Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 73 — 21. APRÍL 1998 tíðindablaðið S08/2 Vit gjalda ov nógv men fáa ov litið — Heimahjálparar hava goldið yvir 500.000 m árið til Fóroya Arbeiðara- felag. Men tær halda, at tær fáa alt ov lítið afturfyri. Og nú hava tær sagt stopp AkI BERTHOLDSEN — Vit betala ov nógv, men vit fáa ov lítið burturúr. Tað er ein høvudsorsøkin til, at heimahjálpirnar nú venda Føroya Arbeiðarafel- ag bakið. Í 1985 meldaði Heima- hjålparafelag seg uppí Før- oya Arbeiðarafelag. Men leygardagin meld- aðu heimahjálprnar seg úr aftur. Leygardagin hevði Heim- ahjálparafelagið sín fjøl- mentasta aðalfund nakran- tíð. Høvudsmålid á fundinum var at taka stóðu til lima- skapin í FA. Og har hendi tað, at tað varð samtykt við heilt stór- um meiriluta at melda seg úr Føroya Arbeiðarafelag. 168 heimahjálpir vóru á aðalfundi. Av teimum at- kvøddu heilar 140 fyri at fara úr Føroya Arbeiðara- felag. Bara 27 vildu varð- veita limaskapin í FA og tann eina tók onga stóðu. --Hjá nevndini er so onki annað at gera enn at taka úrslitið til eftirtektar,sigur Ása Djurhuus, sum er for- maður í Heimahjálparafel- agnum. Hon sigur, at heimahjálp- irnar verða leysar av Føroya Arbeiðarafelag 1. januar í 2000. Aðru ferð Hetta er aðru ferð at heima- hjálpirnar viðgera lima- skapin í FA. A aðalfundinum í Heima- hjálparafelagnum í 1992 varð eisini uppskot frammi um at melda seg úr FA. Men tá fall uppskotið eftir ein rokfund. Asa Djurhuus sigur, at hon hevur havt varhugan av, at ónggdin við FA hevur ligið og lúrt alla tíðina, líka sípani 1992. — Men nú hava tey so eftir øllum at dóma hildið, at tíð- in var búgvin at leggja mál- ið framaftur. Og hesuferð varð, sum sagt, ødrvisi. Í Heimahjálparafelagnum eru 349 limir. Bstala ov nógv, men vit fáa ov lítið Asa Djurhuus sigur, at tað Heimahjálpirnar hava verið limir i Føroya Arbeiðarafelag í 12 ár, men Heimahjálpararnir halda, at tað er ov trupult at vera limir í Fóroya Arbeiðarafelag, báði tí at tað er ov dýrt og tí Føroya Arbeiðarafelag blandar seg ov illa uppí. Á fjølmentasta aðalfundi í sógu felagsins, samtyktu heimahjálpararnir leygardagin við ovurhonds stórum meiriluta at melda seg úr Fóroya Arbeiðarafelag vóru 55 heimahjálpir, sum løgdu uppskotið fyri aðal- fundin um at heimahjálp- arafelagið skuldi melda seg úr FA. Tað eru serliga tvær grundir til, at tær halda, at heimahjálpirnar standa seg betri uttanfyri Føroya Ar- beiðarafelag. — I fyrstu atløgu halda tær, at heimahjálpirnar fáa ov lítið burturúr limaskapinum í Føroya Arbeiðarafelag aft- urímóti tí, tær betala, sigur Asa Djurhuus. Hon sigur, at heimahjálp- irnar betala 0,5% av lønini til FA. — Harumframt = betala heimahjålpirnar f ein verka- mannagrunn hjá FA. — Tær timaløntu betala 1% av lønini f grunnin og tær fastløntu betala 0,65%. — Tilsamans betala heim- ahjålpirnar yvir 500.000 krónur um árið til Føroya Arbeiðarafelag. — Og hildið verður altso, at heimahjálpirnar fáa ov lítið afturfyri allan tann pen- ingin. nú sógdu tær stopp. Tær halda, at tær hava ov Blandar seg uppí Men Asa Djurhuus sigur, at á aðalfundinum varð eisini ført fram, at ein orsøk til at heimahjålpirnar vildu fara úr FA, var, at limaskapurin í ti stóra arbeidarafelagnum var ov trupul. — Tå id vit eru limir i Før- oya Arbeidarafelag hava vit alt ov lítið frælsi at virka sum sjålvstødugt felag. — Undirfeløg í FA hava ikki nóg stórt frælsi at virka sum sjålvstødug feløg, tí leiðslan í FA blandar seg ov illa uppí alla tíðina, eisini uppí uppí detaljur í arbeið- num hjá heimahjálparafel- agnum. — Vit fáa at kalla onki gjørt uttan at tað skal góð- kennast í FA. — Td. fáa vit ikki gjørt avtalur um sáttmálagkið, ella broytt lógirnar, ella nak- að annað handa slag, fyri okkara egna øki, uttan at tað skuldi góðkennast í FA, eru nakrar grundir, sum vórðu førdar fram fyri at melda seg úr FA. Ein limaskapur í einum lítið frælsi at virka sum sjålvstødugt felag og eru m.a. ónógd við, at tær onki fáa gjórt, uttan at FA skal góðkenna tað Á aðalfundinum leygardagin var ongin ivi um, at tær skuldu fara úr FA stórri felag skuldi helst komið báðum pørtum til góðar. — Men heimahjålpirnar føla so tvørturim6ti, at lima- skapurin í Fa er teimum eitt haft um beinið. Asa Djurhuus sigur, at tær nú mugu fara at kanna, hvussu tað fíggjarliga skal gerast upp ímillum heima- hjálpirnar og Føroya Ar- beiðarafelag. Ov lítið til felag Asa Djurhuus heldur eisini at heimahjálpirnar hava nakað lítið til felags við Føroya Arbeidafelag. — Tad er f hvussu so er onki felag í FA, sum er í heilsuverkinum. — Og heilsuverkið er eitt serligt øki, sum ikki rætt- iliga kann samanberast við Aðalfundurin í heima- hjálparafelagnum leyg- ardagin broytti ikki nevndina nakað serligt. Einasta = broytingin sum hendi, var, at ein nevndarlimur vildi ikki halda fram í nevndini, so nýggjur nevndarlimur mátti veljast fyri hana Formaðurin seinastu tvey árini, Ása Djurhuus í Havn, varð afturvald uttan mótvaleyni Asta Andreasen úr Vági hevdi íkki hug at halda fram. Ístaðin fyri hana varð Hildur Jo hannesen í Havn vald, sum varð einasta upp- skot Fyri valið stóð eisini Elsa B. Joensen í Klak- svík, men heldur ikki hon fekk nakað mótval Allar vórðu afturvaldar onnur yrki. --M.a. eru heimahjálpir- nar misnøgdar við, at tær eru ov bundnar at FA. T.d noyðast heimahjålpirnar i verkfall og arbeidsstedg, hvørja ferd FA tekur stødu til tað. — Og tad halda vit ikki at vit kunnu uttan víðari, tí vil hava við menniskju at gera og tí eiga vit at vera serliga varin, áðrenn vit fara í verk- fall, ella annars leggja ar- beiðið niður. Nú heimahjálpirnar fara úr FA, er stóða ikki tikin til, um tær skulu taka upp tætt- ari samstarv við onnur fel- øg, tey hava meiri til felags við, t.d. súkrahjálpararnar. — Fyrstu atløgu fara vit at fáa greiði á viðurskiftunum og at styrkja felagið, sigur Asa Djurhuus. evni. Í nevndini í Heima- hjálparafelag eru sostatt nú: Asa Djurhuus í Havn, sum er formaður, Elsa B. Joensen í Híldigarð Djurhur Fuglafjørdi, West i Hvalba, Thorsteinsson i Hildur Johannesen Havn og J run Jacobsen í Miðvági. Eykalimirnir eru eis ini teir somu: Judith Arnastein í Havn og Selma Gullaksen í Klaksvík Asa Djurhuus sigur, at hon tekur nevndarvalid sum eina ålitisvåttan 'á nevndina Nevndin hevur skipað seg enn ikki