mikudagur 22. apríl 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
GR
Nr. 74 — 22. APRÍL 1998
tíðindablaðið S0S2u
21
Javnaðarflokkurin |
Lætt val!
Valið í ár er lætt, tí vilt tú
oyggj tíni væl, so velur tú
javnaðarflokkin, ið er ein-
asta borgan fyri einum nú-
tíðar vælferðarsamfelag og
einasta verja hjá tí vanliga
fólkinum, tað veri seg pen-
sjónisti, lesandi, fiskimanni,
verkafólki ella øðrum løn-
takara.
Javnaðarflokkørin vil
menna samfelagið við soli-
dariskum skipanum, har øll
lyfta í felag, og har eingin
einstakur ger sær dælt av
felags virðum og tilfeingi
okra.
Mangir rópa hart at vinna
sær atkvødur og serstakliga
teir smáu flokkarnir, ið hava
smá útlit til at sleppa í tingið
aftur. Tykur suðuroyingar
standið á varðhaldi og spill-
ið ikki atkvødu til hesar
flokkar, ti tað er ein atkvøda
av oynni. Í dag er bert ein
flokkur við einum greiðum
politiskum boðskapi til alt
landið og alt fólkið, og tað
er javnadarflokkurin, listi C,
sum tykur fylkjast um val-
dagin.
Samferðlan
Okur suðuroyingar hava
verið fyri einum ógvuslig-
um bakkasti á samferðslu-
økinum, tá ið landsstýrið
beindi okum fyri Teistan-
um, og samstundis kvettu
teir tað framúr góða sam-
bandið til Skotlands, rutan
hjá fiskaútflytarunum og
ferðarutan hjá tí vanliga
fólkinum, ið sjálvt rindaði
sín ferðaseðil. Javnaðar-
flokkurin ávaraði, men lítið
bataði, og nú er ov seint at
leika í um skeivar avgerðir,
tá ið man sat og snorksvav,
meðan hetta lokabragd varð
framt. Ogvuliga tungt um
enn ikki 6møguligt verður
at byggja uppaftur, og hetta
er uttan iva bert ein for-
smakkur av, hvat aðrar pri-
vatiseringar, ið so nógv
verður tosað um, fara at føra
til.
Mangir av vegunum í
oynni eru niðurslitnir og
klára ikki flutningin, ið ser-
liga vinnulívið hevur tørv
á. Í fyrstu rgð er tann fýrati
ára gamli Hovsvegurin, ið
eisini er vandamikil um vet-
urin og alt ov dýrur at út-
byggja til nútíðar flutnings-
tørv. Tí er lættasta og besta
loysnin eitt berghol ímillum
Øravik og Hov og í næstu
syftu millum Hov og Fåm-
jin. Hetta eru bert stuttir
teinar, og nógv er at vinna í
viðlíkahaldi av teimum
gomlu fjallavegunum.
Familjan
Hesi seinastu árini hevur
tann vanliga familjan havt
tað trongt, og mangar eru
tær familjurnar, ið hava ver-
ið noyddar at flyta av land-
inum, tí útlitini at klára seg
hava verið so smá. Javn-
aðarflokkurin vil arbeiða
fyri, at øll, sum hava tilboð
at virka og liva her á oyggj-
Finnbogi í SvF
unum, skulu hava møgu-
leika fyri tí.
Barnsburðarfarloyvi skal
vera longt, og tað skal fevna
um allan arbeiðsmarknaðin.
Mamman skal ikki vera
bangin fyri at missa sítt ar-
beiði vegna bransferð, og
ansingarmøguleikar skulu
vera eftir tí tørvi, ið er á
teimum plássunum, man
býr.
Javnaðarflokkurin vil ar-
beiða áhaldandi fyri, at
toppurin verður tíkin av
kommunuskuldini áðrenn
aldarskiftið, við at lands-
kassin og kommunali veð-
haldsgrunnurin arbeiða í
felag um hetta. Tann komm-
unali vedhaldsgrunnurin
verður útbygdur til ein
kommunalan lánigrunn, so
at hann í framtíðini verður
førur fyri at fíggja allan láni
-og figgjartørv hjá komm-
ununum.
Eydnast hetta, og tað ger
tað, um veljarin vil tað, so
verður lættari at búseta seg
um alt landið uttan at skula
hugsa um, hvussu høgur
skatturin er. Hetta fer at
skapa trivnað og gleði fyri
mong, og tað ógvusliga
trýstið, ið nú er á miðstað-
argkinum, fer at linka mun-
andi.
Okur fara at arbeiða fyri
einari
munandi meira
sosialari skattaskipan, har
høvudsdenturin verður
lagdur á korini hjá lág -og
midalintøkunum. Haraftur-
at skal lógin um dagpening
verða broytt, so at sjúkra-
dagpeningur verður veittur
frá fyrsta sjúkradegi, og
Tjóðveldið hevur
ongan sosialpolitik
Vita teir ikki at pensjónsviðurskiftini eru afturútsigld, at
heilsuverkinum krevst stórar åbøtur ella at tað framvegis
eru 2000 arbeiðsleysir fóroyingar, spyr Eyðólv Dimon m.a.
Tað tóktist mær eftir valsend-
ingina, sunnukvøldi í SVF,
sum Finnbogi Ísakson als
ikki búði í sama landi sum
vit onnur. Hann ilskaðist, at
man í valstríðnum er farin at
viðgera almanna og heilsu-
mál. Veit hann ikki, at tað
t.d. framvegis eru 2000 ar-
beiðsleysir føroyingar, at
pensjónsviðurskiftini eru aft-
urútsigld ella at heilsuverk-
inum krevst stórar åbøtur.
Onga viðmerking
Hesi álvarsmál roynir Tjóð-
veldisflokkurin at káva útyvir
og leggja dent á uttanum tos.
Er tað tí, at flokkurin ongan
politik hevur á hesum gkjum.
Tað fingu vit sum síggjarar
fatanina av, tá Finnbogi í SVF
segði seg onga viðmerking
hava um, hvønn sosialpolitik
Tjóðveldisflokkurin fór at
føra, um hann kom í sam-
gongu eftir valid.
Sosialmål er politikkur
At vidgera sosialmål er poli-
tikkur. Fremsta uppgåvan hjå
einum komandi løgtingi må
vera, at hava fingurin å puls-
inum hjá føroya fólki. Frá
pensjonistunum umvegis
stressaðu ungu familjuna og
til ungdómin, ið ivandi skal
velja sær eina framtíð, eina
útbúgving. Fólk mugu kenna
at politikarin stuðlar og virkar
teimum at frama og hevur
áhugað fyri gerandisdegnum
hjá íbúgvum landsins
Okkara boðskapur
einasta loysnin
Men tað er ein greiður mun-
ur á teirra politikki og okk-
ara loysnum. Imóti borgarliga
Tjóðveldispolitikkinum við
sínum djúpt menniskju fígg-
indaligu samfelags áskoðan,
seta vit okkara boðskap um
demokratisku sosialismuna
sum einastu loysnina. Tad er
okkara positiva menniskju
áskoðan, ið skal endurvinna
áliti á egnan førleika at meta
nýggju øldini.
Rikidømiod i
javnadarhugsanini
Tad er okkara bodskapur um
karensdagsskipanin verður
sett ur gildi
Skålin
Javnaðarflokkurin er ikki í
iva um, at undirvísingin er
grundarlagið undir øllum
framtíðar virksemi, ið setir
alt stórri krøv til kunnleika
á ymiskum stødi.Ti skulu
foreldrini trygt kunna senda
síni børn í ein skúla, ið lýkur
øll nútíðar krøv og hevur
tær neyðugu játtaninar ti
tess at kunna uppfylla hesi
krøv. Byggir skúlin bert á
fín orð í eini lóg utan neyð-
ugar játtanir, so er hann
einki verdur og hevur einki
hald í veruleikanum. Javn-
aðarflokkurin vil, at øll
børn, uttan mun til hvar tey
búgva, skulu hava eina eins
dygdargóða undirvísing.
Tey ungu
Øll ung, ið fara á miðnáms-
skúla ella til aðra aðra út-
búgvin, skulu fáa stuðul á
jøvnum føti uttan mun til
aldur ella heimlig vidur-
skifti. Somuleidis vilja okur
arbeida fyri, at øll fåa frian
flutning til útbúgvingarstað-
in og fríar grundbøkur til
útbúgvingina. Tástani
kunnu okur siga, at okur
hava eins tíðarhóskandi
útbúgvingarviðurskifti og
grannalondini.
So vilt tú landi tínum væl,
vilt tú vældømi tínum væl,
og vilt tú tær sjálvum væl,
so far á val og set kross við
lista C, Føroya Javnaðar-
flokk.
Johan Joensen,
valevni Javnaðar-
floksins í Suðuroy
felagsskapin og solidaritet,
sum skal gera tað møguligt
aftur at styrkja, menna og út-
byggja vælferðarsamfelagið
sosialt á fer til eitt meiri javnt
og rættvíst samfelag.
Tað er arbeiði fyri, at bóta
umstødurnar hjá teimum
veikastu í samfelagnum, at
skipa eitt samfelag hvers
aðalmál er eitt virkið lív hjá
hvørjum einstøkum okkara,
uttan mun til førleika og evn-
ir, sum vísur ríkidómið í javn-
aðar hugsjónini.
Eyðóly Dimon
Valevni javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
Teir fara
lætt um
sannleikan
Månakvøldid var tann
fyrsta politiska framløgu-
sendingin í útvarpinum. Tað
var Kristiligi Fólkaflokkur-
in, sum legði fyri.
Valevnini gramdu seg illa
um støduna hjá pensionist-
unum í Føroyum. Tað var
onki mark fyri, hvat flokk-
urin vildi gera, um hann
fekk undirtøku á valinum.
Men lat okkum líta nøkur
ár aftur um bak. Á vári í
1988 legði undirritaði, sum
táverandi landsstýrismaður
í arbeiðsmarknaðarmálum,
fram uppskotið um sam-
haldsfasta. Kristiligi fólka-
flokkurin tók als ikki undir
við uppskotinum. Hetta er
so ein sannleiki í spurning-
inum um støduna hjá
pensionistunum í Føroyum.
Tvey år seinni — tann 4.
oktober 1990, legði kristi-
ligi fólkaflokkurin, saman
við hinum fólkaflokkinum,
fram uppskot um, at seta
lógina um samhaldsfastan
arbeidsmarknadareftirlønar-
grunn úr gildi. Tað varð
gjørt við løgtingsmåli nr.
18/1990 (legtingstíðindi
1990 blaðsíða 107 og 108).
Hetta er so ein annar
sannleiki í spurninginum
um støðuna hjá pensionist-
unum í Føroyum. Men av ti
at løgtingsval varð útskriv-
að, kom uppskotið hjá
kristiliga fólkaflokkinum,
um at seta lógina um sam-
haldsfasta úr gildi, ongan-
tíð til atkvødugreidslu i
tinginum. Og vit í Javnað-
arflokkinum siga tibetur
Frá 1. apríl 1997 fingu
allir pensionistar í Føroyum
eitt gjald úr samhaldsfasta.
I løtuni er gjaldið 525 kr
um mánaðin. Um so hevði
verið, at kristiligi fólka-
flokkurin fekk sín vilja í
1988 ella í 1990, so høvdu
føroyskir pensionistar ver-
ið 525 kr. verri fyri um
mánaðin. Hetta er tann av-
gerandi sannleikin í spurn-
inginum um støduna hjá
pensionistunum í Føroyum.
Javnaðarflokkurin hevur
nú sett sær fyri, at vit bein-
an vegin vilja hækka árligu
veitingina hjá pensionist-
unum við 12.000,00 kr
Hetta verður gjørt við at
hækka fólkapensiónina og
við at menna samhaldsfasta.
Tí er tað sjálvsagt, at allir
fólkapensionistar í landin-
um seta X við lista C ella
eitt av valevnunum á javn-
aðarlistanum
Gott val!
Vilhelm Johannesen
Sosialurin
fimm ferðir
um vikuna
Lesið
eIsIni
blaðið á
netinum
www.sosialurin.fo