Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 75 — 23. APRÍL 1998 longu tikið ímóti 30.000 tonsum higartil í ár. Bara henda mánaðan eru 20.000 tons løgd upp í Fugla- fjórði Áki BERTHOLDSEN Rættiligt fiskarok hevur verið í Fuglafjørdi seinastu tíðina. Bara higartil í ár hevur Havsbrún longu tikið ímóti 30.000 tonsum av ídnaðar- fiski. Nógv tann besti mánaðin er apríl, sum vit eru í. Bara henda mánaðin hevur Havs- brún tikið ímóti ikki færri enn 20.000 tonsum. Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, sigur, at hetta er av tí allarmesta, sum Havs- brún hevur tikið ímóti. Hetta er besta tíðin til svartkjaft og nógv tað mesta av tí, sum Havsbrún hevur tikið ímóti, er svartkjaftur. Talan er um føroysk, skotsk og írsk skip, sum hava avreitt í Fuglafjørdi Prísurin á svartkjaftinum er góður í ár, nógv betri enn í fjør. I fjør fingu skipini eini 50 oyru fyri kilo. Men í ár er prísurin eini 40% hægri, ell- a eini 70 oyru. Bergur Poulsen sigur, at kappingin um fiskin er sera hørd. Men tað er onki at gera hjá Havsbrún uttan at fylgja við. — Men vinnararnir, tað eru skipini og manningar- nar, sum gera tað gott hesa tíðina, sigur hann. Hann sigur, at svartkjaft- urin hevur fingið sera stóran týdning fyri Havsbrún hesi seinastu árini. — So eg vóni, at politik- ararnir fyrireika seg væl og tryggja føroyingum eina so stóra kvotu sum til ber, um, og tá, svartkjafturin verður kvoteraður. Arbeiða dag og nátt Bergur Poulsen sigur at tann nógvi fiskurin ber í sær, at tað er neyðut at arbeiða dag og nátt á Havsbrún Tilsamans eru eini 70 fólk til arbeiðis Arbeitt hevur dag. Einasti dagur. tey hava haildið frí, var 1. páskadag Tad mesta av fiskinum verður malið til fiskafóður men eitt sindur verður selt Sakna hvítingsbróðurin Stjórin á Havsbrún sigur hetta rokið er væntandi hendan og komandi mán aða. Tá byrjar sildatíðin og hann vónar, at fiskiskapurin fer at halda sær. Spurningurin er so, hvussu verður á Havsbrún í vetur. Síðani fiskikapurin eftir idnadarfiski helt uppat und- ir Føroyum fyri trimum ár- um síðani hevur verið meiri deydligt á Havsbrún um veturin. Og Bergur Poulsen dylir Á Havsbrún hava tey gjørt iløgur fyri ikki minni enn 20 milliónir hesi bæði seinastu árini. ikki fyri, at tað er stórur saknur í hvítingsbróðrinum. — Síðani hesin fiskiskap- urin helt uppat undir For- oyum, hevur lítið verið at gjørt á Havsbrún um vet- urin, tí tað er ongin fiskur at fáa. — Vit missa rættiliga nógvan fisk av tí sama. Men tað ger eisini, at vit mugu gera nógv fiskafóður til goymslurnar tað tíðina, vit fáa fisk, og tað kostar nógv- ar pengar at hava stóra goymslu. 9 Men kortini er goymslu plássið so lítið, at vit har umframt noyðast at innflyta fiskamiøl it gera fóður burt Tur ef ir Poulsen sigu i l K ir 13 r nb i Í i Ár k k if IDpu K nað f lir I ISK Undir FAT HT Og hann skilir framvegis ikki avgerðina, ti fiskifrød ingar hava vist á, at tað ber til at fiska 30.000 tons oyum um árið, uttan at gera nakað sum helst fortreð fyr onnur fiskasløg Ti var ongin verulig or sek til at banna fiskiskap inum eftir ídnaðarfiski und ir Føroyum, leggur hanr afturat llegur fyri 20 milliónir Men hóast ídnaðarflotin undir Føroyum varð av sagdur, hava tey á Havsbrún kortini ikki heilt mist áræð ið og álitið á framtíðina Tí hesi bæði seinastu árini hava tey keypt útgerð og maskinur fyri 20 milliónir krónur --Hetta var avgjørt ein neyðug fløga, sigur Bergur Poulsen — Partvís var útgerðin, vit høvdu, gomul, og partvis er neyðugt at endurny ggja seg, fyri at fylgja vid. Hann sigur, at nå teir verða lidnir at seta nýggju útgerðina upp, verða teir førir fyri at gera betri fiska- fóður, enn teir hava gjørt, og somuleiðis verður fram- leiðslan effektivari Tað, sum Havsbrún hevur keypt, eru nýggir „inn- damparar“ sum tey nevna tað, fyri 10 milliónir, um- framt eina nýggja ketlaskip- an, sum kostar aðrar 10 milliónir — Táið henda nýggja út- gerðin er sett upp, er Havs- brún eitt sera framkomið og gott virki, leggur hann aft- urat. Dansaðu til tann ljósa morgun Leygardagin var væleydnað dansi- stevna á Tvór- oyri. 260 dansar- ar úr øllum land- inum hildu stásið viðlíka til tann ljósa morgun. AkKI BERTHOLDSEN Leygardagin var stór dansi- stevna í itréttarhøllini í Trongisvági Hetta var stevna fyri tey, sum dansa útlendskar fólka- dansir og aðrar dansir Tilsamans vóru eini 260 fólk komin saman á Tvør oyri at dansa og at visa fram dansir fyri hvør ødrum. Slikar dansistevnur hava verid kring landid annad- hvørt år sidani tann fyrsta var í Havn í 1990. Og í ár var tað so Dansistovugaman á Tvør- Oyri, sum var vertur. Norðaneftir vóru gestir komnir úr Dansifrøi úr Havn, Fragdini úr Sunda- lagnum og Upp á Tá úr Vágum. Men annars vóru børn og ung úr Suðuroynni. eitt dansilið av vaksnum vág- bingum og eitt lið av vaksn- um tvgrafólki. A Dansistevnuni var báði undirvísing, almenn fram- sýning og um kvøldid var borðhald og veitsla fyri teimum, sum vóru við á stevnuni. Tey ymsu dansifeløgini nýttu eisini høvi at hittast á fundi at umrøda ymisk å- hugamål. Og eftir, hvat skilst, eydn- aðist tiltakið sera væl. Í øll um fórum hildu tey allar flestu á til tíðliga sunnu- morginin, táið tey so spák- aðu sær í dýrdarveðrinum yvir á Drelnes og beint umborð á Norrønu, sum fór til Havnar klokkan sjey. A framsýningini vístu tey ymsu dansifeløgini fram síni kynstur, táið tey dans- aðu útlendskar fólkadansir og ymsar aðrar, gamlar dansir úr ymsum herðas- hornum í heiminum. Og dansiframsyningar, sum hesar eru sera væl um- tóktar, tí tað vóru næstan 200 fólk í itréttarhøllini og hugdu at. Táið Dan Nielsen, for- maður í mentanarnevnd Tvøroyrar Býráðs, setti stevnuna, segði hann m.a., at eitt so stórt tiltak,sum her er talan um, setur dám á býin og at tað gleddi hann serliga, at fólk aðrastaðni úr oynni og norðanfjørðs, høvdu leitað higar í stórum tali. Frítíðarítrivini eru eins ymisk og vit mennisku eru, og vit eiga at virða hvønn annan, fyri tað vit eru. Verð- ur hetta verðuleiki, tá fáa vit eitt samlað og ríkt mentun- arlív í landinum. Ein slíkan dag er kærkomið høvi at Dansistevnan á Tvøroyri var sera væleydnad og næstan hugna sær, at spenna frá í dagsins vidurskiftum; uttan- landsskuld, bankabjarging, ferdasamband og mongum ødrum id mangan myndar tann. Ein slíkan dag verða allir trupuleikar gloymdir og ístaðin fyri er at hugna sær og halda sær at gamni, segði Dan Nielsen, táið hann beyð vælkomin og setti stevnuna