hósdagur 23. apríl 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið SOS
Nr. 75 — 23. APRÍL 1998
Veljarafundur á Giljanes:
alið er eisini annað enn ríkisspurningur
Tað eru onnur evni í valinum enn rikisspurningurin, hildu
teir báðir formenninir, sum møttu á fundinum á Giljanesi.
Ikki færri enn 110 fólk høvdu leitað sær í skúlan fyri at
hoyra hvat teir báðir høvdu at siga, nú hinir formenninir
ikki komu til fundin
SVEINUR POULSEN
Jens Kr. VANG
Nú løgtingsvalid nærkast so
øgiliga, økist talið av pol-
iuskum fundum kring um i
landinum
Formennninir i flokkun-
um liggja vatnrættir í luftini
fyri at røkka runt til tey
ymsu økini
Tyskvøldid Våg-
fyn tørn og eftir
stóð
skuldu allir floksfor-
meta í Vágúm, men
so var ikk
Sum greitt er ira iðra-
staðni í blaðnum ynsktu val-
evnini hjá í flokkur
ut kkinum og
Kristiliga Fólkaflokkinum
at klára seg sjálvi og tí vóru
tta Javnaðarf
Tummas Hans Gaardlykke greiðir frá sínum sjónarmiðjum
bert Jóannes Eidesgaard og
Lassi Klein við á fundinum.
Heini Frits Petersen var
valdur til orðstýrara, og
hann avgjørdi, at luttakar-
arnir báðir skuldu fáa tað
tíð teimum tørvadi
Tað er ikki bara
ríkisfi
Tað var sjálvsagt, at tá fund-
urin varð hildin á Giljanesi,
so fór spurningurin um und-
irsjóvartunnilin at koma
fram
Tað kom hann eisini, men
av tí at luttakararnir vóru so
fáir, so fingu teir báðir høv-
ið til at tosa um aðrar partar
av valskránni hjá flokkun-
um báðum
Jóannes Eidesgaard
segði, at eftir hansara met-
ing hevur kjakið um ríkis-
støduna Føroya og Dan-
markar ímillum fingið alt ov
stóra rúmd í fjølmidlunum
seinastu tíðina
— Gamani, tað hevur stór-
an týdning. Men hvat við
arbeiðsloysinum, pensjón-
unum, útjaðaragkjunum og
útbúgvingarumstøðunum,
spurdi hann
- Hava hesi ikki eins stór-
an týdning?
Restin av fyrsta umfar-
inum hjá Jóannesi Eides-
gaard var tí ein gjøgnum-
gongd av valskránni á hes-
um økjum
Arbeiðsloysi er ein stór-
ur trupulleiki hjá okkum í
dag, segði Jóannes
Hugsið tykkum, tað
ganga uml. 2000 fólk og
hava einki at taka sær til
Hesi fólk skulu hava hjálp
og Sandoyarloysnin hevði
kanska verið eitt hugskot í
hesum føri, segði Jóannes
Eidesgaard.
útbúgving og
pensjónir
Fyri kortum varð álit um
broyting í útbúgvingarstuði-
inum lagt fyri tingið, men
tað fall burtur, tí at val varð
útskrivað
— Tað er eitt av málum
Javnaðarflokkinum, at betra
um umsteðurnar hjá teim-
um lesandi. Tey skulu
kunna klára seg fyri tann
stuðul tey fáa. Tað kunnu
tey ikki í løtuni.
— Eisini pensjónirnar
ynskir flokkurin at gera
nakað við, og m. a. arbeiða
vit við ætlanum um, at
vaksa um samhaldsfasta, so
hann kann geva eitt ískoyti
til pensjónirnar hjá teimum
sum fáa >reina< pensjón
Um privatiseringar segði
Jóannes m.a. at bankin skal
ikk: privatiserast fyrg enn
hver króna er komin fur i
landskassan og gott og væl
tad
Javnadarflokkurin er
heldur ikki fyri at privati-
sera Strandferðsluna ella
umsorganina fyri teimum
eldru, tí tað verður bara
brúkarin sum missur av
privatiseringum, segði Jó-
annes Eidesgaard
Lassi og Vágoyggin
Lassi Klein gjørdi vart við,
at sambært veljarakanning-
unum, so sær út til, at Krist-
iligi Fólkaflokkurin ikki
kemur aftur á ting, men tað
sær ikki út til, at Lassi er so
pessimistiskur sjálvur hóast
alt
Vágoyggin hevur altíð
havt mín stóra áhuga og tað
sæst best við at hyggja eftir
tí eg havi gjørt fyri Vág-
oynna, sum landsstýrismað-
ur, segði Lassi Klein.
— Atlantsflog kom tá eg
sat sum landsstýrismaður
og eg byrjaði arbeiði uppá
undirsjóvartunnilin, so tit
vita, hverja stóðu eg havi
til tað arbeiði, segði Lassi
Klein.
Eisini kom hann inn á
viðurskiftini hjá pensjónist-
unum og hann segði m.a. at
føroyskir pensjónistar eru
afturútsigldir í mun til
danskar pensjónistar við
uml. 1000 kr. um mánaðin
Orsøkina segði Lassi
Klein verða, at tað í Føroy-
um ikki er nakar skipaður
politikkur á økinum.
Undirsjovartunnilin
Sum nevnt var sjålvandi
tosað um undirsjóvartunnil.
Lassi Klein segði bein-
anvegin, at hann var fyri
undirsjóvartunnlinum og at
tað kundi farast undir hann
Valið snýr seg eisini um onnur mál enn ríkisfelagsskapin, segði formaður Javnaðarfloks-
ins, Jóannes Eidesgaard á fundi á Giljanesi í gjár
við teirri lógarheimild sum
var frá 1988.
— Tað eru nú 10 ár síðan
arbeiði varð steðgað fyribils
og enn er einki hent víðari,
burtursæð frå eini klossutari
roynd í heyst um at koma
víðari við málinum.
Jóannes Eidesgaard
segði, at Javnaðarflokkurin
er fyri føstum sambandi um
Vestmannasund, men at
hetta skal gerast við skilið
— Tað sum varð gjørt i
desember mánað, var eitt
politiskt neyðaregg, ein táta
til tingmenninar úr Vágum,
at fáa teir at tiga, segði Jó-
annes.
Hann gjørdi vart við, at
tað er neyðugt við skilagóð-
um loysnum soleiðis at tá
fari verður undir uppgáv-
una, so verður hon førd til
enda.
— I valskrå Javnaðarfloks-
ins stendur eisini, at farast
skal undir fasta sambandid
um Vestmannasund
Svend Aage Ellefsen
minti Eidesgaard å, at Hen-
rík Old hevði lovad tað
sama seinasta heyst, men tá
atkvøddi Javnaðarflokkurin
ímóti uppskotinum.
Til tað segði Jóannes, at
tað var tí at uppskotið var
eitt politiskt neyðaregg,
sum ikki kann brúkast til
nakað sum helst
— Pengarnir eru settir í ein
grunn, men eingir pengar
kunnu brukast fyrr enn
lógin er smiða. Men er hon
tað, ella er nakað arbeiði
gjørt tí viðvíkjandi. Ikki tað
eg veit, segði Jóannes Eid-
esgaard.
Lassi Klein tók uppaftur
tað hann hevði sagt framm-
anundan, at hann var fyri
uppskotinum um fast sam-
band um sundið.
Løgtingid hevur játtað at
fara undir fasta sambandið
einaferð og tí skuldi ikki
verið neyðugt at gjørt hetta
enn einaferð, segði Lassi
Klein.
Skattalætta
Tað var eisini
sindur um skattalættar á
Giljanesi týskveldið og
báðir vóru samdir um, at tað
er rætt at geva skattalættar,
men teir løgdu eina við, at
tað bert skal gerast, tá sam-
felagið hevur ráð til tess.
— Fyri tað um landskassin
hevur eitt yvirskot eitt árið,
so merkir tað ikki av sær
sjálvum, at tað skal gevast
skattalætti, segði Jóannes
Eidesgaard.
— Tað vildi verði óserigst
at bjóða skattalætta, sam-
stundis sum vit lova hægri
pensjónir, hægri útbúgving-
arstuðul og betri sam-
ferðsluviðurskifti, segði Jó-
annes Eidesgaard.
tosað eitt
Hóast teir høvdu biðið formann sín hildið seg burtur, so komu teir sjálvir Svend Aage
og Jórgin og hvørgin teirra var bangin fyri at taka orðið