi 20 um bøn-
armenninar í víngarðinum.
Og meðan eg sat og lýddi
á réðu biskups, skilti eg, at
her heyði lýsingin av monn-
unum, sum stóðu fyri enki
á torginum annan týdning,
enn heima. Tí her niðri
stóðu teir í trunka á torgi-
num. Og var einki at vinna,
var einki at bíta. Einki ALS
at fara til.
Men tað, sum festi seg
mest, vóru orðini um, at tað
er líka mikið, um tú verður
biðin til arbeiðis klokkan
sjey, níggju, ellivu, tvey ella
fimm.
Tað, sum um ræður, segði
bispur, er, at tú er til reiðar,