Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. apríl 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

z $ Nr. 72 — 18. APRIL 1998 Javnadarflokkurin Bankarån (!?) Ein høvudsuppgåva í nyggja løgtinginum verdur at forda fyri at borgarligu flokkarnir aftur lata nøkrum einstaklingum bankan til gåvis. Almenni bankin kann verda lykil i afturgjaldingini av uttanlandsskuldini. Ein avleidingin av krepp- uni var, at føroyska fólkið gjørdist eigari av einum banka. Tå privata banka- kervið fall saman, átók før- oyski skattaborgarin sær milliardaskuld fyri at tryggja at vit yvirhøvur kundu hava eina banka- skipan. Tó, henda bjarging kost- aði — við eitt varð skatta- byrðan hjá arbeiðandi fólki- num sparkað upp í loft. Vælferðarrættindi, sum við tógvi stríð vóru vunnin, blivu skerd. Hóparbeiðs- loysi og versnað livikor gjørdi, at føroyingar í tús- undtali måttu ryma av landi- num. Føroyska fólkið rind- aði nógv fyri at bjarga fíggj- arkervinum. Sterkur banki Bankabjargingin hevði við sær, at í Føroyum er nú ein banki. Og vanliga verður hildið, at hann er sterkur. Eginognin veksur, eins ov avlopini økjast — eisini tí burturleggingar fyri tapum ongantíð blivu tap. Tí má bankin fara undir aftur at inntøkuføra hesar burtur- leggingar. Av teimum milli- ardum, sum føroyingar eiga uttanlands, stendur almenni bankin fyri einum stórum parti. Miðflokkuin +; * Afturgjald Tá tað er hitt almenna, sum eigur bankan, er tað greitt, at landskassin eisini eigur avkastið, t.v.s. vinningin. Og nú í eini tvey ár hevur bankin eisini — umvegis fíggingargrunnin — goldið landskassanum vinnings- býti. Sum frálíður er væntandi, at vinningsbýti og skattur av yvirskotinum hjá banka- num, verður ein munandi upphædd á inntøkusidu landskassans. Sostatt eru út- lit fyri, at bankin sjálvur — óbeinleiðis — kann aftur- rinda ein munandi part av bjargingarkostnaðinum — og tað er av uttanlandsskuld landskassans. Men treytin er, at bankin framvegis verður ogn føroya fólks. Tá Fólkaflokkurin breggjar sær av stóra avlopinum hjá landskassanum og vísir á sín búskaparpolitikk, er hetta heilt burturvid. Øll vita vit, at politikkur Fólka- floksins á fiskivinnu- og bú- skapargkinum hevur forðað fyri, at vit hava fingið fulla ágóðan av stóra vøkstrinum í veiðuni eftir teim dyrastu fiskasløgunum. Meðan veiðan eftir dýr- astu fiskasløgunum er fleir- faldað, hevur útflutnings- virði als ikki fylgt við. Tverturímóti. Veruleikin er, at lands- kassayvirskotið hevdi verð- ur millum lítið og onki, vóru ikki stóru vinnigsbytini, sum bankin hevur rindað, tald við. Um 300 mió hevur landskassin fingið hesi sein- astu 2 árini frá bankanum. Tá hevði myndin verið ein heilt onnur. Tá hevði mis- eydnaði politikkurin hjá sit- andi samgongu, í allari síni grefligheit, verið opinberað- ur. Ránsvandi Ikki gekk drúgv tíð, áður enn borgarligir politikkarar fóru at syngja um, at nú mátti bankin aftur á privatar hendur — ja, onkur var so grammur, at hann vildi lata gomlu ánarunum bankan fyri serliga lagaligan prís. Ætlanin er týðulig: Tað ræður um at fáa hendur á bankanum, meðan prísurin á partabrøvum enn er lágur. Tí eitt er víst. Dag frá degi veksur prísurin á partabrøv- um í almenna bankanum. Verður borgarliga sam- gongan, sum Fólkaflokkur- in longu hevur bundið seg til, veruleiki eftir valið, er ongin ivi um, at eitt av til- tøkunum verður ein privati- sering av almenna banka- num. Og tað verður ein pri- vatisering, uttan at lands- kassin fær endurgoldið tær milliardir, sum hann mátti lána fyri at bjarga banka- num. Sostatt er vandi fyri, at spekulantar aftur fáa bank- an fyri lítið og lætt, meðan skattaborgarin — og tað er fyrst og fremst løntakarin — hongur upp å rokningina fyri bjargingina. Javnaðarflokkurin fer undir ongum umstødum at góðtaka, at hetta »rån« verður framt. Vit fara av øllum alvi at stríðast fyri, at almenni bankin verður týðandi partur av afturgjaldsloysnini, soleiðis at skattaborgarin ikki verður uppaftur meira plágaður av bankakreppuni enn hann longu er. So, vilt tú forða fyri at bankin aftur verður latin privatum spekulantum fyri lítið og lætt, eigur tú at at- kvøda fyri Javnaðarflokki- num á løgtingsvalinum 30. Apríl. Bergur P. Dam Valevni hjá Javnaðar- flokkinum í Suðurstreymoy Skeinkiloyvi ella skúlalækni Seinastu mánaðirnar hava ávísir fjølmiðlar, uttan iva av eggjaðir av åhugamål- um, tugt og tannlað málið um frúsdrekkaloyvir í Havnini, sum um hetta var størsta álvarsmál at loysa her á landi — nú stutt áðr- enn aldarskiftið. Aftur og aftur hava vit hoyrt um ynski býráðsins um fleiri skeinkiloyi, drúgv prát hava verið við Per og Pól um rættleikan av hesum, og skinið hevur fgjøgnum, at landsstýrismaðurin á økin- um er illavorðin, tí hann ikki vil geva rúmari ræsur fyri hesum altoyðileggjandi eitrinum. i Eitt ár er liðið síðani tå- verandi skúlalæknin í Suð- urstreymi boðaði frá, at hon nú fór at gevast í starvin- um, og gav myndugleikun- um (landsstýrinum, bý- ráðnum og bygdaráðum) møguleika fyri at finna av- loysara Síðani hesi boð bórust hevur verið friður, eisini í omanfyri nevndu fjølmidl- um, tó undantikið beint áðrenn jól, tá ein teirra við- gjørdi svar, sum landsstýr- ismadurin í heilsumálum gav undirritaða — ein long undanførsla fyri at starvið ikki var sett. Eina endur- gevan av svarinum góvu teir, men hvorki tá, áðrenn ella síðani, tykjast hesir maktfullu tíðindastovnar at hava mett hetta vandamál eins týdningarmikið sum rusdrekkatørv teirra fáu — hetta vandamál, at børnini í einum øki, sum fevnir um nærum helvtina av Føroy- um, ikki fåa lut f ti fyri- byrgjandi arbeiði, id er lógarfest, og ti teirra rætt- ur. Í trý år — fyrst í 90unum É — vóru børnini í sama øki uttan skúlalækna. Tá spurt varð hví, vóru undanførsl- urnar mangar, men mest nytta var, at ongin søkti. Hetta svarið varð givið aftur og aftur, uttan at man tó lýsti starvið leyst at sýkja. Beint áðrenn valið fyri 4 árum síðani skrivaði eg grein, har eg nýtti skúla- læknamálið sum dómi um, at tað loysir seg at stríðast fyri tí, tær tykir vera rætt Ég vísti á, at undirritaði sum býráðslimur, bæði við at seta uppskot fram, og við at nýta mínar møguleikar annars í politiska arbeiðin- um, hevði ávirkað lands- stýrið til at søkja eftir skúla- lækna til Suðurstreym. Ur- slitið varð, at teir umsekj- arar vóru til starvið og annar varð settur Tíverri hevur Miðflokk- urin einki umboð í býráð- num, sum í dag kann tala søk barnanna, men vónandi fáa vit stuðul veljarans til, bæði á løgtingi og í lands- stýri, at verja borg har garð- urin er lægstur — í hesum førinum hjá børnum okkara. Jenis av Rana, valevni fyri Midflokkin 21 Framsýning við list hjá Poul Horsdal Seinnapartin í dag letur upp listafram- sýning við myndum eftir danska lista- manninum Poul Horsdal, sum doyði í 1981. Tað eru Listasavn Føroya og familjan hjá listamanninum sum hava savnað myndirnar saman SVEINUR POULSEN Í dag klokkan 16 letur upp forvitnislig listaframsýning í Listaskálanum. Listamaðurin sjálvur doyði fyri 17 árum síðani, bert 45 ára gamal. Listamaðurin talan er um, er Poul Horsdal. Hann var føddur á Fjóoni í 1936 og byrjaði at tekna sum heilt lítil. Níggju ára gamal byrjaði hann við vatnlitum, oljukriti og tussji so sigast kann, at hann tókst við list alt lívið. Var nógv í Føroyum Poul Horsdal kom til Fø- roya í 1950-unum tá hann hevði herskyldu. Her kom hann í samband við listina hjá Ruth Smith og hon fekk stóra ávirkan á hann, hevur hann sagt. Hann búði ymsastaðni kring um í Føroyum, eitt nú á Skarvanesi har hann búði í eitt ár. Hann tókst eisini við graf- iska list. Hesa grein menti hann nógv í 70-árunum. Poul Horsdal doyði í 1981, bara 45 ára gamal. Listasavnið og familjan Tað eru Listasavn Føroya og familjan hjá listamanni- num sum saman standa fyri framsýningini. Bárður Jákupsson frá Listasavninum sigur, at utt- an familjuna hevði verið 6- gjørligt at havt framsýn- ingina. — Sjúrður Horsdal, sonur listamannin og kona Sjúrð, Sigrid Højsted hava skrásett allar myndirnar hjá Poul Horsdal, sum eru í Føroy- um, og burturúr teimum hava tey valt tær myndirnar sum eru við á framsýning- ini. Talan er um eina stóra framsýning. Bárður Jákupsson sigur, at fleiri enn 100 myndir eru við á framsýningini. Gomul ætlan Bárður Jákupsson sigur, at hetta er ein gomul ætlan, sum nú verður førd út i lívið. — Tað hevur bara ikki bor- ið til áður. — Poul Horsdal var ein kendur málari í Føroyum tå hann livdi og er tað enn, sigur Bárður