Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. apríl 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 18. APRIL 1998 kanst tå vera heppin og siggja delfinir, håvar ella hvalir, men ikki hesa ferð. Har sóu vit so sólina fara niður aftan fyri oynna, við tí úrsliti, at vit máttu seta telt upp og gera mat í bøla- myrkri! Men so hava vit roynt tað. Meðan vit sótu og ótu í myrkrinum hoyrdu vit dingo'ir ganga og snodda nærhendis, men teir komu ongantíð ov nær. Onkuntíð hava teir verið í so naskir og hava lopið á menniskju herúti. Vit máttu tí verða tvey saman alla- tíðina. Morgunin eftir fóru vit tíðliga upp og gingu oman til sjóvarmálan, har vit fóru at svimja í Sjampagnu-hyl- inum. Hetta er ein náttúru- skaptur hylur, og einasta stað, har tú kanst svimja í havinum úti á oynni. (Tú kundi sjálvandi roynt eydn- una á teimum vekru lokk- andi strondunum, men mest sannlíkt, so hevði tú rent teg inn í ein háv ella tiggju!) Vit hildu leiðina norðureftir, so langt ið vit høvdu loyvi at fara, aftur til eitt vatn, har vit svumu og stuttleikaðu okkum. Vit nýttu helst ov nógva tíð til at koyra, men hetta var ein rættulig roynd í sær sjálvum, tí vegirnir eru so vánaligir, at tú kanst bert koyra 20-30 km/t Vit høvdu ikki gloymt ta vøkru sjónina frá degnum fyri, so sjálvt um nógv onnur stød áttu at verða vitjað, so var Lake McKenzie so drag- andi, at vit valdu at fara aft- ur hagar. Her vóru vit so allan seinnapartin; so leingi, at tá vit endiliga fingu pakk- að okkum saman og skuldu finna okkurt stað at seta telt- int, vóru øll plássini upp- tikin í tí økinum. Vit koyrdu tí til eitt annað stað, har alt eisini var upptikið, so tað endaði við, at vit — sum IKKI høvdu ætlanir um at endurtaka myrkaleggingina frå kvøldinum fyri — aftaná ein drúgvan koyritúr komu = GA ' 5 til eina strond, og søgdu, at nú koyra vit ikki longur! Vit fingu teltini upp — aftur í myrkri — men áðrenn vit komu í gongd við at gera mat, fór tað at oysregna! Her var onki at gera uttan at krúpa í soviposan, og vóna at teltið ikki fór á flog ella at leka ov illa. Lake Wabby Næsta morgun var veðrið gott aftur, og vit hildu leið- ina fram. Vit fóru til gongu móti einum vatni, hesaferð Lake Wabby. Hetta vatn liggur inni í regnskóginum, og er ógvuliga sermerkt, tí at ødrumegin er regnskógur og hinumegin ein stór sand- fløta, sum gongur rættiliga brøtt niður í vatnið. Hetta er ein av teimum áður- nevndu sandfløtunum, og henda flytir seg uml. 3 m inn eftir um árið. Við tíðini fer hon kanska at oyða ella flyta Lake Wabby. Tað er lokkandi at klatra niðan, fáa sær renningarferð omaneftir og kava úti, men hetta er sera vandamikið, tí tað er ov grunt, so tú hevði bara smekkað høvdid í botnin. Hvussu tað hevði endað, sóu vit áðrenn vit fóru út á oynna, tí ein, ið búði á sama gistingarhúsi sum vit hevdi gjørt hetta, og hevði fingið heilaskjålvta, brotna nøs og tvey svørt eygu! Og hann var enntá heppin; onnur hava fingið ryggskaðar fyri lívið. Hetta vatnið líktist burtur frá hinum, tí her var liturin meira grønur. Hetta komst av onkrum algum, ið tó ikki vóru vandamiklar. Á veg út- aftur móti strondini gjøgn- um jungluna sóu vit eitt stórt fýrbein, yvir ein metur, id klatraði upp í eitt træ. Eisini vóru har ein rúgva av risastórum eiturkoppum, so tað var ikki so hugaligt alla- tíðina at ganga og hyggja upp. Vit høvdu nú bert ein seinnapart eftir á oynni, og tíðindablaði vit fóru enn einaferð til Lake McKenzie. Á veg hag- ar eftir tí vánaliga sand- vegnum, sóu vit brádliga okkurt stórt røra seg inni millum trøini. Vit steðgaðu og hugdu eina løtu, og spakuliga kom fyrst ein hestur til sjóndar, og síðani fylgdu tveir eftir honum. Hetta vóru villir hestar, sum liva á oynni. Hetta høvdu vit als ikki væntað at sæð. Tað er sera sjáldsamt at bera eyga við teir, ti teir halda til á teimum óatkomuligu pørt- unum av oynni. Teir sóu ikki ødrvisi út enn vanligir hestar, men tað var stuttligt at fortelja fyri hinum lið- unum, at vit høvdu sæð teir. Komin aftur til ferjuna, prátaðu vit við onnur lið, ið eisini høvdu verið har í tvær nætur. Onkur hevði verið so óheppin at missa sín sovi- posa til eina dingo familju, og dingo'ir høvdu stolið all- an matin frå tí eina liðnum ta fyrstu náttina, so teir eru ikki at spæla við, hesir hundarnir. Tað var deiligt at koma aftur á fastlandið og fáa vaskað allan sandin av, men heilt burtur fór hann tó ikki. Tað gresjaði millum tenninar í vikur aftaná Sydney Leiðin gekk nú í skundi suður til Sydney. Ikki so nógv áhugavert á leiðini, kanska burtursæð frá einum lítlum djóragarði, har vit fyri fyrstu ferð sóu tjóðar- djór australianna, koala bjarnir. Tær gera tó ikki nógv um seg; sova 17-19 tímar um døgnid. Men tær sóu ógvuliga fittar út, sum tær hingu siongdar um greinarnar har. Eisini sluppu vit at fóðra kengurunum tær tordu enntá at taka breyðið beint úr munninum hjá okkum. Tað skuldi verið nakrar góðar myndir. Vit komu koyrandi til Sydney yvir Harbour brúnna, og útsýnið yvir tað heimskenda operahúsið var sera vakurt. Tað var legið at síggja hetta kenda hús við sínum egnu eygum. Sum heild gjørdu vit ikki nógv burturur at vitja stød í Sydn- ey, tí vit kendu okkum troytt av at stressa runt. Vit vitj- aðu tó Akvarium'ið, og tað var stuttligt at síggja hesar risastóru hávarnar svimja runt uppi yvir høvdunum hjá okkum. Eisini vóru vit á Powerhouse listasavnin- um og sóu nógvar forvitn- isligar framsýningar Restina av tíðini nýttu vit til at hitta vinir úr Nepal aftur, og leggja ætlanir um hvat vit skulu vitja og síggja, tá vit um nakrar vik ur koma aftur til Sydney á veg heim