týsdagur 21. apríl 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nýtt frá Kristiliga
Fólkaflokkinum
Í hesi vikuni verða sendir faldarar í hvert hús, har
tað í stuttum verður greitt frá Kristiliga Fólka-
flokkinum og politikki floksins. Tey, sum vilja vita
meira um hesi evni, hava møguleika at lata ein
lepa av baksíðuni á faldaranum á posthúsið. Tað
er soleiðis, at flokkurin hevur arbeitt við hesum
máli í longri tíð, og kann tískil senda fitt av
upplýsandi tilfari út til tey, sum hava áhuga at lesa
meira um, hvat Kristiligi Fólkaflokkurin stendur
fyri.
Vidgjørd verða fýra økir:
1 Alheims lívið — Umhverið
2 Lívið í felagskapinum
3 Familjulívið
4 Liv teirra veiku
Í meims ii
Vit menniskju og náttúran skulu liva í samljóði
hvort við annað, tí lív okkara er treytað av eini
góðari og væl umsitnari náttúru. Vit skulu tí verja
tað góða samljóðið ímillum náttúru og menniskju,
soleiðis at vit og eftirkomarar okkara kunnu fáa
eitt gott lív.
KrF hevur, síðani flokkurin sá dagsins ljós, roynt
at vart fiskigrunnar okkara, og hava vit roynt at
minka trolveiduna og ment útróðurin. Øll vita, at
hetta hevur verið og er eitt tógvið stríð, ti útróðr-
armenninir hava ikki havt nógvar verjar ímillum
landsins kosnu menn.
KrF hevur eisini roynt at gjørt vart við dálk-
ingarvandan á summum virkjum, og hvussu vandin
við hesi dálking kann minkast ella fyribyrgjast, tí
vit eru sett at umsita okkara umhvørvi, og tað
skulu vit gera við skili.
Sjálvt um vit sum tjóð eru fáment og lítil, so
skal okkara partur ikki heldur liggja eftir, tá tað
snýr seg um at verja umhvørvid í altjóða høpi. Vit
eiga at stuðla ætlanum, sum byrgja fyri, at luftin
og havið dálkast so ræðuliga, sum tað ger nú, tí
hetta er ein stór hóttan ímóti øllum lívi á knøtt-
inum.
Ábrgd okkara fyri lívi um allan heim merkir
eisini, at vit kenna skyldu til at stuðla verkætlanum,
ið kunnu hjálpa fólki í tilafturskomnum londum
undan neyð og fåtækradømi. Hesar verkætlanir
skulu verða ein hjálp til sjálvhjálp, so at tey neyð-
støddu kunnu sleppa úr neyðini.
INSERAT
Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur
Landsformaður:Niels Pauli Danielsen
Tingmenn: Lasse Klein
Danir hava viður-
kent ábyrgdina
Politiskir flokkar, sum ikki megna at stýra sær sjálvum,
men hava álagt landsins borgarum at fíggja svik, sum
danska stjórnin nú veðheldur fyri, klárar heldur ikki at
stýra okkum burturúr skuldini og tíansheldur at gera
avtalu um eina rímiliga afturgjalding, soleiðis at hetta
samfelag kann fóta sær aftur.
Kristiligi Fólkaflokkurin
trýsti hesa samgonguna og
serliga Fólkaflokkin at av-
seta 170 milliónir á løg-
tingsfíggjarlógini til at aft-
urgjalda skuld við. Tað var
okkara treyt, og tað mátti
samgongan boyggja seg
fyri.
BANKAMÁLIÐ
Bankamálið eigur ikki at
gerast stórri ella ógvuslig-
ari enn tað í veruleikanum
er, og eigur als ikki at verða
brúkt sum umbering fyri
eini hatursferð ímóti døn-
um fyri at fjala útyvir krim-
inalitetin og politisku van-
stýringina, sum føroyingar
— og serliga tjóðveldis- og
hinir flokkarnir hava stað-
ið á odda fyri, men sum
heimliga almenna pressan
fult og heilt hevur gloymt
við vilja, tí trongdin at
ábyrgdast danir fyri ólukk-
urnar í Føroyum hevur ver-
ið so stór.
Í stuttum snýr tað seg um
nøkur viðurskifti í sam-
band við sjálvt partabræva-
umbýtið — hvørki meira
ella minni. Grønborg-
kanningin vísir greitt, at
Føroya Banki lúkaði ikki
solvenskrøvini og mátti
hava undantaksloyvi frå
danska ídnaðarmálaráðn-
um fyri kravinum um eg-
inpening. Og tó at Fíggjar-
eftirlitið og danska stjórn-
in visti um hetta. so tilmælti
Fíggjareftirlitið parta-
brævaumbýtinum eftir
trýsti frá Mogens Lykke-
toft, sum eftirfylgjandi hev-
ur biðið um umbering fyri
ikki at siga sannleikan fyri
føroyingum.
VIDURKENT ABYRGD
Men vit eiga ikki at gloyma,
at danska stjórnin — beint
eftir almannakunngerðing-
ina av Grønborg-kanning-
ini viðurkendi ábyrgd og
bjóðaði sær til at gjalda
føroyingum endurgjald. Nú
eru føroyi ingar so tvingaðir
at stevna pørtunum, tí javn-
aðarflokkurin = sambært
varaløgmanni, hevur
bremsað fyri gini samráð-
ing2fioysn; men hvussu tað
fer at í gangast at fáa donsku
rættarskipanina at dóma
sín egna arbeiðsgevara at
endurgjalda, er ein onnur
søga, og skulu vit ikki detta
í somu fellu, sum við
danska Fíggjareftirlitinum,
so er helst neyðugt at seta
altjóða rættin í Strassbourg
út í kortið beinanvegin.
FOSSBANKIN
Aftaná bankakreppuna er
tað púra greitt, at Foss-
bankin ongantíð átti at ver-
ið koyrdur á heysin. Tað
var sostatt púrasta óneyð-
ugt, at privatpersónar og
felagsskapir skuldu missa
stórar upphæddir.
Í dag sýnist tað størsta
aktivið hjá peningastovn-
unum at vera avsetingarnar
ímóti tapum, og tá er okk-
urt spinnandi galið. Tað er
sera ivasamt, at bankarnir
í hesum døgum ikki liva av
vanligum rakstri, men held-
Kristiligi Fólkaflokkurin
Fyrst av øllum vil eg nýta
høvi at minna á, at Kristiligi
Fólkaflokkurin ikki er ein
trúarbólkur. Vit eru ein
politiskur flokkur, sum
hevur eina stevnuskrá, sum
er bygd á tey kristnu lívs-
og menniskjavirðini. Harav
kemur so, at okkara mein-
ing er, at land og stýrið eru
til fyri borgarans skuld og
ikki øvugt. Harumframt
meta vit, at vit skulu brúka
pengar fyri at hjálpa menn-
iskjum, og ikki brúka
menniskju til at hjálpa
pengapunginum. Hetta er
tó ikki tað sama sum, at vit
skulu oyðsla meir enn vit
eiga, tvørturim6ti vilja vit
royna at syrgja fyri, at land-
ið í framtíðini ikki brúkar
meir pening enn tað hevur,
men heldur raðfestir á ein
slíkan hátt, at tað kemur tí
meiniga borgaranum, har-
ímillum familjuni og teim
veiku til góðar.
Eisini halda vit, at landið
skal royna at varðveita um-
hvørviO, tí at vit ungu hava
eisini rætt til nøkur ár á
jørdini, um Gud loyvir okk-
um tey, fyri uttan at okkara
undanfarna ættarlid skal
hava oydilagt osonlagið og
dripið fiskin.
Eisini meti eg tað vera
sera týdningarmikið, at vit
taka okkum av teimum 7-
16 ára gomlu, ið hava alt
ov nógva fritid. Nakrar
familjur og skúlar hava í
dag hvorki tíð ella orku at
taka sær av børnunum, og
førir hetta við sær, at ung-
dómurin í dag gerst ov tíð-
liga vaksin. Barndómsárini
eru nøkur av teim mest
týdningarmiklu árunum, og
hava tey nógv at læra hvort
einasta menniskja. Vit
mæla tí til, at tær mammur,
ið hava hug at vera meira
heima hjá børnunum, ikki
skulu missa møguleikan
vegna fíggjarligar trupul-
leikar, og eisini mæli eg til,
at skúla- og læraraskipanin
verður eftirkannað, og
møguligar broytingar
gjørdar, soleiðis at teir góðu
og ídnu lærararnir onkurs-
vegna verða samsýntir,
meðan teir minni góðu fáa
møguleika at finna eitt arb-
eiði, har teir fáa nýtt síni
evni til fulnar. Vit skulu jú
ikki undirmeta týdningin av
lærarunum, ið hava børnini
meir enn flestu foreldur.
At enda vil eg heita á
allar føroyingar um at lesa
stevnuskránna hjá kristi-
liga fólkaflokkinum igjøgn-
um, og sidari geva okkum
ein møguleika at visa, at
hóast stevnuskråin sær út
til at vera ov góð til yvir-
høvur at kunna gjøgnum-
førast, so ber eisini tað tó
til við tínum stuðli.
Reimund Langgaard
neyðina og
ur dúva uppá
elendigheitina. fleiri førov-
ingum hevur verið fyri
semastu mongu árini
Veljið at tosa, veljið eina
framtíð. veljið Kristiliga
Fólkaflokkin 30. apríl
Dan Klein, valevni
Kristiliga Fólkafloksins
í Suðurstreymi
Vælkomin á
KRF-síðuna
Í samráð við Sosialin
hava vit valt at hava eina
KRF-síðu við í hverjum
blaði. Hetta er galdandi
frá og við hesum blaði,
tygum nú sita við, inntil
løgtingsvalid er endað 30.
A hesi síðu kunnu tyg-
um lesa um politikk floks-
ins nú og framyvir. og
harafturat kunnu tygum
læra valevni okkara at
kenna igjøgnum greinar
og viðtalur.
OR innan Kristiliga
Fólkaflokkin vita, at vit
hava eina framúr góða
stevnuskrå, og politikkur
floksins = hever verið
og sosial-
ur, men ofta hevur verið
trupult hjá okkum at
komið út við boðskapi
okkara vegna tað, at vit
farer hava men
hervið vóna vid, at kom-
ið er nakað áleiðis í so
a tíl valið
tygum eisini at mót-
skr far
gu
am í árunum, sum koma.
Kristiligi Fólkaflokkurin
bjóða gem søm sån
flokkur ið steði í tí
kristnu menniskjaáskoð-
anini og tað er vón okk-
ara, at feroyingar taka
væl undir við okkum, eis-
ini hin 30. apríl.
Hilmar Danielsen