týsdagur 21. apríl 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOS)
Nr. 73 — 21. APRIL 1998
- Sjålvstyrislog ella samrikis-
log, samband ella loysing
Fýra flokkar hvør víð sínum uppskotið um hvussu rikisfelagsskapurin skal lagast aftaná løgtingsvalid 30. april. Tað má verða
niðurstóðan aftaná fyrsta veljarafundin við formonnunum fyri teir fýra stóru flokkarnar á tingið, sum var í læraraskiulahøll-
ini friggjakvøldid
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins á rødarapallinum í Læraraskúlanum
fri ggJak veldið
SVEINUR POULSEN
Jens KR. VANG
ri gjakveldið klokkan
19.30 heyði Sudurstreym-
yyar Javnaðarfelag kallað til
veljarafund í hellini á Fer-
ya Læraraskúla við for-
monnunum fyri teir fýra
størstu flokkarnar á tingid
Um tað var tíðspunktið,
sum var orsøkin, ella tað var
okkurt annað skal verða 6-
sagt, men ikki møttu fleiri
enn 60 fólk og teirra millum
vóru nógv valevni
Nú er tað ikki upp til okk-
ara, at taka dagar ímillum
um tíðin er farin frá slíkum
teirra vóru valevni
fundum, men tað kann ikki
verða hugaligt, at sita við
pallborð, og vita at meg-
inparturin av áhoyrarunum
eru valevni; partamenn ella
måtstødumenn
Teir fyra storu
Tað vóru, sum nevnt, for-
menninir fyri teir fýra stóru
flokkarnar á tingið, sum
sótu við pallborðið
Jóannes Eidesgaard fyri
Javnaðarflokkin, Edmund
Joensen, fyri Sambands-
flokkin, Annfinn Kalsberg
fyri Fólkaflokkin og Heini
O. Heinesen fyri Tjóðveld-
isflokkin.
Sjúrður Skaale var orð-
stýrari og tað uppgávuna
greiddi Þann væl.
Luttakararnir høvdu onk-
Einans 60 fólk høvdu leitað sær í høllina á Læraraskúlanum friggjakvøldid og tey flestu
untíð hug til at svara uttan-
um, og tá var hann skjótur
eftir teimum - tað er ikki
oftari enn so á slíkum fund-
um
Veljarakanningar seinastu
mánaðirnar hava bent á, at
tað, sum hevur áhuga mill-
um veljararnar, er spurning-
urin um ríkisfelagsskapin.
Stórur partur av ordaskift-
inum snúði seg tí um ríkis-
felagsskapin og um tær frá-
boðanir, sum flokkarnir eru
komnir við seinastu vikur-
nar
Tað sær fyribils ikki út til
at nakrir samstarvsmøgu-
leikar eru, tí flokkarnir eru
sera ymiskir á málið um
hvussu trupulleikin við rík-
isstødu Føroya skal loysast.
Edmund Joensen heldur
at Heimastýrislógin er nóg
góð, og at hon gevur føroy-
ingum tað okkum tørvar.
— Eru ynski um broyting-
ar, so lat okkum tosað um
tær, sigur Edmund og aftur
nevndi hann uppskotið um
ráðstevnu um heimastýris-
skipanina.
Heini O. Heinesen sigur,
at tíðin til at gera neyðugar
broytingar viðvíkjandi rík-
isstødu Føroya er komin.
Ongantíð hava so nógv ver-
ið fyri loysing sum nú, sigur
hann, og ti er hetta søgu-
ligur møguleiki hjá føroy-
ingum at seta út í kortið.
Heini bjóðar hinum
flokkunum til samstarv,
men onkuntíð ljóðaði, sum
tað einasta samstarvast
kundi um var uppskot Tjóð-
veldisfloksins og tað kann
gera støðuna trupla.
Anfinn Kalsberg vísti á
uppskot fólkafloksins um
eina samríkislóg.
Har verður talan um at
staðfesta Føroyar sum ein
stat (ikki tjóðveldið), sum
Ideologisku = munirnir
millum flokkarnar eru sera
stórir, tá tað um Føroya
Banka ræður.
Fólkafloksmenn og sam-
bandsmenn, ella teir borg-
arligu, halda tað verða al-
neyðugt, at Føroya Banki
kemur aftur á privatar hend-
ur og ongantíð ov skjótt.
— Bankin hevur onga sál,
segði Edmund Joensen.
Hann tosaði um tað
skeiva í, at tað almenna eig-
ur bankan og ikki privat-
kundarnir.
Edmund Joensen, sum er
virkiseigari sjálvur, tá hann
ikki er løgmaður, heldur at
tað er av alstórum týdningi,
at tað eru privatu eigararnir
sum eiga virkini og eisini
bankan.
Hann nevndi tó einki um
hvussu og nær bankin aftur
skal á privatar hendur.
Formaður Fólkafloksins
er samdur við løgmanni um
at bankin skal aftur á
privatar hendur. Heldur ikki
hann hevði nakað uppskot
Anfinnur Kalsberg tosar og Heini sær út til at keða seg
hevur samríki við Danmark
og minnir kanska mest um
ensku skipanina.
Jóannes Eidesgaard, for-
maður Javnaðarfloksins
vardi uppskot floksins um
sjálvstýrislóg. Her verður
lagt upp til at Føroyar fram-
haldandi verða partur av tík-
isfelagsskapinum, men at
ríkisrættarligu viðurskiftini
verða broytt, soleiðis at vit
fáa eina sjálvstýrislóg ístað-
in fyri verandi Heimastýr-
islóg.
Jóannes Eidesgaard legg-
ur stóran dent á, at broyt-
ingar eru neyðugar, og vísti
serliga til tað serdeilis vána-
liga stevið, sum er í sam-
starvinum millum Føroyar
og Danmark í dag.
- Bankin hevur
onga sál
Sig Føroya Banki — og tú
fær eitt tjak í lag.
um nær ella hvussu hetta
skal gerast, men stødan hjá
honum er prinsipiell.
— Tað almenna skal ikki
reka og eiga bankan, segði
Anfinn Kalsberg.
Hann kom eisini inn á, at
Landsstýrið onga ávirkan
hevur í bankanum.
— Tey sum halda, at vit
avgera hvønn politik bankin
skal føra, tey mugu trúgva
umaftur, segði hann
— Vit hava >absolut< onga
ávirkan. Tað er Fíggingar-
grunnurin frá 1992, og ikki
vit, segði Anfinn Kalsberg.
Fólksins ogn
— Bankin er fólksins ogn,
og tí skal hann ikki privat-
iserast enn, sigur Jóannes
Eidesgaard.
— Landskassin traðkaði
til, tá íð neyðin var størst
og bankunum tørvadi pen-
ing. Ti er tad ein sjålvfylgja,
at bankin er okkara ogn.
— Tad er eingin orsøk at
privatisera bankan sum er.
Landskassin hevur lagt
nógvan pening út, og tann
peningurin skal inn aftur og,
sum tað skilst á formanni
Javnaðarfloksins, so heldur
hann tað ikki verða rætt víst,
at nakrir fáir stóreigarar
skulu seta seg á bankan nú,
beint sum hann aftur er
komin á rættkjøl.
Heini O. Heinesen helt
tað verða legið at bankin
kom við á hesum veljara-
fundi.
— Eg helt vit skuldu tosað
politik, segði Heini O.
Heinesen.
— Hevdi eg vita av hesum,
so hevði eg ikki komi, segði
hann.
Heini vildi ikki taka stóðu
til hvert bankin skuldi pri-
vatiserast, men vísti á, at tað
var rikisstødan, sum var
orsøkin til, at bankin var
farin á húsagang.
Fundurin endaði við ein-
um umfarið uppá tríggjar
minuttir, har formenninir
tóku saman um, men har
kom einki nýtt fram í mun
til tað sum sagt var framm-
anundan.
Vanligur síður er, at slíkir
fundir enda við tjóðsang-
inum, men Sjúrður Skaale
helt, at við so fáum áhoyr-
arum, so var betri at lata
verða við at syngja - og so
var gjørt.
Tað vóru kanska bestu
orðini, sum vórðu søgd alt
kveldið.
[||| |Om