Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 74 — 22. APRÍL 1998 tíðindablaðið 502 UN Terji Jacobsen, flogskipari: Oljuvinnan dregur Nýggi flogskiparin hjá Atlants Flogi dylir ikki fyri, at tað eru útlitini til eina komandi oljuvinnu, ið gjórdu, at hann fór undir at útbúgva seg sum flogskipara Turi KJØLBRO Eingin dagur er lika i styri- húsinum á føroysku tyrluni, Snipuni. Tríggjar dagar í vikuni verður flogið í út- oyggjarnar við fólki og farmi. Hinar dagarnar í vik- uni kunnu uppgávurnar vera so mangar, nógvir stovnar brúka tyrluna til ymisk ar- beiði, so sum SEV, og ein dagin herfyri vórðu boð eft- ir Snípuni út á ein boriplatt- form. Og tað er júst ein kom- andi føroysk oljuvinna, ið fekk 32 ára gamla Terja Ja- cobsen úr Havn at útbúgva seg sum tyrluflogskipara, og seint seinnapartin fríggjadagin varð hann lið- ugur sum flogskipari. Í hálvt annað ár hevur hann arbeitt hjá Atlants Flogi sum stýrimaður og royndirnar frá teim 1000 tímunum, hann hevur verið í luftini, ger hann nú til skipara. — Eg trúgvi uppá eina før- oyska oljuvinnu. Sum flog- skiparar fyrireika vit okkum uppá eina slíka við at byggja tyrlutænastuna út og annars við at gera ymsar venjingar, sigur Terji Jacob- sen. Venjingar Í mars mánaði var Terji í Forth Wort í Texas í stati- num Dallas, har hann vandi í einum tyrlusimilatori. Similatorurin var evnadur til sum Snipan og allir fre- kvensir og onnur serlig við- urskifti í Føroyum vóru løgd inn í similatorin. — Til dømis royndi eg i similatorinum at flúgva út å ein boriplattform, sum lå 45 sjómíl suðureystur úr Føroyum við fólki og farmi og at lenda á plattforminum, og tað var ógvuliga veruligt, sigur Terji Jacobsen. — Tá ið tú flýgir í einum similatori henda nógvir feil- ir alla tíðina. Sum flogskip- ari skalt tú so taka stóðu til teir og so verður tú dómdur út frá, hvussu tú klárar teg. I slíkum fórum kanst tú verða pressaður ógvuliga langt út, sigur Terji Jacob- sen. Í løtuni eru triggir flog- skiparar knýttir at tyrlutæn- astuni hjá Atlants Flogi, allir eru føroyingar og tað heldur Terji Jacobsen er ein fyri- munir. - Vit kenna land og veð- urlag, og vita, hvat út- oyggjafólk vænta av okk- um. Einir 8 føroyingar eru undir útbúgving sum tyrlu- flogskiparar og uml. 3-4 eru vorðnir lidnir fyri stuttum. I fjør flutti tyrlan 4.700 fólk og åhugin fyri tyrluni letur til at vera vaksandi. Samtala um at finna eina loysn Fundur var fyrradagin millum Råfiskakeyparafelagid og Skipafelagid, men enn er eingin verunlig loysn funnin å spurninginum vidvikjandi, hvussu nógvar fráferðir skulu verða úr Føroyum ÓLAVUR Í BEITI Tað er ikki lætt at gera við at fáa alt at bera til og hanga saman, men nú verður so í hvussu so er samtalað um tað, og fyrradagin var aftur fundur millum partarnar, Ráfiskakeyparafelagið og Skipafelagið. Og sambært Árna Joen- sen, stjóra í Skipafelagnum, er viljin stórur frá Skipa- felagsins síðu at fáa hækkað tænastustødid, men spurn- ingurin er, um tað fíggjar- liga hongur saman. — Avskiparin sigur, at ein fráferð um vikuna er ov lít- ið, og vit siga, at fleiri frá- ferðir um vikuna, kosta meir, so vit mugu nú í Skipafelagnum seta okkum at rokna út, hvussu nógv tað kostar við t.d. tveimum frá- ferðum aftrat. Eitt skip aftrat — Og skulu vit hava tvær fráferðir aftrat um vikuna, so er greitt, at tær mugu spreiðast út á vikuna, so ikki allar koma at liggja í seinna endanum á vikuni, sigur Arni Joensen. Umframt at gera eina kostnaðarmeting av fleiri fráferðum, sigur Arni Joen- sen, at skulu tvær fráferðir leggjast aftrat tí verandi, er neyðugt við einum skipi aftrat, og hetta má eisini takast við í myndina. Nær endalig loysn er funnin, er ilt at meta um, men helst fyriliggur okkurt eftir summarfrítíðina, metir Arni Joensen Malmros heiðurs- TURIÐ KJØLBRO Nils Malmros, danski leikstjórin, sum hvert mansbarn í Føroyum nú kennir, verður heiðurs- gestur á 9. Films- og sjónvarpsfagnaðinum Balticum á Bornholm í døgunum 6. til 12. juni A fagnaðinum fer Malmros at greiða frá trimum av filmum sínum fyri áskoðarunum Nýggjasti filmur hansara »Barbara« er sjálvandi ein teirra, hinir báðir vera >Kundskabens Træ« og »Skønheden og gestur Udyret< Askoðarar hava høvi at kjakast um filmirnar og seta leik- stjóran spurningar Morten Arnfred, leik- stjóri, verður eisini á fagnaðinum á Bornholm í juni, har nýggjasti film- ur hansara »Spor i mør- ket« verður vistur. Um- framt teir donsku filmir- far verður eisini høvi at síggja franska satiriska filmin »De latterlige«, sum Patrice Leconte hevur gjørt, og enska »Carlas Sang«, sum Ken Loach hevur gjørt ilbelti er livbelti Í