mikudagur 22. apríl 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið SOS
Nr. 74 — 22. APRÍL 1998
Hava næstan ongar
møguleikar at hjálpa
Við pallborðið hjá Javna á økisfundinum í Vági månakvøldid sótu f.v.: Dánjal Bjarkhamar úr Vági, sum eisini var
orðstýrari. Åsbjørn Berg í Hovi, Levi Nicalsen úr Hvalba, Páll Vang av Tvøroyri og Jacob Vestergaard fyri Sumbiar
Kommunu. Hinar báðar kommunurnar í oynni, Porkeris- og Fámjins kommuna, vildu ikki senda umboð til funfin
Tað er nokk so
avmarkað, hvørj-
ar møgulkeikar
tær einstóku
kommunurnar
hava at hjálpa
teimum menning-
artarnaðu at fáa
tak yvir hóvdið.
AK! BERTHOLDSEN
Skal nakað munagott ger-
ast fyri at útvega menning-
artarnaðum betri bústaðar-
møguleikar, er neyðugt at
kommunurnar taka seg
saman í størri eindir.
Tí hver sær hava tær ikki
stórvegis møguleikar at
gera nakað við málið.
Ikki minst nú nógvar
teirra eru so illa fyri fíggj-
arliga
Hetta var ein av niður-
stødunum av økisfundinum
hjå Javna i Vågi måna-
kvøldid um båstadarvidur-
skiftini hjá teimum menn-
ingartarnaðu
Jacob Vestergaard fyri
Sumbiar Kommunu skuldi
svara tí fyrsta spurninginum
sum vit hava sett upp yvir-
av
Hann segði, at í Sumbiar
Kommunu eru ongir møgu-
leikar
— Tað er bara í Vági at
serligir båstadarmøguleikar
eru til menningartarnað
Annars vísti hann á, at
Almannastovan umsitur
hesi målsøkini fyri tær smáu
kommunurnar
Hvat viðvíkur rættindun-
um hjá teimum, vísti hann
til forsorgarlógina, men
hann helt ikki at tað var
nøkur lóg sum beinleiðis
var um bústaðarviðurskift-
ini
Formáa sær lítið
Levi Niclasen vísti eisini á
sambýlið og tær vardu íbúð-
irnar í Vági, sum hann
fegnaðist um
Hann skuldi svara tí triðja
spurninginum, sum vit
prentað yvirav.
Hann hevði ikki verið so
leingi í kommunelpolitikki,
at hann kundi siga, hví
stødan var blivin, sum hon
var.
Men hann helt, at talan
var í stóran mun um ein
peningaligan spurning, og tí
kann tað verða tungt hjá
kommununum, sum mang-
an eru smáar.
Hann helt ikki, at tað
nakrantíð bleiv soleiðis, at
tað verður eitt heim til
menningartarnað í hverjar
bygd.
Bygdaráðsformaðurin i
Hvalba helt eisini, at lands-
politikararnir gjørdu nakað
lítið við málið.
— Uppundir hvert val
kappast flokkarnir um at
yvirbjóða hvønn annan, eis-
ini á hesum gki og teir lova
eisini teimum menningar-
tarnaðu báði eitt og annað.
Men táið valið er av,
hendir kortini ongin broyt-
ing
Levi Niclasen helt, at tað
sjálvandi var frægast um tey
menningartarnaðu kundi
vera i nærumhvørvinum.
Men hann mátti kortini
åsanna, at i Hvalba var ong-
in møguleiki at húsa teim-
um i løtuni.
Næstan ómegulig
Asbjørn Berg ur Hovi,
segði, at ætlaði nøkur av-
varðandi at stovna eitt sam-
býli fyri menningartarnað,
mátti hann viðganga, at fyri
kommununa einsamalla var
tað at kalla 6møguligt.
Asbjørn Berg skuldi svara
tí fjórða spurninginum.
Men umenn tað var 6-
møguligt fyri Hovs komm-
unu einsamalla, so helt hann
at tað átti at borið til í sam-
starvi við aðrar kommunur.
— Vit samstarva á so
nógvum økjum framman-
undan og hesi málini eiga
at verða raðfest minst líka
frammaliga sum so nógv
onnur mál.
Spurningurin er so, hvørj-
aráðgeving tey høvdu fing-
ið, men tað helt Asbjørn
Berg lå undir Almanna-
stovuni.
Figgingarmøguleikarnir i
samband vid slik tiltøk eru
ymisir.
Men hann visti å, at hvat
sambýlum viðvíkur, eru tey
sjålvfiggjandi við tað, at tey,
sum búgva har, betala tey
sjálvi og at tað er bara sjálvt
húsið, sum kommunan er
við at betala.
Eisini hann vísti á, at skal
nakað munagott gerast, má
tað gerast í samstarvi ímill-
um fleiri kommunur.
— Kommunurnar eru hart
fyrispentar. Í nógvum før-
um er tað tí, at tey, sum hava
rátt fyri borgum, hava valt
at raðfesta bátahylar og aðr-
ar hentleikar til okkum, sum
eru væl fyri, framum tørvin
hjá teimum, sum eru verri
fyri.
Men taka fleiri kommun-
ur seg saman, ivadist hann
ikki í, at nógv mál kundu
loysast.
Ikki antin ella...
Páll Vang á Tvøroyri skuldi
svara spurningi 5 um, hvar
hann helt, at menningartarn-
að eiga at búgva.
Hann helt ikki, at tað var
einn eintýðugt svar til tann
spurningin.
— Tað eru menningartarn-
að, sum kunnu búgva fyri
seg sjálvan, kanska við
ávísari hjálp.
— Men tað eru eisini
menningartarnað, sum eru
so óhjálpin, at tey kunnu
bara búgva á stovni.
Tí helt hann ikki, at tað
bar til bara at tosa um eitt
tilboð til tey menningartarn-
aðu.
Sjálvur segði hann tó, at í
grundregluni beyð tað hon-
um ímóti at byggja ov nógv-
ar stovnar.
— Tær smærru eindirnar
tæna teimum flestu best.
Alma yvirtekur meiri
og meiri
Annars vísti Páll Vang á,
at tað er stór broyting hent
á almannagkinum, tað hann
visti um.
— Tað er sum um Al-
mannastovan hevur yvirtik-
ið meiri og meiri av sos-
ialmålunum.
Páll Vang segði, at tað
fyrsta, hann mintust, hevdi
kommunan nógv sosialmål
at umsita
— Men tey eru at kalla øll
burtur nú, tí nú hevur Al-
mannastovan yvirtikið tey
at umsita og at viðgera.
— Tað einasta, sum sosiala
nevnd hevur eftir at viðgera,
eru mál viðvíkjandi tann-
lækna, kommunulækna og
barnagarði, t,d, um hølis-
viðurskiftini.
— Øll onnur sosialmål, t.d.
persónlig mål, enda at kalla
øll hjá Almannastovuni.
Páll Vang segði, at av tí
sama missa bý- og bygda-
ráðslimir følingina við stød-
uni og teir vita minni og
minni um, hvussu stórur,
tørvurin er.
Hinvegin arbeiðir sosiala
nevnd á Tvøroyri eisini við
spurningin viðvíkjandi bú-
stadarmøguleikanum hjá
teimum eldru og har verður
arbeitt við ymsum loysnum.
Forðar loysnum
Men Páll Vang legði afturat,
at hvørja ferð, kommunan
ætlar at gera okkurt, rennur
hon seg í sama trupulleika,
og tað er penganeyðin
- Kommunurnar eru hart
fyrispentar fíggjarliga. Og
landskassin er eisini hart
fyrispentur
Páll Vang segði, at næstan
allar studninsskipanir eru
burturdotnar, og tað, sum er
eftir, er so lítið, at tað gerst
hvorki eitt ella annað fyri
tað
Månakvøldid helt Javni,
Landsfelag teirra menn-
ingartarnaðu, almennar
gkisfundir ring alt land-
ið.
Á fundinum fingu bý-
og bygdarådslimir í øk-
inum ávísar spurningar
at svara.
Spurningarnir vórðu
settir hart upp, men
neynt varð, at tað var við
vilja, fyri at fáa fólk „at
vakna“.
Spurningarnir vóru
seks í tali, og hver
kommunupolitikari fekk
sin spurning at svara.
Men harumframt var
ein felagsspurningur.
Spurningarnir, sum
lokalpa litikararnir fingu
vóru:
1) Ein 22 ára gamal,
menningartarnaður
maður skal flyta heiman.
Hverjar møguleikar
hevur hann í kommun-
uni og hvørji lógarfest
rættindi hevur hann?
2) Hvørji persónlig- og
samfelagslig viðurskifti
verða hædd tikin fyri,
táið ætlanir verða laggar
um bústaðir til menning-
artarnað? Verða tey
menningartarnaðu, og
teirra avvarØandi, tíkin
við uppá ráð og spurd,
hvar tey vilja búgva og
hverjum tey vilja búgva
saman við?
3) Hvat heldur tú um
møguleikarnar hjá teim-
Sett hart upp
Býráðsformaðurin á
Tvøroyri segði, at nú vóru
vit komin hartil, at tá
kommunan vendi sær til
Landsstýrið við ymsum ætl-
anum, so var hon biðin um
at fara ígongd, tí so kundi
hon royna at søkja um stuð-
ul um eitt, tvey, ella kanska
trý ár.
- Og soleiðis ber ikki til
at arbeiða. Tað ber ikki til
at fara ígongd við nakað
munagott undir slíkum
treytum. Tað ber ikki til, at
kommunan skal brúka
hundraðtals túsund krónur
til eina ætlan uppá tað, at
hon kanska fær stuðul til
ætlanina um tvey, trý ár.
Hann helt, at skuldi
kommurnunar gera nakað
mátti stuðulsskipanir fáast
í eina fasta legu.
Økir ójavnan
Páll Vang sigur, at soleiðis
sum gongdin er nú, økir tað
bara um ójavnan ímillum ey
ymsu økini í Føroyum, har
serliga Havnin, men eisini
aðrar kommunur, seta y
misk sosial tiltøk í verk at
kalla dagliga, tí tær hava ráð
til tað
— Og tað einasta, vit fáa
burturúr, er, at Landsstýrið
kallar hetta kommunalt má
av tí at summar, ríkar
kommunur klára at gera sín
part
Men tær kommunur
sum eru illa fyri, mega fram
vegis onki, og verða meiri
og meiri afturútsigldar.
um menningartarnaðu í
økinum at fáa bústað?
Hví er stødan sum
hon er og hvat heldur tå
eigur at verða gjørt fyri
at beta um støduna? Eru
ítskiligar ætlanir í tínum
øki?
4) Um avvardandi hjå
menningararnaðum ætla
at stova sambýli til tey,
ber tað so til? Hvaðani
kunnu tey fáa ráðgeving
í hesum sambandi?
Hverjir eru fíggingar-
møguleikarnir?
5) Hvar heldur tå at
menningartarnad eiga at
búgva? í íbúð fyri seg?
í sambýli? á stovni -her
ellisheim?
Spurningurin, sum
allir bý- og bygðaráðs-
limirnir skuldu svara,
var hesin:
Grannahús tíni verða
seld og stutt eftir flyta
fýra menningartarnað
inn. Hvat heldur tú um
tað? Og hví? Neyn
fyrimunir og vansar ið
kunnu verða av, at ey
menningartarnaðu flyta
í húsini. Hvussu nógv
samband vilt tú hava við
teir menningartarnaðu
grannarnar? Hvat heyði
tú kanska hayt hug at
gjørt saman vid teim-
um?
—