Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið SOSU Nr. 74 — 22. APRÍL 1998 Tjóðveldisflokkurin Leitingin eftir ti negativa Tað ljóðar so sjálvsagt, at høvudsuppgåvan hjá teim- um fólkavaldu er at finna so góðar loysnir fyri fólkið í landinum, sum yvirhøvur til ber. Men er hetta so sjálv- sagt kortini? Ein og hver er sær sjálv- um næstur, sigur eitt gamalt orð. Tað er eisini galdandi, tá tað ræður um at verja síni egnu sjónarmið, sína stevnu, sínar gerðir. Tá um- støðurnar broytast, kann hetta í summum førum hava við sær, at tey fólkavaldu og teirra stuðlar gera meira fyri at finna próvgrundir fyri, at tey høvdu og hava rætt, enn at finna góðar loysnir fyri borgaran Kjakið og mentafólkini Tíverri er tað ov sjáldan, at okkara fremstu mentafólk — skald og listfólk — eru uppi í tí almenna kjakinum um samfelagsvidurskifti. Í ødr- um londum verdur roknad sum naturligt og neyðugt, at mentafólkini leggja aftrat tí fløvandi eldi, sum mergj- að samfelagskjak er Okkurt undantakið er kortini. Jens Pauli Heinesen hevur góðar viðmerkingar av og á. Og í seinastu viku kom so hevundurin Stein- bjørn B. Jacobsen við einari frálíkari grein, sum hann gav yvirskriftina >Milliard- 1N< Hann var júst inni á hes- um evninum, eg bendi á fremst í hesi grein. Eg loyvi mær at endurgeva hesi kut: „Kanska tað mest óhugn- aliga og skaðiliga við hes- um »prøgvum« er, at hesi fólkini so líðandi fara at arbeiða ímóti, at nakað kann bera til í Føroyum. >|t føroyskt verður vånaligt ella hálvvánaligt... Teirra roknistykki skulu passa, og tað gera tey bert, um einki ber til í Føroyum, og føroy- ingar eru eitt útvalt fólk av ódugnakroppum.< Vantandi próvgrundir skuldsetingar Mær tykir, at henda tanka- gongd, tilvitað ella ótilvitað, meira enn áður merkir tað politiska kjakið í Føroyum uppundir hetta valið. Um- stødurnar eru so ómetaliga nógv broyttar, serliga Før- oya og Danmarkar ímillum, at hjá mongum er neyðugt at fara út á ytstu hugans sker at leita eftir negativum próvgrundum fyri sínum sjónarmiðum Tak bara blokkstuðulin sum dømi. Ongin kann í dag mótprógva, at í mesta lagi helvtin av studninginum fer í umfar í samfelagnum. Hin helvtin fer aftur til Dan- markar sum rentur. Hetta er ein av teimum broyttu umstødunum: at føroyingar kunna liva og tað væl vid helvtini av blokk- studlinum. Tad kemur sum vera man illa vid hjå teim- um, sum hava billað fólki- num inn, at blokkurin — óskerdur — átti lívið í teim- um. So her muga próv- grundir finnast ímóti veru- leikanum. Higartil er ongin próvgrund funnin, men har- afturímóti skuldsetingar, td: tjóðveldismenn royna at gera sær dælt av kreppuni (Jóannes Eidesgaard) Ongin kann heldur mót- prógva, at um føroyingar skula gjalda einar 300 mió. kr. um árið í avdráttum, fer at kalla onki av blokkinum í umfar í samfelagnum Næstan alt verður sent niður aftur í statskassan Nú er tað, at aðrir, serliga javnaðarmenn, finna upp á ráð: tá vit loysa, spæla vit av við blokkstuðulin — men sita eftir við 6 miljardrum í skuld til statin! Har var hon — próvgrund- in, sum kann brúkast' Ein samrådingar- spurningur Alt kann brukast at ræda fólk vid. Eisini hetta sein- asta »argumentid«. Veruleikin er tó ein annar. Tá vit føroyingar loysa frá Danmark — stovna okkara egna stat, sum ter at sam- vinna við ma. Danmark — fara samráðingar at vera partanna millum um, hvussu gerast skal upp land- anna millum. Tað ber sjálvandi ikki til at siga frammanundan, hvat úrslitið av hesum samráð- ingum verður. Men neyvan er tað hugsandi, at ein mentatjóð sum tann danska — fremst í stríðnum á altjóða palli fyri tjóðum, ið vinna sær frælsi — fer at geva okk- um eitt so vánaligt úrslit, sum hesir javnaðarmenn og aðrir vilja vera við. Tá er tað heldur hugsandi, at teir fara at siga: blokkstuðulin taka vit av — og strika uttan- landsskuldina. Ella okkurt líknandi. Men hetta er sum sagt ein samráðingarspurningur. Og tað hevði gagnað føroying- um øllum, um allar polit- iskar kreftir brynja seg til at fáa eitt so gott samráð- ingarúrslit sum gjørligt, heiður enn at brúka kreft- irnar til at leita eftir nega- tivum próvgrundum. Til hetta er gjørt, mugu vit ásanna tað, sum Stein- bjørn B. Jacobsen eisini sigur í ådurnevndu grein: »So løgid er lívið, at sumt í tí ikki kann gerast um til eitt roknistykki.< Finnbogi Ísakson Loysing og hvat so? Tjóðveldisflokkurin, íð hev- ur sum fremsta mál, at fremja vilja fólksins frá Félkaatkvøduni 14. Septem- ber 1946, hevur ótroyttuliga síðan flokkurin var stovn- aður, verið talsmaður fyri at føroyingar skulu liva í fræls- um landi. Hetta tykist nú bera á- vøkst umsíður og flestu flokkanir hava tískil flutt seg nakað á sjálvstýrisleið, sjálvt sambandsflokkurin, ígjógnum løgmann, tosar nú um broytingar, íð ganga heilt at >loysingini< Hetta eru avgjørt nýggjir tónar. »nnars er felags fyri flestu av måtstøduflokkum Tjóð- veldisflokksins, at teir merkja væl hvønn veg rákið ber og vilja tískil gera sær til góðar av hesum. Tjóðveldisflokkurin held- ur fast við, at alt annað enn sjálvstýri, har fólkið tekur fulla ábyrgd av sær sjálvum, er burturvið. Samstundis kveistra vit tær gomlu og vælkendu ræðumyndirnar um loysing og hvat so, burt- ur með alla. Tjóðveldisflokkurin hev- ur boð uppá framtíð- ina, tjóðskaparliga, sosialt, mentunarliga og vinnuliga. Flokkurin vil gera menning- arætlan fyri vinnulív og bú- skap. Flokkurin vil virka fyri eini sosialléggåvu íð tryggjar øll, íð tørv hava, eina virðiliga tilveru Tjóðveldisflokkurin er vísur í, at eitt tað besta ak- tivið landið hevur, er ung- dómurin. Ungdóminum skal tryggj- ast best møguligu kor til útbúgving og rættin at hava eitt arbeiði. Megna vit ikki at halda ungdóminum heima hjá okkum, ella hava tilboð til hann, tá einhver út- búgving er enda, so eru vit illa farnir. Innan fiskivinnu heldur Tjóðveldisflokkurin, at út- róðrarbátar undir 15 tons, eiga at hava rættin til frítt at fiska. Hugburður dana Í 1901 stóð at lesa í Hgj- skolebladet: >En almuebe- folkning som den færgske har slet ikke evne til at have to kultursprog … man anser det for umuligt, at disse 15000 mennesker kan skabe en selvstændig kultur… man vil end ikke være i stand til at skabe en littera- tur, der kan tilfredsstille selv de tarveligste fordringer.« Skrivað hevði danin Christian Pedersen, ið eitt skifti var prestur á Sandi. Í 1906 stóð tann 1. sep- tember at lesa í Dimmalætt- ing: >Færgsk er ikke noget kultursprog, og færgsk vil aldrig blive noget kultur- sprog, og derfor kan vi ikke bygge nogen kulturel frem- tid pá det.« Í 1937 stóð tann 13. de- sember at lesa í Berlingske Tidende: >Kan færingerne undvære dansk som under- visningssprog?«. I 1998 stóð tann 28. mars at lesa í Føringinum: »Før- oyski samleikin er afturlít- andi og skoðar inneftir í bygdasamfelagið. Tí er ikki lætt hjá føroyingum at skilja seg sjálvar og samfelag sítt í breiðari høpi.« Vagn Wåh- lin, Arhus Universitet við Fjølnir. I 1998 stóð tann 1. april at lesa í Sosialinum: > Vagn Wåhlin heldur tað vera skilagott at gera broytingar í Heimastýrislógina ... Hann vil tó ráða føroyingum frå at avbyrgja seg fullkomi- liga.< Í somu grein verður sagt frá Vagn Wáhlin: >Ég vil siga at føroyingar hava verið ov nalvaskoðandi, og tað er fyri sovítt lætt at skilja, men er kortini ikki gagnligt fyri ein langsiktað- an politikk, sum er neyðug- ur at føra.« Vísir hetta, at hugburður dana og hugburður við- haldsfólk dana í Føroyum er tann sami í dag, sum hann var í 1901? Vísir hetta, at virðingin fyri Føroyum og føroying- um er tann sama í dag sum hon var í 1901? Vísir hetta, at danskir ser- frødingar hava rætt? Tað verður eingin broyt- ing í hesum viðurskiftum, fyrr enn vit hava tikið vald- ið í og ábyrgdina av egnum landi! Virðingin og sjálvsvirð- ingin kemur, tá ið Tjóðveld- ið Føroyar verður stovnsett! Snorri Fjallsbak, valevni Tjóðveldisfloksins Um øll hesi mål, íð við útbygging av samfelaið okkara, hvussu vit brynja okkum til 21. øld, er ná- greinuliga greitt frá í val- skráð flokksins. Sum ein av mongum í liv- ir og virkar uttan fyri mid- stadarøki, so lepst ikki und- an, at ein hugsar nógv um, at útjagarin fær lut í teirri menning, íð er í samfelag- num. Økismenning er landsmenning Skal samfelagið virka væl, er neyðugt at útjagarin, íð skapar størsta partin av út- flutningsvirðunum, eisini fær sín náttúrliga lut av sam- felagságóðanum. Tíverri er ein noyddur at ásanna, at gongdin sum nú er, ber á skeiva borið. Mið- staðargki stýrknar í slíkan mun, at sama gki er komið í trupuleikar av øllum hesum tilflytarunum, hetta er ein sokallaður luksustrupuieiki. Men samstundis fjarðar í íbúgvaratalinum í fleiri av útjagaragkinum. Hetta er ein ræðandi gongd, íð fyri langt síðan átti at fingið klokkurnar at ringt hjá sitandi samgongu. Hetta vil Tjóðveldisflokk- urin beta uppá. Flokkurin metir tað vera alneyðugt at eisini útjagarin, heilt náttúr- liga er ein vælvirkandi part- ur av samfelagnum. Økismenning er landsmenning Tjóðveldisflokkurin fer at virka fyri at samferðslunet- ið verður útbygt, hetta er ein treyt, um vit ætla at koma okkum fram sum útflutnings og ferðamannaland. Vit einum tíðarhóskandi sam- ferðsluneti, bóta vit um kappingarføri, ein og vit gera vit landið minni. Suðuroyingar!! Tjóðveldisflokkurin, vil menna útjagaragkini Hugt verður at sambandi- | | | | | num ímillum norðara og sunnara part av oynni. Vit vita at Hovsvegurin stendur fyri stórum ábótum og ný- tímansgerð, eisini skulu ym- isk trygdarkrøv lúkast. Hetta verður at kosta nógvar milliónir. Tí vil Tjóðveldis- flokkurin virka fyri, at stig verða tíkin til at binda partanir í oynni tættari sam- an við einum bergholið ímillum Øravik og Hov. Hetta fer at gera oynna minni og at økja um sam- starv og samanhald í oynni. Eftir hetta, verður ikki alt- avgerandi hvar tú býr, í mun til arbeiðspláss ella skúla. Ikki minst nú, vit standa á gáttini til eina oljuvinnu, har ein er vissur í, at Suðuroyggin kemur at hava ein virknan lut í hesi vinnu. Tann peningur í avsetast skal til hetta, vildi kortini verið avsettur til at beta gamla veganeti Øravik — Hov. So hví ikki heldur taka stigið fult út, tað vil íð hvussu so er Tjóðveldis- flokkurin, fær hann ávirkan. Góðu Suðringar, valið 30 apríl er eitt lagnuval, eitt lagnuval fyri Føroyar og eitt lagnuval fyri Suðuroynna. Tí heitur Tjóðveldisflokkur- in á mann og kvinnu, at standa saman um flokkin. Valtølini boða frá góðum úrsliti, men her skal gerast vart við, at hetta eigur ein at ansa eftir og ikki nýta hetta sum ein kodda. Tað hevur ongantið verið meira neyðugt enn nú, at vit øll gera okkara til, at Tjóðveld- isflokkurin verður umboð- aður í Suðuroynni. Tjóðveldisflokkurin hev- ur onki umboð havt í oynni, seinast valskeið, hetta bæði merkist og sæst, oyggin er hesa tíð afturútsigld. Góði veljari lat hetta ikki henda aftur. Far tí á val 30 apríl og stuðla Tjóðveldis- flokkinum, ella eitt av val- evnum hansara við tíni at- kvødu. Dan Nielsen, valevni Tjóðveldisflokksins í Surðuroy Lýsið í sostalinum £ = 5