hósdagur 23. apríl 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 75 — 23. APRÍL 1998
tíðindablaðið 0517
Bjarni Djurholm
er eitt problem
Tað var svarið uppá ein spurning settur á fundinum í
Skúlanum á Giljanesi tyskvøldid. — Bjarni Djurholm er
ímóti flogvallarútbygging og undirsjóvartunnli, og tað
er eitt »problem«
SVEINUR POULSEN
Teir vilja kanska íkki við-
ganga tað - fólkafloks-
menninir. Men tá til styk-
kis kemur, so eru teir ikki
so smdir sum teir látast.
A fundinum á Giljanesi
tyskvøldid gjørdu Svend
Aage Ellefsen og Jørgin
Niclasen tad teir kundu
fyri at geva Javnadar-
flokkinum åbyrgdina fyri,
at ikki fleiri pengar vórðu
settir av til undirsjóvar-
tunnil.
Ikki øll vóru samd við
teimum um tað, verri enn
so.
Malan Jørgensen visti
å, at ein tann heitasti tals-
maðurin móti undirsjóv-
artunnli og útbygging av
flogvøllinum í Vágum er
fólkafloksmaðurin Bjarni
Djurholm.
Til hetta svaraði Svend
Aage Ellefsen:
— Tað er rætt, og Bjarni
Djurholm er eitt >pro-
blem<. Men hann at-
kvøddi ikki ímóti uppskot-
inum í desember. Hann
atkvøddi blankt, men tað er
eitt problem, segði Svend
Aage Ellefsen.
Jógvan Hans Joensen
hevði eisini hug at finnast
at politikarunum, bæði nú-
verandi og fyrrverandi.
— Teir hugsa als ikki um
vinnuna, segði hann.
— Tað hevur eingin veru-
ligur vinnupolitikkur verði
í Føroyum síðan Kjartan
Mohr. Teir báðir fólkafloks-
menninir sum sita her, eru
vinnumenn, men teir hava
einki gjørt fyri vinnuna,
segði Jógvan Hans.
Teir bara snakka og gera
einki, segði hann.
Hann hevði eisini hug at
finnast at somu monnum
fyri tað teir hava gjørt fyri
Vágoynna.
— Teir hava einki gjørt fyri
Vágoynna. Tá Atlantsflog
varð stovnað, tá tyrlan varð
keypt og tá arbeiðið uppá
undirsjóvartunnilin byrjaði
á fyrsta sinnið, var tað ein
sølfirdingur (Lassi Klein,
blåm.), sum stóð fyri tí.
— Og tá ætlanin um und-
irsjóvartunnilin kom fram
aftur í heyst, so var tað,
Gud hjálpi mær, aftur ein
sølfirdingur (Sámal Petur
í Grund, blåm.), sum stóð
sum landsstýrismaður.
— Eg haldi vit skuldu
fingið fatur á nøkrum
fleiri sølfirdingum, segði
Jógvan Hans Joensen.
Oddmar Gudmundsen,
úr Sjálvstýrisflokkinum
var eisini komin á fund,
hóast formaður hansara -
tað er sølfirdingurin; tann
seinni - hevði fingið for-
boð.
Hann helt ikki, at hann
kundi sita og hoyra Lassa
Klein einsamallan taka á-
byrgdina fyri tí, sum hann
hevði gjørt, sum lands-
stýrismaður.
— Eg má minna á, at alt
tað, sum Lassi Klein sigur
seg hava gjørt, gjørdi
hann meðan hann var
sjálvstýrismaður.
Signar á Brúnni
Fuglafjørður
Jóannes Eliasen
Leirvík
Hallur Ellings saard
Oyndarfjørdur
FÅ
Suni i Hjøllum Tórbjern Jacobsen Olaf i G. Joensen
Glyvrar
Toftir
Hans Tausen Olsen
Runavik
Eiði
Rasmus Skorðheim
Selatrað
1
1
Boykottaðu - og tó ikki
| Bara tveir formenn møttu til formansfundin á Gilja-
nesi týsdagin. Hinir formenninir høvdu fingið boð frá
valevnum um at halda seg vekk, tí tey nokk skulu klára
seg sjálvir. Men onkur teirra møttu hóast alt
SVEINUR POULSEN
Javnaðarflokkurin skipaði
fyri formansfundi á Gilja-
nesi týsdagin.
Men tað møttu bert
tveir formenn - Jóannes
Ejdesgaard fyri Javnað-
arflokkin og Lassi Klein
fyri Kristiliga fólkaflokk-
in.
Formenninir í hinum
flokkunum høvdu fingið
forboð frá valevnum sín-
um í Vágum at meta á
fundinum.
Suni Jacobsen, valevni
hjå Sambandsflokkinum
sigur, at f Vågum er tad
sidur at valevnini avgera
hvussu hvussu nógvir
fundir skulu verða og so
var eisini hesaferð.
— Vit kundu ikki semj-
ast um talið og tí var tað
meirilutin sum ráddi.
— Tå so Javnaðarflokkurin '
lýsti henda fundin hóast
meirilutasamtyktina, so
bóðu vit formenninnar um
ikki at koma.
Heyði tað ikki verið ein
fyrimunur, um teir fingu
høvid til at greiða vágafólk-
ið frá stóðuni hjá sínum
flokkum, eitt nú í málinum
um undirsjóvartunnil?
— Nei, tað haldi eg ikki er
neyðugt. Tað er tosað nóg
nógv um hetta málið. Nú
skal tað arbeiðast ístaðin,
sigur Suni Jacobsen, sum
sjálvur ikki møtti á fundi-
num.
Fólkafloksmenn mettu
Tað gjørdu fólkafloksmenn-
inir, Jørgin Niclasen og
Svend Aage Ellefsen har-
afturímóti.
Og teir vóru aktivir á
fundinum, má sigast.
Vit spurdu Suna Jacob-
sen, um hann føldi seg
snyttan?
— Tað vil eg ikki úttala
meg um. Eg var við til at
bida formannin hjå mær
halda seg burtur frå fund-
inum, so kann eg ikki
sjålvur fara å fundin. Tad
sigur seg sjålvt. -
Sæð í bakspeglinum,
heyði tað so ikki verið
rættari hjá tær at mett?
— Nei, tað haldi eg ikki.
Eg brúki ikki bakspeglið
til hatta. Eg tók eina støðu
og hana helt eg fast við -
og soleiðis eri eg, sigur
Suni Jacobsen.
Sosialurin =
fimm ferð um vikuna
fyri vinnulív og búskap
Tjóðveldisflokkurin vil gera menningarætlanir
Tjóðveldisflokkurin