Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0S2luri Nr. 74 — 22. APRIL 1998 Plásstrot á Venjingarskúlanum: 22 småbørn fyri vanbyti — Foreldrini at hesum 22 børnunum nokta at góðtaka, at børn teirra fáa tyngsta og vandamesta skúlavegin í býnum. Tey meta ikki, at framferðar- hátturin hjá Skúlaráðnum hevur verið rættvísur TuriÐ KJøLBRO Málið við teimum 22 børnunum, ið ikki sleppa í 1. flokk á Venjingarskúla- num vegna plásstrot, byrj- aði seinast í februar, tá ið foreldrini at hesum børnum fingu bræv frá Tórshavnar Skúlaráð við áheitan um at skriva børnini inn i Komm- unuskúlan ístaðin vegna hesi serligu plássviðurskifti. Ein bólkur mannaður við foreldrum at hesum børnum fór beinanvegin ígongd við at stríðast ímóti avgerðini hjá Skúlaráðnum og 59 undirskriftir frá foreldrum at børnum, ið skulu byrja í skúlanum í ár og komandi ár, vórðu savnaðar og send- ar Skúlaráðnum saman við einum mótmæli Í mótmælinum siga for- eldrini, at tey undir ongum umstødum góðtaka avgerð- na, og grundirnar eru fleiri ga langan og torføran skúlaveg við nógv- ari ferðslu og skulu tey í Kommunuskúlan verður alt verri. Eitt 6-7 ára gamalt barn er als ikki ført fyri at fara igjøgnum ta tyngstu og vandamestu ferðsluna í bý- num, ið júst er í hesum øki- num. Tað hevur ikki minni at siga, at hesi børn hava eldri systkin, ið øll ganga í Venjingarskúlanum, — tað t ganga í systkin um- r nógv prakt tødum góðtekur. at børn zirra eru fyri vanbvti Heildarmeting Mótmælið hjá foreldra- bólkinum var til viðgerðar í Tórshavnar Skúlaráð 17 mars og í aftursvari dagført sama dag vísir Skúlaráðið á, at tað ikki ber til at gera nakað vegna plásstrot. Ráð- ið sigur, at tað hevur víst býráðnum á, at tørvur er á fleiri skålahølum í Vestur- býnum, um tað skal vera gjørligt at ganga ynskjunum hjá foreldrunum á meti Men so leingi hesi høli ikki eru til taks, verða tey noydd at flyta næmingarnar í annan skúla. Avgerðin hjá Skúlaráðnum er tikin út frå eini heildarmeting av økinum, norðan fyri Landa- vegin, og hóast ráðið ásann- ar, at skúlavegurin hjá hes- um børnum er torførur, vísir tað aftur á, at tað ongan ann- an møguleika hevur enn at flyta børnini. Í sama brævi vísir Skúla- ráðið til, at skúlaætlanin fyri Tórshavnar Kommunu er broytt soleiðis, at skålaøkid í framtíðini verður at rokna sum eitt skåladømi. Hendan avgerðin varð tikin í Tórs- havnar Býráð 6. nov. í 1996. Felagslærararáðið tók undir við hesi avgerð og tí varð innskrivingin av næming- um í 1. flokk til komandi skúlaár felags Kæra málið Foreldrabólkurin svaraði Skúlaráðnum aftur viku seinni í brævi, dagført 25 mars. I brævinum ger bólk- urin vart vid, tey framvegis ikki góðtaka avgerðina um, at børn teirra skulu skrivast inn í Kommunuskúlan, og at avgerðin verður kærd, um hon ikki verður broytt. Aðr- enn avgerð verður tíkin um at kæra, heitir bólkurin inni- liga á skúlamyndugleikan á staðnum um enn eina ferð at umhugsa stødutakanina. Vidvikjandi strikanini av skuladøminum vísir bólkur- in á, at avgerðin formliga ikki er í lagt, at hon inni- haldsliga er ófullfíggjað og óskiljandi, at hon er eitt brot á andan í fólkaskúlalógini, g at talan somuleiðis er um eitt brot á fyristtingarlógina, tí foreldrini sum partur í málinum ikki eru hoyrd Bólkurin heldur, at loysn- in á hesum máli er ikki so langt úr eygsjón. Venjing- arskúlin hevur eina skúla- stovu í boði komandi skúla- ár í Heimaraskúla, og tí áttu trupulleikar ikki verið av at tikið tríggjar 1. flokkar inn Vísir tað seg. at hetta ikki nøktar hølistørvin í Vestur- býnum, mugu itøkilig stig takast við at seta onnur til- tók í verk Málið við hesum 22 úti- hýstu næmingunum varð tikið uppaftur í Skúlaráð- num. Í skrivi til foreldrini dagført 6. apríl sigur ráðið, at einasti møguleikin, um ynskini hjá foreldrunum skulu verða gingin á meti, er at Venjingarskúlin fær allan - brúksrættin yvir Heimaraskúla og at nýggj Tað hevur sálarligan tydning fyri børnini, at tey sleppa at ganga í sama skúla sum systkini. Men tað hevur eisini stóran praktiskan tydning hjá foreldrunum. at børnini ganga í sama skúla. Nóg foreldur koyra ella ganga við bórnunum í skúla á morgni, áðrenn tey sjåh fara til arbeiðis. Hjá fleiri verður stóðan tann, at tey ikki bara skulu til ein skúla, men báðar tveir, og kanska harumframt til ein dagstovn. Tað kann gerast ovboðið. Tað er stórt spell, um tíðirnar eru soleiðis vorðnar, at tu ikki longur kanst fylgja teimum minstu í skúla lon verður bygd afturat Venjingarskúlanum eftir áð- | ur gjørdari útbyggingarætl- an. Skúlaráðið mælir býráð- num at viðgera málið við hesum í huga og í annað kveld kemur tað fyri á bý- ráðsfundi. andamesti skúla- vegurin í býnum — Vit eru ógvuliga hórm um stóðuna og halda, at tað er meiningsleyst, at hesi smáu skulu hava so langan veg í skúla, vegurin er bæði vandamikil og torfórur, sigur Gunnvá Sandoy, foreldraumboð TurIÐ KJØLBRO Børn, ið búgva Undir Fjalli, í Fjalsgøtu, á Marknagils- vegnum og Íslandsvegnum, við endan á Grønlandsveg- num og í Svanga, sleppa ikki í Venjingarskúlan i fyrsta flokk í summar sum ætlað Børn á hesum leiðum hava vanliga gingið í Venj- ingarskúlanum, men eftir sum tilgongdin av næming- um til hendan skúla hevur verið vaksandi og plásstrot er, eru skulamørkini flutt. Hesi børn eru tí noydd í Kommunuskúlan, men tað vilja foreldur teirra ikki, og tí stríðist ein bólkur umboð- andi foreldrini at hesum børnum fyri, at onkur loysn verður funnin. Eitt sindur av togtogan hevur verið um málið, og nógv brøv eru send. Í annað kveld kemur málið fyri á býráðsfundi, men foreldrini hava ikki gott í vænt. — Byrådslimirnir hava fyrr tikid avgerð um, at børnini skulu i Kommunu- skúlan at byrja í 1. flokki, bert ein hevur verið ímóti. Skúlaráðið ger sum tað vil og fyri hålvum ødrum ári síðani setti tað skulamørkini úr gildi. Tað meta vit ikki, at tað hevur rætt til. Eingin kunning hevur verið í fjøl- miðlunum um, at skúla- mørkini eru strikað og part- arnir eru als ikki hoyrdir, sigur Gunnvå Sandoy, for- eldraumbod. Byggja uppi Tilgongdin i Venjingarskúl- an er vaksandi og sum er hevur skúlin ikki pláss fyri hesum 22 næmingunum. Tað hevur verið uppá tal at taka eina skúlastovu í nýtslu í Heimaraskúla, men tað er eftir øllum at dóma ikki nóg mikið. — Vit skilja væl, at pláss- trot er, men vit kundu hugs- að okkum, at ein lon varð bygd uppí á Venjingarskúl- an ella at skúlin tók eina stovu í nýtslu í Heimara- skúla. Børnini av Norðasta Horni sleppa í Venjingar- skúlan og hava fingið játt- aðan skúlabuss. Tað er løg- ið, at tey verða tikin fram- um, tí tey skulu kortini í buss og tá ger hvorki frá ella til, um tey koyra eitt ella tvey bussstedgistød longri. Vit eru ógvuliga hørm um støðuna og halda, at tað er meiningsleyst, at hesi smáu skulu hava so langan veg í skúla, vegurin er bæði vandamikil og torførur. Trupulleikarnir botna i, at skúlin, ið ætlanin var at byggja í Marknagili ongan- tíð varð bygdur. Men hin- vegin er tað tann gvugta verð at flyta småbørn eftir skúlanum. Og trupulleikin verður ikki minni komandi ár, sigur Gunnvá Sandoy. Foreldrabólkurin gevst ikki á hendur. Málið kemur fyri á býráðsfundi í annað- kvold. Hóast tey eingi lyfti hava fingið um, at býráðs- limirnar hava broytt stóðu, vóna foreldrini, at teir skilja, at tað hevur týdning, at børnini eru í nærumhvørvi- num — og at avgerð verður tikin hareftir. 311 børn eru skrivað inn í 1. flokk í år, 22 teirra sleppa ikki at byrja í skúlanum tey høvdu roknað við, og uttan at foreldrini eru hoyrd, hevur Skúlaráðið gjørt av at flyta tey í Kommunuskiilan. Tilvildarlig mynd