Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tidindabladid SOS R. Nr. 74 — 22. APRIL 1998 Nógv valevni, fáir áhoyrarar Skúlin i Kaldbak var månakvøldid karmur um veljara- fund, men tað tykist verða torfórt hjá valevnunum at toga veljararnar á fund. Umleið 40 fólk vóru mótt til fundin, men bert helmingurin vóru veljarar åhovrar til fundin í Kaldbak månakvøldid SVEINUR POULSEN Tað vóru tveir politiskir fundir í Suðurstreymoy í gjárkveldið. Annar í skúl- anum á Argjum og hin í skúlanum í Kaldbak Vit vóru í Kaldbak fyri at hoyra hvat valevnini høvdu iga, og eisini fyri at ja hvussu hugurin fyri n t tað seinna fyrst so vísir tað seg, at áhugin fyri politiskum fundum er lítil Tað meta ikki serliga nógv fólk, men verður støddin á bygdini havd i huga, so var størri åhugid i Kaldbak enn tað var í Havn friggjakvøldid Skulin i Kaldbak er ikki av teimum størstu og tí var hann skjótt fyltur og tað var eingin trupulleiki at halda hitanum, hvørki hjá áhoyr- arum ella hjá luttakarum Fara vit síðan til spurn- ingin um hvat valevnini høvdu at siga, so snúði Þeir sita og lurta eftir ti, sum Petur Ellefsen heyði at bera fram. Tað vóru ikki nógvir orðaskifti seg mest um rík- isfelagsskap, eitt sindur um vinnu og eitt sindur um familju og almannamál Flokkarnir markera seg Eins og á fundinum fríggja- kveldið, so verður ikki opnað fyri stórum sam- starvsmøguleikum her í byrjanini av valfundarrød- unum. Flokkarnir royna sjålv- sagt at markera sina stødu og at greida veljarunum frå Katrin D. Jacobsen år Javnaðarflokkinum tosaði um menniskja í politikkinum sínum hugsanum. Javnadraflokkurin hevur greitt frá sínum uppskotið um sjálvstýrislóg, og tað uppskotið var frammi aftur á fundinum í Kaldbak mánakveldið. Tað er ymisk hvussu flokkarnar leggja í at gera vart við sínar hugsanir Nakrir flokkar meta við fýra valevnum, aðrir við trimum og uppaftur aðrir við tveimum og einum Fundurin var ikki serliga væl fyriskipaður, tí tá fundurin skuldi byrjað var farið at fáa orðstýrara, og hartil møttu valevnini seint Petur Nolsøe tók vid starvinum og fyrsta upp- gáva hansara var at kasta lut um raðfylgjuna Tá tað var gjørt, var klárt At fundurin er so tilvild arliga fyriskipaður ger ikki áhugan hjá veljarunum betri, men soleiðis er okkara føroyska lyndi kanska tá til stykkis kemur Ríkisfelagsskapurin Sum nevnt var tað ríkisfel- agsskapurin, sum fekk mestu viðgerðina Teir stóru flokkarnir leggja stóran dent á at greiða veljarunum frá sín- um uppskotum. Heri Niclasen úr Javnað- arflokkinum segði, m. a. at hann ikki vil ofra ríkisfel- agsskapin. - Ríkisfelagsskapurin hevur stóran tydning. Heimastýrislógin = hevur verið góður karmur um tær broytingar, sum hava verið gjørdar í Føroyum, segði hann. Eisini nevndi hann tey vinarbond, sum eru knýtt landanna millum. — Tað er spill, at ofra hetta, segði Heri Niclasen. — Sjálvandi eru broytingar neyðugar, men tær kunnu gerast innanfyri karmin av ríkisfelagsskapinum. Petur Ellefsen úr Sam- bandsflokkurin segði, at hann heldur heimastýrislóg- ina verða í lagið. — Men, segði hann, sjálv- andi skulu broytingar gerast um krøv koma um tað. Petur Ellefsen nevndi tó einki um hvaðani hesi krgv skulu koma. Finnbogi Ísakson úr Tjóð- veldisflokkinum segði, at tað er hend ein hugburðs- broyting í Føroyum. — Fólkið hevur førkad hinar flokkarnar nærri loys- ingini. Bankamálið fánaði Hóast tað óiva er banka- málið, sum hevur gjørt før- oyingar meira loysingar- sinnaðar, so fánaði hetta mál burtur ímillum. Bjarni Djurholm úr Fólk- aflokkinum, sum var ein av eygleiðurunum royndi at gera vart við tað, men hinir flokkarnir lótu nærum ikki við seg koma. Eitt sindur av tosið var um hver heyði ábyrgdina av hvørjum gerðum, og tað Bergur Dam, úr Javnaðarflokkinum helt at landsstýris- flokkarnir hava tikið ábyrgdina av nókrum teir ikki eiga og neyndi alheims rentuna og fiskaprísirnar vóru altíð hinir líkamikið hver talaði. Familjumál Smærru flokkarnir hava eft- ir tí, sum kom fram á val- fundinum í Kaldbak, eina sera smala valskrá. Teir tosað um familjupol- itik, sum tað altavgerandi. Onkur teirra tosar um stórar skattalættar, men einki um hvussu teir skulu fíggjast. Hinvegin er onkur annar sum tosar um tey kristiligu virðini hjá føroyingum, sum um teir smærru flokkarnir hava einaumboð uppá tað í. Bæði Tjóðveldisflokkur- in, Fólkaflokkurin og Javn- aðarflokkurin gjørdu vart við, at teir hugsa um menn- iskja í samfelagnum. Katrin D. Jakobsen segði, at Javnaðarflokkurin leggur dent á tað menniskjaliga í politikkunum. — Tað er stórmál, tå tað er kreppa í ríkisfelagsskapin- um. Men hvussu er við menniskjaligum kreppum, spurdi hon. — Hetta ger Javnadar- flokkurin nakað við, segði hon, og nevndi m. a. eldra- politikk sum eitt dómi. Búskaparliga framgongd Føroyingar hava havt bú- skaparliga framgongd i seinastuni, og m. a. hevur sitandi samgonga tikid sin stóra part av æruni fyri tað. Her gjørdu fleiri valevnir vart við, at talan ikki bert er um politiskar ávirkanir. Bergur Dam úr Javnað- arflokkinum segði m. a. at metlága heimrentan og tað at fiskurin var afturkomin einki hava við rikna búskap- arpolitikkin at gera. — Hinvegin er almenni sektorurin øktur munandi, nú meðan Fólkaflokkurin hevur havt leiðsluna, segði Bergur Dam Natostødin Í tíðindunum månakvøldid var ein stubbi um Natostød- ina og tað sum danir hava spart á verjuútreiðslunum orsakað av støðunum í Før- oyum og Grømlandi. Hesin spurningur var sett- ur úr salinum, og allir pol- itikarar vóru samdir um, at danir spara á verjuútreiðsl- unum við at hava stødirnar. Finnbogi Ísakson segði, at hetta var enn eitt prógv um, at tað eru ikki danir sum gjalda til Føroyar, men amerikumenn. Bjarni Djurholm var samdur vid Finnboga, men helt, at føroyingar sjålvir skulu hava eina avtalu vid Nato, heldur enn igjøgnum Danmark. Bergur Dam úr Javnað- arflokkinum var eisini samdur við hinum báðum, men segði, at her var talan um eitt gamalt mál sum var uppaftur tikið. — Stødin varð løgd har ímóti fólksins vilja og móti løgtingsins vilja og tí undrar tað meg, at Fólkaflokkurin vil hava eina avtalu við Nato. — Ætla teir at militarisera Føroyar? Løgtingid hevur ju samtykt, at her skal einki hervald vera. Eingin spurningur kom afturat úr salinum og fund- urin endaði uml. klokkan hálvgun ellivu og mótvegis fundinum í Havn fríggja- kvøldid var í Kaldbak end- að við at syngja fyrsta ør- indi av tjóðsanginum og tað rungaði í tí lítla skúlanum