mikudagur 22. apríl 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 74 — 22. APRÍL 1998 tíðindablaðið 0627 23
| Tjédveldisflokkurin
| Solidaritetur Eg havi ongantíð
- samábyrgd verið limur í VMF
5
Nógv við mær eru sera
takksom fyri, at vit eru fødd
og uppvaksin í einum landi,
har eitt høvudseydkenni
hevur verið, at fólk vísa
samåbyrgd - visa solidaritet.
Frá gamlari tíð kenna vit
nógvar ymiskar skipanir
sum t.d. í grindaskifti.
Er onkur komin illa fyri
av sjúku, elli, óhappi ella
øðrum viðurskiftum, so
hava skyldfók, grannar ella
øll bygdin tikið stig til at
hjálpa við peningi, kær-
komnum gávum ella aðrari
hjálp. Hugburðurin hevur
verið, at tað er rætt samsvar-
andi kristnari trúgv at vísa
næstrakærleika við gerð-
um.
Sosialmál
So hvørt sum samfelagið
hevur broytt seg til eitt væl-
ferðarsamfelag, hava vit
eisini í Føroyum fingið al-
mannalógir, har endamálið
hevur verið at veita teimum
hjálp, sum av sjúku, elli,
óhappi, vinnuloysi ella gðr-
um viðurskiftum ikki hava
verið fór fyri at bjarga sæ
og sínum.
At smíða almannalógir, í
kunnu tryggja øllum borg
arum peningaliga hjálp, tá
ið teir koma í trongd, til tess
at hjálpa teimum úr aftur
trongdini, er ikki lætt ar-
beiði, tí orsøkin til trong-
støðuna er ofta so ymisk.
Lógirnar skulu sjálvandi
heldur ikki kunna misbrúk-
ast. Urslitid er tí ofta, at
almannalógirnar gerast so
knortlutar, at ongin uttan
tey, ið arbeiða við henni
dagliga, duga at skilja hana.
Politiska høgraråkid í
ávísum løgtingsflokkum
-roynir aftur og aftur at bróta
niður tað, sum aðrir við
„tógvið stríð hava bygt upp
á almannagkinum. Øll
hugsandi vápn verða nýtt,
og tí er sera umráðandi at
fáa undirtøku fyri valskrá
Tjóðveldifloksins um at
fremja sosiala endurnýgg-
ing, sum ber í sær eitt væl-
-virkandi vælferðarsamfelag
„ Við einfaldum, tryggum og
„góðum almannalógum, sum
ru skornar eftir føroyskum
leisti. Aðalmálið eigur altíð
at verða, at stuðulin ber í
sær veruliga hjálp til at
vinna á trongstøduni sum
skjótast. Fólkapensiónin
skal hækka beinanvegin, og
Samhaldsfasti Eftirlgnar-
grunnurin styrkjast mun-
andi.
Eisini leggur Tjóðveldis-
flokkurin alstóran dent á, at
teimum menningartarnaðu
verður tryggjað nøktnadi
bústaðar- útbúgvingar- ar-
beiðs- og fritidarmøguleik-
ar. - Gomlum og sjúkum
verður tryggjað døgnrøkt
arskipan beinanvegin.
Fólkaskúlin og
framhaldslestur
I øllum framkomnum lond-
um verður hildið, at grund
arlagið undir mentan fólk-
sins er ein góður og tryggur
fólkaskúli. Talan er í veru
leikanum um eina iløgu í
framtíðinia hjá undóminum
Eisini her er neyðugt hjá
Tjóðveldisflokkinum og
ødrum góðum kreftum at
standa saman. Tað rekur
sera hart á kíkinum í løtuni.
Vinnur politiska høgra-
råkid i åvisum løgtings-
flokkum, so er tað bara ein
spurningur um tíð, til vit
aftur eru í tí tíðini, tá ið tað
bara vóru tey vælbjargaðu,
sum kundu senda børn síni
til framhaldsútbúgvingar. -
Fátækt og fjarbýli eigur
undir ongum umstødum at
forða evnaligum ungfólki
lærdóm og mentan.
Vilt tú standa saman við
Tjóðveldisflokkinum um |
hesi grundsjónarmið um
solidaritet - um sam-
ábyrgd, so hevur tú møgu-
leikan nú.
Súni i Hjøllum
Tjóðveldisflokkurin
Eysturoy
Hví stilli eg upp
í Suðurstreymi
og ikki í Eysturoy?
Síðan valevnislisun hjá
Tjóðveldisflokkinum í Suð-
urstreymi varð almanna-
kunngjørdur, eri av av og á
spurdur, um eg ikki var val-
evni hjá Verkamannafylk-
ingini (VMF) í 1994 og í
ødrum lagi; um eg ikki havi
verið limur í fylkingini
Svarið til hesar báðar spurn-
ingarnar er stutt: Nei! Ég
havi hvørki verið valevni
ella á nøkrum sinni limur i
VMF.
Rætt er t6, at eg i farna
valskeiði fekk eitt tilboð frå
einum meiriluta í VMF um
at gerast landsstýrismaður
fyri fylkingina, men sum
øllum kunnugt takkadi eg
nei.
Hugsjónirnar
dríva verkið
Fyri meg er politikkur meira
enn breyð. Breyð er neyð-
ugt hjá okkum gllum, men
eingin livir av breyði eina,
heldur ikki vit føroyingar.
| Tað eru hugsjónirnar, sum
| dríva verkið og uttan hug-
| sjónir, hava vit onga fram-
tíð sum tjóð.
Eg eri vaksin upp í einum
| fiskimannaheimi, har ong-
antíð nakar ivi var um, at
| Føroyar eiga at gerast ein
fræls tjóð við ræði yvir øll-
um sínum viðurskiftum. Alt
annað hevði verið óhugs-
| andi innanveggja hjá okk-
um.
Til stuttleikar kann eg
nevna, at tá ið abbi mín fór
til songar um kvøldarnar
teir dagar, Fjúrtandi kom út,
spurdi hann, hvar blaðið
var. Tað var ikki Dimmu
ella Sosialin, hann vildi
hava. Nei, blaðið; tað var
Fjúrtandi! Seinni kundi tú
spyrja hann um alt, sum
hevði staðið í blaðnum, tí
hann hevði lisið alt úr ein-
um enda í annan.
Dimman kom ikki á gátt
tað, eg minnist.
Hví í Suðurstreymi?
Eitt annað, sum nøkur fólk
eisini hava spurt meg um
seinastu dagarnar, er, hví eg,
sum nólsoyingur, men bú-
sitandi á Toftum, ikki stilli
upp í Eysturoy heldur enn í
Suðurstreymoy.
Svarið til henda spurning
er einfalt: Hóast eg ikki havi
verið fastbúgvandi í Nólsoy
í fleiri ár, kenni eg meg
framvegis sum nólsoying
og suðurstreymoying meira
enn nakað annað
Fyri tað fyrsta havi eg ar
beitt í Havn næstan øll árini
síðan 1979, og tað geri eg
framvegis. I øðrum lagi eigi
eg hús og nógva familju í
Nólsoy, og í triðja lagi halda
vit frí í heimbygdini bæði
um summarið, heystið, vet
urin og várið. Umframt
hetta geri eg javnan eitt rend
út um fjørdin,
býðst.
tá ið høv
Bygdirnar
niðurbundnar
Grundvøllurin undir sam
felagnum eru bygdirnar. 7
er alneyðugt, at umsteður-
nar hjá teimum, sum skulu
bulejkast her, eru so g
at fólk stødast, eisini tey
ungu. Men fyrsta treytin
fyri hesm er, at ferðafólka-
sambandið er gott, at fólk
hevur arbeiði — á staðnum
ella nærhendis, at tey sjúku
og gomlu kenna seg trygg
við tær almennu skipanir,
sum eru, tað veri seg við
sjukrarøkt og sjúkraflutn-
ingi. Tað hevur eisini stóran
týdning, at havnaviðurskift-
ini eru góð, so at menn
kunnu hava bátarnar liggj-
andi á sjónum alt árið.
Men á fleiri økjum vant-
ar nógv, alt ov nógv. Hetta
fari eg at venda aftur til í
eini aðrari grein.
góð
ar
Vilmund Jacobsen,
valevni Tjóðveldis-
floksins í Suðurstreymi
Við tjóðveldisflokkinum í 21. old
Hví skal alt ljósið í land-
suðri liggja?
Heldur vit runt í alla havs-
brúnna hyggja.
Hesi orð eigur hvor føroy-
ingur at hava í huganum, nú
tað stundar til løgtingsval.
Føroyska tjóðin hevur liv-
að í einum hugaheimi, har
samfelagið skuldi vera
trygd borgaranna, her
vinnulívið skuldi mennast
og samfelagið skuldi gerast
meira sjålvstødugt búskap-
arliga.
Men hvørt mansbarn
hevur merkt tað á egna
kroppi, at hetta var ein
falskur tryggleiki. Vit hava
livað í einum ótryggum og
ábyrgdarleysum samfelagi.
Orsgkin er einfalt tann,
sum tjóðveldisflokkurin frá
fyrsta degi hevur boðað frá.
Hendan samfelagsskipanin,
vit liva undir, er óálítandi.
Fáir ella eingir føroyingar,
ei heldur nakar dani, hevur
álit á heimastýrisskipanini.
Tvinnar eru gøturnar,
onnur førir til frælsi, hin til
ófrælsi. I 1946 tóku føroy-
ingar fyrsta stigið til loys-
ing, >tjóðarfrælsi<. Tá á
stóð lupu flestir ábyrgdar-
menn frá og tí fingu vit hesa
óbrúkiligu heimastýrislóg-
ina.
Nú er at taka næsta stig-
ið. Tjóðveldisflokkurin hev-
ur boð upp á ta demokrat-
isku leiðina. Løgtingid sam-
tykkir lóg um at seta eina
grundlógarnevnd við tí eina
endamáli at gera uppskot til
eina grundlóg fyri Føroyar.
Tað kann vera, at teir
flokkar, sum alla seg sjálv-
stýrisflokkar við samríki í
huga, fáa ein trupulleika
her. Tí nú skulu teir sanna
og sýna, at nakar vilji og
meining er í teirra hugtaki,
tjóðarfrælsi. Politisk frælsi
í Føroyum er ikki til undir
donskum stjórnarvaldi. Tí
mugu vit fyrst taka tað po-
litiska frælsið og so sam-
rådast å jøvnum føti vid
donsku stjórnina, har gjørt
verður upp landanna mill-
um.
Givið er at danir hava ikki
bert goldið fyri føroysku
fólkasálina. Hvat fingu teir
og fáa teir fyri hernaðarút-
gerðina her á landi? Sam-
handilin millum londini
hevur ikki bara verið til fyri-
muns fyri føroyingar. Luft-
rúmið yvir Føroyum og
landgrunni okkara eiga vit.
Hvussu nógv eiga vit til
góðar her? Jú spurningarnir
eru nógvir og nógv skal
gerast upp millum londini.
Eingin ivi skal vera um,
at Tjóðveldisflokkurin vilh
ava samstarv út um landa-
marid, bædi vid Danmark
og onnur lond. Sum ein
fræls tjóð, komu Føroyar at
gerast limur í ST. Har koma
føroyingar at ganga undir
somu treytum sum Dan-
mark og onnur lond. Tað er
just í ST, at Danmørkin
sjálvboðin er gingin undir
tær treytir at menna síni hjá-
lond til sjálvstýri, hvort tað
kostar teimum nógvan pen-
ing ella ikki. Og so kann
javnaðarflokkurin = gera
gjøldur burtur úr hesum
treytaða sáttmála sameindu
tjóða sum honum lystir.
Fólkaflokkurin tykist
hava funnið loysnina hjá
íslendingum frá 1918. Ein
samríkissáttmála (ella eina
sambandslóg um aftur). Tá
føroyingar tóku stødu i
1946 um at her å landi skal
alt vald liggja og eingin
fólkaatkvgða hevur verið
aftur um tað mótsatta, so er
bert eftir at gera grundlóg-
ina fyri Føroyar. Tjóðveld-
isflokkurin er til reiðar. Vit
bjóða øllum sjålvbjargnis-
hugadum til samstarv um
Framtíð Føroya. Vilt tú
byggja land saman við okk-
um?
Hvørki Javnaðarflokkur-
in ella Fólkaflokkurin við
sínum nýggju samríkis, tað
er sambandslógum, ei held-
ur gamla sjálvstýrið við sín-
ari fólkaatkvøðu um hvat?
vísa á hvat skal henda og
hvussu fíggjarlógin sær út
aftan á teirra stig eru tikin.
Hví?
Einasti flokkur, sum torir
við sonnum at siga sína
greiðu stóðu og í dag hevur
eitt veruligt alternativ til
framtíðar Føroyar, er Tjóð-
veldisflokkurin. Tí kunnu
vit av sonnum bjóða tí før-
oyska veljaranum at fylgj-
ast við okkum inn í 21
øldina
Vel tí Tjóðveldisflokkin
Elis Poulsen