týsdagur 21. apríl 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
tíðindablaðið
føj Fr
Nr. 73 — 21. APRIL 1998
Javnadarflokkurin
Ein merkilig søga,
hóast hon er ósonn samferðslugkinum
Í Sandoynni er ein merkilig
sega komin í orð
Tað hevur verið sagt, sum
eisini er rætt, at >Eystur-
búgvin< trúliga hevur lagt
veiðina upp í Sandoynni,
men nú er komið órð at tað
er ikki tí at teir, ið eru av-
varðandi av hesum báti vilja
tað, men tí at Føroya Banki
hevur kroyst teir til at gera
tað
Men í hesum føri má eg
kortini bera í bøtuflaka fyri
Føroya Banka, ti mangt
kann man kasta honum fyri,
men her er hann so ósekur
sum barnið í vøgguni. Og í
hesum før: eri eg ti noyddur
at gera ispinnaranum av
he sart sø
Ti vi
skilja, hvussu Føroya Banki
kann kroysta »Eysturbugv-
gu til skammar
um besta vilja
an« til nakad, ti hann figgjar
ikki eina krónu í honum og
hevur heldur ikki konto í
sama banka. Men eg rokni
við, at >Eysturbúgvin< eins
trúliga í framtíðini fer at
leggja fongin upp í Sand-
oynni, tí ánararnir av hon-
um eru góðir við oynna og
fólkið har býr og vit unna
teimum alt tað besta!
Men søgan er annars
stuttlig hóast hon er ósonn!
Men kanska var eisini
onkur ávís ætlan við henni!
Jógvan Adolf Johannesen,
tingmaðir
so royndust alitismenn!
Nú val stundar
til, eru fólk
at hugsa um hverjir
eikar eru at velja
n. Ikki tí flest allir
kkar hava nakað av tí
fólk vil standa fyri. Føroya
Javnadarflokkur, sum
seinastuni hevur staðið i
andgletti, nú fólkatingsset-
an varð sett, stendur fyri tí
mesta ein vanligur borgari
vil standa fyri Ég vil niðan
fyri vísa å at best er at velja
»kkum til hetta valid eisini
Sjå Ivandi eru tíðir í flok-
sins søgu, tá betur var
ógjert, men í politikki eru
tíðir. jast skal ímillum
endanum ella
tá vel
at sleppa
halda tørn
Tá ALS-skipanin av
Javnaðarflokkinum sum
primusmotor varð sett á
stovn, varð hildið rætt, at
tað almenna skuldi vera
uppii, men í dag er skipan-
in eim avtala ímillum part-
arnar á arbeiðsmarknaðin-
um og hetta gleðast vit um
í dag
Tað, sum eg oman fyri
helt betur 6gjørt í floksins
søgu var, tá gjaldið til Sam-
haldsfasta arbeiðsmarknað-
areftirlønargrunnin varð
niðursett í eini politiskari
semju við teir borgarligu.
Nú aftan á kann eg gleðast
um, at gjaldið ikki fall heilt
burtur, tí ynski frá teimum
borgarligu var nevniliga
tað, at gjaldið skuldi falla
heilt burtur, tað vildi Javn-
aðarflokkurin = sjálvandi
ikki
I 50unum setti Javnaðar-
flokkurin fram uppskot um
at seta tann danska fólka-
pensiónsordningin í gongd
i Føroyum, men allur Fólka-
flokkurin og allir uttan ein
sambandsmaður feldu upp-
skotið. Ja, so royndust
álitismenn — vilja tygum
royna einaferð enn?
Gott val!
Vel Javnadarflokkin!
Jógvan Mørkøre,
valevni Javnaðar-
floksins í Norðstreymi
Eingin vandi á ferð, um
Javnaðarflokkurin stendur
til róðurs komandi árini!
Mangan verður sagt, at tað
liggur ein stór hóttan og
bíðar okkum um eini 10-15
ár, tí tá verður talið av eldri
í samfelagnum munandi
hægri enn tað er í dag. Sagt
verður somuleiðis, at fíggj-
arliga byrðan av pensión-
unum og líknandi veiting-
um verður so stór, at sam-
felagið ikki fer at klára at
bera tær
Eg dugi ikki við mínum
besta vilja at síggja, at hetta
skal vera ein hóttan. Tvørt-
urímóti. Hetta er hóast alt
eitt tekin um, at vit hava eitt
sunt vælferðarsamfelag, har
fólkið hevur góðar umstød-
ur at eldast í. Í tilafturskom-
num londum er talið av eldri
fólkum lágt.
At forsyrgjaraskyldan
skal gerast ov tungt er tos,
sum er 6verdugt. Tað kunnu
kanska fólkafloksmenn
siga, men vit í Javnaðar-
flokkinum skulu síggja
hetta sum eina uppgávu,
sum skal loysast.
Við tíni atkvødu megna
vit eisini hetta megnartakið.
Velj Javnaðarflokkin 30.
apríl!
Edna Einarsson
Íloguætlan á
Manglandi førleiki hjá sit-
andi landsstýri at gera eina
samferðsluílgguætlan
syrgði fyri, at Nyrup slapp
at halda fram. >Uffemaður-
in< bleiv ongantíð stats-
ministari, Per Stig Møller
mátti fara frá og Hans En-
gell út í myrkrið.
Sanniliga »kaosteoriin« í
praksis.
Alt byrjaði við einum
undirsjóvartunnli, ið átti at
verið við í eini samferðslu-
fløguætlan, sum tíverri ikki
var gjørd. Kleyvarskapur
stutt og greitt!
Arini undan kreppuni var
vanligt at gera fløguætlanir
eini 10 ár í senn
Landsverkfrødingsstovn-
urin syrgdi fyri ti mesta.
Kreppan stedgadi hesum
miðvísa arbeiði.
Nú er tíð at byrja aftur.
Sostatt má eitt nýtt lands-
stýri gera eina ógvuliga
konkreta iløguætlan fyri
samferðslugkið eini 10 ár
fram. Ein slík fløguætlan
eigur at umfata:
l.oyggjasambindingar -
herundir fløgur í sam-
ferðsluhavnir
2.strandfaraskip
3.lokalíløgur
Undir 1 hoyrir náttúrliga
loysnir fyri at fáa Vág-
oynna, Sandoynna og upp
á sikt Norðoyggjar at verða
partur av megingkinum.
Undir 2 hoyrir sandoy-
arskip, suðuroyarskip og
skip til sigling í Norður-
oyggjum.
3 lokaliløgur eru fleiri og
summar eru livsneydugar
fyri at bygdasamfelgg
kunnu yvirliva.
Gott dómi um hetta í
okkara valdømi er sam-
bandið til Tjørnuvikar. Tá
so alt er komið við, má
prísur og fíggingarmynstur
fáast til vega.
Tað týdningarmiklasta
verður so at raðfesta íløg-
urnar, soleiðis at hesar
verða gjørdar við skili í mun
til hvat búskapurin ber.
Raðfestingin eigur í stóran
mun at verða gjørd av polit-
ikarum
Aftan å eitt val eigur at
verða siktað eftir eini so
breiðari semju sum gjørligt
fyri eini 8-10 ár fram. Hetta
vildi verið ábyrgdarfullur
og skilagóður politikkur.
7. apríl 1998
Thomas Arabo
Soleidis figgja vit
ikki loysingina
Tað var við stórum spenn-
ingi eg setti meg at lesa
greinina hjá Høgna Hoydal:
>Soleiðis fíggja vit loys-
ingina<. Endiliga skuldu vit
síggja eina fíggjarlóg, sum
javnvigar uttan blokkin.
Men spenningurin bleiv til
vónbrot, so hvort eg tugdi
meg ígjógnum tey innan-
tómu orðini, sum endaðu
við, at nú ætlaðu teir til ar-
beiðis. Hvat hava teir gjørt
til dagin í dag?
Millum annað sigur H.H.
at tjóðveldið hevur arbeitt
við fleiri uppskotum til
fíggjarlóg. Hví hevur Før-
oya fólk ongantíð sæð hes-
arfíggjarlógir.
Víðari sigur hann, at teir
hava roknað við vaksandi
inntøkum frå vinnulívinum,
og at figgjarætlanirnar hjå
tjóðveldisflokkinum hava
víst, at búskapurin fer at
batna yvir eitt áramál. Hví
| allari víðu verð hava teir
hildið hesar positivu ætlanir
sum loyndarmál. Hetta er
óskiljandi hjá okkum, sum
hava verið igjøgnum so
stóra kreppu, at nógv tjóð-
veldisfólk rýmdu til Dan-
markar at búgva.
Hann ásannar, at skiftis-
tíðin verður trupul, men
kemur til ta genialu ella
paradoksalu niðurstøðu, at
av tí at vit skylda so nógv,
verður skiftistíðin nógv
| greiðari.
Hann fortelur, at blokk-
urin er 900 mill. kr., og
helmingurin fer aftur til
Danmarkar sum renta, og at
vit skjótt fara at gjalda hin
helmingin í avdrøgum, og
tí rindar blokkurin onga
vælferð í Føroyum.
Hetta er manipulatión við
tólum — og veljarum.
Vit gjalda ikki helvtina av
900 mill. kr. í rentu, men
400 mill. Hinar 500 mill. kr.
fara ikki allar til avdrøg.
Hetta verður ein samráð-
ingarspurningur, og av-
drøgini verða ikki 500 mill.,
men ein upphædd, ið sam-
felagið tolir at bera.
Okkara formaður hevur
longu nú sum fólkatings-
maður fingið lyfti frá stats-
ministaranum um, at aftur-
gjaldingin ikki skal ganga
út yvir vælferðina.
Høgni Hoydal sigur víð-
ari, at vit skulu brúka 6-8 ár
til eina tillagingartíð; sum
skal skapa inntgkur til
landshúsarhaldið. Hví hev-
ur tjóðveldið ikki longu nú
skapt hesar inntøkur? Tað
má vera ábyrgdarloysi við
lít, ið tí arbeiðsloysi vit hava
havt.
Blokkurin er góðar 900
mill. kr., men hetta er ikki
alt. Vit hava snøklar sum
sjóverju, politi og dómsvald
og annað, ið danir gjalda
einar 300 mill. kr. fyri.
Hetta kemur oman á blokk-
in.
Og so. koma univeristet
og aðrir lærustovnar, sum
fóroyskur ungdómur hevur
fría atgongd til. Ein før-
oyskur lesandi kostar tí
danskarum einar 100-150
túsund kr. pr. ár. Hvør skal
gjalda útbúgvingarnar, tá
bandið er kvett. Umframt
hetta fær føroyskur ung-
dómur studning frá S.U. á
jøvnum føti við danskan un
gdóm. Hetta eru ágóðar, ið
Høgni og aðrir tjóðveldis-
menn hava fingið við ríkis-
felagsskapinum. Hetta
veittrar Høgni farvæl til við
loysingini.
Valið er einfalt: Antin
taka vit loysingina við
Heina O. Heinesen sum løg-
manni og doyggja vid tara-
blaði í munninum. —
Hin møguleikin er, at vit
velja vælferina við Jóannesi
Eidesgaard sum løgmanni
og seta nýggja sjálvstýris-
lóg í gildi.
Dan R. Petersen,
javnaðarmaður