leygardagur 18. apríl 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 18. APRIL 1998
tå tú verður biðin.
Aftan á kirkjugongdina
fóru øll út á sama hátt sum í
føroyskum kirkjum. Bispur
fyrst og so tey å fyrsta bonki
og so framvegis. Men bisp-
ur stedgadi beint fyri hurd-
ini fyri uttan og tók í hond-
ina á teimum, sum út komu.
So steðgaði tann næsti og
tann tridi og so framvegis.
Tá so vit, sum sótu nakað
uttarlaga í kirkjuni komu út,
gingu vit runt mestsum alt
túnið og tóku í hondina á
fólki. Soleiðis heilsaði eg
upp á fleiri fólk, enn eg
nakrantíð fyrr í lívinum
hevði tikið í hondina á sama
dag.
Skelkandi an
Endamálið við ferð okkara
var at vitja tey stød, har
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar
rekur hjálpararbeiði. Eisini
stóð, har ætlanin er at fara
undir slíkt arbeiði.
Og longu seinnapartin
sunnudagin varð farið við
bili at vitja eitt av teimum
støðunum, har ætlanin er at
grava ein brunn í summar.
Hóast eg helt meg hava
sæð eitt sindur av hvørjum
og ikki vera so lættan at taka
av fótum, má eg viðganga,
at hendan vitjanin gjørdist
ein skelkur, sum fer at
standa í minninum, tað eg
havi eftir at liva.
Eg upplivdi tað, sum á
fremmandum málið verður
nevnt »kulturchok«. At vera
vitni til, at menniskju kundu
liva undir slíkum umstødum
sum teimum, vit sóu, var
meira enn eg hevdi ímynd-
að mær, kundi bera til.
Vit vitjaðu ein bý, sum í
fólkatali var á stødd við
Havnina.
Tað fyrsta, lagt varð til
merkis, var, hvussu skitin
serliga børnini vóru. Runan
lá í flakum uttan á teimum.
Klæðini vóru brún og stív.
Og tey luktaðu eins og kría-
túrini.
Nú skal hetta á ongan hátt
skiljast sum nakað sum
helst niðursetandi, tí um-
stødurnar vóru slíkar, at har
bar stutt sagt ikki til at vera
ørdvisi.
Einasta atgongd, tey
høvdu til vatn, var ein lítil,
skitin hylur, sum bæði fólk
og fæ nýttu til drekkivatn.
Og tað sigur seg sjálvt, at
undir slíkum umstødum er
klædnavask ikki tað fyrsta,
vatnið verður brúkt til.
Hylurin lá opin. Har var
einki, sum vardi móti tí, ið
rann við regninum niður í
hann. Og tað var alt, sum
bæði kríatúr og fólk løgdu
eftir seg í umráðnum rund-
an um.
Úrslitið av hesi neyðar-
sligu stóðu er, at fólk ganga
kronisk sjúk. Magailska -
diarré- er heilt vanlig deyðs-
orsøk í bynum. Sagt varð,
at tvey av fimm børnum í
býnum doyggja, áðrenn tey
verða fimm ára gomul.
Neyðhjálp Fólkakirkj-
unnar fekk samband við
hesi fólkini í samband við
ein lýsingarfilm, sum tikin
varð upp seinasta heyst.
Lýsingin verður víst í
donskum sjónvarpi, og hev-
ur eisini verið at sæð í Sjón-
varpi Føroya í samband við
innslag í Degi og Viku frá
hesi somu ferðini. Og hend-
an neydarstødan, hesi fólk-
ini eru í, gjørdist ov nógv
fyri filmsfólkini. Tey hava
savnað pening sínámillum,
soleiðis, at ein brunnur
verður grivin beinanvegin,
so frætt turt er vorðið eftir
regntíðina, at gravast kann.
Býráðsformaðurin, chief-
urin, sum tey nevndu hann,
segði, at hann gleddi seg til,
at brunnurin fer at koma.
>So sleppa vit kanska frá
at ganga so ofta til jarðar-
ferð,< helt hann.
Á meg hevði hendan vitj-
anin í Ishmael, sum býurin
eitur, slíkt árin, at eg at kalla
einki fekk burtur úr restini
av degnum.
Meira verður sagt frá hesi
vitjanini í aðrari grein.
Kreppa ella kreppa
Eftir ein slíkan túr sum
hendan, fær orðið kreppa,
Gróðrarlíkindi eru
sera góð í Malawi
Træið í biskupsgarðinum
í Lilongve er bara tr
ára gamalt
(Mynd: Edvard Joensen)
sum i Føroyum er vorðið
dagligt at tala um, aðra
merking, enn ta, vit leggja i
orðið.
Væl hava vit havt tað
tyngri í Føroyum seinnu ár-
ini, enn tey flestu vóru von
við fyri tíggju árum síðan
og helst høvdu ætlað at
sloppið undan.
Men okkara trupuleikar
kunnu á ongan hátt metast
móti teimum, sum fólk, ið
hvorki hava vatn ella mat í
munnin, hava at dragast við.
Tað er ógvuliga ringt at
ásanna, at manglandi undir-
sjóartunnlar ella flogvallir
skulu vera ímynd av
kreppu, meðan fólk, sum
saktans kundu liva væl av
okkara avlopi, liggja og
doyggja í armóð at kalla fyri
durum okkara.
Væl veit eg, at ikki ber til
bara at geva eins egna lív
upp, av tí, at onnur hava tað
verri, enn ein sjálvur. Men
sin slík uppliving gevur so
sanniliga nakað at hugsa
um.
Eg skilji væl, hvat Móðir
Theresa meinti við, tá hon
bað geva sær peningin, sum
Nobelveitslan fyri henni
annars hevði kostað. Ein
upphædd, sum fleiri túsund
fólk í India kundu verðið
mett av hvønn dag í eitt heilt
ar.
Hjálpin ger mun
I Malawi høvdu nógv fólk
verid hjartans fegin um
nakrar dropar av ti vatni,
sum rennur burtur, hvørja
ferð vit vaska bil i Føroyum
Og tað ber væl til at
hjálpa teimum til eina meira
mansømuliga tilveru
A ferðini vitjaðu vit eisini
bygdir, har brunnur var í
gerð og bygd, har tey høvdu
fingið ein brunn frá Neyð-
hjálp Fólkakirkjunnar
Eins líkur brunnur fæst
fyri 14.000 danskar krónur
Hesin brunnur hevði full
komuliga broytt lívið hjá
hesum fólkunum. Tey vóru
rein og glað. Og tey vóru
frísk. Síðan tey í bygdini
Kachiza í august mánaði í
fjør høvdu fingið brunn,
hevði eingin tilburdur av
diarré verið í bygdini søgdu
Saman vid
tulkinum Patriciu,
bilføraranum Kaunda
og børnum ur Ishmael
tey.
Og frísk fólk eru glad
fólk. Og glað fólk hava betri
hug at arbeiða, enn sjúk fólk
hava. Og hesi fólkini høvdu
eisini lagt eitt stórt arbeiði í
veltingina. Tey væntaðu sær
metheyst, søgdu tey. Og
sjónligt var, at maisveltur-
nar vóru rættiliga væl betri
fyri, enn vit annars sóu
nógvastaðni.
Um tað bara var av reina
vatninum í brunninum, er ilt
at siga. Men tann sann-
roynd, at tey høvdu vatn at
bera á velturnar, gjørði
sanniliga sítt til, at livilík-
indini batnaðu munandi.
Vissuliga má sannast, at:
Av øllum tí góða,
Várharra gav,
ei nókur gáva var betri,
enn, vatnið, sum rennur
úr fjalli í hav
bæði á sumri og vetri.
Sum sagt eru nógvir føroy-
ingar, sum stuðla tí arbeiði,
hjálparfelagsskapirnir gera
Onkur er, sum av og á hevur
ivast í, um peningurin kem-
ur å rætta stad.
Eftir at hava ferðast í hes-
um umráðnum, um enn tað
bert var stutta tíð, kenni eg
meg fullvísan í, at í hvussu
er Neyðhjálp Fólkakirkj-
unnar fær peningin upp á
pláss
Og eingin sum helst ivi
er um, at har hann kemur
er hann til heilt fantastiska
hjålp