Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. apríl 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tidindabl Tey vitja á einum risastórum neytagarði, sum er eins stórur og helvtin av Føroyum. Leiðin gongur eisini til víðagitnu sandoynna Fraser, sum er tann størsta av sínum slag í heiminum. Vit prenta í dag seinna part av fråsøgnini úr Australia hjá teimum báðum fjakkarunum John Thomsen úr Havn og Hallu Poulsen úr Froðba TX TS Nú vóru longu tríggjar vikur farnar av okkara seks vikum í Australia, og vit vóru enn heilt har norðuri. Nú fór tað at ganga eitt sindur skjótari Á veg suðureftir við Oz- bussinum »millumlendu« vit i Airlei Beach eina nått, g har hittu vit av tilvild ein annan føroyskan fjakkara Heidi Dalfoss úr Havn. Hor } mánaðir og var nú á veg New Zealand norður eftir framvið eyst- urstrondini. Vit høvde eitt hugnaligt prát um fjakking, men skiltust longu morg- unin eftir A neytagarði í Dingo Næsti steðgur á leiðini var á einum risastórum bónda- garði, ella rættari neyta- garði. Staðið æt Dingo eftir ti villa australska hund- inum, og garðurin var 30.000 acres, sum vit hava fingið til at verða uml. 750 km“. Tað er meira enn helvtin av øllum Føroyum, og tá hann fortaldi okkum, at stiklongdin rundanum er 1200 km, trúðu vit ikki okk- ara oyrum. Tað merkir, at teir lættliga kundu stikad allar Føroyar inni, og tå hevði tað enntá lopið av! Tíbetur er góðskan á stik- pelunum sera góð; teir halda vanliga í umleið 40 ár Garðurin hevur bara kjøt- neyt, 3000 stk., og maðurin, ið greiddi okkum frá, segði, at slagið æt Brahman neyt Tey skulu vera serliga sterk og hóska væl til tað heita, turra = veðurlagið. Hann gjórdi nógv burturúr at greiða okkum frá, hvussu teir geldu teir ungu kálv- arnar, og hverjum teir hugdu eftir og føldu uppá, tá teir keyptu nýggjar tarvar, men líkamikið við tí! Eisini vísti hann okkum eitt serligt slag av grasi, sum var kom- ið úr India, og hevði beint fyri øllum seyðahaldinum í statinum Queenslandi. Tá tað gjørdist vátt, boraði tað seg inn igjøgnum ullina og húðina hjá seyðinum, og fór inn í blóðrenslið og upp í heilan, har tað til seinast drap seyðin Bøndurnir kundu íkki finna út av, hvat tað var, sum gjørdi, at seyðurin doyði, og teir fóru á húsa- gang ein fyri og annar eftir. Tað hevur ikki verið seyða- hald her síðan, og í dag hevði tað als ikki borið til, tí grasið er allastaðni. Vit hugsaðu um, hvat hevði hent, um tað endaði i Før- oyum, hetta løgna gras. Tað hevði verið ræðuligt. Hetta nervar tó ikki neyt- ini, uttan tey fingu tað í eygað. Tá kundi tað enda við, at tey vórðu skotin. Sjálvt um garðurin er so stórur, hava teir bert 30 vatnbrunnar, og frá 92 - 96 høvdu teir eina langa turrtíð. Tá tornaðu 28 av brunnun- um upp, og tey vóru um at fara á húsagang. So funnu tey uppá at bjóða ferðafólki runt, og hetta er nú ein ógvuliga týðandi partur av fíggingini av garðinum. Eftir hetta hildu tey eisini, at tey máttu finna fleiri vatngoymslur á ognini, men av tí at tað var sera dýrt at gera royndarboringar, lupu tey út í orð, at gass var í undirgrundini. Hetta frættist skjótt, og skjótt vóru feløg á staðnum og vildu gera royndarboringar. Tey søgdu vælkomin, og aftanå 600 ókeypis boringar, har tey sjálvsagt ikki funnu nakað gass, høvdu tey bara rakt við vatn fýra ferðir, so tað eru harðar treytir at arbeiða undir. Sandoyggin Fraser Aftaná læruríka steðgin í Dingo, komu vit til býin Hervey Bay. Hiðani skuldu vit sigla út á oynna Fraser, eitt annað av stoltleikum australianna. Hetta er ein sandoyggj burturav, og samstundis tann størsta av slagnum í heiminum. Eisini er hetta einasta stað í heim- inum, har regnskógur veks- ur upp úr sandi, søgdu tey okkum. Oyggin er 120 km long og 15 km breið. Við undantaki av fýra stóðum, har grót finst, er hon sum sagt bert sandur, og gerst í stóðum 200 m høg. Oyggin er fjald av ymiskum vøkstri, mest regnskógi, men í ávís- um stóðum finnast stórar sandfløtur, ið vaksa, minka ella flyta seg sum vindurin blæsur. Hóast ongir vegir eru herúti, vitja yvir 20.000 akfør oynna hvørt ár. Hetta eru alt fýrahjólstrektir bilar, og teir hava í meðal 6-8 fólk við. Flest øll fara út á Fraser í 2-3 dagar, júst sum vit gjørdu. Vit vóru 8 fólk í okkara jeep'i, og vóru væl- útgjórd til at klára okkum úti í tí villu náttúruni í tvær nætur. Komin á oynna hildu vit beina leið til kendasta vatn á oynni, Lake McKen- zie. Vit høvdu sæð myndir av tí áðrenn, men tær sóu so óveruligar út, at vit máttu fara at kanna hetta nærri. Sun vit komu hoppandi eft- ir ti holuta vegnum gjøgn- um jungluna, s6u vit knapp- liga ein løgnan himmalblå- an lit millum trøini. Síðani kom ein hvit — kritahvit — strond eisini spakuliga til sjóndar, og tå vistu vit, at myndirnar høvdu veruliga talad satt. Hetta var tann blåasti blái litur vit hava sæð, og inni við strondina fór hann yvir í ljosagrønt, orsakað av sandbotninum. Sandurin var sum dust so fínur. Vit fingu at vita, at hetta er fínasti sandur, ið finst, 98% reint silikone. Nr. 72 - 18. APRÍL 1998 Hann kann brúkast til at reinsa húðina, er góður at vaska hár við, og um tú gniggjar tína gomlu svertu silvurketu við honum, gerst hon skínandi nýggj aftur. Eitt er so heilt vist, tær myndirnar verða einastand- andi flottar. Vit hugnaðu okkum so her við at svimja, gníggja sand í húð og hár, og drekka tað reina bláa vatnið. Løgin kensla at svimja runt við opnum munni og bara svglgja við góðari samvitsku! Vatnið var partur av >The Table- lands<, sum er kelduvatnið undir jørdini. Her var tað bara komið upp til yvirflat- una. Tað er regnvatn, sum er sílað gjógnum tann fína sandin, og tí er so reint. Tjaldaðust Ringt var at fara víðari frá einum sovorðnum stað, men vit máttu skunda okk- um eitt sindur, tí til ber bert at koyra eftir tí longu eyst- urstrondini í fjóru. Hetta var neyðugt fyri at koma norður til staðið, har vit høvdu ætl- að okkum at sláa teltini upp. Komin nøkunlunda upp á pláss, gingu vit niðan á ein stóran klett, har útsýnið var sera gott út yvir havið. Vatn- ið var so klárt, at vit sóu tvær skjaldbøkur og onkrar stórar fiskar svimja runt undir okkum. Onkuntíð